Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — tvamái? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! “ Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Bjarki Mortensen og Steintór Hjaltalin, sum hava tikið stig til nýggja idnadarvirkid, MB-Betong við Velbastaðvegin MH-Betong skal minka um innflutn- ing av elementum Mánadagin byrjaði ein partur av framleiðsluni á nýggja ídnaðarvirkinum. MH-Betong við Velba- staðvegin í Havn. Nú kundu bilarnir á virkinum fara út í býin við tí fyrsta lidna betonginum til nekur nýggj sethús. Ætlanin er, at hin parturin av framleiðsluni, vegg- og dekkelementir úr betong, skal byrja um einar 10 dagar. Bjarki Mortensen, stjóri á virkinum, sigur, at teir longu hava fingið arbeiði til tveir mánaðir. Nógv til- — Sendid lepan inn og tygum fáa blaðið ókeypis restina av ársfjórðinginum. Navn: Bústaður boð bæði eisini til teirra og fara frá virkinum til kund- ar ymsa staðni kring land- ið. Bjarki Mortensen heldur ikki, at tað er ov nógv við trimum slíkum betongvirkjum í Feroy- um. Frammanundan er eitt virki við Gjógv og eitt á Norðskála. — Eg haldi, at innflutn- ingurin av lidnum ele- mentum er so mikið stórur í dag, at tørvur er á okkara virki. Hann vísir á, at tað fara at arbeiða 10 fólk á virkinum, sum verður i 1 Á | í , URI 1 Kannað posthúsinum —- , +4;1) i I, WII ! tj I 186VRS EEN va IT mett at hava ein umsetn- ing uppå einar 10—15 mill. kr. årliga. Bjarki Mortensen rokn- ar við, at fleiri og fleiri fólk fara at bíleggja elementir til vanlig sethús, tí tað er bæði betri og bíligari. Teir hava so eisini ætlanir at lata betongelement til garðar. Virkið hevur fingið fyrispurning frá ymsum sniðhús- framleiðarum, ið hava áhuga fyri samarbeiði. annars Tey tilboðini kanna i i ' p á Y 4 Opostað SOSTALURIN rindar postgjaldið Postbox 76 =- 3800 Tórshavn vit nú, sigur Bjarki Mort- ensen. 10 mill. kr.! Virkið hevur kostað 10 mill. kr. at bygt. Tað, sum er serliga forvitnisligt, er, at teir brúka nýggjan teknikk í framleiðsluni. Alt verður stýrt av eini telduskipan. Blandiút- gerðin er av nýggjasta slag og kann blanda 2,5 tons av betongi í 2-3 min- uttir. — So tað er skilligt, at vit ætla ikki at lata kundar okkara bíða eftir veruni, umframt at vit hava eina so rationella framleiðslu, at teir fráa veruna so bíliga sum yvirhevur tilber, sigur Bjarki Mortensen. Virkisleiðari á MH-Bet- ong er Steintór Hjaltalin. Menningargrunnurin og Kreditforeningen Dan- mark hava stuðlað bygg- ingini. Ídnaðargrunnurin segði nei, tí teir mettu, at tvey virki av hesum slag er nóg mikið. — Men vit ætla okkum at prógva, at tað er pláss fyri ellum trimum, sigur Bjarki Mortensen at enda. Jan Annelena Gilstón farin — So setir deyðin síni grefligu høgg í vina- skaran. Leygarkveldið 8. september var tað eftir Onnu Lenu Gil- stón, at boðini vóru eftir. Mangan tykist eins og lagnan hevur fyri at hevna seg inn á summi fólk. Fyrst misti Anne Lena mann- in, Olaf, eftir tunga og svára sjúkralegu fyri nekrum árum síðani, og mátti sjálv hesi seinastu árini dragast við so ólekjandi sjúku, at har var eingin lívs- ins vón. Tey systkini vóru ættað úr einum vala- heimi á Kirkju í Fugl- oy, har rammføroysk mentan stóð høgt í metum. Abbin var tann kendi lærarin og skaldið Símum Michael Zachariasen. Doypt vórðu tey Poulsen, og soleiðis standa tey skrivað í kirkjubókini, men genturnar skiftu sum vituligt eftirnavn, tá tær giftust. Av systkjunum hjá Onnu Lenu eru hesi í dag eft- ir á lívi: Niklái, fyrrv. lærari í Árnafirði og búsitandi har (hann hevur m.a. skrivað stak áhugaverda frá- segn um bjargaferð, sum fugloyingar gjørdu í Sjúrðarberg), Poul Norðberg Poul- en, skipari, sum býr í Havn, og síðan eru øll hini systkini, sum eru á lívi, búsitandi í Havn: Malla Samuelsen, Hanna við Hegadalsá og Gunhild. Ein beiggin, Simun Micha- el, uppkalladur eftir abbanum i Fugloy, fórst = undir seinna heimsbardaga í bestu árum við Suðuroyar- sluppini »Milly« í 1941. Ein onnur genta var eisini, sum doydi bert 6 åra gomul. Anne Lena giftist vid Olafi Gilstén, id var bóndasonur úr Utistovu í Hattarvik í Fugloy. Olaf gjerdist fiskimaður, sum feroy- ingar flestir tá í tíðini, og seinni skipari, m. a. førdi hann eitt skifti sluppina >Bjergvin< undir krígnum. Seinni — eftir kríggið — keypti hann saman við breðrum sínum bátin »Eystfelli«, sum teir høvdu í nøkur år. Anne Lena, sum var fødd 26/6-1918 og so- statt 66 ára gomul, nú hon slóknaði, kom sum blaðung genta — ikki fylt 17 ár — á telefon- steðina í Havn at ar- beiða í 1935. Har ar- beidi hon so, til hon og maðurin — tey høvdu gift seg í hesum millumbili — 1. oktober 1944 flutti til Klaks- víkar at búgva. Har norðuri fór hon so á stødina í Klaksvík 1. januar 1946 og starv- aðist har til 1. juni 1949, bæði vegna sjúku og av tí, at hon tá skuldi eiga. Men hon fer so aftur til arbeiðis á steðini 1. mai 1951 og arbeiðir har til 1. sept- ember 1956, tá ið hon mátti flyta til Havnar aftur, av tí at maðurin — sum nú var vorðin vrakari — skuldi arbeiða í Havn. Í sam- bandi við hesa flytan hevði hon farloyvi og byrjaði so aftur á stød- ini í Havn 1. 1957, og síðan februar hevur hon verið í starvi har uttan slit, til nú her- fyri hon gjerdist sjúk, t. v. s. at hon tilsamans hevur verið í starvi hjá Telefonverki Feroya í u, I. 45 ár — ein langur arbeiðsdagur. Anne Lena og Olaf vóru altíð vælkomnir gestir hjá starvsfelog- unum, har tey altíð við síni hjáveru spreiddu hugna og góðsku uttan um seg. Annars gjørdust Anne Lena, Olaf og vit hjá okkum vinfólk. Hetta komst kanska av, at konur okkara vóru vinkonur og ar- beiddu saman. Vit sótu mangan væl í hugnaliga heimi teirra úti á Háskúlavegi nr. 9, eins og tey bæði mang an eisini stukku inn á gólvið hjá okkum. Vit kenna sakn, nú hesi bæði ha bærsligu og vekru hjúnini i"<ki eru meira og kenna stóran sam hug við tykkum, sum eftir sita, í sorgini um tykkara góðu foreldur sum nú eru farin undir grenu torvu. Olaf og Anne Lena vóru bæði tvey edilig fólk og lívsstykki Hvíli tey í friði. stóran I Havn, 11. sept. 1984 Bergfrida og Hans Thomsen