Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. september 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 186 - 28. september 2002 15 Mikkjalsmessudag verður hildin føð- ingardagur fyri Mið- vágs Kirkju, sum verður 50 ár. Hon er vígd 28. september 1952 HÁTÍÐARHALD Edvard Joensen Miðvági: Sunnudagin verð- ur hátíðarguðstænasta í Miðvágs Kirkju klokkan 11 og barnaguðstænasta seinnapartin klokkan 15. Eftir barnaguðstænastuna er opið hús í Bygdarhúsin- um, har millum annað framsýning verður við myndum, sum lýsa søgu kirkjunnar. Tað eru í dag liðin 50 ár, síðan Miðvágs Kirkja varð vígd av Jákupi Joensen, tá- verandi prósti. Hátíðar- haldið verður í morgin, sunnudagin. Nú upp undir hátíðar- haldið er Miðvágs Krkja sett í stand og málað øll sum hon er. Millum annað eru vind- eyguni skift út, og kirkjan er málað. Tann, sum hevur sæð kirkjuna innan áðrenn og eftir, at hon er málað, kann bara ásannna, at tað, sum gjørt er við hana nú, avgjørt hevur prýtt hana. Hendan dagin i vikuni, vit vitjaðu í Miðvági, var málarin við at leggja seinastu hond á verkið. Hann lakkeraði gólvið millum stólarnar, meðan presstur var í holt við okkurt annað, sum hond var at taka í inni í kirkjuni. Prestur hevði hug at práta og vildi fegin siga frá um kirkjuna og tað, sum fara skal fram í samband við hátíðarhaldið. Kirkjan flutt Miðvágur er gomul kirkju- bygd, men tær undanfarnu kirkjurnar hava staðið sunnanvert ánna. Har, sum minnisvarðin stendur í dag, greiðir David Johannesen, sóknarprestur, frá. Býling- urin hevur eisini navnið hjá sær. Hann eitur Við Kirkjar. Men tá nú nýggj kirkja skuldi byggjast um miða seinastu øld, varð gjørt av at flyta hana norður um ánna. –Tað var nú ikki bara sum at siga tað at fáa hesa kirkjuna upp at standa, greiðir David Johannesen frá. Tíðirnar vóru ringar, og ikki gekk heilt væl at fáa fíggjarligt grundarlag undir kirkjuna. Løgtingið játtaði nakað av stuðuli, men vildi kortini hava, at kirkjan varð mink- að fyri á tann hátt at fáa hana bíligari. Eisini varð sanvað inn í sóknini, til so mikið var fingið til vega, at farast kundi undir bygging. – Men miðvingar vildu ikki minka kirkjuna, og gott er tað, duga vit í dag at síggja, sigur prestur. Tí Miðvágs Kirkja kann ikki vera minni enn hon er í dag, heldur hann. Kirkjan varð so bygd undir leiðslu av miðving- inum Heina Joensen, ella Bónda Heina, sum mið- vingar nevndu hann. Hann teknaði kirkjuna og stóð eisini fyri byggingini. Hann hevði verið í Noreg og lært og hevði ivaleyst eisini fingið íblástur til kirkjuna har yviri, heldur David Johannesen. Tá nýggja kirkjan var uppkomin, varð gamal kirkjan tikin niður, og til- farið selt. – Soleiðis fingu summir miðvingar sína egnu kirkju, sum onkur hevur tikið til, veit prestur at siga frá. Einaferð í sekstiárunum fekk kirkjan orgul. Tað var danskt, men riggaði ongan- tíð nakað serliga væl, greiðir prestur frá. Tað ljóðaði væl, men tað mekaniska gekk fyri, so tað varð skift út aftur í 1990, tá eitt orgul frá Christiani Kruse í Havn varð sett upp. – Hetta orglið hevur ein miðvágskona, Jonna Hyams, sum varð gift til Englands, goldið, sigur prestur. Hon lat umframt eina rættiliga stóra pen- ingagávu til kirkjuna, sum í dag er væl fyri soleiðis, greiðir hann frá. Eisini aðra gávu hevur Miðvágs Kirkja fingið, nú hon fyllir runt. Miðvágskonur og aðrar við tilknýti til bygdina, hava seinastu vikurnar sitið í Trolhúsinum og vovið ein leypara úr føroyskum til- fari, sum er givin kirkjuni sum gáva frá Vága Vev- skúla. Hesin er vovin í einum og er tann longsti av sínum slagi í landinum, og helst eisini tann, sum gjørdur er upp á stytstu tíð. Einar tríggjar vikur við sjálv- bodnum arbeiði, veit Sigga Johannesen, prestafrúan, at siga frá. Leyparin er 17 metrar langur og røkkur eftir øllum skipsgólvinum og heilt fram til knæfallið, sigur hon. Sunnumorgunin verður hann tikin í brúk. Fáir prestar Hesa hálvu øldina, síðan Miðvágs Kirkja varð vígd, hava bara tríggir fastbúgv- andi sóknarpresta verið í Vágum, umframt tann fjórða, sum nú er í hálvum starvi í Vágum og Norður- streymoy. Tá kirkjan varð vígd, varð Johannes Follend prestur i Vágum, greiðir David Johannesen frá. Hann var prestur her frá 1947 til summarið 1963, tá Høgni Poulsen tók við. Høgni Poulsen var so sóknarprestur í Vágum í 13 ár, til hann flutti til Havnar, har hann tók við í nýggju Vesturkirkjuni. David Johannesen tók við sum sóknarprestur í Vágum tann 1. august 1977 og hevur sostatt júst havt 25 ára starvsdag. Síðan hava Uni Næs og nú Inga Poulsen Dam eisini verið prestar í Vágum og Norðurstreymoy. Kirkjutænararnir í Mið- vági eru fleiri í dag. Deknar eru Leivur Nattestad og Hans Jørgensen, eins og Marianna Simonsen eisini plagar at vera at heita á, um teimum berst frá. Hon er líkasum ein »reserva- deknur«, sum tó rímiliga ofta tekur eina hond í, sigur David Johannesen. Jón Eirikur Joensen er organ- istur, meðan klokkararnir eru heilir fýra. Teir eru Arendal Haraldsen, Erling Johansen, Mannbjørn Vang og Eigil Magnussen. Hátíðarhald Hátíðarhaldið í samband við 50 ára dagin hjá kirkj- uni byrjar við guðstænast- uni sunnumorgunin, har Hans Jacob Joensen, bisk- upur og David Johannesen, sóknarprestur, fara at gera tænastu. Vágakórið verður eisini við, veit prestur at siga frá. Bæði við kórsangi og eisini til at stuðla sálmasanginum ein slíkan dag. Seinnapartin klokkan trý verður fmailjuguðstænasta í kirkjuni, har Inga Poulsen Dam, prestur, fer at prædika. Tá tann guðstænastan er liðug, um fýratíðina, verður opið hús í bygdarhúsinum, har kirkjuráðið bjóðar ein drekkamunn. Ein ein myndaframsýning um kirkjuna verður at síggja, eins og eisini myndir av kirkjutænarum og frá- greiðing um ta truplu bygg- ingina verða at síggja. David Johannesen vænt- ar, at framsýningin helst fer at verða opin nakrar dagar afturat sunnudegnum. Miðvágs Kirkja hálva øld Gamla kirkjan í Miðvági stóð har, minnisvarðin er í dag. Hon varð niðurtikin, tá tann nýggja varð bygd Teir eru í ferð við at stoypa ta nýggju kirkjuna í Miðvági Miðvágs Kirkja er umfatandi umvæld nú upp undir hátiðardagin. Millum annað eru øll vindeyguni skift, og kirkjan er málað innan 15 14 Nr. 186 - 28. september 2002 Spaki verður nú settur í Bátafelagið á Bakka, sum nú fer at byggja felagshús, bjóðar øll- um limunum til lima- fundar um bygging- ina í dag. - Nýggir limir kring um Skála- fjørðin eru vælkomn- ir at tekna seg, sigur formaðurin, Charles Jacobsen BYGGING Vilmund Jacobsen Í dag kl. 16 heldur Bátafel- agið á Bakka limafund í hølunum á Bakka, har Poul Hansen helt til. Á fundi- num fara limirnir at um- røða byggingina av felags- húsi, sum ætlandi fer í gongd í komandi mánaði. Umráðandi er, at allir limir felagsins møta til fundin. Bátafelagið hevur umleið seksti limir, men formaður- in, Charles Jacobsen, kundi væl hugsað sær, at limatalið var størri. Spurdur, hvaðani limirnir eru, sigur hann, at teir flestu eru úr Runavíkar kommunu, men einstakir eru úr øðrum bygdum kring um Skálafjørðin. - Ætlanin við fel- agnum er, at tað skal fevna um allan Skálafjørðin - so enn er væl á mál. Charles sigur, at á lima- fundinum í dag eru nýggir limir vælkomnir at tekna seg. Sjálvboðið Húsið, sum Bátafelagið fer at byggja, verður í fyrstu syfti 50 fermetrar stórt við einari hædd, men møgu- leikar verða at útbyggja. - Ætlanin er, at alt arbeiði skal gerast sjálvboðið, og á limafundinum í dag fara vit at býta limirnar uppí bólkar, har einir 4-5 eru í hvørjum bólki, sigur Charles. Hann væntar, at tilfarið til fyrsta byggistig fer at kosta millum 150.000 og 200.000 krónur. - Tað fyrsta, vit fara at gera, er at stoypa funda- mentið, sum skal verða undir húsinum. Síðan fara vit at arbeiða eftir førimuni og samsvarandi tí peningi, felagið eigur og megnar at útvega sær. Vit miðja eftir, at húsið stendur uppi kom- andi summar, men tað er ikki vist, at alt verður liðugt til ta tíð. Formaðurin í Bátafelag- num sigur, at kommunan hevur latið felagnum byggiøki og gjørt tað byggibúgvið, og tekningar- nar til húsið eru lidnar. Húsið verður bygt norð- anfyri kappróðrarneystið á Bakka. Fiskikapping Til tess at savna inn pening til felagshúsið, fer felagið framhaldandi at skipa fyri ymiskum tiltøkum. Eitt áhugavert tiltak, sum verð- ur á skránni seinni í heyst, er ein fiskikapping, sum verður 16. november, um veðrið verður til vildar. Felagshúsið verður í fyrsta lagi nýtt til tiltøk hjá limunum í Bátafelagnum, men í húsinum verður eis- ini undirhús, alment wc og brúsa. - Húsið fer eisini at vera nýtt í samband við báta- stevnur og ymisk tiltøk, sum verða her í økinum, sigur Charles Jacobsen at enda. Sum skilst, fer Runavíkar kommuna at hjálpa til við rakstrinum av felagshúsi- num, sum nú skal byggjast á Bakka. Felagshúsið hjá Bátafelagnum verður bygt norðanfyri kappróðarneystið á Bakka. Mynd: Vilmund Jacobsen Fiskamóttøkan í Vági stongd Tað ber í løtuni ikki til at landa fisk til uppboðssøluna í Vági. Móttøkan er stongd eftir boðum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Fiskur til Vágs verður nú landaður á Tvøroyri og koyrdur við bili til Vágs LANDING Edvard Joensen Heilsufrøðiliga Starvsstov- an hevur noktað felagnum Fløguni, sum hevur upp- boðssølu av fiski í Vági, at taka ímóti fiski. Fiskur til virkini í Vági verður nú landaður á Tvøroyri og fluttur við lastbilum til Vágs. Tað er ógvuliga trupult at fáa nakra nágreiniliga við- merking til málið. Men staðfest er, at Heilsufrøði- liga Starvsstovan hevur noktað Fløguni at taka í móti fiski. Óluva Niclasen á Heilsu- frøðiligu Starvsstovuni sig- ur, at tey vilja ikki so fegin gera almennar viðmerking- ar til ávís mál, sum snúgva seg um ávís virki. Hinvegin sigur hon tó, at Fløgan í Vági er millum tey virki, sum Heilsuførðiliga Starvsstovan hevur góðkent sum landingarstøð, treytað av at virksemið og tíðar- freistir vera sum ásett. Út frá tí, hon vil siga, er greitt, at Fløgan hevur fing- ið ávísar treytir ásettar fyri virkseminum, men hevur ikki uppfylt tær innan ta tíðarfreist, ásett er. Tí er loyvið til móttøku tikið aftur. Stjórin á Fløguni vil ikki gera viðmerkingar til mál- ið. Sosialurin skilir tó, at Fløgan hevur biðið um ta útgerð, sum kravd er, og at hon er á veg. Men undan- taksloyvi fæst ikki til at taka í móti. Tí er stongt, til krøvini eru uppfylt. Johan Dahl, løgtings- maður, heldur, at tað er eitt sindur órímiligt, sum Heilsufrøðiliga Starvsstov- an hevur gjørt. Hann sigur, at tann gund- geving at fiskurin skal landast beinleiðis í eitt køli- rúm, heldur ikki. Tað mátti borið til at landa fiskin til uppboðssøl- una og síðan koyrt hann beinleiðis til framleiðaran. Í Vági liggur einki virki meira enn einar 20 metrar frá bryggjukantinum, vísir hann á. At siga, at tað ikki ber til at flyta fisk í opnum kørum eftir bryggjuni í Vági, tí tað er so nógv almenn ferðsla á staðnum, er nakað tvætl, sigur hann. So er bara at steingja havnarlagið fyri al- mennari ferðslu, vísir hann á. Og heldur ikki er tað í samsvar við hesa grund- geving, at til ber at koyra fisk millum bygdir. –Tey eru ikki heilt konse- kvent har, sigur hann, tí tað átti ikki at borið til bara at stongt eitt einstakt virki við hasi grundgevingini. Tað eru rættiliga nógvar mót- tøkur í Føroyum, sum ikki hava eitt nú ta køliútgerð- ina, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevur. –Vágur var í stórum trup- ulleikum, sum vit eru kom- in burturúr. Tí er tað heilt burturvið, at almennir myndugleikar nú fara at skapa nýggjar trupulleikar fyri vinnuna her suðuri, sigur Johan Dahl, løgtings- maður úr Vági. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur noktað uppboðssøluni í Vági at taka í móti fiski, til ávís krøv um millum annað køling av fiskinum eru uppfylt C M Y K 14