Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Hans J. Hojgaard, kórleiðari og tónlistaskrivart: Vandi fyri inum — at hann fellur burtur, tí ungdómur ikki lærir annað enn poppløg. — Eg havi ikki verið í USA, men eg havi verið inni á Toftum. Eitt veit eg, at atonalur tónleikur er ikki listar- liga forsvarligur, sigur Hans Jacob Hejgaard í samreðu við Sosialin, í samband við at hann í dag fyllir 80 ár Í dag fyllir kendur fer oyingur 80 ár. Tað er Hans Jacob Høj- gaard, fyrrverandi lærari, kórleiðari og tónlista- skrivari. Hans Jacob Højgaard er ættadur av Toftum, har hann varå borin i heim 11. september 1904. Tey vóru fimm systkin. Pápin var kongsbóndi, og tá ein eldri beiggi var, so skuldi hesin taka yvir eftir faðir sín. Hans Jacob Højgaard hevði ætlanir um at verba orðsang- fiskimaður, frá hann var smádrongur. Hann fekk eisini skiparaprógv, bert 18 ára gamal. Tá var hann ov ungur at fáa »pappir- ini«, og tí sigldi hann sum 1. stýrimaður, til hann í 1923 fekk prógvið. Han s Jacob Højgaard, sigur i pråti vid Sosialin, at hann stutt eftir fekk' hug at royna okkurt annad enn sjólív. — Eg fór til Danmark- ar, til Karise, í 1924, at Hans Jacob Højgaard: — Fyri tann, sum hevur góða heilsu og nakað at tríva í, er tað ikki torfort at blíva gamal. Eg spæli klaver, lesi, matgerði og vaski klæðir, so eg keði meg ongantíð. fyrireika meg til lærara- skúlan. Síðan fór eg til upptekuroynd á Jonstrup Statsseminarium, uttan fyri Keypmanrahavn. Vit vóru 60 næmingar sum fóru til upptøkuroynd og av teimum var bert pláss fyri 30 næmingum á lær- araskúlanum. — Eg var so heppin at vera millum teirra, sum slapp á skúlan, sigur Hans Jacob Hejgaard. Hvussu gekst á lærara- skúlanum? — Tað gekk frálíkt, so frálíkt, at eg dansaði tað fyrsta árið burtur. — Jú, mær dámdi so ómetaliga væl at dansa enskan dans. Tá í tíðini gingu vit til dans fyri at læra tey nýggju stevini. Tó at eg slapp igjøgnum nálareygað tað fyrsta árið á læraraskúlanum, so gekk eg umaftur, ti eg var ikki negdur við úrslitið Næsta árið pyntaði eg um úrslitið, og tá var eg nøgdur. Í 1929 tók Hans Jacob Hejgaard læraraprógv á Jonstrup, giftist og fór til Feroyar sama ár at virka sum lærari. Konan Anna Britta og Hans Jacob fingu fimm bern. Hans Jacob hevur verið einkju- maður í niggju ár. Var arbeiði fyri tær, tá tú kom heimaftur?. — Eg fekk starv sum hjálparlærari hjá mostur míni, Jóhonnu Petersen á Toftum. Hon var tá einsa- møll við 95 børnum. Sum vituligt er, so orkaði ein lærari ikki slíka uppgávu og heldur ikki mostur mín. Í 1934 fór Jóhanna Petersen frá, 63 ára gom- ul. Hon kom til mín við ymsum skjølum, sum hoyrdu til skúlan. Tá eg fór at hyggja nærri eftir skjølunum, var eisini skúlalógin har. Har stóð m.a., at um 36 bern vóru í skúlanum, hevði hann rætt til hjálparlærarar. Vóru meira enn 70 bern, so skuldi ein hjálparlær- ari setast. Men skúlin var ikki so høgt mettur í virði, at mostir mín fekk sínar semdir uppfyltar. — Heldur ikki pápi mín helt so nógv um skúla- skapin. Tá eg segði hon- um, at eg fór at lesa til lærara, segði hann, at hann ongantíð hevði dámt lærarar — ungfólk sum sótu inni í góðveðri og lærdu bern at stava. Ég visti væl, at hann hugsaði so, men eg fekk kortini eisini stundir at ganga til handar har heima, til kríggið kom. Tá varð eg biðin um at vera tulkur fyri bretarnar, sum vóru í Eysturoynni. Nær byrjaði kórarbeiðið á Toftum? — Mín áhugi fyri tón- leiki og sangi hevði eg eisini á læraraskúlanum, har eg hevði framúr góðar lærarar — eitt nú Godske Nielsen, sum segði, at ein góður tónleikari og sang- ari var slíkur, sum hevði fingið tað í veggugávu. Eg spurdi hann so, hví hann ikki gjørdi meira við at skriva tónaleg og hann segði, at tað var eg, sum hevði fingið veggugávuna og ikki hann! Á læraraskúlanum skrivaði eg fyrstu tonaløg- ini og fekk undirvísing í sangi. Tað var tí so nátúr- ligt at byrja songundirvísing, tå eg kom á Toftir. Børn- ini hevdu ómetaliga stór- an áhuga fyri kórvenjing- ini og stuðlaði meg nógv í hesum arbeiði Fyrst lærdi eg tey at syngja, meðan eg lurtaði eftir reddum teirra. Síðan fóru vit til tveyrøddad kór 0.s.fr. Í byrjanini fingu skúla- bernini innivist í einum privathúsi, har skúla- gongd og songvenjing var í sama høli. Tá var kendi danskarin Aksel Schetz einaferð og vitjaði okkum. Hann var hugtikin av kórsanginum og spurdi, hvussu tað kundi lata seg gera at læra bernini at syngja, sum ikki skiltu nótar. Eg greiddi honum frá, at eg lærdi bernini eitt ávíst slag av nótum, sum eg skrivaði upp á talvuna, so hvert sum vit vandu. Hetta helt Aksel Schetz verða merkisverdugt. Í 1936 fór eg til Dan- markar í eitt ár, at læra meira um sang og tónleik. Heimafturkomin fyriteik- aðu vit okkum til at fara til Havnar at halda kon- sert. Hetta var 18. desember 1937 í Sjónleikarhúsinum. Vit vóru eini 100 bern og vaksin, sum framferði í Sjónleikarhúsinum og konsertin var sera væl umtókt. — Eg havi ongantíð verið í USA, men eg havi verið á Toftum, og so mikið veit eg, at har sungu fólk eins væl og vakurt sum tey bestu kórini, eg havi hoyrt uttanlanda. Í dag nýta tónleikarar atonalan tón- leik, sum mær ikki dámar. Teir siga, at tað er nútím- ans við hesum kórum, men tað er ikki satt. Atonalur tónleikur var nýmótans fyri 100 árum síðan. Hann var ikki væl dámdur, tí hann tónlista- liga ikki ljóðar reint. — Eg eri bangin fyri, at borðsangur um eini 30-40 ár fellur burtur í Feroy- um, tí eingin lærir at syngja rættuliga. Í 1953 kom Hans Jacob Højgaard til Havnar, har hann var settur sum lær- ari við Tórshavnar Kom- munuskúla. Eisini her fekk hann uppgávuna at læra bern og vaksin at syngja í kóri. Longu fyrsta árið var jólakonsert í Sjónleikar- húsinum, har 50 bern framferdu. Síðan komu árini við Havnar Sang- felag, sum Hans Jacob stjórnaði í mong ár. Tá vóru eisini boð eftir føroy- ingum uttanlanda Í 1954 var Hans Jacob kórleiðari á ferðtil Noregi, á skúlabarnastevnu var hann við føroyskum bern- um í 1955, á songferð við Havnar Sangfelag í Jút- landi í 1958 og á norrenari songstevnu í Danmark í 1960. Hans Jacob gavst sum lærari í 1973, men hevur eftir hetta stjórnað sang- kóri, tá ymiskt hátíðar- hald hevur verið. Hvussu er tað at blíva gamal í Feroyum? — Fyri ein sum hevur góða heilsu og nakað áhugavert at taka sær til, er tað ikki torført. Eg havi tað gott, og kann tríva í okkurt, sum er áhugavert. Spæli klav- er og lesi nógv, so eg skal ikki klaga. — Eg veit kortini um fólk, sum bert hava sítt yrki at ganga upp í, og tey kunnu mangan hava tor- fort við at fáa tíðina at ganga. — Eg megni sjálvur at matgera og vaska klæðir. So havi eg heimahjálp til reingerð. Eg havi ongan neyð. — Men at strúka — tað dugi eg ikki, so har kemur heimahjálpin væl við, sig- ur Hans Jacob Hejgaard atenda. Sosialurin ynskir Hans Jacob Hejgaard hjartaliga tillukku við 80 ára deg- num. Dagny i | | |