leygardagur 15. september 1984síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 108 — 15. september 1984
Knúta- og Ellingsgaardnavnið
i Føroyum og fyrsta
búsetingin í Skálabotni
Viggo Dalsgaard skrivar
Meðan Jacob Hveding var legmaður
í Feroyum, tað var frá 1770 til 1786,
varð, fyri at royna at beta um jarð-
arbrúkið, ein norðmaður, sum æt
Knútur Olsen Ellingsgaard, fingin
at koma á legmansgarðin á Steig,
fyri at læra føroyingar at pløga.
Ikki gekst væl við hesum. Tað
kann vera, at maðurin hevur verið
óheppin, men tað hevur óivað verið
ómetaliga stríggið hjá honum. Ross-
ini hava verið óvand og ússalig, og
plógvini tá í tíðini hava vist verið
ógvuliga klombrut og tung. Men
stersti bágin man hava verið óviljin
hjá føroyingum móti Bellum
nýggjum, vanafestan var so ómeta-
liga sterk, her skuldi einki broytast.
Soleiðis var hugsanin.
Í september mánað 1775 vitnaðu
menn, um úrslitið hjá hesum norð-
manni, og teir lata allir syndarliga
at.
Andras Jacobsen, sýslumaður í
Vágum, og fleiri við honum siga:
>Tað er ein óryggiligur sannleiki, ið
altíð kann prógvast, at akurin á log-
mansgarðinum í ár, ikki er sterri í
vídd, enn millum triðing og helvt av
ti, ið undanfarni legmaður var vanur
at hava, og tó minnast vit ikki meira
tød verða brúkt enn í ár. — Eftir
okkara metan, vil tað óivað spyrj-
ast, at byggkornið verður neyvan
tað, ið vant var at koma til heystar,
velt við haka, og rugin sæst einki
til.«
Her sæst, at teir hava roynt at
velt rug eisini, og hann hevur sjålv-
andi miseydnast.
Allir teir stóru vóru á gosi móti
hesum nýggja. Teimum nýttust tað
heldur ikki, tí húskallar og arbeiðs-
konur trutu ikki, fyri so gott sum
onga løn.
Ætlanin var nokk at hesin Knútur
Olsen Ellingsgaard, skuldi bara
vera her í Feroyum eina tíð, men
hann varð verandi her. — Hann sekt
eftir tveimum merkum av kongi á
Eiði, men har kom klutur í, so hann
varð at festa bara aðra merkina.
Frá honum munnu Ellingsgaard-
arnir á Eiði vera komnir. Og summir
av ættini kallast nú Knudsen til
eftirnavn, búsitandi aðrastaðni.
Mær er sagt, at fyrst maður, ið
settist niður á Skálabotni, skuldi
eita Knútur. — Eftir tí sum Anton
Degn sigur, var ein merk innan-
garðs í Skálabotni tikin av einum
garði á Skála í 1628. Maðurin, ið
festi hesa innangarðsmerk æt
Jógvan Heinason.
Í 1631, trý ár eftir hetta, er festið
farið niður i hálvmerk í Skålabotni,
og tá er hann, ið situr við hesum,
Poul Jacobsen. Eftir hann kemur
Her eru vit í Skálabotni
Dánjal Olsen í 1640. So kemur Poul
Joensen Øre í 1679. Sonarson hans-
ara vid sama nevni festi i 1736. I
1804 situr ein, ið nevnist Jacob
Larsen vid hålvmørkini. Eftir hann
kemur Pætur Hansen, yngri i 1836.
Seinasti maður, ið Anton Degn
nevnir, er Hans Andreas Petersen,
hann festi 3. november 1886.
Síða 13
Tað sigst, at tann hálva merkin
skuldi vera tikin av fyrsta mann-
inum í Skálabotni av ósemju millum
grannar. — Getumenn.
Hetta er trúligt, og hetta má vera
hent um 1631, men maðurin, ið fest
hevur man neyvan hava itið Knútur.
Í hvussu er, æt hann, ið fyrst festi,
Jógvan Heinason. Hesin Jógvan
verður av við merkina í 1631, og
næsti maður fær bara eina hálva
merk.
Tað merkiliga sigst vera, at eingin
veit, hvat, ið varð av hinari hálv-
merkini, hon er burtur farin í
stóra pott.
Viggo Dalsgaard
Sólbjorn Jacobsen, telefon verksstjóri u m 0059:
itt 0059
— alt sum tað er. Ti nýtist okkum als ikki slíkar telefonir, har
fólk kunnu leita sær samband við onnur menniskju.
skrivað um 0059, at tele-
Ungfólk vistu um 0059
linjuna í Danmark,
áðrenn tað kom fram í
donsku bloðunum.
Onkur hevur eisini
roynt seg úr Foroyum.
Nú hevur KTAS kortini
viðgingið, at felagið
ikki kann góðtaka, at
fólk fáa rokningar til
stoddar fleiri túsund
krónur um mánaðin fyri
hesa tænastu, og tí
verður bert møguligt at
ringja 0059 í høvuds-
stadsøkinum
Í seinastuni hevur verið
skrivað nógv um telefon-
nummaridi Danmark 0059
har fólk kunnu ringja, um
tey ynskja onkran at tosa
við.
Tað er telefonfelagið
KTAS sum hevur stovnað
opnu linjuna, har fleiri
fólk kunnu tosa í telefon í
senn.
Snarar tú 0059, kemur
tú inn á eina linju, har tú
kanst hoyra fólk tosa. Tú
kanst eisini tosa , ella bert
lurta við.
Fyri fáum vikum síðani
kom fram, at foreldur í
Danmark vóru um at fara
á húsagang, tí bernini
ringdu 0059 í tíð og ótíð.
Hetta fór fram meðan for-
eldrini vóru í útiarbeiði,
og sostatt vistu tey einki
fyrr enn telefonrokningar-
nar byrjaðu at koma inn,
sum vóru í stedd fleiri
túsund krónur um mánað-
in.
Foreldrini gjørdu vart
við vansan av slíkum tele-
fonsambandi, men KTAS
vildi einki gera til tess at
steðga telefonóskilinum.
Felagið segði, at fólk
noyddust sjálv at uppala
bernini at nýta telefon.
Tað var ikki uppgáva tele-
fonfelagsins.
Nú hevur verið so mikið
fonsambandið er avmark-
að soleiðis, at fólk íkki
kunnu ringja langvegis
Tað vil siga, at Fyn og
Jútland hevur stongt fyri
linjuni, ella bert hevur
opið eitt ávíst tíðarskeið í
samdegrinum.
Demi um 0059 hevur í
Danmark víst, at nógv
fólk og bern eru ógvuliga
einsamøll, og tí ikki hava
aðrar meguleikar at tosa
við onnur, uttan so tey
nýta 0059. Á henda hátt
verður samband knytt
millum telefonfelagar,
sum ongantíð hava hitt
hvenn annan
Sosialurin spurdi Sól
bjørn Jacobsen, telefon
verkstjóra, um ein slík
linja hevði verið nytilig í
Feroyum, ella um tað var
brúk fyri tí
— Alt Føroya land er at
kalla 0059, sigur Sólbjerr
Jacobsen, fólk her
landi nýta telefon nóg
meira enn í øårum lon«
um. Tað kemur helst a
at ell kenna hvenn annar
g ti eru tey ongantíð
einsam« v ikki ha
onkran at ringja til Ok
m nýtis gjørt ik
slíka telefon. Eftir telu
im, hvussu nógv londin
Europa nýta telefon sæst
at vit liggja á triðja pláss
mum, og at vit tosa tvæ
ella triggjar ferðir meira
telefon enn t Danmark
Kortini gjalda vit 20
meira í avgjald fyri hes
tænastu. Í Noregi t..
kostar tað dupult so nóg
at ringja sum í føroyum
Ein serútgerð hjá
KTAS ger tað meguligt at
hava 0059 telefon.