Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. september 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 186 - 28. september 2002 Nr. 186 - 28. september 2002 13 Fíggjarlógin hækkar eftir øllum at døma útvið 190 mió.kr. næsta ár, men hon fer kortini at hava eitt yvirskot, sjálvt um tað verður heilt lítið. Hetta er tað, sum fjølmiðlar higartil hava verið førir fyri at fáa fram, áðrenn landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mánadagin fer at leggja uppskotið fyri løgtingið. Hetta uppskotið til fíggjarlóg er tað fyrsta hjá hesum landsstýrinum, men hetta er kortini tað fimta uppskotið til fíggjarlóg hjá Karsten Hansen, lands- stýrismanni í fíggjarmálum, og Anfinni Kalsberg, løgmanni. Fíggjarlógirnar eru hækkaðar nógv, síðani teir tóku yvir í 1998, men landið var afturúrsiglt á mongum økjum í allari krepputíðini. Tí varð neyðugt við nógvum samfelagsligum ábótum eins og lønarlagið hjá teimum alment løntu var afturúrsiglt. Men tað hevur latið seg gera at økja fíggjarlógirnar, tí tað hevir vignast so væl búskaparliga. Fiskiveiðan hevur verið góð og prísirnir á okkara fiskavørum hava ongatíð verið so høgir, sum í undanfarnum árum. Rentan hevur ongatíð verið so lág í eini 40 ár, og so var oljuprísurin eisini eitt skifti sera lágur. V.ø.o. hevur samgongan havt góðar fyritreytir at virka undir. Men útlitini eru ikki so góð. Alivnnan, sum er ein týðandi útflutningsvinna, hevur verið fyri stórum bakkøstum og prísurin er framvegis lágur, hóast hann kvinkar uppeftir. Harafturat er líkt til, at fiskaprísirnir á vanligu botnfiskasløgunum, heldur fram at lækka, og tað merkist skjótt í føroyska samfelagnum. Tí er at vóna, at landsstýrið hevur víst varsemi, tá tað hevur mett um búskaparligu gongdina, so fíggjarligi boðin ikki verður spentur ov hart. Men tá tað er sagt, so skal eisini sigast, at tað eigur ikki at fáa avleiðingar fyri eitt nú heilsumál og almannamál, at ríkisveitingin er lækkað 360 mió.kr. Heilsumál eru afturúrsigld og vit vita, at innan alt heilsu- og sjúkrahúsøkið er neyðugt við bæði hægri rakstrarjáttan og størri íløgum til tól, umvælingar og annað, umframt ta stóru útbyggingina, sum fer fram á Landssjúkrahúsinum. Harafturat er neyðugt at hækka fólkapensjónina nakað afturat og seta munandi meira pening av til búpláss til eldri. Nýggja kanningin vísir, at tørvurin á búplássum er 250. Skal raðfestast mugu hesi málsøki raðfestast fremst. So má heldur okkurt annað svíða og bíða. Er tað veruliga so, at fíggjarlógin hækkar útvið 200 mió.kr., so er tað nógv og nógv meiri enn prís- vøksturin í landinum er og tað er órógvandi. DAGSINS MEINING Sosialurin Ógvuliga stór hækking VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hans Pauli Strøm Vestmanna Vit eru illa stødd tá tað snýr seg um at tryggja og verja rættindi brúkarans í Føroyum - í høvuðsheitum tí at ongin myndugleiki varar av ella kærir seg um brúkaraviðurskifti. Hóast flestu vita hetta framman- undan, kann tað verða skelkandi at síggja, hvussu illa veruliga stendur til, tá man kannar nærri eftir. Tað er serliga seinastu 25 árini, at brúkarapolitikkur hevur tikið seg fram og ment lóggávu og myndug- leikar at verja áhugamál brúkaranna. T.v.s. at hetta er galdandi í øllum fram- komnu londum - uttan í Føroyum. Her er onki hent seinastu nógvu árini - ja tað er enntá so galið, at heldur enn at ganga framá, er gingið beinleiðis afturá. Einasta broyting seinastu 20-25 árini, er tað bein- leiðis afturstigið sum hendi, táið Lógin um Príseftirlit og Prísráðið vóru tikin av í 1997 til frama fyri nýggju Kapping- arlógina. Brúkaralógir ikki dag- førdar í eina fjórðingsøld Vit kunnu nevna nøkur dømi um týdningarmiklar brúkaralógir, sum ikki eru dagførdar júst hetta tíðar- skeiðið, har broytingarnar í brúkaraviðurskiftunum hava verið størri enn nakrantíð: - Keypilógin, frá 1906: seinast dagførd í Føroy- um 1979 - Lóg um brúkaraavtalur (avtalulógin): seinast dagførd í Føroyum 1979 - Lóg um iðranarrætt viðv. brúkaraavtalum: seinast dagførd í Føroyum 1978 - Lóg um durasølu v.m (m.a. postordra): seinast dagførd í Føroyum 1978 - Lóg um kredittavtalur (pant í fastogn): seinast dagførd í Føroyum 1982 - Lóg um persónligar tryggingaravtalur: seinast dagførd í Føroyum 1975 Sum allar lógir á hesum øki eru hetta ríkislógir, sum eru upprunaliga stava frá ríkis- myndugleikunum, men sum eftir viðgerð í Føroy- um og tillaging til føroysk viðurskifti eisini eru settar í gildi fyri Føroyar. Árstalið sipar til árið, táið lógin er endaliga staðfest og sett í gildi í Føroyum. Uppruna- liga lógin ella lógarbroyt- ingarnar kunnu tí verða gjørdar fleiri ár framman- undan, tí tað kann ganga drúgv tíð, frá tí at upp- skotið í einum ríkislógartil- mæli er gjørt av fyrstan tíð, til lógin er endaliga staðfest og lýst. So tað er í minsta lagi ein fjórðingsøld, síðan hesar lógir síðst vóru dagførdar í Føroyum. Tað er serliga grund til at siga at hesar lógir eru av- oldaðar, tí tað er ongantíð sum júst í hesum tíðar- skeiðnum (frá mitt í 70- unum til nú), at brúkara- lóggáva hevur tikið seg fram. Tær tilsvarandi donsku lógirnar eru ofta og nógv broyttar og bøttar hesi árini - oftani sum heilt nýggjar lógir. Og við hvørja einastu dagføring hevur endamálið verið at betra og skerpa brúkara- verjuna. T.d eru allir tíðar- freistir broyttar so, at tær eru til størri fyrimuns fyri brúkaran. Og atlit er tikið til øll tey nýggju vøru- og tænastuøkini, sum eru komin fram tey seinastu 25 árini, t.d alt teldu- og K.T.økið, alt samskiftis- økið, nýggir gjaldsformar, gjaldskort, elektroniskur inet-handil og inet-tænastur o.s.fr.. ...men onki er gjørt í Føroyum - onki ! Vit hava t.d. onga fastognarkeypilóg Eitt er at verandi lógar- grundarlag er avoldað - Annað er at fleiri av týdn- ingarmiklu brúkalógunum als ikki eru settar í gildi í Føroyum. T.d.: • Vit hava onga Lóg um fastognarkeyp: keypir tú eini hús, er ongin serstøk lóg sum regulerar viður- skiftini, setir treytir til seljara og keypara, krøv til støðurfrágreiðing ("til- standsrapport", gjørd av serliga skikkaðum byggi- serkønum), tíðarfreistir fyri kærur, fyri at lata handilin ganga aftur o.n.a. • Og vit hava onga lóg um gjaldskort ella líknandi nýggjar elektroniskar gjaldsformar, hóast meg- inparturin av øllum keypi í dag fer fram á henda hátt - í øllum øðrum framkomnum londum er serstøk lóggáva á hesum øki, sum skal tryggja at brúkarin ikki verður fyri misnýtslu ella vanbýti. • Ei heldur hava vit nakra lóg um marknaðarføring, sum ásetir ítøkiligi krøv- ini til góðan handilssið. • Ella nakrað lóg sum ásetir tann almenna myndugleikan (brúkara- umboð ella brúkararáð), sum skal hondheva brúk- aralóggávuna, og hevur heimildir at fremja sinar avgerðir. • Og at enda onga Lóg um brúkarakærunevnd, har brúkarin kann venda sær við eina kæru, sum verð- ur viðgjørd skjótt og kostnaðarfrítt, og avgerð tikin - uttan at brúkarin skal noyðast tann møti- mikla og kostnaðarmikla rættarvegin. Nógv er at taka í ... Politiski myndugleikin hevur ikki verið og tykist ikki verða sinnaður at gera nakað við hesi viðurskifti. Nú siga teir at nóg mikið er við eini betri kappingarlóg. Hetta ber ikki til longur, so nú er bara eitt at gera: at brúkararnir taka seg saman í felagsskap at seta makt aftanfyri greið boð til politiska myndugleikan um at fáa viðurskiftini í rætt lag. Brúkaralógir - antin avoldaðar ella ikki í gildi í Føroyum KONSERT Tíðindaskriv Mikkjalsmessudag, sunnudagin 29. september, klokkan 16 hevur Føroya Symfoniorkestur sína ár- ligu heystkonsert í Norð- urlandahúsinum. Á skránni eru verk eftir Gade, Kuhlau og Brahms Solistar verða Lasse Mouritsen og Páll Sólstein. Dirigentur verður Søren Johansen. Fyrsta verkið á skránni er ”Ossian ouverturan” av Niels W Gade (1817-1890). Hetta verkið var úrslit av eini kapping, fyriskipað av tónleikarfelagnum í Keyp- mannahavn í 1840. Íblásturin til hesa ou- verturuna fekk Gade frá Ossian-yrkingunum, ein av genialastu falsanum í bókmentaheiminum. Ein skotskur skúlalærari, Macpherson, hevði skrivað – men givið verkið út sum eitt afturfunnið skaldaverk frá oldtíðini, eitt verk frá eini gamlari keltiskari bardu ella keltiskum forn- skaldi. Eitt sera vakurt, romantiskt verk, har hetta avgamla skaldið situr uppi í skotska hálandinum og minnist á hendingar og brøgd úr gomlum døgum, men samstundis sera kensluborið, nú hann situr her, ”einastur eftir av mongum”. Verkið var ótrúliga vælumtókt í øllum Europa og varð umsett til ørgrynnu av málum, m. a. til danskt av Steen St. Blicher; ikki fyrr enn fleiri ár seinni var avdúkað, at verkið var ein falsan. Ossian-ouverturan hevur ein sterkan og vakran melodikk, og er uppbygd í sonatuform við einum sera hábærsligum høvuðstema og einum meira blíðum síðutema; alt hevur ein heldur álvarsaman dám yvir sær. Verkið endar við eini Coda, sum endurtekur høvuðstemaið við fullari styrki – 4 horn, trompetir og trombonir – sum síðani fjarar burtur sum eitt kámt minni. Solo fyri tvey waldhorn Næsta verkið á skránni er ein Concertino fyri tvey waldhorn av Friedrich Kuhlau (1786–1832). Kuh- lau var borin í heim í Ülzen við Hannover, men flýddi sum ungur til Danmarkar undir Napoleonskrígnum at sleppa undan soldatar- tænastu. Kuhlau skrivaði eina rúgvu av teaturtón- leiki, men einasta av hesum verkum, sum veruliga hev- ur verið standandi, er tón- leikurin til donsku tjóðar- operaina ”Elverhøj”, við teimum sera yndisligu løg- unum, og ikki minst teirri dámligu ouverturuni, sum er ein sirpa yvir flestøll temaini í verkinum. Henda Concertino í F- dur fyri tvey waldhorn, verður saman við symfoni- orkestrinum spæld av Lasse Mouritsen og Páll Sólstein, frá kgl. Kapellinum, og er skrivað í 1822. Eins og mesta av tónleikinum hjá Kuhlau er verkið vakurt og árinsmikið, við nógvum melodiøsum temaum, men er samstundis tekniskt kravmikið, og skiftast so- listarnir í spæli í øllum hugsandi kombinatiónum. Verkið er býtt í fimm part- ar: 1. adagio non troppo, 2. allegro a la polacca, 3. larghetto, 4. endurtøka av polacca og 5. allegro assai. Eftir steðgin verður spæld 1. symfoniin av Jo- hannes Brahms. Johannes Brahms: Symfoni nr. 1 í c-moll Johannes Brahms (1823- 1897) var borin í heim í Hamburg, og gjørdi tíðliga vart við seg sum ein framúr pianistur. Men tað er ser- liga sum komponistur, og tá mest sum komponistur og symfonikari, hann er kend- ur fyri eftirtíðina. FSO hevur síðani stovn- ina spælt fleiri av Beet- hovens symfonium, men hetta er fyrstu ferð, at or- kestrið leggur til brots við einum verki eftir einum av størstu symfonikarunum í romantisku tíðini. Brahms verður av kennarum mettur eins høgt og stóri meistarin Beethoven. Men tað var ikki beinanvegin, at Brahms vágaði sær undir so stórar musikkformar, men byrjaði við sonatum og minni verkum fyri klaver. Seinni við sang- og kamar- musikkverkum, men ikki fyrr enn í 1876, tá hann var 46 ára gamal, fór hann undir sína fyrstu symfoni. Fyrsti satsurin er aftur- lítandi á tey tungu árini í 1850unum, tá Brahms leið av eydnuleysum kærleika til Claru Schumann – eydnuleysum, tí hon var kona besta vinmann hans- ara, Robert Schumann. Hetta sigur ein av Brahms- analytikarunum, K Geir- inger. Geiringer heldur fram: ”Tað er eingin ivi um tann skyldskap, sum er millum Brahms og Beethoven í hesum verkinum, hansara fyrstu symfoni. Hesin skyldskapur avmarkar seg ikki bert til líkleikan mill- um finalutemaið og An die Freude-temaið í 9. symfoni (tá onkur nevndi hetta við Brahms segði hann.”Tað hoyrir hvørt dylhøvd”) og bygnaðin í lagnusymfoni Beethovens; heldur ikki liggur hesin í tí andborna intensiteti í verkunum, men kanska meira í skyldskap- inum í poetiska innihald- inum. Tað grundleggjandi temaið fyri tráan og skapan menniskjans, tað æviga mottoið ”per aspera ad astra” (gjøgnum mótgongd til stjørnurnar), hevur eins nógv hugkveikt fyrstu symfoni Brahms og fimtu og níggjundi symfoniir Beethovens. Hugalagið í tí dapra fyrsta satsinum, sum møðisliga stríðir seg fram, fær okkum at hugsa um truplu árini undan deyða Robert Schumanns, myrk og sum um okkurt bølir undir, formulerað í tunga, undirliggjandi orgulpunkt- inum í C.” Tað verður ov drúgført at koma inn á øll tey skiftandi hugaløgini í teim ymsu satsunum, men eins og í Beethovens 9., so broytist í seinasta satsi hugalagið og inn kemur eitt ljóst og vón- ríkt lag úr waldhorninum, sum so verður flutt í ymsu ljóðførini, floytu, strúkarar og eitt sindur seinni í ein heldur hátíðarligan basún- ljóm. Symfoniin endar við eini coda, har eitt sálma- kent lag skapar eina mátt- mikla kulminatión. Vóna góða undirtøku Hetta er ein sera áhugaverd og fjølbroytt skrá, og er hetta ein sera stór avbjóð- ing, FSO her hevur sett sær, og er tað tí okkara vón, at fólk fjølment fara at leita sær niðan í Norðurlanda- húsið sunnudagin 29. sep- tember klokkan 1600. Atgongumerki á 100 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn eru at fáa í Norður- landahúsinum og í Kunn- ingarstovuni. Føroya Symfoniorkestur heystkonsert sunnudagin FUNDUR Eirikur Lindenskov Týskvøldið komandi kl 19 skipar Áhugafelagið fyri lesi- og skriviveik fyri fundi í MBF- húsinum í Havn. – Eingin føst skrá er løgd fyri fundin. Tað eru so nógv fólk, sum ringja til okkara, at vit halda okkum hava nóg mikið at tosa um, sigur Anna Karin Kjeld, sum er forkvinna í felagnum. – Á henda hátt kunnu vit hava eitt hugnakvøld saman og tosa um felags trupulleikar, sigur hon. Anna Karin Kjeld sigur, at felagið er fyri øll, eisini lærarar og pedagogar, hóast øll í nevndini eru foreldur at børnum við lesi- og skrivitrupulleikum. Hittast at tosa um lesi- og skrivi- trupulleikar Absalon Absalonsen Í hesum døgum verður nógv tosað og skrivað um lóg um skrásett parlag skal setast í gildi í Føroyum ella ikki. Millum annað verður ført fram í eini yvirlýsing har yvir 300 persónar hava sett navn undir at Føroyar eru eitt humanistiskt og demo- kratiskt samfelag og víst verður á at ongar átrún- aðarligar skriftir eiga at ávirka lógarverkið. Hetta er sera álvarsamt og vil m.a. siga at Gud orð ikki eigur at vera grund- arlag undir lógum okkara. Humanisma merkir kort og greitt at seta menniskja fram um alt. Tá Jesus varð spurdur um, hvat var hitt stóra boðið í lógini svaraði hann: Tú skalt elska Harrans Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum. Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men annað er hesum líkt: Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan. Á hesum báð- um boðum hvíla øll lógin og profetarnir. (Matteus 22, 37-40). Tað seinna av hesum boðum hóskar humanis- muni sera væl, men ógvuliga snildisliga verður tað, sum Jesus nevndi fyrst ikki tikið við. Tað vil við øðrum orðum siga, at skapningurin verður tikin fram um skaparan, fyri at vísa á hvat tað kann hava við sær, loyvi eg mær at sitera fylgjandi úr Nýggja testamenti: Tí hóvast tey kendu Gud Ærdu tey Hann ikki sum Gud og takkaðu Honum ikki; í dárahjarta teirra gjørdist myrkt… Tí gav Gud tey eisini upp í hjartans lystir teirra til óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum. Tey høvdu jú skift sann- leika Guds um við lygn og ærdu og dyrkaðu skapn- ingin fram um Skaparan… Tí gav Gud tey upp til vanærandi lystir: Kvinnur teirra skiftu um hin náttúrliga umgangin við tann, sum er ímóti náttúruni; og somuleiðis hildu eisini mennirnir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnuna og brendu í lystum sínum hvør eftir øðrum, so at menn drivu skemdarverk við monnum… Og sum tey hildu tað einki vera vert at hava kunnskapin um Gud, gav Gud tey eisini upp til sinni, ið einki er vert, at gera tað, sum ósømuligt er. (Hetta eru brot úr Róm- brævinum kap. 1 frá vers 21 og víðari). Tað kemur ikki mær við hvussu onnur liva og hvat tey gera. Men um lóg kemur í gildi í Føroyum, sum beinleiðis elvir til fremjan av tí, ið Guds orð ávarar so staðiliga ímóti, tá verður av sonnum grund til at siga: Grát mítt elskaða land. Humanisma ella Kristindómur? C M Y K 13 12