hósdagur 13. september 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 107 — 13. september 1984 tíðindablaðið B | Si lurin Síða 3
Atli Dam, løgtingsmadur:
Pauli Ellefsen loysir
ikki kreppur
hann skapar sær
Hann hevdi ålit å, at Eilif Samuelsen um-
sat målsøkini, medan hann var i feriu, men
nu liggur greitt, at hvørgin hevur lyft hond
frå sidu
Pauli Ellefsen er ikki sørt
illur um, at tervandi
ábyrgdarkensla hansara
mótvegis vinnulívstrupul-
leikunum varð avdúkað,
tá fram kom, at hann,
ístaðin fyri at kanna hesar
og royna at finna eina
loysn, fekk sær eina eyka
heystferiu. Heldur beiskt
kennist tað honum eisini,
at miseydnaðu ætlanir
hansara at útskriva val í
so góðari tíð, at kreppan
kundi dyljast, eru avdúk-
aðar.
Ødrvisi kann handa-
tváttur hansara í Dimma-
lætting fyrradagin ikki
fatast.
Hann metti, at Eilif
Samuelsen arbeiddi undir
hátrýsti fyri at útvega
neyðugt tilfar ta vikuna,
hann sjálvur hvíldi seg í
Danmark, og hann letur
framvegis almenningin
halda, at so var.
Men so var ikki, tí ikki
fyrr enn mánamorgunin
10. september fingu flaka-
virkini boð um at lata
roknskap fyri tíðarskeiðið
1/1-1/1-1984 úr hondum.
Hesin fyrilá frá nekrum
teirra týsdagin 11. sept-
ember, t.v.s. dagin eftir at
logmaður skrivaði i
Dimmu, at målsøki hans-
ara logu trygt i hondum
Eilif Samuelsens.
Kanningararbeiðið byrj-
aði sostatt ikki fyrr enn
tveir dagar aftaná at log-
maður var heimafturkom-
in úr heystfri.
Tysdag seinnapart (11.
sept.) fingu limir i fiski-
vinnuráðnum boð um at
útvega meting um likvidi-
tetstørv flakavirkjanna,
t.v.s. 24 timar aftanå at
Pauli Ellefsen i Dimmu
sigur, at arbeiði hevur
verið í gengd eina viku.
Saina dag fáa flakavirk-
ini (ráfiskakeyparar) boð
um at lata uppskot inn,
hvat teim tervar fyri at
kunna afturrinda megu-
liga likviditetshjálp, úr
hondum mánadagin 17.
september, t.v.s. sama
dag sum P.E. sambært
útvarpinum ætlar at gev-
ast við at spæla hund við
fólkaflokkinum og leg-
tingsformanninum.
Tað er nógv fyri at
hoyra orðgyklaran, sum í
fýra ár hevur talað um
Atli Dam, legtingsmaður
skrivar:
»supersmartar« kreppu-
loysnir — loysnir ið ongan-
tíð komu — látast, sum
fer hann nú til verka fyri
at skapa eina veruliga
loysn.
Vit vita ell, at hann
einaferð enn verpur eitt
neyðaregg.
Stór
ella lítil kreppa
Á ólavseku fingu floksfor-
menninir tað lyfti frá log-
tingsformanninum, at
tingsetan endaði 1. sept-
ember. Hetta kundi hann
siga vegna samgonguna,
um so var, at andsteðan
helt seg aftur í at krevja
ein hóp av uppskotum við-
gjørd, sum hevði tað verið
vanlig tingseta. Lands-
stýrið hevði bert fá brá-
neyðug uppskot, eitt nú
onkran fiskivinnusáttmála
og onkra neyðuga kreppu-
lóggávu (ráfiskagrunn
o.a.).
Formenn andstødu-
flokkanna góðtóku at lata
vera við at toyggja ting-
setuna — val skal jú verða
— og teir játtaðu at
viðgera bráneyðug lands-
stýrisuppskot, um so var,
at tey komu á tingborð í
góðari tíð áðrenn 1. sept-
ember.
Men Pauli Ellefsen,
sum hevur nýtt 40% av
starvstiå síni til at arga og
uppesa legtingsformann-
in, 50% til at buka fólka-
flokkin og 10% til tal-
knúsan og >konstrueran<
av eini heilt serligari bú-
skaparmynd hevði ikki
fingið nokk 1. september.
Ti letur hann tingmenn
ganga Ovirknar einar 20 —
25 dagar longri í Havn,
meðan ein framsýning í
koyrlasveiggi og mold-
blakan verður sett á pall.
Hesar 20—25 dagarnar
skal hann nýta til at velja
ímillum lítla kreppu, far-
andi kreppu, stóra
kreppu, komandi kreppu
ella altfevnandi kreppu.
Valið er torført, ti fiski-
målarådharrin hevur longu
stolið eina av kreppunum
frá honum, nevniliga hina
samfelagslemjandi.
Tær, sum nú eru eftir,
eru ikki nóg grefligar til at
tær loyva honum lopið frá
teirri føgru ólavsseku-
myndini til eina ålvars-
liga kreppu — hon skuldi
jú ikki avdúkast áðrenn
valið, men óheppisliga fyri
hann, dagaði hon fram ov
tíðliga.
Hann er gallsúrur inn á
fiskimálaráðharran, sum
stjól eitt av »triksunum«,
og hann er gallsúrur inn á
okkum, sum leingi hava
roynt at vísa á skeivu
gongdina og avdúka hans-
ara talgykl, men nústaðni
veruliga hava fingið fólk
at fata støduna.
Lapparíir
At spæla politikk hevur
alti3 eyðkent Paula Ellef-
sen. Bert spell at hetta
spæl einaferð enn ger ting-
menn til óvirknar áskoðar-
ar. Sluppu teir at virka
hesar tveir mánaðarnar
síðan ólavsseku, fanst
kanska ein haldbetur
loysn enn hon, vit nú fáa.
Øll vita, at óansæð
hverja ífyllu, Pauli Ellef-
sen nú bjóðar fram, og ó-
ansæð spælið við Jógvani
Sundstein og Hilmar Kass
fyri »gallarinum«, so fáa
vit bert lappariir, sum
rekka 3—4 mánaðir fram.
Teir grundleggjandi
spurningarnar um terv-
andi seluhegni, stuðuls-
veitingararbeiðið, mismun
ímillum innvegaðan A-fisk
og útgangandi A-fisk (út-
vegað B er nógv størri enn
innvegað), túralongdina,
Javnaðarflokkurin hevur ferð eftir ferð lagt skilagóð uppskot um kreppufyribyrgjandi tiltek á
tingborð.
manningartalið, steddar-
býtið í veiduni, yvir-
mannastudningarnar, log-
gildingina, vrakingina,
flakavirkisleiðslukunn-
leikan og mangt, mangt
annað verða als ikki við-
gjerdar nú.
Lapparíloysnirnar eru
tær kostnaðarmestu, og
tær skapa framtíðini veru-
ligar kreppur, kreppur
sum komandi ættarlið
skulu knógva undir, eitt
nú av risastórari uttan-
landaskuld.
yGóða mamma
Hann speirekur fólka-
flokkin, tí hesin ikki
megnaði at broyta loggåv-
una um stuðulsveiting til
fiskivinnuna. Spottið hev-
ur fólkaflokkurin uppibor-
ið — og skal eg verða tann
seinasti til at bera í betu-
flaka fyri henda ótrúverd-
uga flokk — men spottið
fellur so sanniliga aftur á
Paula Ellefsen sjálvan.
Ti væl hava fólka-
flokksmenn verið smokku-
leggar sum ongantíð
megnaðu at noyða Paula
Ellefsen til reella steðu-
takan í samfelagsmálum,
men teir vóru so sanniliga
felags um hendan setning
í samgonguskjalinum,
sum segði, at stuðulsskip-
anin skuldi endurskoðast
og stuðulin skuldi megu-
liga leggjast í annað lið
enn framleiðsluliðið. Har
tóku bæði Hilmar og Pauli
undir.
Og hava vit ikki hoyrt
landsstýrismannin, sum
tók við tá Olaf Olsen legði
frá sær, siga, at uppskot
um broytingar lógu fyri,
men Pauli Ellefsen orkaði
ongantið at taka steðu.
Tað, sum Annfinn
Kallsberg hevur sagt um
alt hetta, bendir á, at per-
sónligu orsøkir Olaf Ol-
sens til at leggja frá sær
vóru, at Pauli Ellefsen
hevði slitið hann upp —
brúkt hann upp.
Tvi vorðið folkaflokk-
inum, at hann lat sinar fåa
so syndarliga viðferð, utt-
an at samfelagið fekk ann-
að i løn enn ein sorlaðan
búskap. Jú, onkur fólka-
flokksmaður slapp aftur-
fyri at royna seg sum
»vinnulivsmann« fyri al-
nenna rokning og risiko.
Men >Góða mamma tað
var ikki eg, fólkaflokkur-
in fýrdi meg< hjá Paula
Ellefsen sum orsek til all-
ar kreppurnar telur nú
ikki longur.
Kreppuloysnir
— Columbusegg
Javnaðarflokkurin hevur
ferð eftir ferð lagt skilagóð
uppskot um kreppufyri-
byrgjandi tiltek á ting-
borð.
Nevnast kunnu uppskot
um skilabótalán ístaðin
fyri kreppulånsvedhald,
lóggávu um rentustudn-
ing í staðin fyri farma-
skipabyggistudning, upp-
skotini um broyttan stuð-
ul til fiskivinnuna í figgj-
arlógarviðgerðum og við-
gerðini av sjálvari stuðuls-
lóggávuni, lóggávu um
ráfiskagrunn (seluliðið),
rentulækking og mangt
annað.
Men hverja ferð hevði
Pauli Ellefsen eina
»smartari = superloysn«,
sum skuldi koma seinni.
Hon kom bert ongantíð, ti
tað var við henni, sum við
alternativum samband-
sins í 1980. Tey vóru best
so leingi tey vóru duld.
Við hesum duldu loysn-
um og $13 fekk Pauli
Ellefsen so eisini steðgað
teim javnaðaruppskotum,
sum áttu 24 av 32 atkveð-
um í tinginum.
Tað nærmasta vit vóru,
var í december 1981 og
januar-februar 1982, tí tá
skuldu vit hava einar
triggjar fyribilsleingjanir
av kreppulánsheimildum,
ti >Columbuseggið< var
um at verða klakt.
Men gakk, eggið vísti
seg at vera átroðið
Gæt og grimasser
Danir hava eitt orðafelli,
sum sigur:»Det gælder
om at finde en grimasse,
som kan passe«, og i
hesum kynstri hevur Pauli
Ellefsen higartil uppiborið
frá mgX ti ug=, ti
óansæð hvussu galið
gekk, so fann hann ein
»grimassa«, sum passaði
so væl, at hópur av fólki
helt væl til standa.
Men í seinastuni er
gekkaskorturin farin at
rivna, og tað er torfert at
halda á við at skapa sær
eftir kettuni, sum altíð
kemur standandi niður.
Oftari og oftari liggur
hann nú endalangur, ser-
liga er tað í uttanlanda-
skuldini, "ann ikki finnur
ein »grimassa«.
»Gæt og grimasser« nevn-
ir sjonvarp okkara »Skapa
tær«, og har skapa tey
sær sera skemtiliga. Men
tað var annars ikki mett
positivt at siga við mann:
„Skapa tær ikki«, tí tað
varð ofta sagt við hevuð-
kamb, ið Orimuliga og
óstórsliga plágaði onnur.
Vísandi til Dimmalætt-
ing, 11. september kann
sigast, at tað sum Pauli
Ellefsen framvegis ger, er
at:
Hann loysir ikki krepp-
ur.
Hann skapar sær.