týsdagur 11. september 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 106
— 11. september 1984
Daniel å Læraraskulahøllini:
Bandupptakarin
var frålikur!
Kendi sangarin Daniel er eftir øllum at døma ikki so vælumtókt-
ur i Havn. Bert eini 200 fólk vóru og lurtadu eftir honum í
Læraraskúlahellini sunnudagin.
Harafturimóti er hann heimskendur í Runavík. Har spældi
hann fyri fullum húsi.
Sunnudagin 9. sept. kl. 16
var konsert í Lærara-
skúlahellini við tí kenda
sangaranum Daniel.
Soleiðis eigur eitthvert
konsertummæli við virð-
ing fyri sær sjálvum at
byrja.
Við iva í sálini fóru vit
so til ljómleik hjá Daniel,
sum vit hava hoyrt so
nógv um og til. Sum De
Syngende Husmedre og
Tey av Kamarinum hevur
hann rættiliga javnan ver-
ið at hoyrt i Kvoeðuljóm-
unum (miðdepilin fyri
mentunnarligu uppbygg-
ing feroyinga), har hann
hevur jodlað »Juuulie«.
Ein góð konsert kennist
altið á áhoyrarunum. Eftir
konsertini sunnudagin at
døma eru tey ungu í Havn
vorðin »forvand«. Bert fá
fólk, meginparturin bern,
hevdu leitað sær út á
Frælsið, og lítið lív var í
- minti um eina snobba-
konsert, har lógvabrestir-
nir bert eru ein formalitet-
ur.
Í Feroyum er óskrivað
lóg, at konsertir skulu
byrja ov seint, annars
verða áhoyrararnir óðir.
Men hon byrjaði so. Í
torusláttri og royki trein
Discobeiggjon fram á pall-
in og bjóðaði ellum dam-
um og harrum at vera
vælkomin.
hur
Fyrst spældi ljómliðið
Bacon eitt sindur av rocki
Síðani sýndu klaksvíking-
ar fram klæðir, sum Íðkan
hevði tilvirkað
Iðkan?
Ja, Íðkan. Eitt nýtt
felag í Klaksvík, sum
bæði »designar« og til-
virkar mótaklæðir.
At enda kom so høvuds-
gesturin. Daniel og band-
upptakarin sungu so fyri
okkum eina løtu.
Satt at siga, so fóru vit
vónbrotnir aftur til hús.
Kanska eru tað vit, ið eru
vorðnir ov gamlir. Teim-
um ungu dámdi væl.
EysturOng
KÍ—b36, 1. deild: 1—2 (1—1):
Týdningarmikil sigur
Veðrið var ikki tað besta,
tá B36 og KI hittust í
Klaksvík sunnudagin. Tað
hevði regnað allan dagin
og var vellurin tí vátur og
torferur at spæla á. Hóast
hetta, so royndu bæði lið-
ini at fáa góðan leik í lag,
men spælið varð í stóran
mun ávirkað av teimum
hyljum, ið lógu á vellin-
um.
Dysturin ver sera týdn-
ingarmikil fyri bæði liðini.
KI skuldi vinna fyri at
sleppa sær burtur úr nið-
urflytingarvandanum,
meðan B36 mátti vinna,
um liðið skuldi gera sær
nakrar vónir um at varð-
veita sess sín í 1. deild
komandi leikár.
B36 vann dystin við
tveimum málum móti
einum aftaná at tað hevði
verið javnleikur 1—1 i
hálvleiki og hava
B36'ararnir nú aftur vónir
um at klára seg. Teir hava
nú átta stig, meðan KÍ, ið
liggur næstaftast á stiga-
talvuni bert hevur eitt
stig fleiri.
Fyrsta málið í dystinum
fekk B36, tá bert tveir
minuttir vóru spældir.
Andreas Vatnhamar
skjeyt í netið aftaná frí-
spark frá Kjartan Mohr.
Málið skelkaði KÍ í ávísan
mun, men teir komu fyri
seg og hevdu teir fleiri góð
álop á B36-málið og í 20.
minutti bar til. Beinir
Poulsen fer einsamallur
igjøgnum í hegru síðu og
skjýtur framvið Jan
Alberg í netið til 1 —1.
Í seinna hálvleiki, ið var
javnt leiktur, fekk B36
brotsspark, ið Kjartan
Mohr skjeyt í netið til
2—1. Tá hetta mál kom,
varð Símin Pauli Sivert-
sen, K1-målverjin so
óheppin at meiða seg so
illa, at hann varð noyddur
at fara av vellinum og
útileikari í mál í staðin.
Hetta fekk tó ikki ávirkan
á verjuleikin hjá KI.
Hverki av liðunum fekk
fleiri mál og gjerdist úr-
slitið sostatt at B36 ogn-
aði sær tvey kærkomin
stig, ið meguliga kunnu
gerast avgerandi fyri,
hvat lið verður noytt at
ganga tungu gongdina
niður í 2. deild komandi
leikár.
Málteigurin út í bók
Svenning Tausen,
lærari og
rithøvundi
Hann hevur nú givið út bóklingin >Orð um
orå«, ið er úrslit av målteiginum,
sum hevur
verið í Sosialinum seinastu tvey árini.
Málteigurin heldur fram í Sosialinum og
byrjar aftur leygardagin 2
Í hesum døgum kemur
nýggjur bóklingur í handl-
arnar, sum hevur fingið
heitið >Orð um orå«, eftir
Svenning Tausen, lærara
Svenning Tausen hevur
í umleið tvey ár skrivað
málteigin í Sosialinum.
Hesin teigur hevur ver-
ið nýttur í fólkaskúlanum
í undirvísingini, eins og
vit vita, at fólk sum heild
hava verið serstakliga á-
hugað fyri hesum teigi.
Tað gav úrslitið, at mál-
teigurin nú er komin sum
bóklingur. Svenning
Tausen er ikki bert greið-
ur í síni skriving, tá hann
roynir at læra okkum at
skriva rætt, greitt og ein-
falt. Hann er eisini sera
góður pedagogur, og ti
hevur skriving hansara
eisini fingið fólk at lesa
málteigin í blaðnum. Av tí
at målteigurin verður
nýttur í skúlaundirvísing-
ini var tað avgjert gagn-
29. september í ár
ligt, at hetta tilfar varð
savnað í eina bók,
lættari at handfara í
andisdegnum
Bóklingurin >Orð um
fikkustedd, til
idur. Orð
við
lesa
sum er
ger
orð< er
steddar 118 blaðs
verða tikin upp og
gjørd. Hvussu vit
villur i blødum og hoyra i
útvarpi. Síðan hevur
Svenning lítla frágreiðing
um ávísa orðið og hvussu
vit best og rættast kunnu
nýta ella skriva tað. Fyri
hvert petti er gjert pláss
fyri, at næmingar og
onnur kunnu gera sær
sínar egnu viðmerkingar.
Tað er forlagið SAMD,
sum hevur givið út. P/F
Sosialurin hevur sett og
umbrotið. J. H. Prent-
virki hevur prentað og
Bókavirkið hevur heft.
Bóklingurin kostar 54
krónur í bókahandlunum.
Dagny