leygardagur 28. september 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
hjálpsemi og samkenslu, tá ið kæri sonur, beiggi,
svágur, mammubeiggi, pápabeiggi og ommubeiggi
okkara
Jákup Edvard Lamhauge, lærari,
á Toftum
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til Meinhard Bjartalíð fyri troystarríka og hjarta-
nemandi jarðarferðartalu.
Tøkk til Havnarkórið, strúkarar og Tórshavnar Mans-
kór fyri sera vakra sangin og tónleikin.
Tøkk til tykkum, sum stóðu fyri ervinum.
Tøkk til sangarar og kirkjutænarar.
Tøkk fyri blómur, kransar og tøkk til tykkum øll,
sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunar vegna
Mamma, Jóhanna, Nicolina, Louisa og Sámal
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum mintust
meg á 75 ára føðingardegnum 28. august.
Kærar heilsanir
Signhild Magnussen, Fámjin
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum, sum á ymsan hátt gjørdu
mær 80 ára føðingardagin so hugnaligan.
Við heilsan
Dánjal P. Nielsen, Klaksvík
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gjørdu mær
sjeytiára dagin ógloymandi, takki eg hjartaliga.
Ein serstøk tøkk til ommubørnini, sum pyntaðu
borðini so vakurt.
Kærar heilsanir
Amanda Kruse
Hósdagin og fríggja-
dagin vóru næmingar
av húsarhaldsbreytini
í Argja skúla í Klaks-
vík, har tey vitjaðu
ymsar skúlar og eisini
vóru tey á vitjan á
Føroya Bjór
VITJAN
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Næmingarnir og
tveir lærarar komu til
Klaksvíkar hósdagin og
fóru fyrst at vitja Føroya
Húsarhaldsskúla, har Eliza-
beth Akursmørk greiddi frá
og vísti teimum runt á
skúlanum.
Síðani fóru tey á Føroya
Bjór.
Fríggjamorgunin fóru tey
so á Tekniska skúlan og á
Kokkaskúlan og Klaks-
víkar Sjómansskúla.
Ein av lærarunum sigur,
at hetta er ein húsar-
haldsbreyt og ætlanin er, at
tey skulu fara at vitja
aðrastaðni
í
landinum
eisini. Hetta fyri at koma
runt og kunna síggja,
hvussu tað verður arbeitt á
størri køkum og á virkjum,
sum hava við matvøru at
gera.
Hendan fríggjamorgunin,
tá Sosialurin hitti tey, vóru
tey stødd á Kokkaskúlan-
um. Tey fóru fyrst upp á,
har sjómansskúlanæming-
arnir halda til. Poli Mikkel-
sen, skúlastjóri greiddi frá.
Síðani fóru tey niður undir,
har
kokkanæmingarnir
stákaðust við at gera pizza
til tey. Har greiddi Jákup
Ziskason frá. Síðani kundu
tey seta seg væl tilrættis við
borðið at eta.
Jákup Ziskason segði, at
fríggjadagur ikki er tann
besti
dagurin
at
vitja
Kokkaskúlan,
tí
skúla-
gongdin endar á middegi,
og tí verður ikki tann heilt
stóra matgerðin gjørd.
- Men, men vit hava gjørt
pizza til tey, sum tú sært, so
heilt svangligt er tað kortini
ikki, sigur hann.
Næmingarnir og lærarar-
nir
fóru
avstað
aftur
fríggjadagin seinnapart.
Húsarhaldsbreyt av Argjum
vitjar í Klaksvík
Næmingarnir á Húsarhaldsbreytini í Argja skúla her avmyndaði í køkinum á Kokkaskúlanum í
Klaksvík
2
Nr. 186 - 28. september 2002
Nr. 186 - 28. september 2002
3
SMYRIL LINE
SMYRIL LINE CARGO
Jónas Broncksgøta 35 - 100 Tórshavn
Tel 34 59 60 • Fax 34 59 52
www.smyril-line.com
C
M
Y
K
3
2