Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 109 — 18. september 1984 tíðindablaðið |s0sialur' n Síða 5 S rgiligur eittársdagur: Tryss ton- leikarar ennå gøtuni — Jazzfelagid hevur ikki funnið annað hæli fyri Perluna. Virkið og vaksandi musikkliv oyðilagt. Naivt at líta á býráðið, heldur nevndin í Jazzfelagnum. Í gjár, 17. september, var liðið eitt ár, síðani Perlan varð brotin niður. Í gjár var eitt ár, síðani Havnar Jazzfelag bleiv húsvilt. Eini 20 orkestur við tilsamans 60 tónleik- arum eru nú á veg inn í annað árið við ongum stað at spæla. Hetta eru tey orkestur, sum vandu og spældu í Perluni. Orkestur, sum spæla jazz, rokk, blues og fólkatónleik. Jazzfelagið hevði Ferluna í trý ár og har hendi nakað. Í 1981 til demis vóru 130 tiltek í hesum gamla húsi í Vágs- botni. Men alt hetta virksemið fekk bráðan enda sept- emberleygardagin i fjør, tå ein Brøyt gjørdi av vid Perluna. Hóast býráðið hevði lovað Jazzfelagnum í hvussu so er at hjálpa tí við at finna annað heli, so er felagið enn á gøtuni. — Poul Michelsen segði altíð, at hann viðurkendi arbeiðið hjá Jazzfelagnum og, at tað mátti ikki henda, felagið bleiv slept upp á fjall. Men sannleikin er tann, at vit hava verið uppi á fjalli nú í eitt ár og vænta at vera har eitt ár afturat, segdu nevndarlimir Havnar Jazzfelags á tíð- indafundi leygardagin um Nevndin í Jazzfelagnum er samd við býráðnum um, at Perlan var í vánaligum standi og neyvan nýtilig. Men hon var so frægari enn onki. Har var eitt stórt virksemi, sum onga innivist hevur havt í eitt ár og neyvan f »r nakra enn á sinni. Í 1977 vóru einir tíggju tónleikarar, sum spældu í Jazzfelagnum. 17. september í 1983, tá Perlan fall, vóru teir umleið 60. steðu felagsins. Mist vónina Býráðið hevur samtykt at leiga Jazzfelagnum, Fólkatónleikarafelagnum og Jazztónleikarafelagn- um kjallaran í húsi komm- ununnar á horninum Yviri við Strond/Dj. i Geils- gøtu. Men onki rekist fyri, at feløgini kunna flyta inn. Fyri einum mánað síðani boðsendi bý- ráðsformaðurin felogun- um á fund. Har bleiv sam- tykt, at býráðið skal gera uppskot um reglugerð fyri kjallaran og Sigurð Joen- sen uppskot til leigusátt- mála. Hverki er komið. Nevndin í Jazzfelagnum hevur varhugan av, at fundurin, sum var beint fyri jazz,-, fólka- og blues- stevnuna, bert bleiv hildin fyri at teir útlendsku jornalistar, sum komu á stevnuna, kundu fáa at vita, at nú fór nakað at henda viðvíkjandi um- stødunum hjá rytmiska tónleikinum í Tórshavn. — Vit eru um at missa vónina um at fáa helið. Ti nú nærkast valið og vit hava fingið at vita frá onkrum í býráðnum, at verður málið ikki avgreitt í góðari tíð fyri valið, so spyrst onki burturúr, siga nevndarlimirnir í Jazzfel- agnum, sum nú spyrja seg sjálvi, hví tey hava verið so naiv at litið á lyftini hjá býráðnum. Ætlanin hevur verið, at tey trý tónlistafelogini skuldu lata eina sym- bolska leigu fyri kjallaran. Men tey skuldu sjálv figgja innrættingina. Ein arkitektur hjá býráðnum metir, at hon fer at kosta 500.000 — 600.000 kr. Leggja stilt Steðan hjá Jazzfelagnum er í letuni so vónleys, at nevndin hevur avgjert at boða til eykaaðalfundar í næsta mánað og har skjóta upp, at felagið verður lagt stilt, meðan nevndin roynir at finna útvegir. Limatalið, sum í teim- um góðu árunum í Perluni kom heilt upp á 800, er nú niðri á 100. — Fólk vilja sjálvandi ikki gjalda limagjaldið, tá felagið ikki skipar fyri nekrum. Men vit kunna ikki hava fleiri tiltøk, ti so veksur undirskotið bara, sigur nevndin. hd Hjalgrim Wintheri Foroya rætti: — Eg skuldi ikki havt sagt hatta um Tormóð ! Hjalgrím Winther, fyrr- verandi stjóri í SEV, mis- tók seg, tá hann í roynd- um sínum at tryggja, at Klæmint Weihe bleiv eftir- maður hansara, brúkti ivasamar upplýsingar um ein annan umsøkjara til stjórastarvið, Tórmóð Dahl. Hetta hendi á umboðs- nevndarfundi hjá SEV í juni í fjer. Fundurin skuldi taka steðu til umsóknirnar um stjóra- starvið. Hóast fundurin var fyri afturlætnum hurðum, so frættist at Hjalgrím Winther skuldi hava sagt, at Tormóður Dahl noyddist at rýma úr starvi sínum hjá IS Lofot Kraft, tí hann har var komin sær uppí so nógvar trupulleikar og sakarmál. Tormóður Dahl stevndi Hjalgrimi Winther fyri ærumeiding. Málið var fyri í Feroya rætti í gjár og endaði við semju. Hjal- grím Winther tók orðini aftur og harmaðist um at hava sagt tey. Tær negativu upplýs- ingarnar hevði Hjalgrimur Winther frá telefonsamrødu vid ein fyrrverand yvirmann hjå Tormóði Dahl í Noregi, Gunnari Vatten. Í semjuni, gjørd varð i gjår, stendur, at Hjalgrim Winther må hava misskilt Gunnar Vatten. Rætturin avgjørdi, at Hjalgrim Winther skal gjalda Tormóði Dahl 1.000 kr. í sakarmáls- kostnaði. Hinvegin verður onki endurgjald, soleiðis sum kravt varð í stevningini. Sorinskrivarin segði í viðmerkingum sínum til málið, at sjálvandi noyðist ein, tá ein sekir um starv, at tola, at umsóknin verður viðgjerd. Men tað er ikki mein- ingin, at ein skal koma í ringt orð av hesum, segði sorinskrivarin, sum legði dent á, at í einari semju mátti ikki setast nakar fingur á Tormóð Dahl. Eitt ár Hjalgrím duldi ikki, at hann heldur vildi hava Klæmint Weihe enn Tormóð Dahl sum eftir- mann. Umsóknin hjá Tormóði var »exellent«, men enda- målid hjå honum var at kollvelta felagid. Tad er stórur munur á føroyskari og norskari fyrisiting. Vit gera sum danir, greiddi fyrrverandi SEVstjørin rættinum frá. Tormóður Dahl váttaði partvíst, tá hann upplýsti, at hann ætlaði sær aftur á ídnaðarstovuna eftir einum ári sum SEVstjóri, eydnaðist sær ikki hetta eina árið at fáa skil á org- anisatiónina hjá SEV. Tormóður Dahl segði, at hann ikki var so heitur fyri stjórastarvinum. Men Páll Mikkelsen (verkfrød- ingur hjá SEV, blm.) bað hann sekja, Páll Mikkel- sen visti, at Tormóður Dahl fór ikki at fáa starv- ið. Hann visti, hvussu nógvar atkveður, hver umsekjari fór at fáa, greiddi Tormóður Dahl frá. Urslitid av atkveðu- greidsluni å umboðs- nevndarfundinum visti, at Páll Mikkelsen metti rætt Klæmint Weihe fekk 49, Torm6dur Dahl 12 og Petur í Króki 8 atkvødur hd