Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 107 — 13. september 1984 Síða 8 Fugloyar kommuna! Livsneydugt við J an miiller gørum lønandi 55 arbeiði tá veg- E fe) urin er lidugur Négv meira kundi verid gjørt vid jardar- bruk. Ein fording er tó tann nógva uttan- biggjajørdin Tað eru stór framstig hend í eini av útoyggjum okkara — Fugloynni — tey seinastu 10 árini. Hetta ásannar bygdaráðs- formaðurin Jógvan Poul- sen. Hann vísir í samreðu við Sosialin á, at atløgu- viðurskiftini i báðum bygdunum í oynni eru vorðin heilt góð, at ferða- sambandið sjóvegis til Hvannasund er vorðið framúr gott, at tyrlusam- band nú gevur fólki møgu- leika at koma og fara uppá stytstu tíð og sum tað seinasta, so er nú áfast millum Kirkju og Hattar- vík. Men fyri tað eru ikki allar súðir syftar. Jógvan Poulsen vísir á, at nú fer skjótt at nærkast tí degi — um eini 2—3 ár — tá lítið og einki vegarbeiði verður eftir í oynni. Tvs. at tað verður einki lenandi arbeiði av týdningi eftir í allari kommununi. Og hetta heldur Jógvan Poulsen kann hava álvars- ligar fylgjur fyri menning- ina har. Hann sigur: — Tað er gott við ellum teimum hentleikum, vit nú hava atgongd til og fingið. Men verður einki lenandi ar- beiði í framtidini, so nytt- ar einki at fáa fólk at stað- ast her. Turkurin Jógvan Poulsen hevur sit- ið i bygdarráðnum øll hesi seinastu árini — í tilsam- ans trý skeið. Sjálvur hevur hann sum ungur verið til skips, men síðani hann fekk fastan bústað á Kirkju alt hevur hann fingist við ymiskt timburarbeiði og jarðar- brúk. Hann hevur 40 gyllin í ogn og hevur tvær mjólkikýr umframt nekur ungneyt. Sjálvur bygdi hann sær nakað herfyri eitt fjós, men nú heldur hann seg vera ov gamlan at fara undir veruligt jarðarbrúk Eisini hevur tann nógvi turkurin í ár sett síni spor. Jógvan Poulsen minnist ikki so nógvan turk har í oynni. Síðani april mánað árið, er næstan ikki dropin komin niður og ikki fyrr enn seinasta sunnudag sóu teir áirnar aftur. Alt grasið er avbrent, so hetta hevur skapt trup- ulleikar fyri teir, sum hava nakað av jarðar- brúki. Jógvan greiðir frá, at hann í fjør hevði í alt seks fóður av súrhoyggi og eitt líka so stórt fóður av turk- aðum hoyggi. Í ár roknar hann bert við at fáa tvey fóður av súrhoyggi og eitt lítið sindur av turkaðum hoyggi. Hann væntar ti, at tað bert verður ein kúgv eftir tá avtornar. Seyðurin krevur eisini sítt. Jarðarbrúki liggur á láni Vit spurdu Jógvan, hvussu tað ber til, at so litið verður gjert við jarð- arbrúk í oynni, sum steð- an er í dag. — Eg veit ikki rætti- liga. Fleiri stór festir eru í Hattarvik, men har eru bert tvey neyt. Her á Kirkju eru 5, so tað verða Jógvan Poulsen, bygdarráðsformaður 7 ialt. Eg minnist tá tað vóru meira enn hálvt- hundrað neyt tilsamans í oynni, so nógv er broytt. Tað, sum umræður hjá okkum, skulu vit skapa meguleikar fyri komandi ættarlið, er, at okkurt arbeiði er her í oynni. Her haldi eg, at jarðarbrúkið átti at verið ein góður meguleiki og kanska tann einasti. Men tað krevur so, at Bygdarmyndin. Hattarvík í dag Bert fá neyt eru eftir í oynni — her eru dreingir í ferð við at reka neytini oman í bygdina á Kirkju onkur ungur tímir í holt við jarðarbrúk. Eg má tó viðganga, at væl av jerð- ini er uttanbýggjað jerð, og hetta forðar eisini monnunum í oynni at fáa nakað munandi burtur úr rationellum og nútíðar jarðarbrúki. — Hevdi eg verið yngri í dag, so var eg farin í gongd sjálvur, leggur Jógvan aftrat. Íbúgvarnir fækka Annars er áseyðatalið 900. Men eisini her eru trupul- leikar, tí ov fá fólk eru, tá fjallið skal gangast. — Tað er ikki tað sama sum fyrr, tá fólkið búði her á oynni. Um tað so kemur onkur at hjálpa um heystarnar, so verður tað ongantíð tað sama, ti teir eru ikki so kunnugir. Hóast Jógvan Poulsen er fegin um tey framstig, sum eru gjørd hesi sein- astu árini, so ber hann ótta fyri, at íbúgvaratalið skal fara at minka enn meira, um ikki okkurt len- andi arbeiði verður har. Hann vísir á, at í dag búgva 63 fólk í oynni Leita vit so aftur til 20—30 árini, tá búðu ímóti 250 fólk har. Tá var barna*aulið i skúlunum sera stórt. Fastan lærara Í dag eru skúlabernini bert 5 í tali. 2 á Kirkju og 3 í Hattarvík. Men fyri tað, so roynir bygdarfólk- ið at varðveita skúlarnar. ti eru teir burt, so er grundarlagið heilt tikið undan menningini á pláss- inum. Jógvan Poulsen heldur tað vera gott, at teir nú hava fingið ein fastan lærara, ein við útbúgving. Tað er Marianna Hansen