Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. september 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 186 - 28. september 2002 Nr. 186 - 28. september 2002 11 – Teir flestu føroying- ar heima í Føroyum ignorera mína tilveru og lata sum um eg ikki eri til. Sum er kann eg slett ikki búgva í Føroyum, eg eri óynsktur og for- fjónaður, tí eg eri samkyndur. Einaferð komi eg kanska heim at búgva, men so mugu viðurskiftini broytast, og mínir landsmenn mugu í hvussu er góðtaka, at eg eri »homoseksu- ellur« og einki annað, sigur Ova úr Vest- manna, sum er tekstildesignari og sangari í Keypmanna- havn SAMRØÐA Jústinus Leivsson Eidesgaard Keypmannahavn, Sosial- urin: Robin Ova Dennis Agerblad. Hetta eru nøvn- ini, sum hava fylgt 32 ára gamla Ova gjøgnum lívið. Pápi hansara er norðmaður – av ættini Tolfsen, og tað var hendan ættin, sum stov- naði pinsarnar – hvítu- sunnusamkomuna í Noreg. Mamman er úr Vest- manna og hoyrir til Brøðra- samkomuna. Ova, sum fram til hann var 20 ára gamal æt Robin, er væl kendur í Gideon í Vestmanna og Ebenezer í Havn. Hann kundi eins væl hoyrt til onkra aðra sam- komu ella Fólkakirkjuna, úrslitið hevði verið tað sama, heldur hann. Hann er samkyndur, hann er til menn, og tað hevur hann tað fínt við í dag. Men áðrenn vit fara undir at útgreina eina heldur inn- viklaða søgu, so fáa tit ein lítlan forsmakk upp á, hvussu tað er at ferðast í bøssaumhvørvinum í Keypmannahavn. Býurin, sum føroysk samkynd verða burturvíst til, tí teirra egna móðirland ikki vil vita av teimum. Á bøssabarrini Oskar Og vit skrúva tíðina nakrar fáar dagar aftur. Tað er mikudagur í Keypmanna- havn, enntá seinasti miku- dagur, og klokkan er farin av fimm. Eg havi eina date við ein føroyskan sam- kyndan á bøssabarrini Oskar, yvir av ráðhúsinum. Heystið er kaldligt í luftini, brún, gulbrún og reyð, følnað og turkað bløð fúka millum beinini. Trøini eru við at lata seg úr til ein nýggjan vetur. Eg eri spentur og vil vera í góðari tíð. Klokkan er ikki meira enn hálvgum fimm, og vit skulu hittast klokkan seks. Men eg vil fegin vita, hvar hendan barrin er fyrst. Einki við at fara at leita í seinastu løtu, og nú er tað soleiðis, at tú ikki bara gongur og spyr, hvar ein bøssabarr er. Hvat munnu tey halda, um eg spyrji soleiðis? Set nú fyri, at øll í Keypmannahavn vistu, at hetta er ein bøssabarr. Eg visti tað ikki, men tað er ikki sikkurt, at hini ikki vistu tað. Hví f. lurtaði eg ikki betri eftir Ova í tele- fonini í gjár, so hevði eg fingið gøtunavnið við. Ein bøssabarr í nærheitini av Ráðhúsinum, tað er alt eg veit. Niðan gjøgnum Strøj- et. Síðan til vinstru, fram við hotel Plaza. Ongin Oscar og mannfólkini, eg hitti, síggja heilt vanlig út. Gangi tvørturum byrjan- ina til Lavendelstræti og longur oman. Meðan eg standi og klóri mær í nakk- anum og hugsi, um eg skal tora at spyrja nakran um veg, so hoyri eg eina deiliga kvinnurødd aftan fyri meg. Kvinnan er ein maður, sum fer inn gjøgnum úthurðina á barrini Oskar. Skeltið oman fyri hurðina stendur eitt sindur smæðið og glitrar í vesturskininum. Eg eri komin á rætta stað uttan hjálp frá nøkrum og fyltur av viðføddum fordómum takki eg innantanna, at eg slapp frá at biðja nakran vísa mær veg til eina bøssa- barr. Eg fari fattur innum – beint fram til barrina og bestilli eina vatn við sitrus í. Tveir blíðskortaðir, skall- utir, ungir menn servera innanfyri. Eg manni meg upp og fyri at rættvístgera, at eg eri komin inn, sigi eg, hvør eg eri. Royni so sann- førandi, sum eg dugi, at siga teimum, at eg eri jour- nalistur og skal gera eina samrøðu við ein føroying, sum nevnist Ova. Hvør skal siga, fái endiliga ikki nakrar skeivar tankar um meg, eg eri bara til konu- fólk. Bara? Sum um tað ikki er nokk. Teir rista við høvdinum og siga seg ikki kenna nakran við slíkum navni. Eg kenni meg eitt sindur undarliga herinni. Arbeiðs- dagurin er akkurát liðugur, og nógv fólk er saman- komið fyri at fáa sær ein »fyraftensbajer«. At raka hárið av sær er ivaleyst móti millum sam- kyndar menn í løtuni. Taki ótilvitað hondina trilvandi upp í hárið, sum er nýklipt, men langt í mun til bonaðu skallarnar herinni. Ein maður stendur yvir av mær við glasinum í hondini. Hann hyggur alla- tíðina eftir mær. Eg hyggi niður fyrst og vendi honum síðan bakið og møti nýggj- um eygum, mannfólka- eygum. Her eru vakrar kvinnur eisini, men tær eru samkyndar og síggja meg ikki. Tað er bara mann- fólkið, sum hyggur. »Eg mann síggja nakað gott út millum menn,« hugsi eg og fari út um eina løtu at summa meg. Eg kenni meg slett ikki væl. Tað er eitt heilt kvarter, til eg og Ova skulu hittast, og tað er heilt beistasett, sum tíðin gongur seint í dag. Man hann fara at kenna meg, og hvat skal eg spyrja um? Eg veit næstan einki um samkynda hugaheimin. Síggi í speglinum innan fyri barrdiskin, hvør kemur inn og hvør fer út og siti og stari eftir speglvendu út- hurðini. »Hatta kundi sæð út sum ein føroyingur, nei, tað er hann so í hvussu er ikki,« hoyri eg, tá hann bestillir á rámum syngjandi kjøbin- havnskum. »Sambært ástøðið Darw- ins, so hava brekkurnar í Vestmanna gjørt vest- menningar so rumpusíðar, sigst, og teir hava eitt serligt gongulag,« hugsi eg, tá ein førligur maður kemur inn. Hesin passaði til ein vestmenning, soleiðis í stødd og í aðrarmátar, men hann tosaði amerikanskt. Har kom einki »Noooyyyy eg vooooyyyyyt ikki«. Ella nakað sum líktist tí. Kontakt So dagar ein ungur smíl- andi, sjarmerandi maður í dyrnum, og stevnir beina leið móti mær. Hann veit, hvør eg eri og tekur eitt fast lógvatak, fjalir ikki útyvir, hvussu glaður hann er fyri at hitta meg. Tað er langt í millum at síggja eitt so eygagott andlit, hugsi eg, meðan eg leggi ætlanir um, hvussu eg skal lýsa hendan mannin fyri lesarunum. Hann er klænvaksin. Frá náttúr- unnar síðu er hárið myrkt. Eygnabrýrnar siga frá hes- um. Í dag er hárið stuttklipt, litað hvítt og friserað. Utt- ast í eygnabrýrnum, báðu megin, hevur hann stungið hol í gjøgnum, og tvørtur í gjøgnum hetta er eitt silvur- prýði við onkrum súm- bolskum omaná og einum bolla niðurundir, móti eygnalokunum. »AV!« Hetta kalla tey fyri piercing, og hann hevur ein silvurring tvørtur ígjøg- num undirvørrina. Hann er í leðurjakka, og tað er ferð yvir honum, sjálvt tá hann situr stillur. – Mamma og pápi blivu sepererað, tá eg var føddur, og hetta hevur merkt mítt lív. Eg skilti ongantíð sum barn, hvar pápi var. Tað vóru bara mamma og so systrarnar. Í dag havi eg gott samband við pápa. Eg lærdi skjótt, hvussu eg skuldi bera meg at fyri at verða elskaður. Eg fekk at vita, hvussu eg skuldi gera, og so gjørdi eg so, sigur Ova, langt áðrenn eg havi sett nakran spurning. »Hetta fyllir nógv hjá Ova,« hugsi eg. Ova – orðið bendist ikki sambært navnaberaranum – greiðir frá, hvussu hann, tí hann hevði so ringt við at finna útav sær sjálvum, ímyndaði sær ein persón, sum hann vildi vera, ella hann kendi seg heilan, tá hann var hesin persónurin. Hendan persón kallaði hann Dennis Agerblad, og tað var hesin persónurin, sum vann í lívinum, og sum hann er partvíst í dag. – Eg fann upp á ein persón, sum eg helt vera tann rætta. Tað var ein stórur munur millum tað eg segði, og tað eg var, sigur Ova Tveir í einum Ova var 12 ára gamal, tá hann flutti heim til Føroya saman við mammuni. Áðrenn hevði hann búð í Danmark. – Eg elskaði at seyma. Hevði havt seyming í skúl- anum í Danmark. Men í Føroyum seymaðu drongir ikki. Her var bara smíð í skúlanum í Vestmanna. Eg hevði seymað eina Kung Fu drakt. Ikki tí, at eg gangi til hendan bardagaítrótt, men eg helt, at ein slík drakt var vøkur, serliga merkið á rygginum, og so elskaði eg filmar við Bruce Lee, Kung Fu filmar, sigur Dennis. Vit drekka cafe au lait, tað er franskt og merkir heilt vanligt kaffi við mjólk útí. Barrin er full av sam- kyndum, kvinnum og monnum, tey flestu síggja heilt vanlig út, og summi eru pyntað út til tað ekstrema. – Langt áðrenn eg kom í pupertetin, kendi eg, at eg var øðrvísi. Eg var tveir persónar, eg var Robin og Dennis. Robin var tann uttari persónurin, sum slett ikki kom í pupertetin, men allatíðina tilpassaði seg. Innari persónurin at Dennis Agerblad. Hann kom í pupertetin og vildi upp- reistur. Tað var hann, sum vildi vera homoseksuellur. Eg kendi meg drignan at mannfólki. Robin gjørdi alt fyri at krógva Dennis, sigur Ova, og okkurt trist kemur yvir andlitið á honum, tá hann hugsar aftur á hesa tíðina. Árini frá tí at Ova kemur í pupertetin og fram til hann fyllir 20 ár gerast ein sannur bardagi millum báð- ar persónarnar í honum, Robin og Dennis. – Robin vildi so fegin verða sum øll hini. Hann var tann fyrsti í klassanum, sum fríggjaði við eini gentu. Robin lá um kvøld- arnar við foldaðum hond- um og bað til Gud um, at hann mátti finna gentuna, sum hann skuldi giftast við, og sum hann skuldi fáa børn við. Gentan var vorðið eitt projekt, sum skuldi fáast yvirstaðið, sigur Ova. Dennis var keddur og agressivur. Hann fór at spæla tónleik í orkestri og litaði hárið. – Hetta var ein støðugur bardagi um, hvør av mær skuldi vinna, sigur Ova. Vildi ikki tosa føroyskt – Eg vildi revsa mammu, tí hon vildi ikki acceptera Dennis, bara Robin, tann góða og fitta. Og tað var ikki bara mamma, sum hevði skapað Robin. Skúlin átti sín leiklut, og tað átti samkoman eisini, ja samfelagið sum heild, sigur hann. – Eg var rættuliga strígg- in, tá vit fluttu heim. Tað var ein støðugur uppreistur móti mammu, og sjálvandi var tað móti henni, tí har var ongin pápi, tað var bara hon, sum var har. Eg vildi ikki eta matin hjá henni, segði, at mær dámdi ikki, og eg noktaði konsekvent at tosa føroyskt, sigur Ova. – Jú, eg tosaði føroyskt við smábørn, tá ongin annar hoyrdi. Tað var eisini neyðugt, tí føroyskt smá- børn skilja ikki danskt, og teimum dámdi meg, høvdu ikki fordómar móti tí homuseksuella Dennis. – Í uppreistrinum fór eg at klippa ein heilt annan veruleika saman. Eg hevði ein bandupptakara, og við honum tók eg upp hend- ingar í fjølmiðlunum og setti teir saman á mín hátt, á Dennisa hátt, tí Dennis fór alt meira at taka yvir í lívinum. Eg minnist, eg tók upp í útvarpinum. Nógv var frammi um AIDS í út- varpinum, og okkurt and- látið var í Vestmanna eisini. Sama rødd læs, og tá eg var liðugur at klippa og seta saman, kundi eg vísa vest- menningum, at vestmenn- ingar eisini doyðu av AIDS. Hetta skelkaði fólk, sum hoyrdu bandið, fullkomi- liga, og Dennis stuttleikaði sær óført, sigur Ova. Millum vestmanna- kvinnur Dennis byrjaði at taka yvir í lívinum. Hann trýsti Robin burtur. – Eg legði sektin á, hvat fólk hildu. Sum 15 ára gamal fór eg at ganga á kvøldskúla í Vestmanna, og eg meldaði meg til seym- ing. Har var ein rúgva av konufólki millum 30-60 ár, og eg var 15. Tað var Sigga Durhuus, sum stóð fyri seymingini. Hon og hinar kvinnurnar tóku væl ímóti mær. Eg lærdi nógv um seyming og seymaði mær sjálvum bæði summar- og vetrarjakkar og kendi meg væl í teimum. Fólk spurdu meg ofta, hvar eg hevði keypt jakkarnar, eg segði, at eg hevði seym- að teir sjálvur, og tey undr- aðust. Fólk hugsa slett ikki um, at tey klæði, tey ganga í, hevur onkur designari seymað ella teknað fyri tey, og ofta onkur eins orginalur og eg sjálvur, sigur Ova. Robin var nú rættuliga bundin niður, og Dennis hevði hug at syngja. Ova og Terji Messel úr Havn gjørdu bólkin »maður:glotti«, og teir góvu tvær fløgur út. Tað var ikki Dennis, sum skrivaði tekstirnar, men Ova, tí annars høvdu teir verið roknaðir sum tekstir til samkynd, og tað vóru teir ikki. Í hesum tíðarskeiðnum hevði Dennis eisini ein føroyskan sjeyk, sum vit ikki koma nærri inn á her. Ova verður veruleiki Beint áðrenn Ova fyllir 20, fer hann niður á háskúla. Hann eitur framvegis tá Robin millum manna, men nú hendir nakað, sum kom at broyta lívsbreytina. – Eg fór á háskúla í Krogerup í Humlebæk kommunu. Eg ánaði ikki, hvør eg var. Dennis var alt ov ekstremur til háskúlan, men tað var deiligt at koma niður. Eg gjørdi eina semju millum Robin og Dennis og tók norska millumnavnið Ova. Ova er homoseksu- ellur. Dennis eri eg sjálvur uttan sensur. Robin eri eg uttan erligheit, Robin er ein stór lygn. Robin er deyður í dag, og í mær eri eg Ova, sum heldur í teymarnar á Dennis, so hann ikki flippar heilt út, sigur Ova. Nú er Ova 20 ára gamal, og hann viðurgongur sín samkyndleika fyri vinum í Danmark. Tvey ár seinni fortelir hann mammu síni, at hann er homuseksuellur. – Eg havi vitað tað alla- tíðina, svarar hon, men eg havi biðið til, at hin part- urin av tær fór at vinna. – Tað gekk allíkavæl nokk so leingi, áðrenn hon heilt góðtók, hvør eg var. Eg kundi blíva so rasandi, tá hon glað fortaldi mær, at nú høvdu systrarnar hjá mær fingið sjeyk. Men tá eg fortaldi, at eg hevði fingið nýggjan sjeyk, so gleddist hon slett ikki. Herfyri ringdi hon og for- taldi, at hon hevði hitt ein samkyndan í atelierinum, har hon gongur, og hon segði, hvussu fittur hann var. Tað gleddi meg, sigur Ova. – Í dag hava eg og mamma tað gott saman. Hon blomstrar sum listar- kvinna í Danmark, hon hevur góðtikið meg full- komiliga sum eg eri, og eg elski hana, sigur Ova. Eg eri trúgvandi – Eg eri trúgvandi og eg trúgvi, at eg eri soleiðis, sum Gud hevur skapað meg. Eg biði framvegis til Gud, men eg biði hann ikki um at eg skal gerast hinkyntur, tað kundi eg ikki droymt um í dag, sigur Ova. – Eg eri 32 ára gamal í dag, og eg síggi nú, at Rob- in doyði í 1990, tá eg tordi at viðganga, at eg var sam- kyndur. Dennis rasar enn í mær, men nýggi Ova held- ur honum upp á pláss, sigur Ova. Meðan vit hava prátað, hevur Ova heilsað upp á tveir samkyndar føroyskar menn, sum komu inn í barrina, Oskar, fyri at hitta vinir. Annar ger nokk so skjótt av, tá hann frættir, at tað er Sosialurin, sum er á vitjan á Oskar. Vil giftast Tú spurdi meg slett ikki, hvat eg haldi um at sam- kynd giftast? sigur Ova, meðan eg royni at taka mynd av honum á Ráðhús- plássinum. – Eg fari at giftast eina- ferð við einum manni, sjálvandi fari eg tað. Eg vil giftast við einum manni, tí eg elski hann. Eg vil eisini giftast, soleiðis at vit jurid- iskt hava somu rættindi sum hinkynd gift. Eg ar- beiddi sum heimahjálp her í Keypmannahavn. Millum annað arbeiddi eg hjá tveimum lesbiskum kvinn- ur. Tær vóru um áttati og høvdu livað saman í mong ár. So doyði tann eina. Beinanvegin komu arving- arnir og tóku alt hennara, eisini teirra felags minnir. Arvingarnir høvdu ongan- tíð góðtikið, at tær livdu saman sum samkyndar. Tað var virkuliga synd fyri eftirsitandi kvinnuna, sum var í djúpari sorg. Hon gjørdist so hugtung av tí, sum hendi, at hon ein dagin doyði fyri egnari hond, sigur Ova og svingar seg upp á súkkluna. Hann skal til homosvimjing um eina løtu, og vit skiljast. Tit kunnu fáa meira at vita um Ova inni á hansara heimasíðu. Hon er at finna á www.dennisagerblad.dk og føroysk samkynd kunnu eisini skriva til hann á t e l d u p o s t a d r e s s u n i sperm@dennisagerblad.dk Ova er single í løtuni. Samkyndi vestmenningurin, Ova: Ómøguligt at búgva í Føroyum – Sum er kann eg slett ikki búgva í Føroyum, eg eri óynsktur og forfjónaður, tí eg eri samkyndur. Einaferð komi eg kanska heim at búgva, men so mugu viðurskiftini broytast, og mínir landsmenn mugu í hvussu er góðtaka, at eg eri »homoseksuellur« og einki annað, sigur 32 ára gamli samkyndi vestmenningurin, Ova, sum býr í Keypmannahavn Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard C M Y K 11 10