Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 107 — 13. september 1984 Fakfelag fær viðhald í skattamáli ' — Skattavaldið tapir enn eitt sakarmál Øll argumentini hjá skattavaldinum rapaðu sum eitt korthús, tá Feroya rættur mánadagin segði sína meining um eitt sakarmál millum Dansk Sygeplejeråd, Før- oya deild og Lands- stýrið. Málið er tikið upp til dóms. Hver vinnur er ikki torfert at gita. Tá sorin- skrivarin hevði hoyrt sak- førararnar hjá báðum pørtum, greiddi hann frá, hvussu hann metti málið. Og her vísti hann aftur øll- um tí, sakferari Lands- stýrisins brúkti til at grunda kravið um frí- kenning. Sorinskrivarin gav sjúkrasystrunum viðhald í, at tær kunna draga frá í skatti gjaldið til arbeiðs- loysisgrunn teirra. Hetta stendur beinleiðis í lógini um skatt av rentutrygg- ingum frá 1971. Nýggjur grunnur Sjúkrasystrarnar í Feroy- um vóru limir í Danske Sygeplejerskers Arbejds- løshedskasse, sum var privatur frå 1967 til 1. juli 1980, tå hann bleiv stats- viðurkendur. Við hesi viðurkenning er hann bert fyri sjúkrasystrar, búsit- andi í Danmark. Tað vil siga, tær í Feroyum kundu sleppa at gjalda til hann, men kundu onki fáa úr honum. Hetta vildu tær sjálvandi ikki og úrslitið bleiv, at ein nýggjur grunnur varð stovnaður í 1981, sokallaði Kollegiali grunnurin, fyri sjúkra- systrar í Feroyum og Grønlandi. Høvudsenda- mål hjå hesum grunni er at veita arbeiðsloysis- stuðul. Men hann kann eisini lata stuðul til eitt nú flyting innanlands ella millum lond. Sjúkrasystrar í Feroy- um lata 92,25 kr. um mán- aðin í grunnin. Av teimum fara 25 kr. til umsiting. Tær kunna ikki dragast frá í skatti. Um hetta eru skattavaldið og sjúkra- systrarnar samd. Men so eru tað tær 67, 25 kr. Av Tveroyri Sjúkrasystrarnar hildu seg til rentutryggingar- lógina frá 1971. Tær hildu, tær kundu draga tær 67,25 kr frá skatt- skyldugu inntekuni. Men onkrar líkningarnevndir hevdu aðra meining. Og likningarnevndin á Tveroyri legði málið fyri landsskattanevndina, sum gav Líkningarráðnum viðhald: gjaldið kann ikki dragast frá. Lógin frá 1971 kann ikki brúkast í hesum feri, tí ongin lóg- gáva er um arbeiðsloysis- trygging. Endin bleiv, at Dansk Sygeplejerád, Feroya deild stevndi Landsstýr- inum fyri at fáa tað dømt vegna skattamyndugleik- arnar at viðurkenna, at gjaldið til arbeiðsloysis- grunnin kann dragast frá. Ongin lóggáva Tað var ikki nakað torfert verk hjá sakferaranum hjá sjúkrasystrunum, Fríðu Paturssoni, at skula sannfera rættin um, at tær høvdu rætt. Hon kundi vísa til lógina frá 1971, har tað týðiliga og greitt stendur, at gjald til arbeiðsloysisgrunn kann dragast frá. Hinvegin var tað ikki lætt hjá Trygva Samuel- sen, sum ferdi sakina fyri Landsstýrið, at verja stød- una hjá skattavaldinum. Hann vísti á, at Kollegiali grunnurin er ikki reinur arbeiðsloysisgrunnur, hann letur studning til onnur endamál eisini. Men serliga legði hann dent á, at lógin frá 1971 kann ikki brúkast í hesum ferinum, tí danska lógin um »ar- bejdsformidling og arbejdsløshedsforsikring« er ikki galdandi lóg i Før- oyum og vit hava onga slíka lóg her. Lógin frá 1971 kann ikki brúkast uttan í sambandi við eina slíka lóggávu, sum vit altso ikki hava, segði Trygvi Samuelsen. Eisini royndi hann við, at Tryggingarsambandið hevur einarætt til alla trygging í Feroyum. Men sorinskrivarin góð- tók onki av hesum. Hann visti á, arbeiðsloysis- stuðul er hevuðsendamál- ið hjá Kollegiala grunnin- um. Hann segði, at lógin frá 1971 er treytaleys og sigur onki um, at hon krevur aðra lóggávu fyri at kunna virka. Og hevur Tryggingar- sambandið einarætt, so má tað vera hennara mál at steðga eðrum trygging- um. Tað kom í hvussu so er ikki hesum sakarmálin- um við, segði sorinskrivar- in. Av tí talan er um eitt prinsippmál, vildu part- arnir hava dóm. hd logtingslóg umYskatt av rentu- tryggingum v.m. 1 Persónar, markaðari uppgerdini av sum skattskyldu, undir óav- kunnu í skattskx ldugu Cru inntøkuni draga frá: a) Útreiðslur til trygging, tryg arheiðsloysis- gingargjøld fyri livrentu, eftirsiturentu, avlam- isrentu, eftirlønartrygging ella liknandi rentutrygging, sum er teknað fyri tann skattskvlduga, ella avvarðandi hansara; somu- leiðis gæjd til anir, S So greitt stendur tað í lógini. Men summar líkningar- nevndir góðtóku kortini ikki, at gjaldið til arbeiðsloysis- narskip- eftirl 7 'lduga grunnin hjá sjúkrasystrunum varð drigið frá. Tað noyðast tær, tá Feroya rættur hevur felt dómin. — Vit væntaðu ikki, Kósavirkið fór at kunna taka allan fiskin, sum kemur í heyst og vetur, nevnir stjórin hjá Kjelbro sum orsek til, at virkið hjá J&O bleiv leigað. Onnur orsøk er, at nú verður gjer- ligt at royna nakað nýtt. Kjølbro skal halda J&O uppi hálvt ár — Knúturin um flakavirkið hjá JEO í Klaksvík er nú fyribils loystur. Kjolbro skal leiga virkið. Fólkini, sum mistu ar- beiðið í august, fáa tað aftur 1. oktober. P/f J. F. Kjelbro hevur tryggjað sær, at felagið kann loysa seg frá leigu- sáttmálanum við P/f Flakavirkid J&O longu 1. januar 1985. Hetta ger, at leigan fyri triggjar teir fyrstu mánað- irnar er triðingin hægri enn fyri hinar tríggjar, altso januar, februar og mars í 1985. Svend Thulesen, stjóri hjá Kjelbro, vil ikki upp- lýsa, hver leigan er. Hann sigur, at leigusáttmálin skal tryggja, at fíggjarliga steðan hjá JÆO íikki versnar. Um Kjelbro fær nakran vinning burturúr, veldst um úrslitini av royndini, ætlanin er at gera á flakavirkinum hjá J&O. — Eru metingar okkara Tit ringja sosialurin, tíf. 11820 — vit skriva Henny Jacobsen Dr. Jacobsensgøta 11 Konsl. frá kl. 9-16 ” Tlf. 14796 rættar, so skuldu vit kunna tjent nakrar peng- ar. Eru tær ikki rættar, so vóna vit at hava eitt null, sigur Svend Thulesen. Royndin, Svend Thule- sen vónar ikki fer at geva Kjølbro undirskot av leigusáttmálanum, er bert at arbeiða eitt fiskaslag um dagin og ikki fleiri sløg sama dagin sum vanliga verður gjert á flakavirkj- um Deild hjá Kósavirkinum Leigusáttmálin millum tey bæði feløgini í Klaks- vík ger, at arbeiðsplássini, sum komu í vanda síðst í august, aftur vera tek 1 oktober og væntandi í eitt hálvt ár. Svend Thulesen sigur, at bara tað gongur hampuliga, fer Kjelbro at hava virkið hjá J&O, sum nú verður ein deild hjá Kósavirkinum, til 1. apríl Við hesum leigusátt- mála skuldi eisini verið tryggjað, at ikki verður neyðugt at senda skip og bátar aðrastaðni at landa Allur fiskur skal upp á land á Kósini. Tað, sum skal arbeiðast á J&O virk- inum verður so koyrt yvir- um hd Smuglaður hundur dripin Ein fimm mánaða gamal sjefarahvelpur, sum, uttan nakar varnaðist tað, bleiv ferdur í land av Nor- rønu, er nú avlívaður. Tá hann var komin til Feroya við hundinum, vendi eigarin sær til myndugleikarnar fyri at orðna pappírini viðvíkj- andi hundinum. Men úr- slitið bleiv annað enn væntað. Eigarin fekk at vita, at hann hevði inn- flutt hundin uttan loyvi og, at hesin skuldi avlív ast Eigarin royndi at fáa Fútarættin at leggja for- boð móti, at hundurin bleiv avlívaður, men Fúta- rætturin vísti málinum frá sær. Tað er bannað at inn flyta súgdjór til Feroya og tann, sum kom við sjefara- hvølpinum, kann vænta eina bót, fáa vit upplýst frá politinum. hd