leygardagur 28. september 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 186 - 28. september 2002
Nr. 186 - 28. september 2002
7
Sveinaroyndin hjá samgonguni
Eit nýtt samgongu-
skjal, har búskapar-
ligi málsetingurin er
at yvirkskotið skal
vaksa á hvørjum ári,
umframt at nakrar
fáar íløgur, sum longu
eru í gongd, fara av-
stað við stórum parti
av íløgukarminum.
Hesar eru fortreytir-
nar til fíggjarlógina
næsta ár. – Tað er ein
spurningur um at
raðfesta, og vit mugu
gera okkum greitt, at
av somu orsøk verða
fleiri aðrar smærri
íløgur raðfestar lægri,
sigur Anfinn Kalls-
berg, løgmaður.
Stutta skotbráið til
fíggjarlógararbeiðið,
orsakað løgtingsvalið
og skipan av nýggari
samgongu, fer at
merkja viðgerðina í
Løgtinginum, sum
helst verður truplari
enn undanfarin ár,
væntar løgmaður.
FÍGGJARLÓG
Jón Brian Hvidtfeldt
Mánadagin verður uppskot-
ið til fíggjarlóg fyri næsta
ár lagt fram. Eftir av fíggj-
armálaráðharrin í eina tíð
hevur roynt at fáa kabalina
at ganga upp, hava teir fýra
samgonguflokkarnir
nú
formliga góðkent fíggjar-
lógaruppskotið, sum er tað
fyrsta hjá hesi samgonguni,
ið sá dagsins ljós 6.juni.
At løgtingsval var í vár
og ein nýggj samgonga er
skipað við einum nýggjum
samgonguskjali
sum
grundarsteini undir sínum
arbeiði, fer at merkja fíggj-
arlógina, og kanska serliga
fíggjarlógarviðgerðina,
metir Anfinn Kallsberg,
løgmaður. Drúgvu samráð-
ingarnar
um
at
skipa
nýggja samgongu gjørdu,
at fíggjarlógararbeiði byrj-
aði ikki fyrr enn einaferð í
juni. Sjálvt um landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum
setti 5.august sum evsta-
mark fyri, nær landsstýris-
menninir skulu koma við
teirra tølum og ynskjum, so
komu síðstu tølini ikki fyrr
enn beint áðrenn fíggjar-
lógaruppskotið skuldi til
prentingar, og tað er sera
óheppið og als ikki nøkt-
andi, metir Anfinn Kalls-
berg.
- Av tí at skotbráið hevur
verið so stutt, kunnu vit
vænta, at partar av tí við-
gerðini, sum átti at farið
fram innanhýsis í sam-
gonguni, áðrenn fíggjarlóg-
aruppskotið fór niðan í
Tingið, nú í staðin fer fram
í løgtinginum og millum
viðgerðirnar, vísir løgmað-
ur á. Samgongan er í høv-
uðsheitum samd um fíggj-
arlógaruppskotið, men tað
slepst helst ikki undan, at
nakrar broytingar verða
gjørdar, leggur hann aftur-
at.
Byggir á herðarnar
Løgmaður metir annars
ikki, at hetta fíggjarlógar-
uppskotið er so nógv merkt
av, at ein nýggj samgonga
er skipað.
- Ein fíggjarlóg vil altíð
byggja á ta undanfarnu, og í
fíggjarlógini fyri 2003 eru
harumframt nógvar bind-
ingar, sum ger "rásarúmið",
har pláss er til broytingar,
trongt. Á íløgusíðuni hevur
undanfarna
samgonga
bundið seg til fleiri stórar
íløgur, t.d. Suðuroyarskip-
ið, samferðsluhavn í Suður-
oynni og játtanir til Vága-
tunnilin og Norðoyatunnil-
in. Her er talan um stórar
íløgur, sum avmarka møgu-
leikarnar hjá samgonguni,
og sum gera, at neyðugt
verður at raðfesta aðrar
íløgur lægri, vísir løgmaður
á. Tí verður ikki pláss til
nógv av ynskjunum, sum
landsstýrismenninir hvør í
sínum lagi kundu hugsað
sær at fingið framt í verki.
Løgmaður vil tó ikki siga,
hvørt krøvini frá landsstýr-
isfólkunum, harav fleiri eru
nýggj, eru størri í ár enn
undanfarin ár. Eisini tá
verður havt í huga, at árið í
ár hevur verið merkt av ein-
um langum valstríði, og
einum løgtingsvali.
- Krøvini eru altíð stór til
eina fíggjarlóg, serliga í
uppgangandi tíðum. Tað er
greitt, at nógv liggur fram-
vegis á láni síðan kreppuár-
ini fyrst í nítiárunum, og
síðan tað fór at ganga betri
í samfelagnum, hevur verið
trýst á fyri at fáa ymiskt
gjørt, t.d. vegir og havnir,
skúlar, heilsuverk, eldraøk-
ið osv. Men vit mugu hava í
huga, at tað ber ikki til at
gera alt í senn. Tað er aftur
ein spurningur um at rað-
festa. Harumframt má ans-
ast eftir, at tað almenna ikki
tekur alla arbeiðsorkuna í
landinum, sigur løgmaður
og vísir á, at longu í dag eru
fleiri fløskuhálsar, t.d. í
byggivinnuni, har trupult er
at fáa fólk at gera ymisk
arbeiði.
- Undanfarna samgonga
setti sær fyri at fáa gjørt
nakrar stórar íløgur, sum vit
mettu vóru neyðugar. Til
dømis verða nýggja Suður-
oyarskipið og samferðslu-
havnin í Suðuroynni tungir
postar á fíggjarlógini, bæði
næsta ár og í 2004. Men tá
eru íløgurnar eisini goldn-
ar, og pláss verður aftur til
aðrar íløgur, vísir løgmaður
á.
Yvirskot og skattalætti
Løgmaður kann bara stað-
festa orðini hjá Karsteni
Hansen, landsstýrismanni í
fíggjarmálum, um at fíggj-
arlógin fyri 2003 fer at geva
yvirskot. Hann vísir á, at í
samgonguskjalinum hava
flokkarnir í samgonguni
bundið seg til, at munurin
millum inntøkur og út-
reiðslur skal vaksa positivt
á hvørjum ári, tvs. at bud-
getteraða yvirskotið skal
vaksa á hvørjum ári. Og
henda
málsetning
livir
fíggjarlógaruppskotið fyri
2003 upp til, sigur Anfinn
Kallsberg.
Ein annar av yvirordnaðu
málsetningunum í sam-
gonguskjalinum er, at skatt-
urin skal lækka. Og skattur-
in fer at lækka næsta ár,
lovar løgmaður. Men í
fíggjarlógaruppskotinum
fyri næsta ár er hædd ikki
tikin fyri skattalættanum.
- Tað er vanligt, at fíggj-
arlógaruppskotið
verður
snikkað til eftir teimum for-
treytum, sum eru galdandi,
tá uppskotið verður gjørt.
Skal skatturin lækka, so er
neyðugt við lógarbroyting-
um, og arbeitt verður í løt-
uni við at fáa hesar framd-
ar, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann vísir á, at skattalættin
verður roknaður inn í fíggj-
arlógina millum viðgerðir-
nar í løgtinginum í heyst,
og verður klárur, tá fíggjar-
lógin
skal
samtykkjast
einaferð í desember.
Anfinn Kallsberg vil ikki
gera viðmerkingar til, at
fíggjarlógin næsta ár hækk-
ar, møguliga við eini 100-
150 milliónum krónum.
Men greitt er, at stóru løn-
arhækkingarnar fara at
síggjast aftur á fíggjarlóg-
ini. Anfinn Kallsberg vísir
á, at samgongan hevur sett
sær fyri at fáa skattin niður,
heldur enn lønirnar upp,
næstu árini. Men tað skal
gerast í samráð við partar-
nar á arbeiðsmarknaðinum,
leggur hann afturat.
- Tað er bara ein vinnari,
tá talan er um lønarhækk-
ingar. Tað er ikki løntakar-
in, tað er ikki vinnan, men
tað eru teir almennu kassar-
nir. Tí við lønarhækkingum
gerast tað fleiri sum koma
at gjalda høga marginal-
skattin, og tað gevur fleiri
krónur í landskassan og
kommunukassarnar. Har-
afturímóti merkir borgarin
lítið og einki til sína lønar-
hækkan,
samtíðis
sum
kappingarførið hjá vinnuni
versnar. Tí er rættari at fáa
skattin niður, vísir løgmað-
ur á.
Eldraøkið raðfestast
Anfinn Kallsberg metir, at
tann parturin av málsetn-
ingunum í samgonguskjali-
num, sum sæst best aftur í
fíggjarlógaruppskotinum,
er eldraøkið.
- Í valstríðnum vóru allir
flokkar samdir um, at tørv-
urin er stórur á eldraøki-
num, og tað er eisini felt
niður í samgonguskjalið, at
nakað skal gerast við økið.
So um eg skal taka nakað
ávíst burturúr, so má tað
vera eldraøkið, sum sam-
gongan hevur valt at rað-
festa høgt næsta ár, sigur
Anfinn Kallsberg, løgmað-
ur.
Løgmaður metir ikki, at hetta fíggjarlógaruppskotið er so nógv
merkt av, at ein nýggj samgonga er skipað
Í Mentunarhúsinum í
Fuglafirði ber til at
hoyra 12 ymiskar
útsetingar kingosálmi
KONSERT
Eirikur Lindenskov
Í morgin, sunnudagin, kl 20
hava »Teir tríggir kingo-
menninir og Eivør« konsert
í
Mentunarhúsinum
í
Fuglafirði.
Teir tríggir kingomenn-
inir eru Hans J. Hansen,
Petur J. Eliassen og Niels
Midjord, og tað sermerkta
við teirra framførslu hesa-
ferð er, at teir hava bert ein
sálm á skránni, nevniliga
morgunsálmin »Jeg står nu
op i Herrens navn« eftir
norska prestinum, Samuel
Olsen Bruun.
Fýra tey síðstu versini av
hesum
sálminum
vóru
nógv nýtt í Føroyum sum
sjósálmur, tað finnast heili
18 ymiskar upptekningar
frá átta ymiskum bygdum,
og eru hesi løgini ógvuliga
ymisk, bæði í dámi, rútmu
og longd.
Kingomenninir syngja 12
av hesum løgunum, so á
konsertini fæst hylling á,
hvussu fjølbroyttur kongo-
sangurin í Føroyum veru-
liga var.
Eivør er Eivør Pálsdóttir,
og henni nýtist kanska ikki
serliga umtalu, soleiðis
sum hon hevur gjørt vart
við seg bæði sum forsang-
ari hjá Prix Føroyar vinn-
aranum, Clickhaze, við
bólki sínum Ivory og sum
kingosangari.
Á konsertini fer Eivør at
syngja egin løg við gittar-
fylgispæli, eisini fara øll
fýra at syngja saman.
Úr Tjørnuvík eru seks
upptekningar
av
áður
nevnda sálmi. Fyri at geva
eina hylling av, hvussu
sálmasangurin í Tjørnu-
víkar kirkju kann hava ljóð-
að, syngja øll fýra millum
annað hvør sína av hesum
upptekningumsaman
og
samstundis.
Tríggir Kingomenn og Eivør
Tann nógv umrøddi
bakmaðurin í stóra
narkomálinum varð
av Eystara landsrætti
dømdur 3 ára
fongsulsrevsing.
Dómurin í Føroya
rætti varð í høvuðs-
heitum staðfestur,
men smá frávik vórðu
gjørd í mongdunum.
Talan er um harðastu
revsingina av sínum
slag í Føroyum
NARKOMÀLIÐ
Heri á Rógvi
Kl. 8. 45 fríggjamorgunin
kunngjørdu
teir
tríggir
landsrættardómararnir,
Knud Knudsen, Kaspar
Linkis og Sanne Kolmos,
dómin fyri tann 36 ára
gamla, ið verður mettur av
vera tann høvuðsákærdi í tí
stóra narkomálinm. Dóm-
urin gjørdist 3 ár. Hetta eru
tveir mánaðir meira enn
tann 36 ára gamli fekk í
Føroya rætti. Revsingin
liggur millum krøvini frá
verjanum og ákæranum,
sum kravdu ávíkavíst 20
mánaðir 45 mánaðir.
Tað var tann 36 ára
gamli, ið valdi kæra dómin
fyri Eystara landsrætti. Síð-
ani hevur ákæruvaldið aftur
kært til Eystara landsrætt
fyri nøkur punkt í dóminum
í Føroya rætti. Sjálv ákær-
an, ið dómurin frá Føroya
rætti er grundaður á, er í 33
punktum. Tað vóru tó ikki
øll punktini, ið vórðu kærd
til landsrættin. Tann 36 ára
gamli kravdi frídøming í
nøkrum punktum, og hann
kravdi í fleiri førum linari
revsing. í flestu førum stað-
festi Eystari landsrættur
dómin hjá Føroya rætti.
Mongdir eru tó eitt sindur
størri, og hetta hevur mest-
ur merkt dómin, soleiðis at
talan gjørdist um økta revs-
ing.
Munurin á báðum dóm-
unum eru mongdirnar. Í
Føroya rætti varð dømt fyri
innsmugling av 2 kg av
hassji, harumframt sølu av
10,74 kg afturat, viðvirkan
til innsmugling av 54 koka-
in og sølu av 60 g og sølu
av 25 g amfetamin og roynd
at útvega sær 10 g haraftur-
at.
Í dóminum frá Eystara
landsrætti stendur soleiðis
at lesa:
»Mongdin av euforise-
rende (dusandi) evnum,
sum tann ákærdi er dømdur
eftir, eru umleið 14 kg av
hassj, umleið 133 g av
kokain og 55 g amfet-
amin.«
Bæði í Føroya rætti og í
landsrættinum varð dentur
lagdur á, at somu mongdir
kunnu koma fyri í fleiri før-
um.
Samanumtikið ber til at
siga, at Eystari landsrættur
hevur í sínum dómi tikið
munandi størri nøgdir við.
Talan kann eisini vera um
ymsar samaleggingar.
Í tílíkum málum verður
harðasti straffurin vanliga
givin fyri innsmugling.
Tann 36 ára gamli skal
gjalda 550.000 kr. fyri sína
inntøku av rúsevnasøluni.
Hetta tal var 650.000 í Før-
oya rætti. Í dóminum frá
Eystara landsrætti stendur
at lesa, at ein stór óvissa
valdar um prís, og tí verður
ein mett upphædd løgd hald
á.
Afturat teimu 550.000
túsund krónum skyldar
tann 36 ára gamli sakar-
málskostnaðin fyri bæði
rættargongdina í Føroya
rætti og Eystara landsrætti.
í Føroya rætti gjørdist
kostnaðurin fyri rættarmál-
ið 140.000 kr., umframt
Mvg.
Tað hevur tó ikki eydnast
løgreglu ella ákæruvaldið
at funnið nakrar pengar hjá
tí 36 ára gamla. Tað verður
sostatt staturin, sum kemur
at gjalda kostnaðin fyri
tann 36 ára gamla, til hann
aftur fær fatur á peningi
ella løgreglan finnur pen-
ing hjá honum.
Hin 36 ára gamli fer
væntandi til Danmarkar at
sita. Umstøður eru ikki til
at sita so leingi í Føroyum,
og tí fer tann 36 ára gamli
mest sannlíkt til Danmark-
ar. Hann verður verandi
varðhaldsfongslaður
til
sjálv revsingin byrjar. Hann
hevur
sitið
varðhalds-
fongslaður síðani 17. janu-
ar í ár. Frá 17, januar til 25.
apríl hevur hann sitið av-
byrgdir (isolatiónsfongsl-
aður). Hetta kemur mest
sannlíkt honum til góðar, tí
revsingin í Danmark verður
niðursett við einum degi
fyri hvørjar tríggar, ið ein
situr varðhaldsfongslaður.
Tað merkirs sostatt, at tann
36 ára gamli sleppur undan
umleið
einum
mánaði
handan rimar.
Savnandi leiklut
Ein munur á dóminum í
Føroya rætti og honum í
Eystara landrætti er tann, at
Eystari landsrættur gevur
ákæruvaldinum viðhald í,
at tann 36 ára gamli hevur
spælt ein stóran og mið-
savnandi leiklut í smugl-
ingini og søluni av rúsevn-
um í Føroyum.
Soljóðandi stendur at
lesa í dóminum:
»Der lægges ved strafud-
målingen tillige vægt på
sagens omfattende karak-
ter, både i tidsmæssige ud-
strækning og med hensyn
til mængden af euforiseren-
de stoffer. Fer lægges end-
videre vægt på, at det efter
bevisførelsen, herunder de
foretagne aflytninger, kan
lægges til grund, at tiltalte
har indtaget en meget cen-
tral og overordnet rolle
både med hensyn til at
skaffe stofferne til Færøer-
ne og med hensyn til distri-
bution og videresalg til
Færøerne.«
Væl nøgd
Dorthe Møller Andersen, ið
hevur verið ákæri í málin-
um, sigur, at hon er væl
nøgd við dómin. Hon sigur,
at arbeiðið hevur verið sera
umfatandi, og hetta hevur
kravt nógva tíð og orku frá
ákærumyndugleikanum og
løgregluni.
Málið er nógv tað størsta
málið av sínum slag í Før-
oyum. Enn eru persónar
eftir, sum skulu fyri rættin í
sambandi við stóra atsókn-
ina móti rúsevnamarknað-
inum í Føroyum, ið løgregl-
an gjørdi alment kenda í
januar eftir drúgvar og um-
fatandi kanningar.
Tað eydnaðist ikki at fáa
eina viðmerking frá tí 36
ára gamla manninum.
Nógv umrødda
Vísinda siðsemis-
nevndin hevur nú
havt sín fyrsta
fund. Greitt er, at
Høgni Djurhuus
heldur fram sum
formaður
SIÐSEMISNEVNDIN
Heri á Rógvi
Vísinda Siðsemisnevnd-
in hevði hósdagin sín
fyrsta fund. Teir sjey
limirnir
hittust
fyri
fyrstu ferð síðani nevnd-
in varð skipað av nýggj-
um. Á fyrsta fundinum
skipaði nevndin seg við
Høgna Djurhuus sum
formanni. Tað er sostatt
verandi formaður, ið
heldur fram í sessinum.
Siðsemisnevndin hev-
ur rættiliga verið í and-
glettinum, síðani Bill
Justinussen sum nýggjur
landsstýrismaður valdi
nýggj umboð í nevnd-
ina. Nevndarvalið hevur
verið á ovasta politiska
stigið og vent, tí ivi er
sáddur um tey fólk, ið
Bill Justinussen hevur
valt í nevndini. Eisini á
tingi hava atfinningarn-
ar verið nógvar móti
teimum, ið Bill Justin-
ussen
hevur
valt
í
nevndina.
Tað er Læknafelagið
og landsstýrismaðurin í
heilsumálum, ið velja
limirnar í nevndina.
Teir tríggir nevndar-
limirnir, sum Læknafel-
agið valdi í nevndina,
eru Høgni Djurhuus,
Annika Olsen og Eliesar
Olsen, sum øll eru lækn-
ar.
Hinir fýra nevndar-
limirnir eru:
Anne-Lene Olofson,
lektari
úr
Klaksvík,
Eydna Háberg, sjúkra-
systir úr Havn, Dánjal á
Dul Jacobsen, fyristøðu-
maður úr Havn og Jens
Vang, løgfrøðingur úr
Havn.
Siðsemisnevndin
havt fyrsta fundin
Narkomálið:
Trý ára fongsulsrevsing
Dorthe Møller Andersen, ákæri, letur væl at dóminum hjá
Eystara landsrætti
Tann høvuðsákærdi í
narkomálinum varð dømdur
3 ára fongsulsrevsing fyri
samskipan, sølu og viðvirkan
til smugling av rúsevnum.
Hann fær mestur eitt ára
rabat fyri tíðina, hann var
arbyrgdur
Siðsemisnevndin hevði sín fyrsta fund eftir umskipanina
hósdagin. Formaðurin í nevndini verður tann sami sum
áður.
Mynd: Jens Kristian Vang.
C
M
Y
K
7
6