Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 tíðindablaðið |s0sialurin Nr. 106 — 11. september 1984 B68—TB, 1. deild: 2 — 1 (1—1): Brotssparkið bjargaði B68 bæði stigini — og møguliga eisini FM 1984. Við sigr- inum á TB liggur B68 nú einsamalt á odda í 1. deild, trý stig framman fyri TB, og kunnu toftamenn í veruleikanum sjålvir avgera, hvar FM endar í ár. — At dysturin varð av- gjørdur uppá brotsspark var keðiligt, men um nakað av liðunum skuldi vinna handa dystin, so meti eg at tað var rættast, at tað vórðu vit, ið ognaðu okkum bæði stigini. Dysturin var javnur og spennandi og úrslitið kundi svinga frá síðu til síðu, men orsekin til at eg meti okkum at vera rættar vinnarar er seinni hálv- leikur tá vit jú høvdu tann sterra lutin í leiki og í letum hevdu stórt trýst á TB-málið. Soleiðis segði venjarin hjá B68 John Kramer aftaná spennandi og væl leikta dystin á Svanga- skarði leygardagin, tá toftamenn og tverámenn vístu áskoðarunum, at tað eru tey, ið eru rettu odda- liðini í 1. deild og at einki annað felag kann koma uppí teirra stríð fyri at ogna sær FM '84. Stór mannfjøld — av henni vóru um 200 ella fleiri av Tveroyri — hevði leygardagin leitað sær nið- an á Svangaskarð á Toft- um fyri at síggja >topp- dystin« í 1. deild har odda- liðini bæði, B68 og TB, hittust í dysti, ið kundi gerast avgerandi fyri hvert av hesum báðum liðum kundi gerast vinnari av FM á ár. Og mannfjøldin fekk nakað fyri goldna atgongupeningin. Frá leikbyrjan sást, at hetta vóru tvey lið, ið legdu áherðslu á álopsleik og sum royndu at spæla fótbólt á einum rímiliga hegum steði, tekniskt sæð. Bert fimm minuttir vóru farnir av dystinum tá toftamenn komu á odda. Hetta hendi, tá sterki verjuleikarin hjá TB, Jóan Petur Olgarsson, ætlaði at leggja bóltin aftur til mál- verja sin, Per Strøm. B68- leikari kom i millum og trekti út í høgru seiðu vid bóltinum. Hann snúði sær á og skjeyt inn fyri málið til ódekkaðan viðleikara, ið lærr kundi skjóta í netið til 1—0. Málið tók tó ikki leik- gleðina frá tverámonnum. Teir mentu seg aftur beinan vegin og eydnaðist teimum at vinna sær yvir- vág á miðvellinum og bert tíggju minuttir seinni eydnadist teimum at javna. Hetta mål kom tå Pól F. Joensen kastadi langt inn- kast úr vinstra horni. Bólturin kom inn fyri málið, har Edmund royndi at beina hann út frá mál- inum, men bólturin endaði hjá Henrik Thomsen, ein av bestu leikarunum hjá TB í hesum dysti. Henrik royndi seg við skoti, men bólturin endaði hjá Trónd Nolsøe, ið lætt kundi skjóta fram við Kjartani Nesá, ið einki varneðist fyrr enn bólturin lá í netinum. 1—1, ið eisini varð hålv- leikssteða. Hóast fleiri mál íkki komu í fyrra hálvleiki, so var hesin eins og seinni hálvleikur tó stak áhuga- verdur hjá áskoðarunum = Þ i # LÅ at hyggja at. TB hevði sterra lutin í leiki og fleiri góðar málmeguleikar, men ferð aftaná ferð prógvaði Hjartan góðu málmanskynstir síni, og avbera kviku B68-fram- herjarnir vid Jógvani, Ingolf og Aksel á odda, royndu seg fleiri ferðir við skjótum álopum móti TB- málinum — men sum sagt, kom tó einki mál burtur úr málsókna leikinum. Í seinna hálvleiki var tað B68, ið vann sær yvir- vág í leiki. Spælið var í stórum letum trýst oman á TB-hálvuna og tóktist TB-verjan í letum ikki sørt ørkymlad av kviku toftamonnunum. Nú vóru tað framherjurnar hjá TB, ið royndu seg við kvikum mótálopum, men eins og pp EM piv hjå B68 bar teimum ikki til at fáa bóltin seinasta teinin inn í netið. Sum dysturin leið, roknaðu flest øll við, at dysturin fór at enda við javnleiki, men fimm minuttir undan leikloki hendir so tað, ið bjargar B68 bæði stigini. B68 álop endar við at Ingolf roynir at sleppa í gjørgnum í vinstru síðu. Bogi Djurhuus, ið er komin á vellin í seinna hálvleiki, kemur rennandi til og roynir at takla B68'aran, men er ov seinur og kemur í staðin at fella leikaran við so- nevndari »eftirtakling«. Dómarin, Egga Jensen ivast ikki, men demir brotsspark, ið Símun skjýtur trygt í netið — vinstru megin Per, ið ætlar at tveita seg til høgru. Fleiri mål komu ikki i dystinum, og hevur sigurin til B68 við sær, at toftamenn nú liggja á odda við trimum stigum nú bert tvey leikumfer resta. Tað er bert TB, ið kann fáa fleiri stig enn B68, men toftamenn skulu vera sera óhepnir um FM nú gleppur teimum av hondum. Teir hava í veru- leikanum avgerina í sínum egnu hondum. Vinna teir á HB komandi vikuskiftið eru teir feroyameistarar longu áðrenn tann seinasta dystin. Tapa teir, meðan TB vinnur dyst sín móti NSÍ, so verður alt av- gjørt í seinasta leikum- farinum. Men ringt er tó at trúgva at væl leikandi liðið av Toftum íkki vinnur á HB, ið júst einki kann vinna, nú aftaná ó- sigurin móti LÍF. Toftamenn tykjast at vera vinnarar av FM 1984, men venjarin John Kramer sigur tó, at enn er jú meguleiki fyri at TB kemur ímillum í teimum báðum síðstu dystunum. — Vit liggja á odda við trimum stigum, men vit eru varnir »og sælger ikke skindet fer bjernen er skudt«. Kann vera at tað er rættast at vera varin, men okkum á Sosialinum tykist ikki at vera long tíð, áðrenn bjernin má lata lív. Íslendingar enskan venjara Kvalifikatiónsdystirnir til kappingina um HM í fót- bólti, ið verður í Mexico um tvey ár, byrja í annað- kveld. Tá skulu m.a. spæla Sveríki og Porugal í bólki 2, Noreg og Sveits í bólki 6 og Ísland og Wales í bólki 7. Ísland hevur fingið sam- starv í lag við Tony Knapp, 48 ára gamla enska venjaran, ið hevur spælt sum forstoppari hjá Leicester og Southamp- ton. Tony Knapp er venjøari hjá Vidar Stavanger, oddaliði í 2. deild í Noregi. Hóast hann hevur fingið tilboð um góðar sáttmálar við tvey skandinavisk »topp-feløg«, hevur hann just gjørt nyggjan sått- måla, id er galdandi fyri try år, vid Vidar. — Hvørki islendingar ella eg hava råd til eitt samstarv burturav«, sigur Tony Knapp. »Men eg vil fegin hjålpa teimum, og eru vit at byrja vid komnir til sættis um, at eg hjålpi teimum i samband við HM-dystir teirra. Tony Knapp var venjari hjá íslendska landsliðinum í 1978 — og fekk tá dupult so nógv í len, sum hann fær nú.