týsdagur 11. september 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 106 — 11. september 1984 tíðindablaðið ET! lurin Sida 9
Hondbóltssamband Føroya:
Landskapping og
steypakapping
Fyrst.i komandi mánað byrja bæði steypa- og 8
landskappingin í hondbólti. Landskappingin í f
1. deild er broytt frá fyrr.
Landskappingin í hond-
bólti byrjar vikuskiftið 6.
og 7. oktober og heldur
fram til mánaðarskiftið
februar/mars 1985.
Tilsamans 15 felog
koma at luttaka í kapping-
ini við 178 liðum, 92 í
mansdeildunum og 86 í
kvinnudeildunum.
Í ár verður ein broyting
viðvíkjandi 1. deild hjá
bæði kvinnum og monn-
um. Sum kunnugt luttaka
7 lið í hverjari av hesum
deildunum, og í ár er so
ætlanin at skipa fyri
einum innleiðandi umfari
og einum endaumfari.
Innleiðandi umfarið
byrjar 65. oktober og
heldur fam til 5. og 6. jan-
uar. Hetta tíðarskeiðið
skulu øll 7 liðini í hvørjari
av hesum deildunum
spæla tveir dystir móti
hverjum eðrum.
Síðani fara fýra tey
bestu liðini víðari at spæla
í endaumfarinum um |.
plássið, og trý tey aftastu
liðini spæla í endaumfarin-
um niðurflyting. Dyst-
irnir, sum hesi liðini hava
spælt sínámillum í innleid-
andi umfarinum, telja við í
endaumfarinum.
Eitt lið flytur niður í 2.
deild.
3 feløg hava lið bæði i 1.
og i 2. deild, og kunnu 2.
deildarliðini hjá hesum
feløgunum ikki flyta upp,
uttan at 1. deildarliðið hjá
hesum sama felag flytur
niður. Um so er, at felagið,
sum kann flyta upp í 1.
deild, liggur á 3. plássi ella
niðari, tá kappingin í 2.
deild er av, so skal hetta
liðið spæla um uppflyting
móti tí liðinum, sum kom
at liggja á aftasta plássi í
1. deild.
Millum 2. og 3. deild er
sama skipanin galdandi
sum síðsta kappingarár,
neviliga at tvey lið flyta
niður og tvey upp.
Tær kappingarnar, har
bert ein bólkur er, enda
vikuskiftið 23. og 24. febr-
uar, og eru hetta 1. og 2.
deild menn og 1. deild
kvinnur og ungligadeild-
irnar við bæði kvinnum og
monnum.
Hinar deildirnar, sum
enda við eini finalu, spæla
finaluna 2. og 3. mars í
Runavík.
Mansunglingaliðini
hava eisini í ár loyvi at lut-
taka í kappingini í 3. deild
og kvinnuunglingaliðini í
kappingini í 2. deild, men
hesi liðini skulu tá vera
mannaði bert við unglinga
spælarum.
Steypakapping
Saman við landskapping-
ini verður eisini skipað
fyri eini steypakapping.
Kappast verður um eitt
steyp, sum Feroya Banki
hevur latið. Hetta steypið
verður kappasi um í 10 ár,
og tað liðið, sum tá hevur
vunnið tað flestar ferðir,
fær tað til ognar. Tó fáa
tey liðini, sum tey ymsu
árini vinna tað í varð-
veitslu, eitt minni steyp til
ognar, tá tey lata hitt inn-
aftur.
Steypakappingin verður
skipað soleiðis, at í 1. um-
fari av kappingini luttaka
bert lið úr 3. deild. Í 2.
umfari koma so liðini úr 2.
deild við og frá 3. umfari
verða so liðini úr 1. deild
við. Talan er her bert um
mansliðini
Finalan
ingini verður leikt 9. mars
Ikki er heilt avgjert en!
hvar hendan finalan
verður leikt, men tað
verður helst í Havn
Hondbóltssambandið
steypakapp
ætlar í ár at prenta leik
skipan sum Fótbólts
sambandið og Róðrar
sambandið plaga at gera,
men Hans Holm, kapping
arstjóri, sigur, at illa
gongst at leggja kapping-
ina rættiliga til rættis, tí
enn er vónleyst at fáa at
vita vetrarferdaætlanina
hjå Strandferåsluni. Hin
árini hevur tað eisini ging-
ið langt út á veturin, áðr-
enn landsstýrið hevur
samtykt og lýst vetrar
ferðaætlanina.
ÚTSTOYT
Esmar Simonsen
3813 Fuglafjørdur
Landsliðsarbeiðið hjá Hondbóltssambandinum:
Einki A-landslið við kvinnum, men gentu- og dreingjalandslið
Hanus Joensen er settur sum venjari hjá
A-landsliðnum við monnum, og hann skal
byrja starv sítt 1. januar. Hann er fyribils
settur til 1988.
Síðani Hondbóltssam-
bandið fekk nýggja nevnd
í vár, hevur hendan ar-
beitt nógv við at fyrireika
landsliðsarbeiði.
Hetta kom fram á tíð-
indafundi, sum HSF helt
hóskveldið.
Niels Nattestad, for-
maður í HSF greiddi frá,
at sambandið hevur ætl-
anir um at seta trígfgjar
mans at taka sær av A-
landsliðnum fyri menn.
Hanus Joensen er settur
sum landliðsvenjari, og
hann skal hava ein hjálp-
arvenjara. Hver hann
verður, er ikki greitt enn,
men tað verður avgreitt í
hesi ella næstu viku, varð
upplýst. Triðji maðurin,
sum skal hjálpa til við A-
landsliðinum er Tórbjern
Middlesen, sum skal taka
sær av tí praktiska í hes-
um sambandi.
Teir eru settir frá 1. jan-
uar komandi og fram til
1988, tá liðið skal luttaka í
Norðurlandameistara
skapinum, sum tað árið
verður í Feroyum.
Feroyska A-landsliðið
hevur luttikið í C-HM
kappingini síðani hendan
byrjaði í 1976, seinast í
Ítalia í februar í ár. Í NM
hava vit luttikið síðani
1975, men í ár hevur HSF
sent avboð.
NM kappingin í ár verð-
ur í Finlandi í oktober, og
nýggja nevndin í HSF
metti, at ikki vóru nóg
góðar stundir at gera
neyðugu fyrireikingarnar
til hesa kappingina, so
valt varð at senda avboð.
Ikki stendur fast enn,
hverjar dystir A-lands-
liðið skal spæla. Tað
stendur tó fast, at vit
"skulu luttaka í C-HM í
Portugal í 1986, í C-HM í
1988 og í NM í 1988. Har-
afturat ætlar HSF at
skipa so fyri, at liðið kem-
ur at spæla onkrar dystir
áðrenn hesar kappingar-
nar.
Yngri landslið
Sum nakað nýtt ætlar
HSF eisini at hava lands-
lið við yngri leikarum,
bæði dreingjum og gent-
um.
Komandi vikuskifti
verður ein úttekukapping
í ítróttarhellini í Runavík
til dreingjalandsliðið og
gentulandsliðið.
I hesi úttkukappingini
koma dreingir, feddir í
1966/67 og 1968/69, og
gentur, feddar í 1967/68
og 196970, at luttaka.
Venjarar hjá gentunum
eru Jógvan Jensen (Egga),
Svend Aage Seloy og
Arne Ludvig. Hjá dreingj-
unum eru Jerleif Kúrberg
og Regin Johansen venj-
arar.
Ætlanin er at hesi lands-
liðini skulu vera við í
Norðurlandameistara-
kappingunum komandi ár-
ini.
Dreingirnir feddir í 1966
og 67 skulu ætlandi vera
við í NJM (Nordisk Junior
Mesterskab), sum verður í
Finlandi í apríl 1985, og
ætlanin er at somu dreing-
irnir skulu vera við í NUM
(Nordisk Ungdoms
Mesterskab) í Noregi í
1986.
Genturnar skulu vera
við i Norðurlanda-
meistarakappiningini i
1986, men HSF vónar at
kunna skipa fyri onkrum
fyri teimum áðrenn 1986.
Í august komandi ár er
ætlanin at gentu- og
dreingjalandsliðini skulu
á eina venjingarlegu í
Ungarn. Her er talan um
tey eldru liðini, altso
dreingir feddir í 1966 og
67 og gentur feddar í 1967
og 68. Á hesi ferðini skulu
liðini eisini spæla nakrar
dystir.
Einki Kvinnu-
landslið
Harafturímóti ætlar HSF
sær ikki at gera nakað við
nakað A-landslið fyri
kvinnur. Orsekin er, at
onki hevur verið gjørt fyri
tær fyrr. Tí hevur Hond-
bóltssambandið gjørt av
at byrja við teimum yngru
gentunum og so fylgja
teimum uppeftir.
Men tað skulu
pengar til so víttfevnandi
altjóða samarbeiði, nógvir
pengar.
eisini
Viðvíkjandi A-lands
liðnum, so hevur HSF
fingið Feroya Banka sum
sponsor. HSF hevur gjert
eina avtalu við Feroya
Banka, sum varar fyri 3
ár, og teir siga seg vera
negdar við avtaluna
Nú fer HSF so undir at
útvega pening til tey
yngru landsliðini. Ætlanin
er at skipa fyri ymiskum
tiltøkum, og HSF vónar at
fáa hjálp frá spælarunum
eisini.
At enda upplýsti Niels
Nattestad, formaður í
HSr, matr Hondbólts-
sambandið skipar fyri
einum venjaraskeiði 21. til
23. september. Hetta er
eitt ungdómsvenjara-
skeið, har Jerleif Kúrberg
og Tørbjørn Mikkelsen
vera skeidleidarar. Sama
skeiðið varð hildið i febr-
uar í ár. Komandi ár verð-
ur so eitt framhaldandi
skeið.
Innan HSF er eisini ein
dómaranevnd Hendan
nevndin ætlar at savna
allar dómararnar seinni í
hesum mánaðinum fyri at
tosa um kappingina, sum
byrjar skjótt.