leygardagur 28. september 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 186 - 28. september 2002
19
VÍF er aftur favo-
rittur, men í mun til
undanfarin ár tykjast
fleiri av hinum liðun-
um at leggja enn
meira fyri í roynd-
unum at taka gullið
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Um vikuskiftið verður sjøt-
ul settur á hondbóltslands-
kappingina í kvinnuhond-
bólti, og tó at kappingin í ár
tykist vera meira spennandi
enn í fjør, so hevur hon so
avgjørt sínar skuggasíður.
Fyri at taka tað fyrsta
fyrst, so eru útlit fyri, at
kappingin hjá kvinnunum í
ár kann gerast meira spenn-
andi, enn hon hevur verið
tey bæði seinnu árini, har
VÍF hevur havt í serflokki
sterkasta liðið í landinum.
Ikki tí. VÍF er í útgangs-
støðnum aftur í ár at meta
sum favorittur. Tær hava
framvegis tríggjar framúr
góðar útlendingar á liðnum,
og nógvir av leikarunum
eru tær somu, men hinvegin
er breiddin í hópinum sera
lítil, og hetta kann geva
trupulleikar, um skaðar fara
at raka liðið. Av liðnum frá
í fjør eru farnar Randi Kúr-
berg og Jórun Ludvig, men
hinvegin er Hertha Simon-
sen komin úr Sóljuni, og
tað kann gerast sera spenn-
andi at síggja, hvussu hon
fer at trívast, nú talan verð-
ur um hondbólt í oddinum,
heldur enn at stríðast um
tilveruna í bestu deildini.
Umframt tær tríggjar út-
lendsku, so hevur liðið fram-
vegis tær báðar fyrrverandi
StÍF-kvinnurnar, Alis Høg-
hamar og Sóleyð Mikkelsen.
Sóleyð hevur seinnu árini
verið millum avgjørt bestu
leikararnar í landinum, og
einki er at siga til, at tað er
gleðiligt fyri VÍF, at hon
hevur gjørt av at taka eitt tørn
afturat við koyritúrum mest
sum hvørt kvøld. Eisini Alis
hevur drúgvar royndir, men í
mun til í fjør verður hon mest
sum einsamøll um at halda
plássið á strikuni, og hetta
kann gerast ein møtumikil
uppgáva.
Havnin hóttir
Skal ein hóttan móti VÍF
koma, so er eftir øllum
sólartekin greitt, at hendan
í ár skal koma úr Havnini.
Her hava tær út Neistnaum
tey bæði seinnu árini verið
mest sum einsamallar um at
verja borg í tvey ár, men í ár
er líkt til, at Kyndil vil rætta
upp upp á støðuna, sum
mest sum gjørdist kata-
strofal í fjør, tá tað ikki var
fyrr enn í næst seinasta
dystinum, at liðið tryggjaði
sær tilveruna í bestu deild-
ini.
Á leikarasíðuni tykist
Kyndil at standa seg væl
sterkari í ár, enn tær gjørdu
í fjør. Bulurin á liðnum er
framvegis hin sami, og so
hartil hevur liðið fingið
tilgongd av fleiri spennandi
leikarum. Ikki minst verður
spennandi at síggja, hvussu
evnini hjá Lotte Sørensen
kunnu gagnnýtast, nú hon í
Ileanu Manolescu og Ann-
iku Thomsen hevur fingið
tveir
viðleikarar,
sum
kunnu vera ein stór hjálp
sum ávíkavst skothóttan og
spælskipari. Seinastu árini
hava avrikini hjá Lotte
verið merkt av, at ein ovur-
stór ábyrgd hevur liðið á
herðum hennara, og kann
hon finna stílin frá gull-
árunum aftur, er lítið at
ivast í, at spælið hjá Kyndli
kann lyftast við nógvum
stigum. Hartil tykist Ann
Hansen eisini hava betri
stundir til hondbóltin í ár,
og í fullari venjing er hon
avgjørdur styrkur fyri eitt
og hvørt lið í bæði álops-
og verjupartinum.
Umframt
hesar
fær
Kyndil ætlandi eisini styrk
úr Jugoslavia, har ein fyrr-
verandi
landsliðsleikari
helst er ávegis til felagið,
og fæst hendan nóg skjótt
at rigga inn í heildar-
myndina, er einki at ivast í,
at Kyndil í útgangsstøðnum
hevur eitt sera sterkt lið.
Í Neistanum er ætlanin
enn einaferð at spæla við í
oddinum, men í løtuni
tykist eitt sindur ilt at meta
um, hvussu væl tær eru fyri
til
kappingarárið.
Ikki
minst tí tríggjar av grund-
stuðlunum á liðnum, Katrin
á Neystabø, Birita Wardum
og Gunnleyg Berg, allar eru
farnar av landinum í lest-
rarørindum. Hetta merki, at
nýtt fólk skal spælast inn í
lyklaleiklutir, og tó at
Neistin
vanliga
hevur
møguleika at taka fleiri
evnaríkar leikarar upp á
besta liðið, og hevur fingið
tilgongd
av
Simonu
Dziugyte, Christinu Holm
og Jórun Ludvig, so kann
neyvan roknast við, at hesar
alt fyri eitt eru førar fyri at
lyfta liðið. Men so er fyri-
munurin
sjálvandi,
at
grundspæli bara telur hálvt,
og at møguleikarnir tískil
skuldi verið góðir at gjørt
ein veruligan vørr í enda-
spælinum.
Tunt við fólkinum
Fyri hini fýra liðini í bestu
kvinnudeildini tykist ein
felagsnevnari at gera seg
galdandi, og tað er, at tað
tykist vera trupult at fáa
nóg mikið av leikarum.
Serstakliga hava hesir
trupulleikar verið sjónligur
í Klaksvík, har tað enntá
hevur verið tosað um at
taka liðið úr kappingini, og
hóast tað ikki gjørdist so
heilt galið, so er málsetn-
ingurin hjá liðnum lækk-
aður nakað nógv, Størsta
spurnarteknið í hesum tyk-
ist tó vera, hvussu nýggju
útlendsku leikararnir rigga
á liðnum, og um heilt væl
vil til, er tað væl hugsandi,
at liðið hóast alt fer at geva
teimum í oddinum dygga
mótstøðu.
Í Vági hava tey í fleiri ár
verið við til at mynda ovaru
hálvu í bestu deildini, og
eitt nú hevur liðið veruliga
sýnt tenn í steypakapping-
ini, men enn hevur tað ikki
eydnast at røkka avgjørda
oddinum, og tað er nógv,
sum bendir á, at hetta
heldur ikki fer at eydnast
hesaferð.
Av ymsum orsøkum eru
fleiri av leikarunum frá í
fjør farnir burtur av leikara-
hópinum, og ikki minst
man tað kennast tungt, at
tær
báðar,
Rannvá
Augustinussen og Gurið
Mortensen í øllum førum
ikki verða við í grund-
spælinum. Seinastu trý
árini hevur VB umframt
heimligu leikararnar eisini
havt styrk úr Ungarn, men
hetta er í ár skift um við
Litava, har tríggir leikarar
og ein venjari eru komin.
Eisini hjá StÍF verður
roynt við nýggjum út-
lendskum kreftum í ár.
Ileana Manolescu hevur í
vetur gjørt av at spæla við
Kyndli, men aftur fyri hana
hevur StÍF fingið topp-
skjúttan hjá Sóljuni, Asta
Petrauskiene, og hon hevur
eisini fingið ein málverja
við til Strendur, nú Ingun
Mørkøre ikki verður tøk í
ár.
Hartil skal eisini sigast,
at hóast StÍF í fjør endaði
langt burturi frá heiðurs-
merkjunum, so sýndi liðið
góð evni í nógvum av dyst-
unum, og megnar venjarin í
ár at fáa hesi avrikini at
gerast meira støðug, er
einki at ivast í, at eisini tær
kunnu vera við til at seta
dám á kappingina í oddin-
um.
Sjeynda liðið í ovastu
deildini er Tjaldur úr
Runavík, og lítið er at ivast
í, at teirra setningur fyrst og
fremst verður at halda fast í
sessinum í bestu deildini. Í
mun til undanfarin ár hevur
hópurin merkt nakað av
frágongd undan vetrinum,
og tað kann viðføra innan-
hýsis órógv fyrstu dystir-
nar. Bjargingin kann verða,
at liðið aftur í ár hevur
stórskjúttan, Militsu Ergic
á liðnum, og einki er at
ivast í, at hon saman við
landskvinnuni,
Lenku,
verður tann, sum álitið skal
setast á í royndunm at
varðveita sessin í deildini.
Nú skulu tær
hava mótstøðu
Fyri VÍF vóru tað gleðiboð, tá Sóley Mikkelsen gjørdi av at taka eitt tørn afturat, og saman við
liðfeløgunum fer hon nú eftir einum reinum hat-trick, har VÍF hevur møguleikan at taka triðja
FM-heitið á rað
Heitastu avbjóðararnir hjá VÍF tykjast vera havnarfeløgini bæði, Neistin og Kyndil, sum bæði
hava lagt nógv fyri í fyrireikingunum til kappingarárið
19
18
Nr. 186 - 28. september 2002
Kappingarárið hjá
NSÍ er væl eydnað, og
hjá toftamonnum
verður sigur á
grannunum plástur á
vónbrotið, sum hetta
árið hevur verið
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Inntil fyri tveimum vikum
síðani var NSÍ oddalið. Um
tað hevði havt gingið eftir
vild hjá teimum, so hevði
dysturin
ímóti
B68
í
morgin verið næstsíðsta
stigið ímóti fyrsta FM
heitinum. Soleiðis tørnaði
tað ikki út. NSÍ tapti ímóti
HB, og hóast møguleikin
spøkir, at HB so at siga skal
detta um beinini á sær
sjálvum ímóti EB/Streymi í
morgin, so verður í Runa-
vík ikki roknað við øðrum
realistiskum
møguleika,
enn at HB verður meistari,
og at NSÍ og KÍ skulu
stríðast um silvurmerkini.
Tað, sum fyri tveimum
vikum síðani sá út til at
gerast framúr kappingár hjá
NSÍ, verður kortini ikki
mett sum miseydnað. Við
sigrinum í steypakapping-
ini hevur liðið fyri fyrstu
ferð spælt seg í UEFA Cup,
og teir vinna ivaleyst fyri
fyrstu ferð nakrantíð heið-
ursmerkir.
– Nú taka vit eina upp-
gávu í senn. Ímóti B68
verður tað ivaleysa strevið,
og tað er í hvussu so er
greitt, at vit mugu arbeiða
nógv fyri at fáa øll stigini,
staðfestir Jógvan Martin
Olsen, toftamaðurin og
fyrrverandi B68 spælarin,
sum er venjari í Runavík.
Hjá NSÍ tykist kapping-
arárið vera liðugt hjá Ulrik
Balling. Eftir týdningar-
mikla málið í steypafinal-
uni gjørdist hann ódrúgvur
í landskappingini. Skaði í
lærkrikanum hevur havt við
sær, at hann als ikki hevur
vant síðstu meiri enn fjúrt-
an dagarnar. Hinir NSÍ
spælararnir verða allir tøkir
í morgin.
Plástrið
Tá NSÍ var á Toftum var
talan um satt drama. Dyst-
urin endaði 1–1, eftir at
B68 var komið framum, og
í síðstu løtu var um reppið,
at NSÍ fekk øll stigini. Men
B68 málverjin bjargaði
brotssparkinum hjá Sjúrði
Jacobsen. Hevði NSÍ havt
fingið mál uppá brots-
sparkið, so høvdu teir nú
havt eins nógv stig sum
oddaliðið HB!
Sum seinni partur av
kappingarárinum er liðin,
og tað er vorðið alt meiri
greitt, at B68 ikki fór at
verða partur av tí kapping-
ini, sum tað undan summ-
arsteðginum sá út til, so
hevur ofta verið tikið til, at
ein sigur í Runavík kundi
verið gott plástur upp á sár-
ið.
Nú er tann stundin komin
til handa hjá toftamonnum.
Men hóast teir vunnu sann-
førandi á VB, so kunnu teir
avgjørt ikki metast at vera
favorittar hesa ferð. Seinnu
árini hevur tað verið torført
hjá B68 í Runavík, og NSÍ
avrikini síðani summar-
steðgin hava verið væl betri
enn tey hjá B68.
Hjá B68 er kappingarárið
liðugt hjá Jan Petersen, sum
hevur trupulleikar við hæl-
sinuni. Fríðin Ziskason
verður ikki við í morgin.
Hann er leikbannaður eftir
tvey gul kort og harvið út-
vísing longu í 1. hálvleiki
ímóti VB.
Hesa seinastu vikuna
hava venjingarnar í
Klaksvík og í Vági
ikki verið so títtar,
sum tær annars hava
verið í ár
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Klaksvíkingar fara til Vágs
í morgin. Teir fara sjálvandi
suður fyri at vinna, og teir
siga, at tað er týdningar-
mikið, at teir greiða sín
setning. Men teir tykjast
hava ásannað, at hóast tað
nógvu teir seinastu dystirn-
ar hevur gingið sera væl, so
verður heildarúrtøkan ikki
meiri enn silvurmerkini.
Tað er ikki so galið, men
hjá so sigursvandum felag
sum KÍ er tað ikki tað besta
og serliga ikki, tá havt verð-
ur í huga, at teir í løtuni
kanska eiga besta liðið av
øllum.
At FM stríðið tykist vera
avgjørt, og at spælararnir
eru troyttir av longum
kappingarári man vera or-
søkin til, at Kurt Mørkøre
ikki hevur lagt so nógv á
sínar spælarar í hesi vikuni.
Teir vandu týskvøldið og
hóskvøldið, og so verður
ikki vant meiri, áðrenn teir
fara til Vágs.
Ove Nysted hevur í mið-
verjuni verið ein av størstu
stuðlunum í hesum kapp-
ingarárinum. Men hann
verður ikki við í Vági í
morgin. Ove er annar av
venjarunum hjá kvinnu-
liðnum, sum í hesi vikuni
er í Umeå í Svøríki og
spælir í Europa Cup bólka-
umfari. Og umframt at vera
burturstaddur, so er Ove
eisini leikbannaður. Ímóti
GÍ fekk hann triðja gula
kortið í landskappingini.
Alexander
Djordjevic
hevur verið burturstaddur í
vikuni. Hann skuldi koma
aftur undan vikuskiftinum,
og hann verður ivaleyst
annar av miðverjunum. Av-
loysarin hjá Ova Nysted
verður
veteranurin
Jan
Andreasen
ella
Símun
Joensen,
sum
loysti
Alexander av, tá KÍ vann í
Klaksvík ímóti HB.
Farnir í hi
Á
Svangaskarði
síðsta
sunnudag vístu vágbingar,
at teir meiri ella minni eru
givnir fyri hetta árið. Teir
hava ikki vant nakað serligt
síðstu vikurnar. Í felagnum
hava teir prioriterað liðið í
2. deild høgt. Nú er tann
bjargingarroyndin eydnast,
og so er møguleiki fyri, at
teir fara at seta meiri fólk á
besta liðið, sum var heilt
illa mannað á Toftum.
Predrag
Zivkovic
noyddist út á Svangaskarði,
tí hann var skaddur. Tað er
rættuliga ivasamt, um hann
verður við í morgin.
Tað hevur ljóðað, at
onkrir av veteranunum á
VB liðnum ætla at gevast í
1. deild, tá hetta kappingar-
árið er liðugt. Nú skal ans-
ast eftir, tí tað vísir seg ofta,
at ætlanir um heystið ikki
verða veruleiki, tá dagarnir
aftur fara at dragna. Men
um vágbingarnir gera álv-
ara av hóttanunum, so
verður dysturin ímóti KÍ
síðsti heimadysturin yvir-
høvur hjá teimum í bestu
deildini.
Um fótbóltsframtíðin í
Vági skal metast út frá
avrikunum í dreingjadeild-
ini og unglingadeildini, so
stendur ikki so illa til. Bæði
liðini hava tryggjað sær FM
heitið.
Undan síðsta umfar-
inum í næstbestu
deildini er tað tættari,
enn tað nakrantíð
hevur verið áður
2. DEILD
Jóannes Hansen
Átjanda og síðsta umfarið í
næstbestu deildini er á
skránni seinnapartin í dag.
Tað er fyri langari tíð síðani
greitt, at FS Vágar hevur
vunnið deildina og harvið
hevur tryggjað sær pláss í
bestu deildini, eftir at teir
bara hetta eina árið hava
verið í 2. deild.
Men burtursæð frá fyrsta
plássinum og gullkrónun-
um, so er tað mesta púra
opið. Frá B36, sum er triði
fremst og til NSÍ, sum und-
an síðsta umfarinum er
næstaftast og harvið á
plássinum, sum ber enda-
spæl um rættin at halda
fram í deildini við sær, eru
tað fimm stig.
B71, B36 og ÍF stríðast
um silvurkrónurnar, og
B71 og ÍF stríðast um
rættin at spæla um eitt pláss
í 1. deild. ÍF eigur torføru
uppgávuna í dag. Teir skulu
á heimavølli spæla ímóti
oddaliðnum
FS Vágum,
meðan B71 á pappírinum
eigur lættari mótstøðulið.
Teir skulu á heimavølli
spæla ímóti VB. Vágbingar
tóktust eftir fyrsta stóra
triðingin av kappingini at
vera vónleyst aftastir, men
síðan hevur gingið so mikið
væl, at tað skal vilja illa til,
um VB flytur beinleiðis
niður.
HB er aftast, og teir
skulu spæla í Klaksvík. Um
HB framvegis skal eiga lið
í næstbestu deildini, so
skulu teir vinna trý stig í
Klaksvík. Og so mugu teir
vóna, at Sumba vinnur øll
stigini ímóti NSÍ. Um
úrslitini laga seg soleiðis í
dag, so verður tað NSÍ, sum
flytur niður.
Um HB vinnur í Klaks-
vík og NSÍ vinnur í Sumba,
so verða tað sumbingar,
sum flyta beinleiðis niður.
Tá fara bæði HB og Sumba
at hava 21 stig. Tey standa á
jøvnum í innanhýsis upp-
gerðum. Sumba vann 2-1 í
Gundadali, og HB vann 5-1
suðuri á Krossinum. Tað
eru bara stigini, sum telja í
innanhýsis rokningini. Um
tað stendur á jøvnum í inn-
anhýsis
rokningini,
so
verður hugt at málmunin-
um, og har er HB betri enn
Sumba. Undan síðsta um-
farinum hevur HB -2 í mál-
muni, og Sumba hevur -15.
LÍF er fjórði aftast. Teir
skulu spæla í Gundadali
ímóti B36, sum er á silvur-
kós. Men sjálvt um leirvík-
ingar skuldu snáva í dag, so
kunnu teir ikki flyta niður.
Tað gera innanhýsis dyst-
urin millum Sumba og NSÍ
og lutfalsliga góði mál-
munurin hjá LÍF. Um LÍF
og Sumba skuldu enda á
sama stigatali, so er LÍF
betri. Liðini hava vunnið
hvønn sín innanhýsis dyst,
men LÍF hevur +2 í málum,
meðan Sumba hevur -15.
KÍ og VB hava møgu-
leika at røkka heiðurs-
merkjum.
Klaksvíkingar
skulu vinna á HB, og so
skulu ÍF og B36 tapa. Um
tað lagar seg soleiðis, so
vinnur KÍ í hvussu so er
bronsu. Hjá VB er treytin,
at teir vinna á Sandi, og at
ÍF og B36 tapa ímóti ávika-
vist FS Vágum og LÍF, og
at KÍ tapir á heimavølli
ímóti HB.
Lítil munur á málmi niðurflyting
NSÍ–B68:
Æran stendur upp á spæl
Á Toftum var talan um satt
drama, tá B68 og NSÍ
spældu, og væntandi verður
spenningurin ikki minni, nú
NSÍ framvegis spælir fyri
sínum møguleika
U–17 landsliðið fer í
dag av landinum. Leiðin
gongur til Rumenia, har
liðið komandi vikuna
skal spæla í EM undan-
kappingarumfari. Hini
liðini í bólkinum eru
Rumenia, Makedonia og
Eysturríki.
Bill Jacobsen, venjari,
roknar við, at dystirnir
ímóti
Rumenia
og
Eysturríki vera rættuliga
torførir, og at mótstøðan
ímóti Makedonia eisini
fer at verða ivaleysa stór.
Føroyska ferðalagið
fer úr Vagum fyrrapart-
in. Í Keypmannahavn
koma fimm spælarar
uppí. Teir spæla í donsk-
um feløgum.
jh
Til Rumenia í dag
VB–KÍ:
Báðir partar eru við at pakka saman
C
M
Y
K
18