Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. september 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 186 - 28. september 2002 17 TB venjarin heldur, at síðsti partur av NSÍ dystinum vísti, at moralurin er í lagi, og á Skála heldur venjarin, at tað verður neyðugt við væl betri avriki, enn teir vístu ímóti HB UPPTAKT Jóannes Hansen Verður tað TB, sum skal flyta beinleiðis niður í 2. deild, ella verður tað Skála. Tá seytjanda umfarið verð- ur liðugt spælt í morgin, verður hesin spurningurin næstan endaliga svaraður. Tað er heilt ósannlíkt, at TB fer at fáa nakað í síðsta um- farinum á heimavølli ímóti HB, og hjá Skála er møgu- leikin væl størri at fáa stig á heimavølli ímóti TB í morgin, enn hann verður annan sunnudag, tá Skála skal spæla á Toftum. Tvørámenn eru niðastir á støðutalvuni, og annar av venjarunum, Jón Johanne- sen, heldur lítið vera at ivast í, at tað verður neyð- ugt hjá teimum at fáa øll stigini suður aftur við av Skála. – Tað stendur illa til, men ikki verri enn at vit fram- vegis hava møguleika at sleppa undan beinleiðis niðurflytingini. Men so skulu vit vinna á Skála, og tað verður torført. Tað hev- ur ikki gingið væl, men lag- ið á spælarunum er gott, og teir hava arbeitt væl í venj- ingunum. Avrikið ímóti NSÍ síðsta sunnudag vísti, at moralurin er í lagi. Vit fingu trý mál ímóti okkum eftir lítlari løtu. Tí taptu vit, men tað positiva var, at sjálvt um vit vóru aftanfyri 4–0, so hildu spælararnir fram at stríðast, og vit fingu tvey mál. Hetta sigur Jón Johanne- sen. Ímóti NSÍ var hann noyddur at taka seg av vøll- inum rættuliga tíðliga. Tað var orsaka av einum vødda- skaða. Nú er hann klárur aftur. Tað er Nebosja Urtajl ikki. Hann er darvaður av fótskaða. Í februar fylti TB 110 ár, og tað var ikki ætlanin, at liðið skuldi flyta niður beinanvegin eftir, at teir vóru fluttir upp. Seinast TB vann FM var í 1987. Tann einasti av tí liðnum, sum er á liðnum, ið nú stríðist fyri at sleppa undan niðurflyt- ingini, er Jón Johannesen: – Tað er hugaligt at minn- ast aftur á FM heitini. Men gongdin hjá okkum vísir, hvussu skjótt tað kann vera hvønn vegin. Árið eftir, í 1988, fluttu vit niður. Tað var einki stuttligt, minnist annar av TB venjarunum. Hin TB venjarin, Óli Joh- annesen, sum er beiggi Jón, kom fyrstu ferð á besta TB liði á sumri í 1988. Virðingin var ov stór Síðsta sunnudag var Skála í Gundadali. Tað gekk alt annað enn væl. HB smurdi teir av, og Skála avrikið var avgjørt ikki sannførandi. – Tað tóktist sum um spælararnir høvdu alt ov stóra virðing fyri HB. At teir beinanvegin fingu mál ímóti sær gjørdi ikki støð- una betur. Vit eru samdir um, at hugburðurin skal vera heilt ein annar ímóti TB, og talan verður sjálv- sagt um heilt eina aðra upp- gávu, heldur Hans Jákup Andreasen, sum hesar sein- astu vikurnar hevur havt ábyrgdina av liðnum hjá Skála. Á Skála vóna teir, at allir spælararnir verða tøkir í morgin, men talan er um okkurt ivamálið. Serliga er tað týdningarmikli miðvall- arin Pauli Hansen, sum er ivasamur. Orsaka av skaða í lærkrikanum hevur hann ikki vant í vikuni, men teir vónaðu, at hann verður førur fyri at spæla. Mál- verjin Eugen Voda hevur heldur ikki vant orsaka av løsti, men hann verður við. Verður tað Hans Jákup Andreasen, sum fer at hava ábyrgdina av Skála liðnum komandi ár? – Avgjørt ikki. Vit tóku hetta uppá okkum nú í heyst. Eftir dystin ímóti TB verða tað vónandi tríggir dystir eftir. Ein ímóti B68 og so tveir kvalifikatións- dystir, men so fara teir at finna sær ein nýggjan venj- ara. Vónandi fær hann eitt 1. deildarlið at venja, ynskir Hans Jákup Andrea- sen. Tað er bara í dystinum í Vági, at útiliðið sunnudag- in hevur ein søguligan fyri- mun, um hugt verður at seinastu tíggju árunum. Í Runavík hevur NSÍ seinnu árini havt sera gott tak á grannunum úr B68, og í Gøtu er tað bert komið fyri tvær ferðir seinastu tíggju árini, at B36 hevur fingi nakað við sær heimaftur, men tá hava teir so eisini tikið alt. EB/Streymur eigur enn til góðar at skora í útidysti móti besta liðnum hjá HB, og á Skála er sjálvandi eingi hagtøl at líta á, tá eftir øllum at døma avgerandi dysturin í botninum er á skránni. Talan niðanfyri vísir, hvussu tað hevur gingist, tá mótstøðuliðini sunnudagin hava hitst í tilvsarandi dyst- unum seinastu 10 árini. - jm Tølini tala Skála–TB: Tvørámenn liva í vónini Dystir um vikuskiftið Fótbóltur 1. deild menn 29.09 HB-EB/S Dagfinn Olsen 29.09 Skála-TB Lassin Isaksen 29.09 NSÍ-B68 Suni Johansen 29.09 VB-KÍ Oddmar Andreasen 29.09 GÍ-B36 Petur Skarðenni 2. deild menn 28.09 B71-VB Jón Kári Frederiksen 28.09 B36-LÍF Rúni Gaardbo 28.09 Sumba-NSÍ Eiler Rasmussen 28.09 ÍF-FSV Niklas á Líðarenda 28.09 KÍ-HB Dia Lamhauge 3. deild menn 29.09 Royn-TB Poul Erik Jacobsen 29.09 FSV-B68 Jan E. Glyvradal 29.09 ÍF-B71 Jan Gardar 29.09 GÍ-B36 Edvard Højgaard Hondbóltur 1. deild kvinnur 29.09 17.00 Neistin-Kyndil 29.09 15.00 VB-Stjørnan 29.09 14.30 VÍF-Tjaldur 1. deild menn 28.09 16.00 H71-KÍF 29.09 18.30 Neistin-Kyndil 1. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HB 16 11 - 2 - 3 47 17 30 35 2 KÍ 16 10 - 3 - 3 42 20 22 33 3 NSÍ 16 10 - 3 - 3 34 17 17 33 4 GÍ 16 9 - 1 - 6 29 27 2 28 5 B36 16 8 - 4 - 4 47 25 22 28 6 B68 16 6 - 5 - 5 24 24 0 23 7 VB 16 5 - 4 - 7 16 17 -1 19 8 EB/Streymur 16 3 - 3 - 10 18 38 -20 12 9 Skála 16 1 - 4 - 11 12 39 -27 7 10 TB 16 1 - 3 - 12 16 61 -45 6 2. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FS V 17 13 - 3 - 1 53 9 44 42 2 B71 17 7 - 4 - 6 28 19 9 25 3 B36 17 6 - 6 - 5 27 29 -2 24 4 ÍF 17 7 - 3 - 7 36 34 2 24 5 KÍ 17 6 - 4 - 7 27 31 -4 22 6 VB 17 7 - 1 - 9 27 44 -17 22 7 LÍF 17 6 - 3 - 8 29 27 2 21 8 Sumba 17 6 - 3 - 8 22 37 -15 21 9 NSÍ 17 6 - 2 - 9 16 33 -17 20 10 HB 17 5 - 3 - 9 29 31 -2 18 Talan verður um sannan botngysara á Skála, tá TB vitjar. Taparin á við mest sum 100% vissu siga farvæl við bestu deildina á hesum sinni 17 Nr. 186 • leygardagur • 28. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo GÍ og B36 eru liðini, sum kappast um seinasta europeiska plássið, og hetta kann vera mest sum avgjørt eftir dystin sunnu- dagin UPPTAKT Jákup Mørk Tað er einki at ivast í, hvørjum partarnir tráða eftir, tá GÍ og B36 fara á vøllin í Sarpisgerði sunnu- dagin. Hóast Toto-plássið neyvan er tað, sum kassa- meistararnir í feløgunum tráa eftir, so er tað altíð ein stór ítróttarlig avbjóðing hjá leikarunum at spæla móti útlendskum liðum, og hetta vilja bæði gøtu- og havnarmenninir sleppa at gera komandi ár. Undan dystinum er støð- an tann, at bæði liðini hava sama stigatal, men tá GÍ vann fyrra innanhýsis dyst- in í Havn, standa teir seg betri í innanhýsis uppgerð- unum, og tí kunnu teir nógv betri liva við einum javn- leiki enn B36 kann tað. Nógv fráfall Hóast tað soleiðis er líkt til, at báðir partar leggaj nógv fyri sunnudagin, so skerst ikki burtur, at talan er um álvarsligar skerjingar í leik- arahópinum til týdningar- mikla dystin. Hjá GÍ eru tað fyrst og fremst teir báðir, Bartal Eliasen og Sámal Joensen, sum saknur verður í. Bartal fekk sítt sætta gula kort í Klaksvík herfyri, og í sama dysti fekk Sámal Joensen ostaskorpuna frá dómaran- um, so teir mugu báðir hyggja at dystinum frá síðulinjuni. Hinvegin hevur GÍ til hendan dystin aftur Hallur Joensen tøkan, eftir at hann annars hevur verið burtur frá við einum keiktum fót- liði, og í aðrar mátar tykjast allir leikarar á liðnum at vera 100% til reiðar til týdningarmiklu uppgáv- una, sum altso kann tryggja gøtumonnunum 11. euro- peisku luttøkuna á rað. Hjá B36 tóktist støðan við leikarunum at vera eitt sindur meira óviss, tá vit høvdu samband við teir hósdagin, men tað er líkt til, at eisini teir verða nakað skerdir sunnudagin. Tað tykist púrasta vist, at Bárð- ur Mortansson ikki verður við, eftir at hann fekk ein skaða í fótliðið undir venj- ing mikukvøldið, og so er tað eisini óvist, hvussu verður við teimum báðum landsliðsleikarunum, Jákup á Borg og Julian Johnsson. Jákup fekk skaða í lær- krikan, tá B36 spældi javnt á Eiði seinasta vikuskifti, og Julian hevur ein lítlan fipurskaða at dragast við, og møguliga fara teir báðir at royna seg sunnudagin. Hinvegin telur tað eisini hjá teimum, at landsliðið skal avstað til Litava og Týsk- land um hálva aðru viku, og júst hendan feðrin er kanska størsta avbjóðingin hjá fótbóltslandsliðnum nakrantíð, so tað er lítið at ivast í, at hetta eisini spøkir í tonkunum á leikarunum. Tað ger europeiska lut- tøkan hjá felagnum tó eisini, og tað er einki at ivast í, at tá saman um kemur, so fara teir 11, sum verða á vøllinum fyri hvørt liðið at gera sítt ítarsta, soleiðis at talan eisini komandi árið kann verða um europeiska avbjóðing. Hetta eru greiðu boð- ini úr HB, har teir enn ikki vilja hoyra talan um gullkrón- urnar UPPTAKT Jákup Mørk Sum støðan er á stiga- talvuni í løtuni, so er HB í roynd og veru bert fýra stig frá meistaraheitinum, og trý av hesum kunnu røkk- ast, tá teir sunnudagin spæla ímóti EB/Streymi. Gamaní kann HB eisini gerast meistari longu nú, um bæði KÍ og NSÍ seta stig til um vikuskiftið, men tað er so neyvan nakað, sum tey í HB ganga og rokna við. Har er tað fyrst og fremst egnu dystirnir, sum telja, og hesir skulu spælast, áðrenn nøkur heiðursmerki verða hand- að, eru greiðu boðini. Einki avgjørt - Tað sum vit hugsa um, er at vit sjálvir kunnu avgera, hvar gullið skal fara, og tað støðuna royna vit at halda fast um. Enn eru tveir dystir eftir, og fyrr enn hesir eru leiktir, kunnu vit ikki rópa okkum fyri nakað sum helst. Sjálvandi hugsa vit eisini um gullið, men tað hevur verið málið í alt ár, so tað fyllir ikki meira nú, enn tað hevur gjørt. Somikið greiður er lið- skiparin hjá HB, Rúni Nol- søe, tá vit eftir venjingina hóskvøldið spurdu hann, um gullið var nakað, sum teir av álvara vóru farnir at hugsa um. Um leikararnar sigur Rúni, at har tykjast allir mans at vera tøkir, nú næst seinasta uppgávan stendur fyri framman. Nico Dogaru var leikbannaður seinast, men hann er tøkur aftur, og eingir skaðar av nøkrum slag tykjast gera um seg í løtuni. Annars hevur nakað av skriving verið í vikuni um, hvussu støðan verður við venjaraspurninginum hjá eitt nú HB til komandi árið, men sambært liðskiparan- um er hetta ikki nakað, sum hevur órógva fyrireiking- arnar. - Tað er ikki okkara borð at avgreiða handan spurn- ingin. Tað lata vit nevndina um. Arbeiðið hjá okkum er á vøllinum, og har ætla vit at gera okkara part lidnan, áðrenn vit flyta tankarnar nakra aðra staðni, sigur liðskiparin at enda. Vilja órógva Soleiðis tykist tað, sum um hugburðurin til uppgávuna í HB er hin rætti, og í EB/Streymi tykjast tey eisini at ásanna, at her verður talan helst um eina sera trupla uppgávu. Eisini hóast EB/Streymur fyrr í ár vann á HB, tá liðini tókust á Eiði. Setningurin er tó eisini hesa ferð at gera sítt til, at stig kunnu fáast burtur úr dystinum, og til dystin hevur EB/Streymur allar mans tøkar. Eisini Christian Carlsson, sum var leik- bannaður seinast, og so er spurningurin bara, hvussu Trúgvi Mortensen velur at blanda kortini hjá sær hesaferð, og um hetta verð- ur gjørt við eins hepnari hond, sum tá HB seinast var mótstøðuliðið. GI-B36: Europa upp á spæl HB-EB/Streymur: Ein dyst í senn Gí vann fyrra dystin á B36 í ár, og tí standa teir seg betri í innanhýsis uppgerðunum, sum væl kunnu gerast avgerandi fyri Toto-plássið EB/Streymur skelkaði HB, tá teir vunnu fyrra dystin liðanna millum, men hóast hetta, so tykjast teir hava sera trupla uppgávu, tá teir sunnudagin vitja í Gundadali C M Y K 16