leygardagur 15. september 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
aling i Hovi
Fiskaalingin i Føroyum er
steðugari menning,
hóast trupulleikar av
ymsum slag. Ein av teim-
um monnunum, sum hev-
ur megnað at byggja upp
eina rættiliga stóra og
góða smoltsteð, er Heri
Hjelm í Suðuroynni. Sos-
ialurin hevur vitjað á steð-
ini, nú teir eru við at
byggja út.
Grenidalur
— Vatnsnes !
Steðin liggur bæði í
Grenadali og við Vatnsnes
omanfyri Hovsbygd. Í
Grenadali er ein bygning-
ur, ið verður brúktur sum
goymsla, verkstaður,
í vatnið, har hann verður
fóðraður víðari.
Steðin fekk 370.000 síla-
yngul frá Fiskaaling í mei
í ár, og har er alt komiið
undan. Teir hava annars
longu selt bæði síl og laks
til alarar. Steðin byrjaði at
virka í juni mánað í fjør.
Utbygging
Ætlanin er nú at byggja
steðina út, soleiðis at hon
kann framleiða 500.000
sílayngul og 500.000
laksasmolt um árið.
Aliringar við Vatnsnes omanfyri Hovs bygd
laboratorium, og íbúð.
Har eru so eisini 24 ker,
har síl og laksayngul
verða fóðrað. Síðani eru 26
hyljar uppi á vatninum vit
Vatnsnes. Tá fiskurin er
nóg stórur, verður hann
fluttur úr Grenadali niðan
Til tess at kunna klára
hesa framleiðslu, so
verður nú farið undir at
byggja ein bygning í
Grenadali, sum skal verða
kleki- og startfóðursteð.
Hesin bygningur verður
10x25 kvm. Síðani verða
12 ker á 6 metrar í
diametur sett upp aftrat
við síðuna av verandi ker-
um.
Ein partur av hesum
kørum verður brúktur til
at sjóvenja síl og laks í,
áðrenn tey verða seld til
alarar.
Síðani er ætlanin at út-
byggja við Vatnsnes
eisini. Har verða nakrir
hyljar lagdir út aftrat.
Heri Hjelm sigur, at tað
hevur gingið væl við stød-
ini higartil. Tað hevur víst
seg at vera nóg mikið av
vatni, sjálvt ta turrastu
tíðina. Teir hava annars
gjørt eina byrging í
Mjóvávatni, soleiðis at
teir fáa eina sterri vatn-
goymslu.
tíðindablaðið' sgslalurin
Nr. 108 — 15. september 1984
Goymsluhøli, skrivstova, verkstaður og íbúðir umframt kør til fiskaaling i Grønadali
Heri Heldur, at tad sum
hevur mest tydning við
slikari kleki- og smoltstød
er, at hon fær nokk av
góðum og reinum vatni.
Sjálvandi ber til at brúka
tekniskar snildir sum at
seta ilt til og endurbrúka
vatnið, men kortini heldur
Heri, at fyrst umræður at
fáa gott og nógv vatn úr
náttúruni.
Uppá fyrispurning um
teir hava verið varugir við
dálking sigur Heri, at tað
hava teir ikki. Tað hevur
verið nakað meira av tara-
vekstri í vatninum við
Vatnsnes, annað hava teir
ikki bitið merki í.
Fyrsta byggistig av
steðini kostaði um 2,7
mill. kr. Hetta 2. byggi-
stigið fer at kosta einar
2,5 mill. kr.
I løtuni eru teir so í ferð
við at lata eina umsókn
inn um loyvi at byggja
steðina út.
Uppá fyrispurning um
tað verður nakað 3. byggi-
stig sigur Heri Hjelm, at
tað liggur nakað longri
frammi. Men tá verður so
spurningurin at ekja um
vatngoymsluna og at seta
út laksasmolt í egnum ali-
brúki á sjónum saman við
sílum. Hetta verður so
helst í Vági.
Utflyta
Annars hevur steðin sekt
myndugleikarnar um
loyvi at útflyta sílayngul
til norðmenn, sum vilja
gjalda nógvan pening fyri
hann, tí tørvur er á honum
har.
Enn hava teir ikki fingið
loyvi. Tað er so, at smolt-
steðirnar kring landið nú
framleiða meira, enn alar-
arnir eru ferir fyri at taka
ímóti.
Heri Hjelm vónar tí, at
teri fáa útflutningsloyvi.
Hann heldur eisini, at
okkurt er galið við
tilrættaleggingini av
vinnuni, tá tað fyrst er
stórur tørvur á smolti og
síðani ov nógv smolt.
Sjálvur heldur hann, at
tað er rætt at geva verandi
smoltstødtm og alarum
loyvi at byggja út soleiðis,
Heri Hjelm, leiðari á kleki- og smoltsteðini í Grenadali í Hovi
at teir koyra betur fíggjar-
liga.
Men tíanverri tykjast
mong av hesum málum at
enda í nevndum og drúgv-
um nevndararbeiði. Tað
skuldi verið óneyðugt,
heldur Heri Hjelm.
Seta út !
Einki rekist heldur fyri, at
tað almenna ger nakað við
útseting av laksasmolt.
Tað hevur so ikki tikið
stig til samarbeiði við
smoltsteðirnar. Heldur
ikki er nekur reglugerð
gjerd fyri veiðu av laksin-
um tá hann kemur aftur,
so enn restar nógv i.
Heri Hjelm vísir at enda
á, at Nevndin fyri Fiska-
aling hevur mett, at tað
verða 800.000 laksasmolt í
1985, men hetta talið er
ikki beint. Rætta talið er
1,2 til 1,4 mill., so okkurt
má vera galið, tá slík
nevnd ikki hevur betri
yvirlit. Og tí verður stød-
an hareftir, sigur Heri
Hjelm.
jan