leygardagur 15. september 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 108 — 15. september 1984 tíðindablaðið Sosialurin Síða 3
Maskinan sum
skal arbeiða
uttan studning * í
Kann gera, at svartkjafturin sleppur und-
an studningi
Norðmenn og sviar hava útviklað eina nýggja
skeri- og farslinju, sum kann nýtast á virkjum á
landi og umborð á verksmiðjutrolarum. Maskinan
kann fáa kollveltandi týdning fyri okkara fiski-
vinnu, heldur Tórmóður Dahl, verkfrødingur.
Maskinan er automatisk og hevur óvanliga
stóra orku. Við henni spara vit 3-4 fólk pr. linju,
umframt at maskinan kann arbeiða nógv fleiri
fiskar og nógv fleiri fiskasteddir enn verandi
maskinur á t. d. Bakkafrost og umborð á Giljanesi
og Reynsatindi.
Tórmóður Dahl heldur, at feroyingar við hesi
maskinuni kunnu sleppa undan at stuðla svart-
kjaftaveiðu og -viðgerð. Harafturímóti
kann
henda vinnan nú fara at geva eitt nettoyvirskot.
Tíðindablaðið Sosialurin hevur tosað við Tór-
móð Dahl, fráfarandi ídnaðarráðgeva m.a. um
henda spurning.
Tórmóður hevur nýliga sagt seg úr starvinum
sum ídnaðarráðgevi og er nú í ferð við at byrja fyri
seg sjálvan.
Vit spurdu Tórmóð,
sum hevur starvast sum
idnadarrådgevi sidani
1972, hbi hann nu er givin
á Ídnaðarstovuni. Til tað
sigur hann, at hann er
vorðin so mikið gamal, at
skal hann nakrantid hava
møguleikan at byrja fyri
seg sjlvan, so má tað vera
nú ella ongantíð.
Ringt at arbeiða
Hann dylur tó ikki fyri, at
tað hevur verið strævið og
trupult at arbeiða sum
idnadarrådgevi. Verri enn
so alti3 hava verið ar-
beiðslíkindi, tí játtandi
myndugleikarnir hava
skorið so nógv niður á
játtanina til Idnadarstov-
una. Hetta hevur so havt
við sær, at Tórmóður bert
hevur havt eitt ella hálvt-
annað fólk aftrat sær, og
tá hugsað verður um tann
stóra áhuga millum føroy-
ingar at fara í gongd við
nýggj dnadarprojekt, so
hevur ikki altíð verið líka
lætt.
Tórmóður vísir á, at tá
hann kom til Feroya í
1972 vóru umleið 250 idn-
aðarvirki og tænastufyri-
tekur í landinum. Nú
Tórmóður Dahl, sum nú fer at arbeiða fyri seg sjálvan
hann leggur frá sær, er
talið omanfyri 750.
Tórmóður vísir á, at nú
hann skal arbeiða óheftur,
hevur hann betri ræsir at
arbeiða við teimum pro-
jektum, sum hann sjálvur
heldur hava ein megu-
leika.
Kortini heldur hann, at
vit í dag hava mong virki,
ið skulu stuðlast við ráð-
geving. Tað eru m.a.
virki, sum eiga at út-
byggja og nútímansgera
sínar framleiðslur. So her
verður ein hópur at tríva í,
heldur fráfarandi idnadar-
ráðgevin.
Nógvir møguleikar
Tórmóður Dahl heldur, at
foroyska samfelagið eigur
nógvar meguleikar í fram-
tíðini. Ikki minst tá talan
er um fiskivinnu á landi og
sjógvi. Hann vísir til m.a.
tað arbeiði, sum nú er í
gongd við at gera surimi-
verur, ið jú er nakað
rættiliga nýtt her vestan-
fyri. Sjálvur metir hann,
at vit í dag eru við at fáa
týðandi know how á hes-
um eki, sum aðrir enn ikki
hava, men sum teir royna
at fáa.
Sjálvur hevur hann
fingið fyrispurningar úr
Írlandi. Teir ynskja hjálp
frá føroyingum til at fram-
leiða surimi 0.1. verur við.
— Men eg veit ikki,
hvussu rætt tað er at
hjálpa ødrum nú, heldur
enn at fáa fleiri virki í
gongd í Feroyum av tí
slagnum, leggur Tórmóð-
ur aftrat. Men hann dylir
ikki fyri, at eisini írar
hava góðar møguleikar, tå
tað snýr seg um surimi-
framleiðslu, tí teir eins og
vit hava týðandi ráveruna
í svartkjaftinum.
Skifta okkara
maskinur út
Tórmóður heldur tað ann-
ars vera stórt spell, at før-
oyingar ikki hava fylgt
betri við á teknologiska
ekinum, m.a. tá tað snýr
seg um tær rettu maskin-
urnar til at viðgera fisk
við.
Hann vísir her til tær
royndir, sum Ídnaðar-
stovan o.a. tóku stig til
fyri tveimum árum síðani.
Tá leigaðu teir eina proto-
AA
Soleiðis fer viðgerðin fram í nýggju linjuni
typu úr Noregi, eina
maskinu, sum norðmenn
høvdu útviklað saman við
japanarum. Henda mask-
inan er til farsframleiðslu.
Hon brúkar heilt annan
framgangshátt enn tær,
foroyingar hava í dag,
nevniliga Baader.
Hetta er ein sonevnd
orienterandi skeri- og fars-
maskina, sum nú verður
marknadarførd í Europa
av einum norsk-svenskum
felag, og longu nú eru 50 á
marknaðinum.
Maskinan er rættiliga
kollveltandi, tí hon gevur
bæði sterri úrteku og
kann taka ymsar steddir
av fiski. Eftir ynski sker
hon so eisini vanlig fløk
ella butterflyfløk.
Medan vit i dag bert
kunnu koyra 3 åra gamlan
svartkjaft igjøgnum
Baadermaskinurnar å
Bakkafrost, Giljanesi og
Reynsatindi, kann henda
maskinan taka heilt små-
an svartkjaft eisini. Hon
hevur eina framleiðslu-
orku uppá 270 fiskar í
minuttin.
Tann eina og sama
maskinan kann so brúkast
til at taka úr 25 fiskum pr.
kilo upp í 2 fiskar pr. kilo.
Hon kann taka so smáan
fisk sum hvítingsbróður,
um tað skal vera.
Ein annar fyrimunur er,
at hon er automatisk.
Íleggingin fer fram auto-
matiskt, soleiðis at tað
bert skal eitt fólk til at
hava eftirlit við maskin-
uni. Í dag skulu upp til
4-5 fólk vera við hverja
linju av Baaderslagnum,
har tað skal leggjast í við
hond
— Eg rokni við, at bæði
Giljanes og Reynstindur
mugu skifta linjurnar út
við hetta slagið, skulu teir
klára at skera tann lítla
svartkjaftin. Sama er
galdandi fyri Bakkafrost.
Maskinan kann eisini
“528
skera gulllaks, sum í
framtidini helst verður av
stórum týdningi fyri før-
oyska fiskivinnu.
Eingin maskina er enn
komin til Feroya, men eitt
Framhald á síðu 11
Tórmóður Dahl, verkfreðingur:
Sleppið stóru
vatnorkuætlanini —
og leggið el-
kaðal til Islands
Soleiðis at vit í framtíðini eisini kunnu koyra allar okkara vind-
myllur inn á netið og selja orku til aðrar
Í dag koma 135 íslendskir
orkufreðingar til Feroya.
Teir skulu hava fund á
Hotel Føroyum og ferðast
ymsastaðni. Teir hava
valt at koma til Feroya at
halda árliga fund sín.
Í tí sambandinum hava
teir biðið Tórmóð Dahl,
verkfreðing um at halda
fyrilestur um vinnu og
orku. Hann verður sunnu-
morgunin.
Vit hava spurt Tórmóð
Dahl, hverja viðmerking
hann hevur til seinastu
frágreiðingarnar um SEV -
útbyggingina í Eystur-
oynni, nú hann er ein
teirra, sum hevur verið
ímóti hesi útbygging.
Hann sigur, at vit nú
enn einaferð hava fingið
prógv fyri, at ráðgevandi
arbeiðið hjá H&S er ikki
tað pappír vert, sum tað
er skrivað á. Nú eigur
SEV at krevja tær 8-10
mill. kr., sum tað hevur
latið danska felagnum fyri
eitt ónýtiligt arbeiði, aft-
ur.
Tórmóður, sum í letuni
er við at hyggja igjøgnum
tað drúgva tilfar, sum
fram er komið í seinast-
uni, ætlar sær at gera
fleiri viðmerkingar í kom-
andi viku.
Men hann heldur tað nú
vera rætt at taka spurn-
ingin um el-kaðal millum
Feroya og Íslands upp-
aftur. Ti hetta verður
framtíðar loysnin, sum fer
at geva mest og kosta
minst fyri samfelagið
uppá longri sikt. Hann
vísir á, at vit tá kunnu
seta allar okkara vind-
myllur inn á netið og tá
eisini útflyta orku. Tað er
eingin trupulleiki í dag at
grava kaðal niður á hav-
botninum. Slíkur kaðal er
nú lagdur millum Skot-
land og Orkneyoyggjarnar
og skal nú leggjast til
Hetlands eisini. So nú
man túrurin fara at koma
til okkara, heldur verk-
freðingurin, sum í morgin
skal halda fyrilestur fyri
130 islendskum orkufrød-
ingum og tå helst fer at
nema við hesar spurning-
ar.
Jan