Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 110 — 20. september 1984 Fýra ár við borgarligum styri Ídnaðurin sleptur upp a fjall Har hugsi eg m.a. um alginatvirkið, sum landsstýrið slepti niðurfyri og lorkaði okk- um av hondum, segði Jákup Lindenskov, tingmaður m.a. undir viðgerðini av log- mansreðuni herfyri Undir umreðuni á tingi um løgmans- reðuna á Olavsøku gjørdi Jákup Lindenskov serliga viðmerkingar um stødu okkara sum byggir á heima- stýrisskipanina. Hann vísti á týdningin av, at vit fylgja væl við gongdini í tí broyting- artíð sum er uppi við spurningunum um at leggja um studningsskipanir — og hvussu vandafult tað kann verða fyri feroyska samfelagið at hava eitt politiskt stýri, sum púrasta letur sum einki, tá stats- myndugleikarnir ynskja samráðing- ar um studningsveitingina til Fer- oya. Eisini viðgjerdi Jákup Linden- skov ta tilvildarligu og landsskaði- ligu viðferð, sum ídnaðurin hevur fingið frá borgarliga stýrinum. Naggatern í samráðingum stórt bakkast Sum tann flokkur, ið fult og heilt viðurkennur heimastýrislógina, hev- ur Javnaðarflokkurin brúkt nógva tíð til at greiða veljarunum frá tí sjálvsagda, at vit ganga undir tær treytir henda, um eg so má siga, grundlóg okkara byggir á. Heimastýrisskipanin ber m.a. í sær, at vit altíð kunnu taka upp samráðingar við ríkisstýrið um ajourferingar av viðurskiftum dana og okkara millum. Vit skulu ongantíð vera í teirri stødu, at nakað verður smoygt niðuryvir okkum. Hetta metir javnaðarflokkurin vera av stersta týdningi, tá tvinnar tjóðir skulu vera saman í virðing hver fyri aðrari. Ødrvisi tykist vera við Sambands- flokkinum í núverandi líki. Ti Sam- bandið tvíheldur um, at eingin broyting má fara fram. Sambands- flokkurin er tí ofta tann politiski flokkurin, sum framprovokerar og fastlæsir staður, soleiðis at avgerðir verða tiknar yvir hevdið á okkum og framdar uttan at vit nevnivert verða spurdir. Javnaðarflokkurin metir at hetta ikki kann ganga, um framhaldandi samstarv skal halda. Vit meta, at vit megu taka samráðingarnar upp um spurningarnar, so hvert sum tað er neyðugt. Soleiðis at trupulleikarnir ikki hópa seg saman. Tað er neyðugt um skilagóður politikkur skal vera førdur. Hetta var tað, sum hendi, tá statsministar- iið í 1977 setti nevnd til at koma við áliti um »ændringer i tilskudssyste- met for Færøerne«. Hetta ålit, sum var lagt ur hondum i 1979, hevur sit- andi stýri ongantíð vilja tikið til, realitetsviðgerð. Eitt nevndarálit, sum m.a. sigur, at endamálið er »at der ikke sker væsentlige ændringer af statens totale udgifter til Færøer- ne.«. Tað verður til skaða fyri okkara samfelag, at vit púra nokta at viðgera hetta mál. Og ábyrgdina fyri hesum eigur Sambandið. Sambandið og statsstudningurin I røduni á Olavsøku brúkar løgmad- ur nógv tel, ið mestsum flåkradu i luftini. Tá tað hóvar legmanni, nevnir hann tølini upp á årsbasis. Í oðrum forum fyri 4 áraskeiðið, sum tá hann vil reypa av hvussu stóran studning staturin hevur latið til Feroya, meðan hetta landsstýrið hevur sitið. Hver skal siga, her er kolossalur vøkstur meðan Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Sambands- flokkurin sótu við valdinum. Hetta má vera næst tí tey rópa at manipulera við telum. Legmaður »gloymir« samstundis at siga, at hesi tel ikki stava frá ektum studningi, men er lítið annað enn vanliga prisøkingin. Ti staturin hevur nevniliga slopp- ið sær av við týðandi studningsekir til Feroya, ein avleiðing av steðuni sum Sambandsflokkurin hevur fram- provokerað við ikki at vilja tingast við Statsmyndugleikarnar um fram- tíðar stuðulsskipan til Feroya. Vit kunnu vísa á havnastudning- in, sum er fallin burtur undir hesum landsstýrinum. Studningurin til vinnuskúlarnar er nú í veruleikanum ein blokkstudn- ingur ella um vit vilja, ein kvota, sum staturin letur til Feroya, men ikki ein studningur, sum svarar til ynskini úr Feroyum á hesum eki. Uppaftur er tað nú vorðið heilt greitt, at legmaður hevur brotið prinsippið í sjúkhúslógini um sam- ráðingar og helvtarbýti við sjúkhús- byggingum. Hesin studningurin er sostatt eisini komin í vanda av sam- bandsins naggatern í samráðingum um studningsveitingar. So kann ein spyrja hver tað nú er, sum leggur ektar byrðar á skatta- borgaran til fyrimuns fyri minking av statsstudninginum? Her samsvarar ikki við tað sum Sambandsflokkurin túraði fram við uppundir seinasta legtingsval, tá hann sat í andsteðu. Her er reiðiliga vent í holuni. Sambandsflokkurin vil ikki við- ganga, at tað er neyðugt at samráð- ast um eina skilagóða framtíðar studningsveitan til Feroya, so sum Javnaðarflokkurin hevur mælt til sambært álitinum frá 1977. Úrslitið er nú ein hóttandi niður- gongd í studningsveitingunum frá statinum og tað uttan at vit verða ráspurdir. Og tað vil í síðsta enda siga, at vit fáa eina blokkstudningsskipan kroysta niðuryvir okkum. Og tá er tað Sambandsflokkurin, sum hevur heiðurin av hesum, tí flokkurin hevur provokerað við treiskni sínum við ikki at vilja samráðast. Nú fáa vit so onkra skipan kroysta hiduryvir okkum, onkra skipan, inspirerað av Fólkaflokkinum, ein Jákup Lindenskov: — Javnaðarflokkur- in hevur verið íbirtarin til fleiri av teim- um samfelagsskipanum, sum í dag verða tiknar sum sjálvsegd rættindi í okkara samfelag avleiðing av ábyrgdarleysum sam- bandspolitikki. Ferð kom A samfelagið Javnaðarflokkurin hevði leiðsluna í føroyskum politikki í meira enn 18 år frå 1959-1981. Qll hesi árini kendu vit hvussu tað so hvert fór at grógva um gangandi fót. Við Javnaðarflokkinum sum leið- andi flokki kom verulig ferð á, á so mongum øki. Javnaðarflokkurin metti tað vera alneyðugt, at bett var munandi um vælferðina hjá vanliga føroyinginum — og legði tí til brots við at skapa eina sosiala lóggávu, sum veitti flestum trygg kor í gerandisdegnum. Hesin politikkurin eydnaðist sera væl — vit fingu samarbeiðsflokkar, sum sóu, at tað var dugur í politikki javnaðarmanna og at tað ikki slapst undan at andeva meira ímóti hesum politikki. Tá vit í dag hoyra menn her á tingi kanna sær heiðurin av fólkapensjón- ini og hækkingunum í henni, so er tað ikki sert, at tað skurrar í oyru- num á mongum av teimum, sum ná- greiniliga vita hvussu striltið tað gekst yvirhevur at fáa aðrar flokkar til at ásanna, at tann einasti Framhald á síðu 13