Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl tíðindablaðið Argjavegur 26 Postsmoga 76. 3800 Tórshavn telefon 11820 Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Vina- og fræls- isbrævið Il LONGU Í 1943 hevði javnaðar- flokkurin uppskot til loysn av við- urskiftunum milium Føroyar og Danmark. Hetta var hitt sonevnda vina- og frælsisbrævið, id seinni nærum óbroytt kom at eita heima- stýrislógin, og sum varð sett i gildi fimm ár seinni ella í 1948. TÁ EINS OG NÚ var stødan tann, at onkur flokkur onga broyting vildi hava í viðurskiftunum, með- an onkur vildi hava tað mest víð- gongdu loysnina, nevniliga enda- ligan skilnað millum báðar tjóðirn- ar. Tann fyrri flokkurin var sjálv- andi sambandsflokkurin. Hin var fólkaflokkurin. Teir vóru samdir um, at her vóru bara tveir møgu- leikar at velja ímillum, og hesum góvu summir danskir politikkarar teimum viðhald í. Árini síðani hava sýnt, at teir høvdu skeivt. Í DAG ER TAÐ undirgrundsmálið, sum er frammi. Sambandsflokkur- in hevur so at siga somu støðu sum fyri 40 árum síðani. Tað skal verða, sum danir siga og onki meir. Tjóðveldisflokkurin vil hava ognarrættin til undirgrundina, og hetta førir til loysing. Og so eru sambandsflokkurin og tjóðveldis- flokkurin samdir. Her eru bara tveir møguieikar at velja ímillum. Annadhvørt tann grønlendska rá- evnisskipanin ella loysing beinan vegin. Og teir fáa viðhald frá donskum stjórnarmonnum. Ótrúligt sum søgan kann endur- taka seg. MEN HER VÍSIR javnadarflokkur- in á ein triðja møguleika. Hesin møguleiki er, at målsøkid Foroya Undirgrund verður gjørt til før- oyskt sermál. T. v. s. at vit sjálvi skulu umsita undirgrundsmålid. At heimastýrið tekur avgerðir um, nær nakað skal setast í verk. At vit eisini taka avgerðir um, hvat skal setast í verk, og hvussu hetta skal umsitast. Alt hetta skulu vit greiða sjálvi, so langt vit orka. Men sjálvandi skulu vit hava donsk og grønlendsk áhugamál í huga í hesum máli. |: oddagrein HETTA VIL SIGA, at danir og grøn- lendingar skulu eiga ávís framíhjá- rættindi fram um aðrar tjóðir, og her hugsa vit t.d. um rætt til at sleppa upp í part, tá foroysk orka ikki røkkur longur, og tá føroyskur tørvur er nøktadur. Tá føroysk al- menn og privat orka er troytt, eiga vit fyrst at leita saman við al- menna orku í Danmark og í Grøn- landi. Síðani eiga vit at leita saman við privatari orku í Danmark og í Grenlandi. ALLIR TEIR luttakandi partarnir fáa sjálvandi sin part av urtøkuni. Soleiðis koma hinir partarnir í rík- inum at hava framíhjárættindi. Vit kundu jú eins væl tikið heilt aðrar tjóðir inn í myndina. Hjálp mugu vit hava uttanifrá, bæði tá talan er um iløgur, um teknikk og um fólk. Talan kundi verið um aðrar, eitt nú amerikumenn, russar ella tær stóru multinationalu fyritøkurnar. Men tå var føroyskur avgerðar- rættur fokin til hesar. Verdur loys- ing kunnu vit skjótt fáa hesar inn i myndina. MEN TAÐ VIL javnaðarflokkurin ikki. Hetta er orsøkin til, at javn- aðarflokkurin gongur hart ímóti tí, sum sambandsflokkurin, tjóðveld- isflokkurin og danskir stjórnar- menn siga. Nevniliga at vit bert hava tveir møguleikar at velja ímillum. Annar er grønlendska rá- evnisskipanin, og hin e; loysingin. Tær føra báðar til loysing. Onnur fremur loysingina beinan vegin. Hin fremur loysingina nakað seinni. TAÐ ER IKKI so legið, um tjóð- veldisflokkurin, beinan vegin hann hoyrdi um javnaðarfloksins stødu í undirgrundsmáiinum, skir- di hesa støðu »vina- og frælsis- brævið Il«. Tjóðveldisflokkurin er sjálvandi ræddur fyri, at øll søgan fer at endurtaka seg. Tað vil nevni- liga siga, at javnaðarflokkurin hevur ta einastu nýtiligu loysnina. Lat hana so bara eita »vina- og fræisisbrævið Il«. Minnist til haldaragjaldið Síðani 1978 hevur 14. sept. bólkurin roynt at gera 14. september til ein stríðsdag, drigið fram svikið frá 1946 og kveikt kyndlar um eina framtíð í Feroyum. At vit tóku hetta stig fyri sjey árum síðani og settu skorðar undir henda bólk, kom av tí misrekt, sjálvstýrishugsjónini hev- ur verið fyri, og við eini vón um at aðrir føroying- ar enn teir, ið hoyrast av tingsins rødarapalli, hava nakað upp á hjartað i hesum máli. At sjálvstýrishugsjónin í áramál var ein skortur, menn lótu seg í fyri at tekkjast veljarunum, er Tjóðveldisflokkurin sjálv- ur eitt livandi prógv um. Tí við at avdúka tann, førda politikkin, komu menn sum Hanus við Hegadalsá og D. P. Dan- ielsen inn á ting í 1950. Men so kann ein spyrja, hvussu hesin flokkur hev- ur rekt uppgávuna at slóða fyri einum frælsum Feroyum. Vit í 14. sept- emberbólkinum meina, at síðani sokallaða Sjálvstýr- islandsstýrið frá 1963 hev- ur henda uppgávan verið rekt við lótum. Tjóðveld- isflokkurin sum allir aðrir er sokkin niður á bein- gnagarastødi, hevur líka so altráur sum nakar ann- ar slitist fyri at sleppa út í Tinganes at umsita donsku heimastýrislóg- ina, sum flokkurin eina ferð í tíðini metti sum halgibrot móti sínum hug- sjónarliga stødi. Út frá hesum ber til at spyrja, hví flokkurin í ár eftir sniðgongdum leiðum hevur rænt 14. september- haldið frá upprunaligu fyrireikarunum? Um nakrar fáar mánaðir verður løgtingsval, og til eitt val — tað vita vit — er einki mark fyri, hvat flokkar og politikarar fáa seg til. Í hesum ljósi má sniðroynd Tjóðveldisflok- sins metast. Ti hesi år, haldið hevur verið hildið, hava . tjóðveldisfólk á jevnum feti við onnur havt meguleika at gera seg galdandi og at flyta fram reður. Tað einasta, 14. septemberbólkurin hevur roynt at sett seg í móti, er at gera hesi hald til eina politiska lopfjøl. Og tað skuldi ikki verið nekur brotsgerð. Tvertur- ímóti eitt lógvatak fyri fólkaræði. Jú fleiri trína fram úr fólksins skara og tala um hesa stóru søk, jú betur eru vit fer fyri at stríðastæ. At tað kom illa við hjá Tjóðveldisflokkinum, at onnur fólk tóku henda dag upp á seg, fingu vit prógv fyri i 1.79. Tá høvdu vit Nr. 107 — 13. september 1984 14. septemberhald á Doktaragrund innbjóðarar at lýsa fund- in, og millum innbjóðarar- nar vóru nakrir úr Tjóð- veldisflokkinum. Men hvat hendi? Nakrar fáar dagar áðrenn sjálvt hald- ið, royndu hesi tjóðveldis- fólk at sabotera haldið við at taka nevn síni av aftur innbjóðingarlistanum á forsíðuni á málgagni teirra. Men hendan roynd teirra miseydnaðist. Tað Framhald á síðu 7 Viðmerkingar frá Tað undraði okkum ikki sørt at lesa bræv hjá Sverra Midjord 16.8 í Sosialinum, har Sverri greitt vísir sína steðu mótvegis NATO. Hann skrivar >vit eru vestan- vend og sum slík mugu vit gera okkara skyldur<. Og tað at taka steðu ímóti NATO nevnir Sverri »negativt vestanvent«. Sum limur i Føroya Javnadarflokki åtti Sverre at vita hvat stendur i stevnuskrá hjá hesum sama flokki, ið hann um- boðar. Í grundsjónarmið- num stendur, at Feroyar skulu gera sítt besta til frama fyri friði og semju millum allar tjóðir og stríðast móti militarismu. — Og triggjar ferðir hevur javnaðarflokkurin verið við til at gera legtings- samtyktir um at fáa her- valdið av landinum. Hvussu kann Sverre loyva sær at koma við slíkum, ið beinleiðis er í stríð við grundsjónarmið, løgtingssamtyktir og tí arbeidi javnadarfolk gera innan fridarrørsluna. Våari sigur Sverri at „tað ikki er neyðugt at vísa til ríkisrættarligar broytingar, um hetta skal vera treytin fyri, at her- staðin verður koyrd av landinum«. Er hetta ti, Sverre er ímóti broytingum i ríkis- felagsskapinum ja, so er hetta eisini í stríð við grundsjónarmið javnaðar- floksins og hugsanina við heimastýrislógini. Í grundsjónarmið flok- sins stendur >báðum tjóð- unum, teirri foroysku sum teirri donsku, er frítt at fara úr stjórnarliga og fíggjarliga felagsskapi- num um eitt mál ella máls- eki verður yvirtikið, so- leiðis at Feroya legting og landsstýri taka við teirri lógarligu, figgjarligu, um- sitingarligu og siðmenn- ingarligu ábyrgdini av málinum ella málsekinum. Hesin generelli rættur til báðar síð“. røkkur lika at loysingini«. Men tað hevði verði hóskiligt, at vit gjerdu upp hvat vit vilja við ríkisfelagsskapinum, und- irgrundini, NATO o.s.fr. Ti eiga javnaðarfólk ikki at koma við slíkum, ið als ikki er í tráð við áskoð- anina hjá flokkinum — tá hugsa vit um niðursteður, ið eru gjerdar á landsfund- um og tað, ið stendur í stevnuskrá floksins. Við friðarkveðu Sosialistiskt Ungmannafelag