Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. september 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 186 - 28. september 2002 Nr. 186 - 28. september 2002 9 Ein óvanliga gevandi útferð til Suðuroyar Nú eru tingfólk nógv betri ílatin til at taka avgerðir, sum viðvíkja Suðuroynni, heldur løgtingsformaðurin, Edmund Joensen ÚTFERÐ Áki Bertholdsen – Hetta var ein óvanliga gevandi ferð. Edmund Joensen, løg- tingsformaður er ógvuliga fegin um útferðina hjá løg- tinginum til Suðuroyar mikudagin og hósdagin. Og hann sigur, at ímillum tingfólk er eisini full semja um, at hetta hevði verið ein frálík ferð. Hetta var ein søgulig ferð, sum Løgtingið gjørdi til Suðuroyar mitt í vikuni, tí, so vítt nakar veit, er hetta fyrstu ferð yvirhøvur, at alt løgtingið er og ferðast. Við í ferðalagnum vóru 32 fólk. Hjá fimm løgtings- limum bar ikki til at koma, so tey fólkavaldu vóru 27 í tali á suðuri, men við á ferðini vóru eisini teir báð- ir landsstýrismenninir Bill Justinussen, sum umsitur heilsumál og Eyðun Elttør, sum umsitur útjaðaramál. Harafturat vóru trý fólk úr umsitingini hjá løgtingi- num við. Men við sær høvdu teir eisini bý- og bygdaráðsformenn í Suður- oy, sum greiddi teimum frá ymsum viðurskiftum á teimum ymsu plássunum. Ferðaleiðari á ferðini var Petur Karl av Rana. Í hvørjari bygd Ferðin hjá løgtinginum var stutt, men hóast tað var hon fjølbroytt. Tey vóru í hvørjari bygd í oynni og hóast tey høvdu verið í Suðuroy fyrr, vóru tey mong, sum ikki høvdu verið í teimum smærru bygdunum uttanfyri høv- uðsplássini, Vág og Tvør- oyri fyrr, so hjá mongum var hetta fyrstu ferð, at tey vóru í summum bygdum. Løgtingið kom til Suður- oyar við Smyrli mikukvøld- ið og sum vit greiddu frá í Sosialinum í gjár, fóru tey beina leið yvir at hyggja at sjúkrahúsinum og ellis- og røktarheiminum, har Løg- tingið fekk eina staðiliga áheitan um at seta tiltøk í verk fyri at bøta um støð- una hjá teimum heila- skaddu. Hósmorgunin vóru tey inni á Fiskavirking á Tvør- oyri, har tey fingu morgun- mat og har Bjarni Hansen, virkisleiðari, greiddi teim- um frá um virkið. Týdningin av virkinum lýsti hann við at upplýsa, at í fjør rindaðu tey 25 milli- ónir í arbeiðslønum. Á stuttari rundferð á bryggjuni, stukku tey eisini inn á gólvið í aldargamla og søguliga handlinum hjá Thomsen, har Tummas og Anna Kirsten Thomsen greiddi frá um handilin og ymsum forvitnisligum úr teimum gomlu bókum, sum enn eru varðveittar í handli- num. Á Delta Seafood greiddi Marner Lisberg frá um virkið, sum hann sigur er størsta fiskavirki í landi- num, sum heilt er á privat- um hondum. Delta selur fisk fyri yvir 100 milliónir um árið og rindaði yvir 20 milliónir í arbeiðslønum í fjør. Og nú so nógv verður tosað um studning, hevur Marner Lisberg eisini eina meining um hetta. Hann helt ikki, at studn- ingur altíð er av tí ónda. Hann vísti á, at var Sandoy- arætlanin ikki gjørd, so at teir fingu tríggjar milliónir í studningi, vóru tey bæði fiskavirkini á Sandi aldrin aldrin uppafturlatin, men gongdin síðani hevur víst, at landskassin hevur fingið hasar tríggjar milliónirnar fleiri ferðir aftur í skatti og avgjøldum frá teimum, sum arbeiða á virkjunum, um- framt av tí avleidda virk- semi, sum virkini í Sand- oynni kasta av sær. Tá ið Edmund Joensen, løgtingsformaður, takkaði hann fyri, fegnaðist hann um, at tað grør um gang- andi fót. Á Delta fingu tey ikki kaffi, men tey fingu hvør sítt kók av saltfiski og tað mundi ikki koma verri við hjá teimum flestu. Proppur í á Hovsvegnum Av Tvøroyri var farið til Hvalbiar, har hugt varð eft- ir havnalagnum, til Sand- víkar , har tingfólk eisini strektu beinini og síðani var farið til Fámjins at hyggja eftir tí fyrsta, føroyska flagginum, sum hongur í kirkjuni har. Elin Nielsen, bygdaráðsformaður greiddi teimum frá ymsum um kirkjuna og bygdina annars. Úr Fámjin var farið eftir tí nógv umrødda Hovsveg- num til Vágs og tað skerst ikki burtur, at tað kom óvart á mong, hvussu vána- ligar umstøðurnar vóru. Tað vildi heldur ikki betri til enn so, enn at bussurin við teimum almennu gest- unum møtti einum treylara og tveimum, trimum last- bilum, so eina løtu varð proppur í ferðsluni. Í Vági var fyrst steðgað á eldrasambýlinum, sum hugtók løgtingsfólk, serliga tá ið tey sóu at tað var týði- ligt, hvussu væl búfólkið treivst. Á sambýlinum fingu tey eisini drekka og kakur. À Bakkanum var ein biti at fáa, og har greiddi Jógv- an Krosslá, býráðsformað- ur frá um vinnuligu viður- skiftini í Vági og um, hvussu bygdin varð komið á føtur aftur, eftir kreppuna. Á veg suðuryvir, gekk leiðin gekk suðuryvir, fyrst inn á varda verkstaðið inni á Bakka og síðani eftir tí smala vegnu inn á Akrar. Á veg til Sumbiar varð steðgað í tunlinum, har tað nógv umrødda vatnið renn- ur, sum tvídráttur er um. Í Sumba varð hugt eftir bakkaverjuni og har greiddi Poul Johannes Poulsen, bygdaráðslimur frá um bakkaverjuna . Í Samkomu- húsinum varð borðreitt við drekka og pannukakum. Har brúkti Henrik Old høvi til at vísa á, hvønn ómetaligan týdning, tað hevði havt, at løgtingið hevði játtað 300.000 krónur um árið til bakkaverjuna. – Tað er ein dropi í havi- num á fíggjarlógini, men fyri eina lítla bygd hevur tað ómetaligan týdning at fáa eina lítla upphædd sum hesa til okkurt smávegis arbeiði. Og sum onkur annar tingmaður tók til: Pening- urin er væl givin út, tí tað er fyri at verja land. Sipað verður til, at hesi síðstu 35 árini eru einar 15- 17 metrar máaðir burtur av Bakkanum í støðum, so heldur hetta á, verður skjótt til tey fyrstu húsini eru skolað á sjógv. Tá ið løgtingsformaðurin beyð farvæl, segði hann, at nú skiltu tingfólk, at sjálv tilveran hjá sumbingum varð treytað av, at útsynn- ingurin ikki slapp at máa meiri burturav landinum. Og í skemti bað løgtings- formaðurin so tingmenn eisini hava kaffi og pannu- kakurnar í Sumba í huga- num, tá ið teir atkvøddu fyri fíggjarlógini og støða skuldi takast til um pening- ur aftur næsta ár skuldi játt- ast til bakkaverju í Sumba, ella ikki..... Poul Johannes Poulsen fortaldi, at tað hevði sæð svart út við fólkatalinum, men hesi seinastu árini var frægari. Og hvat orsøkin til tað var, ivaðist hann ikki í: Tað er bergholið, sum hevur bjargað bygdini. Bergholið hevur gjørt, at tað ber til at búgva í Sumba og arbeiða aðrastaðni í Suðuroy og tað hevur fingið fólk at búset- ast aftur í bygdini. Á veg norður yvir aftur, varð hugt at skúlanum í Porkeri og kirkjuni í Hovi og at enda fingu teir eina stutta frágreiðing um ferju- leguna á Drelnesi, áðrenn teir fóru umborð aftur á Smyril og sigldu til Havnar klokkan 17. 30 hósdagin. Betri ílatin Edmund Joensen helt, at tey høvdu fingið ómetaliga nógv burturúr ferðini, ikki minst tí at hon var so væl fyrireikað og tí at øll í Suð- uroy vóru so væl fyrireikað at taka ímóti Løgtinginum. Hann helt, at trupulleik- arnar vóru teir, sum teir høvdu hoyrt um. Tunlarnir til Halbiar og Sandvíkar lúka ikki tey krøv, sum nú- tíðarsamferðsla setir og annars var tað nógv um- røddi hovsvegurin, um- framt havnagerðir í Vági og á Tvøroyri. – Men nú hava vit sæð við egnum eygum, hvussu umstøðurnar eru og tað ger okkum nógv betri før fyri at viðgerða tey ymsu málini. Men hann leggur sam- stundis dent á, at hetta var ein kunnandi ferð og at tað skuldu ongar avgerðir tak- ast. Tað er ikki, fyrrenn fíggjarlógin verður samtykt í desember, at avgerðirnar verða tiknar, so tað verður ikki, fyrrenn tá, suðuroy- ingar fáa at vita, hvørja ítøkiliga ávirkan, ferðin hevur havt. Á Delta greiddi Marner Lisberg løgtingslimum frá, at studningur er ikki altíð av tí ónda Á varda verkstaðnum í Vági tók Petur Jacob Poulsen ímóti Inni á Fiskavirking á Tvøroyri lurta tey eftir Bjarna Hansen, sum fortaldi um virkið Poul Johannus Poulsen, bygdaráðslimur í Sumba, greiðir frá arbeiðnum at gera bakkaverju í Sumba Inni hjá Thomsen á Tvøroyri, fekk Óli Breckmann eitt prát við ein eldri tvøramann Á sambýlinum í Vági fingu løgtinslimir eitt prát við búfólki. Vinstrumegin er tað Rúni Hentze og høgrumegin, Henrik Old Her er alt løgtingið, við fylgi, avmyndað á Bakkanum í Sumba við Hólminum í bak- sýninum. Bakka- verjan í Sumba hevur verið nógv umrødd, men ting- menn hildu, at sumbingar høvdu fingið nógv fyri peningin Inni á Suðurlaks í Vági eru trygdarreglarnar strangar, tí reint skal tað vera. Tað merkti, at øll skuldi í hugvu, jakka og skóleistar av plasti, men har var nógv at síggja. Her er tað Kristina Háfoss sum vísir Súsonnu Danielsen á Løgtingsskrivstovuni, hvussu stórir laksarnir eru Forvitin tingfólk og landsstýrisfólk uppi yvir rovunum av einum av døglingunum, sum doyðu í Hvalba mikudagin. Onkur helt at spikið sá gott út, men tað kann tíverri ikki etast. Á myndini eru f.v.: Elin Lindenskov, Bill Justinussen, Heini O. Heinesen, Jákup Mikkelsen og Jóanis Nielsen Á Suðurlaks greiddi Egil Steintórsson livandi frá, hvussu arbeiðsgongdin er á virkinum Í Kirkjuni í Fámjin sungu tingfólk, “Sjá tú blanar” við fyrsta føroyska flaggið, sum hongur í kirkjuni C M Y K 9 8