Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 1984síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

IR , Síða 4 tíðindablaðið B | s É | | | | i | ] Nr. 109 — 18. september 1984 IF — Fram, 2. deild: 0—0: Try leikumfør og fyra stig mist “ ÍF, ið hevur staðið seg avbera væl at kalla alt kappingarárið, er í lotuni í leikligum aldudali. Einki kemur burturúr, sjálut um liðið hevur yvirvág í leiki. Í trimum teim- um seinastu leikumførunum hava fuglfirð- ingar »mist« fýra stig, og kann hetta møguliga elva til, at teir flyta ikki upp i 1. deild Tað er eins og tað er komin steðgur í hjá ÍF. Fyri bert trimum leikum- forum síðani lógu fuglfirð- ingar trygt á odda við trimum stigum fleiri enn Royn, ið lá á næsta sæti, Semifinalur Seinna semifinalan millum MB og HB í dreingjadeildini varð leikt í Miðvági leyg- ardagin. HB vann hendan dystin við 4 málum móti 3 og koma teir sostatt í finaluna, tí fyrra dystin, sum varð leiktur í Havn vunnu teir 3—0. Í piltadeildini royndi MB at koma víðari í finaluna, men heldur ikki hjá teim- um eydnaðist tað. MB hevði vitjan av Royn, og Royn vann dystin 3—1. Fyrra semifinaludystin vann Royn 4—0, so tað vera teir, ið halda fram í finaluni og roknaðu flest øll við at ÍF longu tá hevði tryggjað sær uppflytingina til 1. deild. Men so hendi tað, ið hevði við sær at, at að nú er heldur ivasamt við upp- flytingini. ÍF skuldi spæla tríggjar dystir móti liðum úr nið- aru hálvu av stigatalvuni. Fyrst móti Sumba á heim- avelli, og her eydnaðist bert fuglfirðingunum, við tógvi stríð; at tryggjað sær javnleik. Her fór so fyrsta stigið. Síðani skuldi ÍF hitta SÍF á útivelli og her hendi tað, ið fáur hevði roknað við. SÍF rætt og slætt »smurdi« oddaliðið av. Stórtap og enn tvey stig mist. Leygardagin var tað so botnliðið, Framm, ið kom á vitjan í Fuglafirði. Dysturin var sera týdn- ingarmikil fyri bæði liðini. Fyri ÍF tí at teir við einum sigri vildu tryggjað sær eina leiðslu upp á eitt stig áðrenn teir hittu hvalbing- ar i seinasta torføra og av- gerandi dystinum å grasi- num í Hvalba og ti teir við bert at greiða javnleik kundu tryggjað sær upp- flyting. Fyri Fram var dysturin týdningarmikil í teirra stríðið fyri at sleppa undan niðurflyting til 3. deild. Fram stóð seg illa í várhálvuni, men í heyst- hálvuni er meira skil kom- ið á spælið og Fram hevði framvegis vón um at sleppa undan niðurflyting. At dysturin var so týdningarmikil hevði meguliga við sær, at spælið ikki varð av tí besta. Ov nógv stóð uppá spæl og leikurin tókstist tí í løtum heldur nervøsur. Fram hevði betri byrj- anina, men sum hálvleik- urin leið kom,IF meira við í spælið og seinna helming av fyrra hálvleiki lá bólt- urin at kalla alla tíðina á Fram-hálvuni. Hvergum av liðunum eydnaðist tó at fáa veruligt spæl í lag og hvergum eydnaðist at fáa bóltin í netið hjá mót- stødumonnunum. I seinna hålvleiki var tað eisini IF, ið hevði sterra lutin í leiki og trýstu fuglfirðingar spæl- * ið oman á Fram-hálvuna. Hóast fuglfirðingar høvdu meginpartin av spælinum, so eydnaðist teimum ikki at fáa bóltin í netið og í hinum endanum av vølli- num hevði Ove Joensen ongar trupulleikar at bjarga teimum fáu Fram- royndunum í seinna hálv- leiki. Hóast IF trýsti ófert á málið hjá Jógvan av Kák, so kom alt ov lítið burtur- úr hesum. Tíverri fyri fuglfirðingar sær út sum um framherjurnir, ið ann- ars hava verið sera mál- sóknir alt kappingarárið, í hesum dysti vóru ávirkað- ir av úrslitunum móti Sumba og SÍF. Javnleik- ur 0-0 varð úrslitið. So- statt hevur ÍF í trimum teimum seinastu dystun- um mist fýra stig, fýra týdningarmikil stig, ti hevdu fuglfirðingar tryggjað sær oll hesi stig, so kundu teir næsta leyg- ardag farið á vellin í Hvalba vísir í at tað vóru ter, ið vóru vinnarar av 2. deild, hvussu dysturin móti Royn so enn endaði. Nú verður uttan iva trupl- ari hjá IF at klára seg i Hvalba, tí nú er ikki nóg mikið hjá IF at spæla javnleik. Liðini eru jovn í stigum, men Royn hevur munandi betri málúrteku. Hetta vil siga, at tað verða hvalbingar, ið vinna 2. deild, um dysturin endar við javnleiki. Sostatt skulu fuglfirð- ingar vinna dystin í Hval- ba — og hetta kann gerast torført. Tað er langt síðani at Royn hevur tapt lands- kappingardyst á egnum grasi og við tí spæli, sum ÍF sýndi móti Fram leyg- ardagin, kann tað gerast trupult »bert« at greiða javnleik. Tað munar jú einki at hava sterra lutin í leiki og so ikki fáa bóltin í netið. Fram fekk eitt kærkom- ið stig í dystinum í Fugla- firði og livir vónin um at varðveita sessin í 2. deild framvegis, men Fram'ar- arnir kunnu ikki avgera hetta einsamallir. Teir mugu vinna dyst sín, samstundis sum SÍ skal tapa sín. Fram fær ikki nýtt vanliga lið sítt í sein- asta dystinum av tí, at sterki veriileikarin Eyd- finn Hansen fekk gula kort sitt i dystinum móti ÍF og tí hevur leikbann í ein dag. Trupult verður hjá Fram. Framhald av síðu 2 rokningarprísirnar frá 9. til 22. september, hava flakavirkini ráð til at gjalda kr. 2,05 pr. kg. fyri A upsa og kr. 0,82 fyri B upsa. Skuldu tey gjalda kr. 2,05 fyri stórar nøgdir, sum teir bert fåa 82 oyru burtur úr, tå verður heilt givið talan um tap. So er aftur spurningurin hver feilurin er, og her hevur eingin enn kunnað prógvað nakað. Feilurin kann sjálvsagt vera um- borð, og at tað er verri góðska, sum skipini koma inn við. Men her hava vit jú vrakarastovnin, sum góðskumetir fiskin á bryggjukantinum. Sein- astu tel eg havi fingið, er fyri tíðarskeiðið 29/7 til 11/8. Tá var b-parturin av upsanum 18%. Hetta er nakað meira enn niðal fyri 1983, sum var 13%. Men summarlýðkan ger væl sítt. Vit mugu eisini hava í huganum, at vrakingin er munandi strammað í mun til í fjør, og fyri 1. hálvar hevur verið rættiliga gott samsvar millum vrkaing og framleiðslu. Taka vit telini fyri juli og august, síggja vit, at tað er als einki samsvar millum vraking og fram- leiðslu. Orsøkin kann sjálvsagt vera tann, at vrakarastovnurin knapp- liga missir alt temarhald á góðskumetingini, hóast tað ljóðar lítið trúligt. X) Ein onnur orsek kann eis- ini vera, at frá tí, upsin verður landaður og til hann er vorðin virkaður, er hann broyttur frá at vera A góðska og til at vera B góðska. Tað finst einki prógv fyri hesum nevndu møgu- leikum, og tí ber ikki til at siga nakað fyri vist. Men vit vita so og síggja, at flakavirkini hava mist tamarhaldið á steðuni, og úrslitið er har eftir. Hetta skuldi íkki kunnað komið fyri. Eitt so stórt frávik millum vraking og framleiðslu skuldi verið konstaterað nógv fyrr, soleiðis at meguleiki varð fyri at taka neyðug stig. Eitt vita vit í hvussu er: Upsi er okkara týdning- armesta rávera, sum vit hava skyuldu at fara væl um. Og tað kann ongantíð forsvarast, at vit koma í eina steðu, har sterri parturin av okkara týdn- ingarmesta fiskaslag fer til eina B-framleiðslu, sum ikki kann geva so frægt sum eina krónu í avrokn- ingarprísi. Tað er sanniliga ikki nóg mikið, at vit fáa stór tonsatel uppá land. Vit skulu fáa mest meguligt burtur úr hesum tonsum. Og skulu vit velja millum nógv tons og vánaliga góðsku og heldur færri tons og betri góðsku, hava vit skyldu til at velja tað seinna. Óli Jacobsen X) Tað vildi nú verið merkiligt, um vrakara- stovnurin kann vraka rætt í februar, mars, apríl, mai, juni og so knappliga einki skil er í í juli og august í Fi i