Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

á + Nr. 107 — 13. september 1984 tíðindablaðið Sosialurin Síða 11 Tað kann tykjast órímuligt, at veittur verður hópin av peningi til nyuppdyrkan, tá so nógu bygdajorð liggur í órokt Bygdamenning er eitt reint politiskt og ideologiskt mál. Tí krevst, at farið verður til verka politiskt og eisini krevst politiskt dirvi. Tí, lata vit privatar kreftir husera eftir vild, verður gongdin framyvir júst hin sama, hon hevur verið upp á rættuliga stutta tíð vildi fort til eina slíka broyting í ognarviður- skiftunum, at vit fingu at síggja blómandi smápláss, har ell jorð varð arbeidd. Men her er tað væl, og tíverri, skilligt, at politiska dirvi trýtur. Tí hver politikkari vil fremja politiskt sjálvsmorð? Og tað vildi tað allar- helst verið at kravt landbúnaðar- skyldu. Tí teir flestu ognarmenn festarar hava júst áhuga í, at tað er sum tað er í dag. Teir skula bara á fjall einar tvær ferðir um árið. Burtur úr tí fáa teir nøkur lomb og eitt sindur av ull, i nøgdum, sum nøkulunda svarar til ómakin. Trojanskir mentunarhestar Men umframt hesar fíggjarligu, ognarrættarligu og arvarættarligu orsekir til skeivu gongdina eru eisini nakrar mentunnarligar. Samfelag okkara er í dag eitt brúkarasamfelag sum ongantíð áður. Og merkt av uttanifrá komandi normum, og uttanifrá komandi glamourmyndum av, hvat ein eigur at stremba eftir her í tilveruni. Alt skal verða nýtt, sterri, blankari, skjótari, flottari og dýrari enn tað, grannin hevur. Tú skalt hava nýggj klæði, fylgja mótanum, keypa allar tær rettu pláturnar, hava allar hugsandi hentleikar í kok- inum, dansa ein nýggjan dans hvert ár og hava bæði sjónvarp og video. Allar hesar hugmyndir um, hvat lívið veruliga snýr seg um, fáa vit gjøgnum fjølmidlarnar. Gjøgnum avisir, blød, filmar, sjónvarp og út- varp. Og gjøgnum egnu vitjanir i fremmandum londum. Vit hava lút- að í bardaganum fyri mentunarlig- um sjálvstýri, og royndir okkara at varðveita egið mál og royndir okk- ara at gera málið tíðarhóskandi, fær bert málið at verða eina anakron- ismu, tí málið í roynd og veru verður tosað av fólkum, ið hóreiggja sær sum búðu tey í Oslo, Hamburg, Paris ella onkrum eðrum stórum Vestureuropeiskum býi. Vit mugu gera okkum greitt, at vit dag um dag fáa ein Trojanskan mentunarhest fyri og annan eftir inn í landið. Prísurin á jerð Og hvat hevur so hetta við bygda- menning at gera? Jú, tí sjálvt um vit fingu skapað fíggjarligt grundarlag fyri at kunna búleikast á smáplássunum, 30 nýt- ist okkum eisini heilt aðrar normar lívsins meining viðvíkjandi, áðrenn fólk kenna tað lokkandi at búgva á bygd. Men ein afturvendan til bygdamentanina frá farnu tíð vil við teimum normum, vit nú verða gedd við, vera ógjerlig, og vil allarhelst útloysa tað ein rópar eitt >kultur- sjokk« hjá stóra meirilutanum. Men tað mest harmiliga er, at eingin meguleiki er fyri, at tey fólk, sum í okkara pluralistiska samfelagi kanska ynsktu, av mentunarligum orsekum, at farið aftur á smápláss- ini, kunna gera tað, tí tann prísur tey noyddust at goldið fyri jørå, ongantíð vildi fingið tað at borið seg. Politiskt dirvi krevst Eisini má nevnast, at bygdamenn- ing má haldast at vera eitt reint politiskt og ideologiskt mál. Og sostatt krevst, at farið verður til verka politiskt og eisini krevst pol- itiskt dirvi. Tí, lata vit privatar kreftir husera eftir vild, verður gongdin framyvir júst hin sama, hon hevur verið. Og gongur ein út frá einum neyvum cost/benefit-sjón- armiði, vil tað allarhelst ongantíð fara at svara seg at satsa upp á land- búnað her á landi, deils vegna veður- lagið, deils tí landslagið nógva staðni er soleiðis dánað, at tað er ein forðing fyri rationellum rakstri, ið annars er ein fyritreyt fyri fram- leiðslu av matverum við teim prísum, vit hava í dag. Tað vildi verið bíligast fyri hin einkulta brúkaran, um vit innfluttu allar búnaðarverur. Hvussu tað ávirkar yrkiseffektina, at hava eina ávísa framleiðslu sjálvir, dugi eg ikki at siga, eins og árinið á gjalds- javnan ikki er lætt at meta um. Tí alt annað líka, er heilt vist, at orku- brúkið pr. framleidda eind her á landi er sterri enn í heitari londum. Fyri nú bert at nevna ein av teimum faktorum, sum skuldi verið við í eini meting av føroyskum jarðarbrúki, og hvat tað gevur av sær í mun til ílegurnar. Bygdamenning og Sundsdepilin Og um ein av politiskum ella ideologiskum grundum er fyri bygdamenning, noyðist ein eisini, bara av hesum somu grundum, at vera ímóti Idnadarmiddeplinum á Sundi, tí hesin júst stendur fyri eini miðsavnan, ið er neyvt tað evugta av bygdamenning-hugsanini, har- umframt fer hann at ekja trýstið á Havnina. Eitt trýst, sum valla nakar uttan jerð og húsaspekulant- ar, eru áhugaðir fyri. Eingin kann siga nakran ringan fyri at seta pengar sínar í slíkt, sum gevur stersta vinning móti minstu risiko, sum t. d. íbúðarspekulatión í Havn, sum annar lesarabrævskriv- arin greiðir frá. Vandamálini við bygdamenning eru stór og fjøltåttad, men sær ein tey ikki í eyguni, fær ein í hvussu so er ikki loyst tey. Tverball Havnaætlanin sum ikki kom Borgarliga landsstýrið royndist smápláss- unum illa Jákup Birgir Mohr, valevni javnaðar- floksins í Sandoynni til legtingsvalið skrivar: Longu tíðliga í hesum landsstýrisskeiði varð boðað frá, at borgarliga landsstýrið arbeiddi við nýggjari havnaætlan. Hetta varð væl upptik- ið her í Sandoyar valdemi, hvar tervur er á tryggum og hóskiliga stórum havn- aløgum. Sands kommuna, sum hevur akuttan tørv å og samstundis góðar møgu- leikar fyri at fremja havn- avíðkan, hevur síðan 1983 fyrireikað seg til at fara undir eitt havnaarbeiði, hevur gjørt projekt, labo- ratoriukanningar og prak- tiskar kanningar á stað- num fyri at fáa bestu loysnina, og situr nú bert og bíðar eftir tí lovaða uppskoti til havnaætlan frá Feroya Landsstýri, ið varð væntað framlagt í vár, men einki uppskot kom á tingborð. Legting- ið hevur sostatt heldur ikki kunnað viðtikið nakra lóg. Eisini aðrar kommunur í Sandoyar valdemi bíða eftir nýggju 5-ára havna- ætlanini, eitt nú Skálavík, sum samgongan so skammiliga hevur svikið, tá samgonguslit mundi verið um játtan til Skála- víkar havn. Aðrar komm- unur her hava helst eisini væntað sær pening, bæði Skopunar havn og Skúgvi hava verið nevndar. Undir legmansreðuni las landsstýrismaðurin í havnamálum úr nevnda uppskoti sínum (ella landsstýrisins?), hverjar havnir ætlanin fór at um- fata, so nú hildu menn, at uppskotið frá landsstýri- num til Feroya legting var komið undir land, og kundi vera framlagt og viðtikið, áðrenn legt'ngið fór heim til valstríðið. Men tíðin styttist??? Álítandi keldur ivast nú í, um nakað uppskot kem- ur frá landsstýrinum til tingið í hesu setuni, ti landsstýrisflokkarnir kun- na ikki semjast um nakað uppskot til at avloysa og taka við í framhald av ver- andi havnaætlan, sum gongur út nú. Um so er vera orð landsstýrismans- ins í havnamálum gjerd til skammar, og ætlaða upp- skot hansara til nýggja havnaætlan bert ein hvervusjón. Um hetta verður endin, so kemur tað ill við her, hvar tervur á havnabygg- ing, sum sagt, er stærri enn aðrar staðir í Feroy- um, tí vit hava her ongar langar firðir at verja havn- alegini og einki deyða- vatn. Tað er sjálvandi alt ov nógv at vænta, at borgar- liga alternativið, sum vera skuldi, skal hugsa um tervin hjá okkum ella eðrum smærri- og smá- plássum — tað samsvarar jú ikki við teirra politikk. Meint, sera meint roynd- ist hetta landsstýri smá- plássunum, bygdamenn- ingini í Feroyum. Lat okkum vóna, at Feroya fólk sleppa okkum av við hetta vanstýrið tann 8. novembur í ár, so- leiðis at vit kunnu fáa aðrar flokkar og aðrar menn at stýra hesum landi, og tað gerst best við einum sterkum javnaðar- flokki á Feroya legtingi og í landsstýri. Birgir Mohr Borgarliga alternativið Hetta sigur landsstýris- maður fólkaflokksins, An- finn Kallsberg í útvarps- samreðu, og takk skal hann hava fyri, at hann sigur sannleikan. Tað er ikki bara flakavirkini, sum eru í kreppu, men alt FØROYA LAND og hetta aftaná fýra ára borgar- ligt stýri. Tað er bara óhugnaligt at vita, at Feroya fólk í meira enn eina viku hava verið áhoyrarar til eitt hoyruspæl framfert av FØROYA LØGTINGID. Landsins kosnu menn hava greitt frá, hvussu steðan er, og bert nakrar dagar aftaná umreðuna, hendir tað, sum teir høvdu vónað ikki skuldi henda. Tað fyrsta virkið bleiv læst, og sambart Annfinn Kallsberg, er hetta bara byrjanin. Eftir hesum at dema eru tað væl onnur ting, sum eru tengd saman við hesum, sum nú koma í ljós,ála. Verða virkini aft- urlatin, verður arbeiðs- loysi, og hvussu verður so við at fáa samfelagshjólið at ganga! Tað er væl ellum greitt, at tað eru ikki tey væl- bjargaðu, sum halda sam- felagshjólinum gangandi. Tað er verkafólkið, tey við ongum avskrivingum. Tey við ongari hjálp frá grannskoðaravirkinum. Samfelagið er í kreppu og sjálvt vitandi um hetta, so vóru Feroya fólk áhoyrarar til eitt hoyru- spæl, har alt var gott. Vit fingu frá sjálvum leg- manni at vita, at væl stóð til, og nú er legmaður ikki ein hver, tá tað viðvíkur tel og skjal. Frá honum og samgongumonnum varð greitt sagt frá, at alt var í lagi. Nú vóru teir byrjaðir at gjalda niður skuldina hjá gomlu samgongu. Peningur var í kassanum, grunnarnir flutu yvir, jú, væl stóð til. Men hvat nú? Samfelagið er sjúkt, sam- felagið er í kreppu. Soleið- is sigur landsstýrismaður- in í fiskivinnu. Hvat sigur nú hevuðs- leikarin í sjónleikinum harra Legmaður, hvat sig- ur hann til hesa avdúkan- ina, sum nú sigur okkum, hví legmaður so grammur vildi sleppa frá, og út- skriva val í september, væl fyri at sleppa frá, áðrenn kreppan veruliga visti seg. Tað er greitt, at nú má ein trúverdug frágreiðing fáast, tel og skjøl mugu fram, tí var tað neyðugt hjá Paula Ellefsen at krev- ja eina gjella uppgerð, áð- renn hann tók yvir. Hann setti starvsfólkið í Tinga- nesi at kanna og grópa skjøl og tøl. Tað er i lagi, at hetta var gjørt, men var tað neyðugt tá, so er tað meira átroðkandi nú, áðr- enn lagt verður frá sær. Grannskoðið tel og skjel. soleiðis at Feroya fólk veruliga kunna taka steðu til tað, sum farið er fram. Og so Føroya fólk áðrenn valið verða greið yvir, hverji tiltøk mugu takast fyri at fyribyrgja, at samfelagið fer út av eggini. Og at teir flokkar, sum mugu yvirtaka aftaná val- ið 8. november vita, hvar samfelagsskútan flýtur. Tað borgarliga alterna- tivið var ein deyðsiglari. Sverri Midjord