leygardagur 28. september 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 186 - 28. september 2002
Nr. 186 - 28. september 2002
5
HANDILSLÍV
Ingrid Bjarnastein
Praktikantarnir her á Sosi-
alinum vóru ein túr í Body
Shop fríggjamorgunin. Her
fekk varð onnur teirra
smurd, meðan nágreiniligar
frágreiðingar fylgdu við
um, hvat varð gjørt og hví.
Body Shop í SMS hevur
júst fingið eina spildur-
nýggja røð av smyrsli.
Smyrslið eitur The Body
Shop Make up, og er tað
komið í staðin fyri Body
Shop Colorings.
Ein kendur maður innan
make-up heimin, Chase
Aston, hevur staðið fyri
nýggju og spennandi røð-
ini.
Litirnir eru nógvir og
fjølbroyttir.
– Krem eru til øll sløg av
húð, turra, feita og so fram-
vegis. Kremini fáast í 14
litir, og er hetta nógv meira
at velja í enn áðrenn, sigur
Asloy Winther, leiðari í The
Body Shop.
Nógvir nýggir eygna-
skuggar eru eisini komnir.
Tað nýggjasta til heystið
eru jørðlitir og kaldir litir.
Eisini er ein heilt serlig røð
av eygnaskuggum til tey
ungu. Hetta er slagið, sum
glitrar, og kanst tú brúka
tað í nógvum ymsum sam-
anhangum.
Heili 38 litir av varrastift
eru at velja ímillum, um-
framt lipgloss og annað
gott.
Sum nakað nýtt er Brush
On kinnareytt í kúlum.
Hetta ger, at kinnabeinini
síggjast betri, og eisini er
serligur litur í, sum ger at
kinnabeinini síggja skín-
andi út.
Nýggj vakurleikarøð í Body Shop
Body Shop í SMS
hevur fingið eina
spildurnýggja
smyrsl røð
Mynd: Jens Kr. Vang
Annar av praktikantunum á Sosialinum, Sólrun Hansen, varð
smurd uppi í Body Shop í SMS fríggjadagin. Asloy Winther,
leiðari og Rúna Hansen, hava lagt smyrlið á
Mynd: Jens Kr. Vang
Tórbjørn Jacobsen
brýtur eitt gamalt
prinsipp hjá Tjóð-
veldisflokkinum og
fer upp í tvær týðandi
nevndir í Fólkating-
inum. Tað tænir før-
oyskum endamálum
best, sigur tjóð-
veldismaðurin, sum
hevur tikið avgerðina
uttan formliga
viðgerð í flokkinum
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
Tá danska Fólkatingið týs-
dagin kemur saman aftur,
fer Tórbjørn Jacobsen at
lata seg velja í tvær nevndir
hjá danska tinginum.
Hetta er fyrstu ferð, at
eitt tjóðveldisumboð tekur
hetta stig, men Tobbi ivast
ikki í, at hetta er eitt rætt
stig at taka.
– Tað er í nevndunum,
tann veruliga politiska við-
gerðin í Fólkatinginum fer
fram, og tað er har, at av-
gerðir verða tiknar. Tí fari
eg í tvær av nevndunum,
har mál, sum føroyingar
hava áhuga í, koma til við-
gerðar, sigur Tórbjørn Ja-
cobsen.
– Á tann hátt kann eg
upplýsa og vónandi ávirka
avgerðir, sum hava við
Føroyar at gera, men eg
ætli mær framvegis at halda
meg uttan fyri øll mál, sum
er donsk burturav, sigur
hann.
Brýtur gamalt
prinsipp
Tórbjørn Jacobsen fær um-
boð í Uttanríkisnevndini og
tí
Politisku-Búskarligu
nevndini, og hesar sessir
fær hann umvegis tekniska
tingbólkin, sum Norðurat-
lantsbólkurin mannar sam-
an við Javnaðarflokkinum,
Radikala Vinstra, Eindar-
listanum og SF.
Hesin bólkur fær tillutað
eitt ávíst tal av nevndar-
sessum, og so er tað ein
innanhýsis handil at býta
sessirnar. Tórbjørn Jacob-
sen hevði í fjør møguleikan
at fáa onkran nevndarsess,
men hann segði nei takk,
júst sum tjóðveldisumboð á
Fólkatingið plaga at gera.
Fyrstu nógvu árini, eftir
at Tjóðveldisflokkurin var
stovnaður í 1948, stillaði
hann ikki upp til fólkatings-
valið, men hetta broyttist
seinni. Tá Erlendur Paturs-
son var fólkatingsmaður í
sjeytiárunum, helt hann seg
burtur frá øllum nevndar-
arbeiði, og higartil hevur
Tjóðveldisflokkurin havt
tað prinsipp, at tað er bara
talarastólurin í Fólkatings-
salinum, sum skal brúkast.
– Onkur kann halda, at
vit glíða eitt sindur í kobl-
ingini, nú eg fari upp í
hesar nevndirnar, men eg
ivist ikki í, at hetta er ein
gongd leið. Fólkatingslimir
hava víst eina stóra óvitan
um føroysk viðurskifti, og
um eg nú kann vera eitt slag
av pedagogiskum stuðli í
tveimum av nevndunum, so
er tað fínt, sigur Tórbjørn
Jacobsen.
Vistu ófatiliga lítið
Tórbjørn Jacobsen legði í
seinastu fólkatingssetu eitt
uppskot fram, har hann
vildi hava Fólkatingið at
áleggja stjórnuni at boða
ST frá, at føroyingar hava
sjálvsavgerðarrætt. Málið
fekk eina viðgerð í fólka-
tingssalinum og varð so
beint í Politisku-Búskapar-
ligu nevndina.
– Tað var ótrúligt, hvussu
lítið nógvir týðandi danskir
politikarar vistu um før-
oysk viðurskifti, og hvussu
teir misskiltu uppskotið.
Summi hildu, at hetta var
eitt uppskot um, at føroy-
ingar skuldu loysa frá Dan-
mark, sigur Tórbjørn Ja-
cobsen.
– Kjakið í Fólkatinginum
er avmarkað, áðrenn tað
verður sent í onkra nevnd.
Skal eg kunna fylgja einum
slíkum máli, so má eg
verða við í nevndini, tí tað
er har, at veruliga politiska
viðgerðin fer fram, og har
kann eg betur ávirka við-
gerðina og rætta misskilj-
ingar.
Uppskotið um føroyska
sjálvsavgerðarrættin
fall
burtur, tá Fólkatingið fór í
summarfrí, men Tórbjørn
Jacobsen umhugsar nú, at
leggja uppskotið fram av
nýggjum.
Tikið avgerðina
sjálvur
Hava tit viðgjørt tína av-
gerð í Tjóðveldisflokkin-
um?
- Ætlanin hevur fleiri
ferðir verið at hava eitt kjak
á flokstinginum, men tað er
ongantíð komið til tað enn.
So avgerðina um at fara
upp í nevndinar havi eg
sjálvur tikið, sigur Tórbjørn
Jacobsen.
– Tað er ein fullkomiliga
óverulig støða at sita í
tveimum parlamentum í
tveimum ymsikum londum,
tað átti als ikki at verið so,
og tí er hesin fólkatings-
sessurin ringur at hava við
at gera. Mín greiða fatan
eftir 10 mánaðir í Fólka-
tinginum er, at skal eg
kunna ávirka mál, sum
hava føroyskan áhuga, so
má eg verða við í við-
komandi nevndum, og tað
er tað, sum eg nú verði.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa eina viðmerking
frá Høgna Hoydal, for-
manni í Tjóðveldisflokk-
inum, áðrenn hetta blaðið
hevði evstamark.
Tobbi gongur nýggjar leiðir
– Onkur kann halda, at vit glíða eitt sindur í koblingini, nú eg fari upp í hesar nevndirnar, men
eg ivist ikki í, at hetta er ein gongd leið. Fólkatingslimir hava víst eina stóra óvitan um føroysk
viðurskifti, og um eg nú kann vera eitt slag av pedagogiskum stuðli í tveimum av nevndunum,
so er tað fínt, sigur Tórbjørn Jacobsen
Sambandsflokkurin
missir nógv í nýggjari
veljarakanning, men
samgongan hevur
framvegis ikki meiri-
luta á tingi, eins og
allar veljarakann-
ingar hava víst síðani
valið
VELJARAKANNING
Eirikur Lindenskov
Sambært nýggjastu veljara-
kanningini, so stendur nú á
jøvnum millum andstøðu
og
samgongu. Veljara-
kannigin verður kunngjørd
í Fregnum í gjár, og er tað
Gallup, sum gjørt hevur
kanningina fyri blaðið.
Sambandsflokkurin
er
stóri taparin í kanningini,
meðan tað stendur so at
siga í stað hjá øllum hinum
flokkunum.
Fólkaflokkurin fekk á
valinum í april 20,8%.
Hann fær í nýggjastu kann-
ingini 21,1%.
Sambandsflokkurin fekk
á valinum seinast 26,0%.
Men í øllum kanningum
síðani hevur flokkurin havt
stóra framgongd – seinast
lá hann uppi á 29,3%, men
í nýggjastu kanningin fær
hann minni undirtøku, enn
hann fekk á valinum,
25,6%.
Javnaðarflokkurin fekk á
valinum 20,9% – hann fær í
nýggju
kanningi
eina
framgongd til 21,7%.
Sjálvstýrisflokkurin hev-
ur í fleir kanningunum síð-
ani valið fingið so lítla
undirtøku, at hann ikki fær
umboð á tingi. Seinasta
kanningin staðfestir hetta,
tí flokkurin fær bara 3,6% –
tinggáttin er 3,7%.
Tjóðveldisflokkurin fær
neyvt tað sama, sum flokk-
urin fekk á valinumí apríl,
23,7%, og Miðflokkurin
hevur eina lítla framgongd
frá 4,0% á valinum til 4,2%
í nýggjastu kanningini.
Veljarakanningin
hjá
Fregnum gevur samgongu
og andstøðu 16 tingmenn í
part, og hevur samgongan
sostatt
framvegis
ikki
vunnið seg upp aftur á tey
17 tingumboðini, sum teir
fýra flokkarnir fingu á
valinum 30. apríl.
Javnt millum andstøðu
og samgongu
C
M
Y
K
5
4
Varaleiðari!
Søkt verður eftir varaleiðara til Shell-støðina við Norðara Ringveg, í Havn, at byrja frá
15. oktober ella sum skjótast.
Starvið:
Starvið umfatar í høvuðsheitum, at hava
ábyrgdina av innkeypinum, vøruuppfylling og
reingerðini. Viðkomandi verður eisini í staði leiðarans,
tá ið hesin er burturstaddur.
Eginleikar:
Vit ímynda okkum at umsøkjarin hevur royndir innan handil
hetta er tó ikki eitt krav, annars
v er íðin og ágrýtin
v dugir at arbeiða sjálvstøðugt
v er miðvísur og framsøkin
v er fjølbroyttur og smidligur
v hevur ordanssans
v er dugnaligur í samstarvi við viðskiftafólk og starvsfelagar
Løn:
Løn sambært útbúgving og royndir.
Umsóknir:
Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til: Shell-støðin, Norðari
Ringvegur, Smoga 188, Fo-110 Tórshavn, innan 10. oktober. Eru spurningar viðvíkjandi
starvinum, vinarliga vendi tykkum til Hans Godtfred Thomsen.
Shell-støðin við Ringvegin er fyri 2 mánaðum síðani gjørd um til eina Select-støð. Hetta merkir at vit nú baka
breyð, rundstykkir og wienarbreyð sjálvi. Eisini fáast tær vælsmakkandi Select pylsurnar. Umframt hetta er nú
eisini størri úrval av matvøru.
www.shell.fo
team 85 • 358000