Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 1984síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í kveld kl. 22.30 Tónleikur...Tónleikur Fyri fyrstu ferð, varð í ár roynt at gera eina sending úr stóra tiltakinum Galla Pop Shows, tá altjóða tónleika festivalin varð hildin í Montreux í Schweiz. Sjónvarpið fer at senda brot úr tónleikafestivalinum í fleiri reðum. Millum tónleikabólkarnar eru ensku luttakararnir úr poppbólkinum Queen. SV-aktuelt Gýðingar í Moskva Næsta ár í Jerusalem — henda ben hevur ljóðað í samkomum hjá gýðingum um all- an heim, síðan teir vóru riknir úr heilaga landinum. Fyri gýð- ingar í Sovjet- samveldinum hevur benin serligan týdn- ing. Dreymurin um at sleppa til Jerusalem, livir serliga sterkt í Sovjetsamveldinum, men meguleikarnir til at hetta gerst veru- leiki, er minni enn nakrantíð áður. Í vesturheiminum tosa vit nógv um gýð- ingar í Sovjetsam- veldinum og trupulleikar teirra at sleppa til Ísrael. Hetta er vorðið ein spurningur millum stórveldini. Síðan sambandið millum stórveldini er vorðið torferari, er talið av gýðingum í Sovjet- samveldinum, sum sleppta til Ísrael minkað mundandi. Nú sleppur nærum eingin um landa- markið og eru tølini fyri útferðarloyvi í 1984 tað lægsta í 20 ár. Í kveld kl. 21.15 Frælsur sum fuglurin Ein vanligan seinnapart í seinnu helvt av 60-unum, sleppur ein sjey ára gomul genta sær til rýmingar úr skúlanum. Lærararnir boðsendu legregluni og saman við foreldrunum verður leitað eftir gentuni bæði uppi og niðri. Tey finna tó gentuna Lauru aftur. Hon situr heima á trappuni hjá for- eldrunum. Hóast familjan og Laura byrja at liva sum vanligt eftir stóra skelk- in, so ruggar ikki rætt kortini. Laura verður nærum deyv, hon pissar undir seg, noktar at fara í skúla 0. s. fr. Eingin veit, hvat bagir Lauru. Foreldrini siggja, at hon er ólukkulig. Mamman átekur sær at undirvísa dóttrini heima, so hon sleppur undan at fara í skúla. Men tað vilja skúla- myndugleikarnir ikki. Foreldrini »flyggja« við dóttrini til landsbygd. 11 ár seinni kemur málið fyri ein dómstól, men nú er Laura 18 ára gomul. Hvat gera myndugleikarnir so? — ju, teir fara at kanna umsteðurnar hjá beiggja Lauru, sum eitur Michael... og tað verður ikki sert ein uppliving fyri dómaran. Tað er David Leland, sum hevur skrivað hand- ritið til sjónvarpsfilmin og hevur hesin rithevundi áð- ur dramatiserað um ensku skúlaskipanina á líknandi hátt. Spurningurin er, um børn skulu læra vanliga skúlaundirvísing, ella um tey skulu læra slíkt, sum tey hava hug og handalag fyri. Hvussu lidilig eigur ein skúlaskipan at vera? Hetta hevur kanska okkurt at siga okkum, sum kann samanberast við feroysku skúlaskip- anina ? Í kveld kl. 19.30 Cirkus Arena Danska sjónvarpið hevur ferðast við Cirkus Arena í Norðurjútlandi. Sendingin myndar gerandisdagin hjá Bardinos familjuni. Mamman og pápin, Hanne og Benny eru við í leiðsl- uni. Susanne og Kacie eru bern teirra. Tey venja hestarnar. Hyggjararnir hitta Cirkus Arena og fólkini har ein góðan summardag. sjónvarp Týsdagin 11. september 19.30 Cirkus Arena 20.00 Dagur og vika 20.30 SV-aktuelt 21.15 Frælsur sum fuglurin en. filmur 22.30 Tónleikur, tónleikur 23.00 Liðugt Sendingin Vit vilja liva« fríggjakveldið var áhugaverd. Ikk tað var eitt kristiligt tiltak hjá KFUM og K men tí ungdómurin so væl dugdi at greiða frá hvat tey hugsaðu, ætl aðu og vildu fremja, til tess at fáa semilig kor Ahugavert var eisini at hoyra tey »uttan- fyristandandi«, sum so tolin royndu at skilja tey eðrvísi hugsandi. Sagt verður mangan um ungdómin, at hann ikki hugsar so langt, men her vóru kortini ungfólk, sum hildu tað vera eitt álvarsmál at vera til. Slík fólk høvdu vit avgjørt eisini funn- ið herheima, um bert onkur gav sær stundir til at lurta eftir, hvat ungdómurin hugsar og vil. Spenningurin í Mark Twain filminum er sterri enn tann í Singa- pore, men annars kann sigast um hin seinna, at hann helst meira vendir sær til bernini, tó at hann er gjørdur fyri tilkomnum fólki. Eg haldi, at tað var sunnukveldið, at sjón- varpið fyri bern royndi nakað nýtt. Tey sendu barnatíðindi. Sig mær, eru tíðindi fyri børnum ikki tey somu sum fyri tilkomnum ? Hóast »Dagur og vika« er ein væleydnað sending, so nýtist barnasjónvarpið ikki at leggja á sama bógv- in. Tað er ov lítið hug- flog í at halda, at børn seta seg frammanfyri skermin og skulu spæla »vaksin«. Ein hugskotskapping å hesum eki hevði verið gagnlig. Og so skapaðu tey sær aftur sunnu- kveldið. Skilti eg tað rætt, so var tað sein- astu ferð, og vónandi er tað so. Tað var við spenningi tú setti teg frammanfyri sjón- varpið at síggja enska sjónvarpsleikin »] dansi«, sum hevði fingið føroyskan tekst. Ikki sørt at tå gjørd- ist vónskvikin, ti tekstin fór so skjótt framvið á skerminum, at tú als ongan megu- leika fy hann oyskum teksti skuld helst verið at gjørdust meira von vid okkara mål, eins og tað skuldi havt við sær, at sendingin ikki var so fremmand. Við hesi teksting er vansin tann, at tú hverki skilir tekstin ella fær stundir at hyggja at myndun- um. At royna seg í enskum í hasum hurli- vasanum er púrt ógjer- ligt. Soleiðis kann eg ikki siga nakað sum helst um leikin, tí teknisku vansarnir vóru so stór- ir, at tú vart púra heila- vill aftaná. Tey, sum hava skil fyri tí, vilja vera við, at tað snýr seg um venj- ing at lesa feroyskan tekst, tí vit eru so von við tann danska. Sagt verður eisini, at tann føroyski teksturin stendur eins leingi å skerminum, sum tann danski, sum liggur aft- anfyri. Um so er, skuldi ein meguleiki verið fyri at vant seg við hetta fyribrigdi. Eg ásanni kortini, at tað verður beista trup- ult, um so er, at tekst- irnar flúgva aftur og fram, sum teir gjerdu sunnukveldið. Nakað eitur diagonallesing, t.v.S., at fólk bert renna eyg- uni beint niðureftir blaðsíðuni, tá tey lesa Tey fáa alt við kortini. Eg dugi ikki diagonal- lesing, og tí eri eg kanska ikki tann rætta at úttala meg um hetta. Kortini eigur fer- oyska tekstingin ikki at verða legd niður. Vonandi finst ein loysn á hesum máli. Tí um vit ikki kunnu teksta út- lendskar sendingar, verður torfert at fáa okkara egna snið yvir sendingarnar. Neyvan verður gjerligt at gera so nógvar feroyskar sendingar í bræði, so vit kunnu siga at al- menna sjónvarpið er føroyskt. Dagny Joensen