Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl tíðindablaðið telefon 11820 Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Royndi at sleppa sær undan TÁ SITANDI landsstýri tók við, royndi samgonguleidarin og menn hansara at gera ta bú- skaparligu støduna rættiliga hættisliga. Hetta gjørdu teir við at tosa og skriva um tómar kassar og tómar grunnar. ØLL VITA, AT vinnan hevði stórar trupulleikar at dragast við í 1979 og 1980, men øll vita eisini, at tey stóru tøkini, ið skuldu takast fyri at vinna á trupulleikunum, longu vórðu tikin á vári 1980, og at tey vórðu tikin av undanfarnu sam- gongu, uttan minstu hjálp frá tá- verandi andstøduni á tingi. Í 1980 varð neyðugt at geva vinnuni eina peningajáttan, sum svaraði til triðingin av løgtingsfiggjar- lógini, meðan játtanin hesi seinnu árini hevur verið lutfalsliga nógv minni partur av fíggjarlógini. AT TOSIÐ UM tómar kassar og tómar grunnar ikki var so eftir- farandi, hava fólk eisini varnast. Beint eftir at samgongan hevði tikið við, var lyst í bløðunum við serlánum til fiskiskip. T.v.s. at peningur var tekur í serlåns- grunninum, tá landsstýrisskiftið fór fram. Alment sjónvarp varð sett á stovn og tvinni hús vórðu keypt til endamálið. Her fingu vit eisini at vita at peningur var tøkur í sjónvarpsgrunninum. Stuttleika- skatturin varð avtikin uttan at hetta fekk avleiðingar fyri al- menna stuðulin til bygda- og ungdómshús. Tað var somuleiðis nóg mikið av peningi í tí grunn- inum. LOGMAÐUR OG summir sam- gongumenn byjadu kortini val- skeidid vid at tosa um eina sera hættisliga buskaparliga stødu. At tosa um tómar kassar og tómar grunnar. Men so fekk pípan eitt annað ljóð. Og tað var nú upp- undir endan av valskeiðnum. Nú stóð sera væl til. Nú vóru allir kassar og allir grunnar á tremur. Hóast tað stóru uttanlangsskuld- ina var staðan góð og gongdin |- oddagrein var nógv batnað. Nú ráddi bara um at fáa løgtingsval sum skjót- ast. Løgmaður vildi hava val í mei ella juni. Men hetta gekk íkki. So vildi hann hava val í august ella september. Men tað gekk heldur ikki. SANNLEIKIN UM búskaparligu støðuna kom so fram. Hetta var ikki ætlanin hjá løgmanni. Hann vildi hava val áðrenn almenning- urin fekk nakað at vita um kreppustøduna sum vinnan og alt samfelagið er í. Tá sannleikin var komin fyri oyruni á almenning- inum var løgmaður eisini horvin. Hann var farin av landinum. Summi tíðindi vilja vera við, at hann fór í heystfrí. Onnur tíðindi siga, at hann fór á grannskoðara- skeið. (Hetta seinna er hart til- trongt og tað skuldi hann longu gjørt fyri fýra árum síðani). TÁ TINGIÐ hevði 6lavsøku- rødu løgmans til umrødu, segði hann sjålvur, at tad var hansara skylda at geva upplysingar um støduna og gongdina. Og tað hevði hann gjørt. Bæði í sjålvari Olavsøkurøduni, og tå hann hevði orðið undir umrøduni, gjørdi hann greitt, at stødan var góð og at gongdin var nógv batnað. Stutt eftir fáa vit so at vita, at høvuds- vinnan er í álvarssamari kreppu, og at alt samfelagið er í kreppu. SPURNINGURIN er so um løgmaður hevur sagt ósatt, ella um hann ikki vist betur. Uttan mun til, um tað fyrra ella tað seinna er tilfellið, so hevur løg- maður ikki gjørt sína skyldu. Hann hevur skyuldu at siga sann- leikan og hann hevur skyldu at vita hvussu veruliga stødan er. SANNLEIKIN er sjálvandi tann, at løgmaður royndi at fjala ta hættisligu støduna, at hann royndi at fáa valið fyrr, soleiðis at hann kundi sleppa undan fólksins dómi. Alt hevur verið ein roynd at sleppa sær undan. Ein viðmerking til Kvinnufelagið Fjallbrúður Eftir at hava lisið og fylgt beiðskvinnufelagnum Fjallbrúður, so las eg í við, hvat er hent við ar- Nr. 106 — 11. september 1984 Landsstýrið ongan idnadarpolitikk Javnaðarflokkurin vil “era virknan idnadarpolitikk, tá hann kemur til valdið, sigur Vilhelm Johannesen, tingmaður javn- aðarfloksins, í hesum parti av reðu síni undir viðgerðini av løgmansrøduni Harra formaður: Í tí partinum av samgonguskjal- inum, sum ber heitið: »Onnur vinnu- lívsmál<, verður ídnaðurin umredd- ur. Har verður tosað um at tryggja arbeiði til allar hendur og um út- bygging av verandi ídnaðarvirkjum og um stovning av nýggjum ídn- aðarvirkjum. Hóast hesi vekru orð í samgongu- skjalinum, so hevur veruleikin =prigvad nakað heilt annað, nevniliga tað, at sitandi samgonga ongan ídn- aðarpolitikk hevur rikið. Hetta eru ikki bara míni orð. Hetta er heldur ikki nakað, sum bara vit í javnaðar- flokkinum og vit í andsteðuni siga. Nei, hetta hevur sjálvur løgmadur, sum umsitir idnadarmål í landsstýr- inum viðgingið fyri almenninginum. Tað gjørdi hann í sambandi við at ætlanin um ein ídnaðardepul uppi í Sundi varð lagdur fram fyri almenn- ingin. Til legtingsvalið í 1970 sendi javnaðarflokkurin eitt lítið blað í hvert hús í landinum. Hetta blað bar heitið: »Idnadur í sjeytiárun- um<. Tey næstu 10 árini fram til 1980 var tað javnaðarflokkurin, sum hevði ábyrgdina av ídnaðar- málum í landsstýrinum. Hesi árini kom verulig gongd á ídnaðarútbyggingina í Feroyum. Kring alt landið fingu vit sterri og smærri ídnaðarvirki av ymiskum slag. Samgongumenn standa her í dag og rósa sær av fiskaaling og framleiðslu til matna burtur úr svartkjafti. Alt hetta fór í gongd tey árini, javnaðarflokkurin hevði ábyrgdina av ídnaðarmálum. Vit fóru tey árini undir at seta pening av á fíggjarlógini undir heitinum: stuðul til ídnaðarfremjandi enda- mål«. Idnadargrunnurin og menningargrunnurin, sum veita ymisk sleg av fígging bæði til ver- andi og til nýggj ídnaðarvirki, vórðu settir á stovn hesi árini. Somuleiðis varð ein nevnd sett at gera álit um ídnaðarútbygging í Foroyum. Hetta álit kom í seinnu helvt av sjeytiár- unum. Vit skulu ikki stara okkum blind í tað, sum er farið. Vit eiga heldur at líta fram eftir og gera okkum nakrar tankar um, hvat gerast skal fyri ídnaðin í framtíðini. Og her kunnu vit nýta nevnda álit um ídnað í Fer- oyum. Í álitinum verður mælt til, at tað almenna setur á stovn eina menningarstovu fyri ídnað, hand- verk og tænastuvirksemi. Slík menningarstova skuldi verið ráð- gevandi hjá teimum politisku mynd- ugleikunum, hjá grunnunum, sum veita fígging og hjá einstaklingum og fyritøkum, ið reka ella hava ætl- ani um at fara undir ídnað, hand- verk ella tænastuvirksemi. Menningarstovan skuldi eisini ( tikið sær av gransking og veru- menning. Tikið sæ- av at kanna meguleikarnar fyri at selja foroyska ídnaðarframleiðslu bæði her heima og í útheiminum. Tikið sær av at ment føroyskt handverk og før- oyskt tænastuvirksemi. Tad hevdi verið naturligt, at slíkur stovnur við tidini eisini kom at umfata eina sølu- midstød, sum skuldi tikid sær av at selt føroyska framleidslu, bædi å heimamarknadinum og uttan fyri Føroyar. Vit hava t. d. rognavirkið í Vágum, sum hevur fjelltáttaðar meguleikar fyri at framleiða, men meguleikarnir fyri at selja fram- leiðsluna tykjast ikki at vera nóg góðir. Tann partin kundu ein selu- og útflutningsmiðsteð undir menn- ingarstovuni greitt úr hondum. Vit mugu tíverri ásanna, at ver- andi ídnaðarvirki í 1980 ikki eru út- bygd men heldur eru nidurløgd. Tað hevur ikki eydnast samgonguflokk- unum at tryggja arbeiði til allar hendur. I løgmansrøduni upplýsir logmaður, at 72 nýggj arbeiðspláss eru skapt í tí seinasta roknskaparár- inum hjá menningargrunninum. Hetta er helst rætt. Men hetta er brutto. Í sama roknskaparári eru 60 onnur arbeiðspláss niðurlegd. Fram til og við 1980 vórðu meira enn 200 og onkutíð upp ímóti 300 nýggj arbeiðspláss skapt á hverjum ári. Vit mugu tíverri geva løgmanni rætt, tá hann sigur, at hann og sam- gongan ongan ídnaðarpolitikk hava rikið hesi árini, men fær javnaðar- flokkurin ávirkan á eitt komandi landsstýri, so vil flokkurin leggja alla orku í, fyri at fáa gongd á aftur ídnaðarútbyggingina. Hetta vilja vit gera við eini menningarstovu fyri ídnað, handverk og tænastufyri- tekur, við eini sølu- og útflutnings- miðsteð fyri ídnaðin og við at tryggja teimum grunnum, ið skulu veita fígging, munandi sterri fíggj- arorku. Sosialinum hósdagin 30. august, hvar forkvinnan KAAS hevur verið hjá arbeiðs- gevaranum at fáa skriv- ligt lyfti um somu semdir, tað er gott nokk. Men má eg harmast yvir, at tær lata slíkt henda og koma so í blødini við eini frágreiðing um somu semdir. Hver halda tit, tað verður, sum fer at stríðast, tá ið sáttmála- samráðingarnar koma fyri! Tað eru tey, sum tit renna frá, sum koma at stríðast fyri tykkum. Har vildi eg ikki sett meg so lágt, tí tað menn vit til. Eg haldi, at nevnd felagsins hevur sett seg sjálva ómetaliga lágt, at nú hini øll feløgini skulu skjótt út í stríð fyri tær, tí eitt er sikkurt, tað verður ikki arbeiðsgevarin, sum stríðist fyri tykkum, men mótparturin. At eitt mál sum merkjastríðið, kann alt rættast aftur, men at geva seg í mótpartsins hendur, tað rættast ikki aftur, so eg sigi einaferð enn; hugsið tykkum um. Enn er tíð til tað. Tit í nevnd sita, hugsið um, hvat tit gera, tit eru kanska ungar í fakinum, tí krevst at hugsa seg gott um ” Ein eldri verkakvinna