Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Argjavegur 26 Postsmoga 76, 3800 Tórshavn telefon 11820 Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Folkaflokkur- in alla åbyrgd- ina av sorgar- leikinum Hvør enn endin verdur å ti sokall- ada siglingarmålinum, so eigur tað ongantíð at verða gloymt, hvor flokkur tað er, id hevur skuldina og ábyrgdina av, at alt kom so skeivt fyri. Siglingarmálið byrjaði sum eitt gott mál — eitt al- ment tiltak, sum allir landsmenn áttu at fegnast um. VIT FINGU EINA VINNU, sum var væl rikin og væl røkt frá fyrsta degi av. Øll, sum vid hesa vinnu høvdu at gera, løgdu alla orku og øll evni i hetta eina: tad skuldi eydnast. Og tad eydnadist i fyrsta umfari. Smyril gjørdist eitt fyri- myndarligt skip og Strandferðsl- an ein fyrimyndarlig fyritøka. Øll tey mongu, sum starvadust innan hesa fyritøka á sjógvi eins væl og á landi prógvaðu væl og virðiliga, at ein almenn fyritøka kann rigga so nógv betur enn nøkur tilsvar- andi privatfyritøka, bert henni gevast umstødur. SO VÆL GEKST, at annað og stórri far mátti útvegast fyri Smyril, um millumlanda ferða- fólkaflutningurin skuldi eydnast og mennast. Tá gjørdist sjálvandi ovboðið hjá fólkaflokkinum. Hesin flokkur, sum hatar alt al- ment uttan »landskassar við slangum«, fór til mótálop: fyrsti partur av sorgarleikinum »Lassa- målid« varð leiktur við fólkafloks- ins tingmonnum á palli og við nøkrum reiðarum sum leik- stjórum. Tá fekk siglingarmálið sítt fyrsta bakbrot! SÍÐAN VARÐ ROYNT aftur, men tað heilt rætta skipið var og bleiv Lasse, og hann var farin. Vetrar- siglingin, sum veruliga, hóast Smyril ikki var rætta skipið, hóast teir fótonglar, sum fólkafloks- menn burtur og heima løgdu fyri hetta tiltak, var í góðari menning, tá hon var slaktað av borgarligu samgonguni. MEN SMYRIL OG STRAND- FERÐSLAN og allramest starvs- fólkið umborð og í landi høvdu slóað — høvdu vist og prógvað, at her var ein risamarknaður og veldugir møguleikar fyri arbeids- plássum. Tí raknaðu nakrir privatir við. Teir flestu av hesum vóru menn við góðum skili upp á sigling og menn við áræði. Teir komu til tingið. Har var javnaðar flokkurin sjálvsagt til reiðar at fáa sett á stovn eitt felag. sum hevði møguleikar at yvirliva. Tað kundi bert vera eitt felag við í minsta lagi 50% almennum partapeningi. MEN FOLKAFLOKKURIN sum »koyrdi« hetta málið i tinginum, segði nei takk, hinir gomlu. Nú er slutt við almennum fyritakssemi í siglingarmálinum. Nú skal tað við krystallklárum prógvum vísast, at har tað almenna hevur gjørt tað gott, kunnu privatir gera tað upp- aftur betur! Tað almenna skuldi haldast niðan fyri 20% í parta- peningi, so tað bert veðhelt og onga ávirkan hevði. Ávirkanin kom at vera hjá nøkrum fáum privatum. Tað almenna, tann stóra fjøldin av småpartaeigarum og ikki minst øll tey innan Strand- ferðsluna, sum høvdu bygt upp, vóru sett uttanfyri alla ávirkan. Urslitid gjørdist hareftir: ein bú- skaparligur og vinnuligur sorgar- leikur, sum fólkaflokkurin einsa- mallur hevur ábyrgdina av! Tað var ein høgur prísur landskassi og partaeigarar máttu gjalda fyri privatiseringsævintýr fólkafloks- ins! Fólkaflokkurin vildi steðga Strandferðsluni fyri einhvønn pris — Tað almenna mátti ikki sleppa at prógva at tað dugdi — enntá betur enn privatir. Tí fall Lasse, tí fall vetrarsiglingin, tí sprongdi hann landsstýrið í 1980 og tí fingu vit tað modell fyri Norrønu, sum nú er rapað sum eitt korthús. Fólkaflokkurin fekk sína hevnd yvir Strandferðsluna og yvir tey, sum høvdu bygt alt upp. MEN DYRGOLDIN hevndin okkum øllum ! gjørdist Nr. 110 — 20. september 1984 Ein rættleiding og iskoyti til grein um Aftan á at eg í seinastu viku hevði grein her i Sosi- alinum. um gamla hand- ilshúsið á Tjørn í Vági, sum nú er burtur, ringdi Heri Hjelm til mín, tað er hann. sum nú byggir á Tjørn. har handilin stóð. og av prátinum skilti eg. at eg nokk hevdi gjørt honum órætt við onkrum av ti. sum eg segði í grein- ini. og tað havi eg einki imóti at rætta aftur Hetta byggimál hevur sjálvandi sína sgu, men hon minkar einki um mistak býráðsins, tvert- urimóti. Heri átti sjálvur eitt grundstykki á kajøkinum, men nærri teirru gomlu kajini, har sum hann ætl- aði at byggja. Hann søkti so. í 1978. um byggiloyvi. Men kommunan ekspro- prierar stykki hansara til eitthvert endamál í sam- band við sjálva kajina og åvisir honum annað eki - júst har sum gamli hand- ilin iggur! Men tað ger hann iva- saman, at fara undir at byggja her, tí her liggur jú tað gamla húsið. Og tað er her. eg geri honum órætt við at siga, at hann ongan ans hevði fyri, at tað vóru eini hús av seguligum virði. hann skuldi taka niður. Ti hann tosaði fyrst við ein av ættarmonnum Peturs Hans Dahls, um hetta. Og hesin, Petur Dahl. tosar so aftur við býráðið og kann, sum rimiligt vildi verið. ikki hugsa sær annað, enn at býráðið biður Fornminnis- savnið koma uppi. Men um hetta er gjert. er reiði- liga ivingarsamt, og tó átti býráðið at vita, at sambært galdandi lóg. so skal Fornminnissavnið uppí. tá eini hús eru eitt hundrað ára gomul. Og her var sanniliga orsøk at bodsent Fornminnissavn- inum. Men har kom eingin frå Savninum, og har hendi annars einki, og tå so tidin fyri byggiloyvin- um hjå Hera var vid at ganga undan, so før hann undir at taka husid nidur. Tad er einki uppbyggj- andi i ti at koma vid åkær- um, og tó må tab sigast, at byrådid, frá fyrstani av, hevur skuldina í hesum, nevniliga við at leggja alt hetta øki, líka frá gomlu kajini og út til Polarfrost, av til vinnulig endamál, uttan tað minsta fyrilit fyri. at her lá ikkik bert ein, men triggjar gamlar lonir, og uttan at lýsa nal:ra servitut, við fyriliti fyri teimum gomlu bygn- ingunum, men tvertur- ímóti letur býráðið eitt byggiloyvi, beint har gamli handilin stendur. Men partar av skuldini fyri. at hetta mál (tað kom i oddagrein | Tjørn i Vågi tiverri ongantid so langt, at tad gjørdist nakad al- ment mål0, fekk so dapran enda, kann leggjast ut til fleiri. Tå byarplanurin fyri Vág, ella uppskotið til hann. lá alment frammi fyri 3—4 árum síðan, tá áttu fólk at hava ansað, hvat sum var við at henda við okinum, har Tjern lá. Og kirkjuráðið átti longu tá at hava gjørt vart við seg. Og hvar bleiv Forn- minnissavnið og lands- antikvarurin av? Tit hev- du spart býráðnum fyri at tikið hesa fyrilitarleysu avgerð, um tit vóru har í tokum tíma. Niels Juel Nolsee E. S. Beint áðrenn eg lati hesa grein inn til blaðið, kemur mær í hendi avrit av brævi, sum ein av lærar- unum við Vágs skúla longu í 1967 hevur skrivað til sóknarstýrið, vidvikj- andi handilshúsunum bæði á Tjern og á Lehamri, har tað verður lagt sóknar- stýrinum eina við, serliga hvat Tjernini viðvíkur, at gera ábetur á hana, og at varðveita hana fyri fram- tíðina. Og sum tað sein- asta er komið mær fyri oyrað, at tær báðar gomlu lonirnar, sum eftir standa á Tjørn, eisini skulu burt- ur. Hugleiðingar Undir umrøduri av log- mansrøduni hoyrdi alt Foroya fólk. hvussu ó- samdir samgongumenn hava verið og hvussu samfelagið hevur verið misrekt av teirra ávum. Teir klæddu ikki bert seg sjálvar úr klæðunum, men so sanniliga eisini egnu veljarar teirra, sum í blindum hava sett hesar garpar á ting. Skemtiligt var at hoyra fólkafloksmenninar vålka sær í odygdum sambands- og sjálvstýrismanna. Óli og Svend Åge, báðir av gamla svarta slagnum, fóru ikki við mýkindum. Jógvan Sundstein royndi at vera heldur hóvligur, men ikki so mikið, at nakar kortini fór at ivast um konservativismu hansara. Atalaði, sum rætt var, løgmann fyri 6- kvæmisorðini móti Vil- helm Johannesen. Men tá partamaðurin Óli dróg amerikanskar kvinnur upp í. sum skyldaðu nak- að av skatti, tá talaði hann ikki at — fyrrenn reðarin hevði reinskað hverja gørn. Men skiljandi er, at formanninum líkti Ólasar. Helst átti handa >frum- framførsla« óstortlig sum hon var, at fingið veljarar fólkafloksins at hugsa seg um einaferð enn og valt annan flokk. Langt er frá fólkaflokk- inum til javnadarflokkin, men skal komast úr gorr naggatódnini, so mugu eisini tit fólkafloksfólk velja annan flokk, nevni- liga javnaðarflokkin, so livilíkindi aftur kunnu unnast føroyingum øllum. Vit mugu hava folk å ting, sum virka fyri fjøld- ina alla. Ikki menn, sum beinleiðis mótarbeiða før- oyingum flestum, men bert lívga vinum og kenn- ingum. Terva ikki fólk á ting. sum sína fremstu sek halda vera at vaksa um stættarmunin í hesum samfelag. Farið tit javnaðarfólk tí við treysti í valstríðið, ti eingin kann frægari enn tit greiða Foroya fólki frá politisku vandamálunum og søgan hevur prógvað, at tykkara loysnir altíð vóru tær hollastu. Veljið javnaðarflokkin. Vágbingur