hósdagur 13. september 1984síða 15
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
»Dagur og vika« tók
sær í so góðar stundir
til sendingina tys-
kvøldid. Hon var eisini
10 minuttir longri enn
ætlað, og tað var ikki
neyðugt við tí tilfarin-
um, sum var. Reðan
hjá Hans Thomsen fyri
Hans Jacob Hejgaard,
tónaskaldinum, sum
hevði fødingardag, var
ein sonn fragd at
hoyra. Hans Thomsen
skrivar ikki eitt orð,
sum ikki hevur týdning
fyri heildina. Reðan
var sum ein stuttsega í
bundnum máli
Gýðingar í Soviet
samveldinum hava ikki
góðar umsteður. Tað
hevur verið frammi í
mong ár, og tí er tað
ikki so legið, at teir
vilja sleppa til Ísraels
Peir eru ein minniluti i
samfelagnum, sum har
eins og aðrastaðni hava
verið við undirlutan
Í sendingini myndaði
gerandisdagur teirra
sum hjá >fremmanda-
arbeidarunum« í ðrum
londum. Har var eitt
samfelag í samfelagn-
um. At russar eisini
hava ein anti-gýðinga-
felagsskap á almenn-
um stigi er neyvan
upplýst áður. At so ein
rabbinari var limur i
hesum, er ikki til at
skilja. Tá rabbinarin
gav frágreiðingina í
sjónvarpinum, hví
hann var limur, kom
tað heldur ikki fram.
Hesin partur í sending-
ini var veikur, meðan
hin parturin var greið-
ur og vísti væl viður-
skiftini = hjá hesum
minniluta.
Týskveld er vanliga
besta sendikveldið í
vikuni, ti har fáa fjøl-
broyttar sendingar
innivist. Her verður
ikki bert hugsað um at
undirhalda við lætti-
soppatilfari, og soleiðis
átti at verið í sterri
mun sum heild.
Sjónvarpsleikurin
»Frælsur sum fuglur-
i serliga
in« var ikki
frælsur, ti foreldrini at
tveimum børnum setti
seg uttan fyri samfel-
agsskipanina, sum í
hesum feri var at nokta
børnunum skúladongd.
I forummælinum til
henda filmin varð upp-
lýst, at rithevundin her
og í eðrum arbeiðum
sínum vildi seta spurn-
artekin við samfelags-
skipanina — í hesum
føri um skúlaskipanina
jonvarp - sjónvarp - sjónvarp
í Bretlandi. Tá dótturin
sjey ára gomul ikki
vildi fara í skúla, tóku
foreldrini avleiðingarn-
ar. Tey fluttu út á land-
ið og undirvístu dóttr-
ini og seinni soninum, á
slíkan hátt, sum tey
hildu vera mest gagn-
ligt fyri bernini.
Tað var ikki rætt
eftir skipanini, har eins
og her — bern hava
skyldu at ganga í skúla
eitt áramál.
Aður hava verið film-
ar, har rættargongd
hevur verið hovuðsleik-
urin, men tá hevur sum
oftast verið ein ákæra
fyri morð. Tað er besta
undirhaldstilfar í sjón-
verpum kring heimin
Her vóru foreldur
ákærd fyri, at bern
teirra ikki gingu
skúla. Sorgarleikurin í
ellum hesum var, at
ákærarnir og dómari
skiltu ikki foreldrini, tí
teir bert tóku fyrivarni
í lógum. Menniskjans-
liga umhvørviå, foreldr-
ini høvdu skapt og
teirra egnu meiningar
um, hvat var best fyri
børnini, var ikki tikið
við í umhugsanini.
Syndarligt at síggja,
hvussu mannminkandi
viðferð foreldrini og
dóttirin fingu.
Tað kann vera tor-
fort fyri ein uttanfyri-
standandi at meta um,
hverja revsing ein
brotsmaður skal hava
— í mun til eitt ávíst
lógarbrot. Her var kort-
ini eingin, sum hevi
gjert seg inn á nakran,
men kortini fingu tey
revsing.
Hóast tað er so
natúr-ligt, at bern
ganga í skúla, so var
tað í leikinum eitt vón-
brot, at drongurin ikki
fekk loyvi at hava sítt
friðarliga umhvervi í
frið. Og kortini, hvat
skal ein persónur gera,
um hann so fullkomi-
liga verður settur
uttan fyri lóg og rætt, í
einum samfelag, sum
krevur, at tú skalt
duga at lesa og skriva?
Dygdin í hesum leiki
var avgjert, at rithev-
undin ikki gjørdi børn-
ini til smáar ævintýra-
hetjur, men myndaði
foreldur og bern á so
natúrligan hátt, at tú
fekst samkenslu við
tey, at samfelagsskip-
anin ikki loyvdi teim-
um innivis.
Dagny Joensen
Henda sending byrjar har
fiimurin >Alle præsiden-
tens mænd< endaði —
nevniliga har innbrotið í
høvudsskrivstovuni hjá
demokratiska flokkinum í
Watergate í Washington,
fór fram. Tað er greitt, at
ein ella fleiri meðarbeiðar
ar hjá NIxon, forseta,
hava framt okkurt lógar-
brot
Serliga áhugavert við
sendingini í kveld er, at
tað er veruleiki vit upp-
…m 31
Watergate
liva. Tad eru veruligu per-
sónarnir John Dean, John
Mitchell, Bob Haldeman
og John Erlichman vit
síggja vitna í rættinum
Eingin hevði ánilsi
um, hvar »svartiper« fór
at enda, tá avhoyringar-
nar byrjaðu. Vit fylgja av-
hoyringunum, sum so
hvert sum frálíður, sníkja
seg upp í ovastu leiðsluna
og enda hjá Nixon, for-
seta.
Fríggjakveldið kl. 23.10
Anna Lotta
Hetta er framhald av tón-
leikakappingini um væl
umtóktu rósuna í gull,
silvur ella bronsu, sum
kappast verður um í Mon-
treux. Hesaferð skulu vit
síggja og hoyra svenska
tónleikauppleggið, sum
Anna Lotta stendur fyri.
Hon er ein av teimum
stóru tónlistafólkunum í
Sveríki, innan opera og
rock. Anna Lotta framfer-
ir saman við Sten Ljung-
gren, sjónleikara. Tey
bæði hava í felag skrivað
småleikir og tónleika-
petti til hesa kapping.
- sjónvarp - sjónvarp - sjónvarp
20.00 Ítróttur
19.30 Dyrafilmur
21.45 Watergate
23.40 Lidugt
Hósdagin 13. september
Fríggjadagin 14. september
20.00 Dagur og vika
20.30 Rok ágistingarhúsinum
21.05 Fólk og móti I (2)
23.10 Anna Lotta
Fríggjakveldið kl. 21.05
Fólk o
mu
i
Hetta er sending i tveim-
um pertum um vármótan í
Paris.
Gunnar Larsen, kendi
danski mótafotografurin
fekk loyvi at vitja í serligu
hølunum, har mótafólk ar-
beiða. Her verður sagt frá
arbeiðsumsteðunum m.a.
hjá Marc Bohan, sum er
listarligur leiðari í móta-
húsinum Dior, Jean Louis
Scherrer, Louis Feraud,
Claude Maxime og France
móti
Andrevie.
Í hesum sendingum fara
mótafólkini at greiða
nærri frá teirra hugsan um
móta, politik og list, sum
teir mynda í mótaklæð-
unum, soleiðis sum vit
uppliva tað í dag.
Sendingin er ikki bert
ein upplýsandi sending
fyri mótafólk, men eitt
brot úr mótaheiminum,
sum er eðrvísi enn vit
vanliga hugsa.
Fríggjakveldið kl. 19.30
Dyrafilmur
Vitjanin i dyraheiminum
er hesaferð um pungdyr
og súgdýr. Jens Olsen,
biologur, teknar og sigur
frå. Hann sigur m.a. um
hesa sending:
— Tå jørdin var yngri
og súgdjórini eitt nútím-
ans fyribrigdi, var Austr-
alia ein heimspartur fyri
- sjónvarp - sjónvarp - s
seg. Á okkara døgum,
fleiri milliónir ár seinni
liggur Australia sum Noa
Ark miðskeiðis í Stilla-
havinum, við hópið av
súgdjórum, sum íkki eru
aðra staðni á klótuni.
SEndingin er í innihaldi
ein frásegn um øll hesi
súgdýr í Australia