týsdagur 11. september 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eitt kveldið, nakað fyri
jól, eg var komin suður við
„Smyril“ og var á veg út
eftir kajuni, móti tjern,
stúrsaði eg við, tí tað kom
mær fyri, at nakað var
broytt í myndini, eg fataði
bert ikki beinanvegin,
hvat tað var. Har hevur
ein, líka frá barnsbeini,
verið vanur at síggja
tríggjar bræddar lonir
standa: húsini hjá Tumm-
as í Tjern, húsini hjá Óla
Dahl og uttast gamla
handilshúsið, ein hugnalig
sjón, eitt, í dag, for-
kunnugt umhvervi.
Knappliga skilti eg hvat
tað var, eg stóð sum stein-
runnin, eg trúði tí ikki.
Gamla handilshúsið var
burtur: uttan at nakar
hevur trivið í pennin,
uttan at nakar hevur látist
um vón, uttan at nakar
hevur hevjað brandin til
verju, er hesin seguligi
lutur sópaður av toftini,
har hann hevur staðið í út-
við 110 ár.
Ikki rættast tað aftur,
men harfyri skal tað ikki
tigast við, hvat tað er fyri
ein óbetiligur skaði, sum
her er gjerdur, og tað má
býráðið taka alla skuldina
fyri.
Er tann seguligi, tann
estetiski ansurin heilt
deydur her? Um hugurin
til at týna segulig virði,
kring alt landi var líka
stórur sum her, so vóru vit
skjótt identitetsleys, (vit
hevdu sjálvandi havt myt-
una eftir), so skuldu vit
ikki nógv ættarlið fram,
fyrr enn fólkið eingi eyð-
kenni hevði at halda seg
til, fyri at kenna seg sum
tjóð.
Tikið verður til, at land
elur tjóð. Og landið, sum
elur eina tjóð, er ikki bara
landslag og náttúra. Tað
er eisini lívsstríð, sega og
móðurmál, alt hetta, sum
vit dagliga standa í. Tað
er okkara sega, okkara
móðurmál, og verja vit
ikki hesi eyðkenni, so
hava vit einki at halda
okkum til.
Og tað er kanska tann
mest fundamentali skeiv-
leikin í seguligu tilvitan
okkara í dag, at alt hetta,
sum ikki er til nakra bein-
leiðis nyttu, ið ikki kann
tæna sum ein liður í tí
mangan fyrilitaleysa
framleiðsluerskapinum,
tað veri seg náttúru — ella
mannagivin virði, at tey
mugu burtur. Kunnu tey
ikki vera við til at hækka
livifót okkara, ekja um
okkara materialistisku
trygdarkenslu, so er ikki
brúk fyri teimum.
Ein maður fær hug at
byggja sær eitt virki, og í
dag eru megugóðir, grunn-
arnir nógvir. Men pioner-
tíðin er av og andin tann,
sum ráddi, tá handilshúsið
á Tjern varð bygt. Og
maðurin sekir um byggi-
loyvi á Tjørn, har sum
hetta lítillátaða, gamla
handilshúsið, við einari
væl yvir hundrað ára
gamlari segu, stendur.
Hjá teirru materialist-
isku menniskjuni talar alt
ímóti hesum gamla húsi:
uppi á vegnum fúka bilar-
nir framvið, niðri á bryggj-
uni leggja teir nútímans
ísfiskatrolararnir at og
landa = til Polarfrost.
Tjernin liggur har, í
óbroyttum líki og sum ein-
asta ítekiliga prógv frá
pionertíðini. Bilarnir uppi
á vegnum, Polarfrost og
allur trolaraflotin eru, til í
dag, seinasti liður í teirru
menning, sum byrjaði, tá
Jákup Dahl fór at handla á
Gerðunum í 1860, og bróð-
ur hansara Petur Hans fór
undir tað sama á Tjern í
1876.
Fyrsti handilin opnaði í
Vági, tá Jógvan í Lopra, í
húsum sínum upp við
Krosslið, fór at handla fyri
M. C. Restorff, úr Havn, í
1857, har synirnir Jákup
og Petur Hans gingu hon-
um til handa. Í 1860 bygdi
Jákup á Gerðunum og fór
tíðindablaðið
at handla fyri Thomsen av
Tveroyri, til hann í 1866
gjørdist sjálvsteðugur. Í
1875 segði Petur Hans av-
taluna við M. C. Restorff
upp, og ólavsekudag 1876
opnaði hann handilin aftur
á Tjern, eitt framhald av
tí handli, ið, sum tann
fyrsti í bygdini, læt upp
við Krosslið í 1857. Á
Tjern hevði hann bygt sær
handil og stórt pakkhús
og seinni, tá hann fór at
keypa sær skip, kom so alt
tað afturat, sum hartil
kravdist: vaskiskúrur,
saltfiska- og klippfiska-
goymsla, brúgv og fiska-
pláss.
Tað er ein náttúrligur
liður í menningini, at eitt
nútímans flakavirki
liggur, har fyrr saltfiskur-
in var tilvirkaður, men
sjålvt um tað ikki var til
nakra nyttu longur, so er
tað fyrilitaloysi út um alt
mark, at hesin 108 ára
gamli handilsbygningur,
sum hevði stórt seguligt
virði, við býráðsins væl-
signilsi, skal verða burtur-
beindur, og tað eisini
uttan at nakar hevur
greitt eitt orð.
Og nú skal ein bygning-
ur úr betong stinga seg
upp og, frá sjónum, fjala
okkara vekru kirkju. Eg
lasti ikki mannin, sum
sekti sær byggiloyvi har,
sjálvt um tað harmar meg,
at hann ikki hevði ans fyri,
at tað vóru eini hús av
seguligum virði, hann reiv
niður, men tað skakar
meg, at býráðið hevur
sýnt eina slíka líkasælu,
tað skakar meg eisini, at
bygdarfólkið ikki hevur
gjørt vart við seg, men tað
skakar meg allarmest, at
tann einasta stættin í
bygdini, sum má sigast,
gjøgnum sína útbúgving,
at hava seguligt innlit og
átti at havt seguligan ans,
og sum eisini hevur stund-
ir til tess, lærarastættin,
ikki hevur trivið í pennin
og forða slíkari vandal-
ismu.
Tað hvílir nú á býráðn-
um at syrgja fyri, at hesin
nýggi bygningur íkki
kemur so hegt upp, at
hann á nakran hátt fjalir
kirkjuna. Tað kemur at
kosta pening, men tað er
prísurin fyri líkasæluna.
Og tað tykist, sum at altíð
tær bíligastu loysnirnar
hava verið valdar, av tí til
hverja tíð sitandi býráðið,
tá nakað skuldi gerast í
Vági. Vit síggja, hvar
tann kommunali kesturin
var lagdur, og hvat tað
hevur oyðilagt av náttúru.
Og tá nýggjur skúli skuldi
byggjast, =o skuldi hann
partout kroystasi inn á
kirkjuna, á ovaru síðu, so
hon er heilt fjald frá teirru
síðuni. Tað var bíligasta
loysnin. Og við hesum
seinasta tiltakinum hverv-
ir hon, at kalla, heilt. Latið
ikki tað skomm henda, at
tann mest monumentali
bygningur í bygdini ikki
verður at síggja.
Betur hon lívdi enn
gamalt grót,
kirkjan á nesi og tanga...
syngur sálmaskaldið, og
soleiðis legdu teir gomlu
kirkjurnar, tær skuldu
síggjast, hvar tú var
staddur, tær veittu tær
eina trygdarkenslu.
Mær renna í hug hesi
orð: >Hvi er Herrens ord
forsvundet af hans hus«.
Hetta var yvirskriftin til
ta fyrstu prædiku,
Grundtvig helt,
»dimisprædiku« hansara,
sum vakti mikla øsing
millum starvsfelagar
hansara, sum óivað kendi
seg raktar.
Vit kunnu eisini spyrja:
hví er tann seguligi ans-
urin burtur ? Eg trúgvi, at
í nýtslusamfelag okkara
idag, við øllum fjølmidlum
til hjálpar, hevur ídnaður-
in: nýtsluídnaður, ferða-
mannaídnaður o. s. fr., við
reklamugallrópum sínum,
fríar ræsir at skapa júst
BRUD
ALE LLE!
nøng sag 590
#42% 1%
tad nytslumynstur, hann
ynskir. Nøkur menniskju
lata seg tøla, fjøldin ger
tað sama, ti hetta må
verða »in«, og eins og
grindin, tá blóð er komið í
hana, rennir seg uppá
land, soleiðis letur fjeldin
seg stýra, uttan á nakran
hátt at geva tilvitan síni
hevi til, á ein objektivan
hátt, at koma framat og
geva eina meting av, hvat
tað er, ein letur seg tøla til.
Eg vil nýta orðið »kom-
formitetspsykosa« um
henda ørskap, id eins og
krabbamein breidir seg,
eisini her hjå okkum. Eg
veit ikki, um hetta orðið
alment er at finna, men
tað skal siga somikið sum:
ein erskapur eftir at líkj-
ast hinum, at gera sum
hini, tí tað er »in«. Hvussu
kann nekur rúmd verða
her fyri teimum seguligu
og estetisku virðunum.
Skaldið Heðin Brú sigur
um henda andliga deyða:
Deyðin er tað at sepla úr
goymslum
tað dýra gullið,
lata tað fjarða í skríni,
meðan tú góðsið goymdi.
Hevur tú einki at flýggja,
uttan ta tómu tægu
ert tú ein deyður maður.
Tit, sum ráða, sum hava
boðið tykkum fram til at
stýra hesum bygdasam-
felag, við tí andliga og
tímiliga tervi, sum eitt
hvert samfelag hevur, tit
hava sýnt ábyrgdarloysi í
hesum máli. Tit áttu at
dugað at sæð, at her var
hevi at skapa eitt um-
hvervi av seguligum virði,
Nr. 106 —
11. september 1984
z%8%
8433
við at varðveitt gamla
handilshúsið, saman við
teimum báðum gomlu lon-
unum, sum eftir standa,
somikið meira, tí tað var
Tjernin, saman við handl-
inum á Gerðunum, sum
setti gongd í menningina í
bygdini.
Myndin omanfyri er tik-
in í 1957, av >Ternunic,
seinni »Dugvan«, strand-
faraskip, beint ådrenn lagt
verður til bryggju, og var
hetta skip óivað enskur
minusveipari frá seinna
heimsbardaga. | Myndin
sýnir tær tríggjar lonir-
nar, húsini hjá Tummas á
Tjørn tó fjald av einum
neysti. Um hesar tríggjar
lonir vórðu fríðkaðar upp
og fingu tær flagtekjur
aftur, sum tær hava havt,
so kann ein og hver í-
mynda sær, hvat fyri ófert
estetiskt virði, ið her varð
skapað, umframt tað
seguliga, sum vildi verðið
varðveitt. Tí kann ein bert
harmast um tað, sum her
er hent.
Tað nyttar ikki at um-
bera seg við, at tað kostar
pening at varðveita. Tað
má og skal aldrin verða
ein spurningur um kostn-
að, tá tað ræður um at
varðveita tey seguligu
virðini, náttúruvirðini.
Sum áður nevnt: land
og sega skapa tjóð. Eitt
skald sigur tað soleiðis:
Vi ved, at fjæld kan
sprænges,
og tvinges kan en elv,
men aldrig kan et folk
forgå,
som ikke vil det selv.
Niels Juel Nolsøe