Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. september 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 186 - 28. september 2002 Fyri bestu menninar verður talan um eitt strævið komandi hálvár, har úti við 40 dystir verða á skránni MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað er sjálvandi fyrst og fremst landskappingin, sum stendur á skránni, nú farið verður undir enn eitt kapp- ingarár, men eisini í aðrar mátar verður talan um ein framúr spennandi vetur hjá føroyskum manshondbólti. Landsliðiðsarbeiðið, sum sjøtul varð settur á fyri tveimum árum síðani, er nú veruliga komið i hæddina. Mánaðarskiftið oktober/ november verða landsdystir leiktir í Grønlandi, og í jan- uar er tað so EM-undan- kappingin, sum stendur á skránni. alt hetta ger, at skráin hjá bestu leikarunum verður tættari enn hon hevur verið, og hóast kapp- ingin er toygd báðar vegir á kalendaranum, so er rása- rúmið fyri broytingum ikki serliga stórt. Eitt nú hevur hetta við- ført, at longu undan kapp- ingini er greitt, at VÍF fer at vinna sín fyrsta dyst uttan yvirhøvur at vera á vøll- inum. Tjaldur skuldi eftir skipanini spælt í Vest- manna nú sunnudagin, men í Runavíkini verður fót- bólturin tikin framum, og tí er ikki gjørligt at manna liðið til dystin. HSF sær sær ikki møguleika at leggja dystin aðra staðni í skránni, og tí er longu nú greitt, at VÍF vinnur dystin. Klassikarin vaknar Sostatt fær VÍF eina at kalla ómaksleysa byrjan upp á árið, men í aðrar mátar skal ikki roknast við, at árið verður heilt so ómaksleyst, sum tað annars hevur tókst seinnu árini, har VÍF tvey ár á rað hevur verið nógv tað sterkasta liðið. At so kappingin í ár eis- ini tykist verða serliga stór frá arvafíggindunum úr Kyndli man ikki gera spenningin minni, og ivaleyst eru mong, sum gleða seg til dystirnar mill- um teir báðar risarnar í ár. Tað er tó eingin loyna, at aftur í ár er VÍF favorittur at vinna meistaraheitið. Ingi Olsen, sum í ár er leikandi venjari hjá liðnum, er framvegis besti miðspæl- arin í landinum, og megnar bróðurin, Áki, at halda seg nøkunlunda skaðafrían, kunnu teir saman við Sámal Joensen mest sum einsa- mallir syrgja fyri neyðugu málunum, sum skulu til. Hartil kemur eisini, at hóast VÍF seinnu árini hevur veri rakt av skaðum í yvirmát, so hevur liðið alla tíðina sýnt neyðugu breiddina, og tí eigur tað ikki at koppa teimum, at teir í ár hava miest vongbspælararnar, Harald Bjørgvin og Ragnar Zachariasen, umframt at Johnny Joensen fyrstu tveir mánaðirnar ella so fer at klintra í fjøllum heldur enn á stigatalvuni. Sambiðlarnir Tað eru serstakliga tvey lið, sum kunnu væntast at hótta vestmenningarnar. Nevn- liga StÍF og Kyndil. Kanska serliga strand- ingar hava seinnu árini víst, at teir kunnu taka øll, tá lagið er hitt rætta, men hin- vegin er lagið ikki altíð líka gott, og tí er tað eisini meira enn so komið fyri, at stig verða sett til móti á pappírinum veikaru liðum, og tað er fyrst og fremst hetta, sum skal fáast burtur, um StÍF ætlar sær at vinna meira enn steypakapp- ingina, sum teir annars hava tikið sær av tey bæði seinnu árini. Strandingar hava annars mist nakað av fólki í ár, men hinvegin hava ungir leikarar við góðum hond- bóltsevnum ongan tíð verið nøkur mangulvøra á vestara arminum av Skálafjørðin- um, og kann Costin Dumi- trescu framhaldandi toga onkrar av hesum upp á besta liðið, so er lítið at ivast í, at StÍF eisini í ár fer at arga VÍF. Tað ætlar Kyndil sær eisini at gera í ár, eftir at liðið annars hevði eitt ikki meira enn miðalgott ár í fjør. Ta ferðina komst hetta eina mest av stórari frá- gongd, men hetta rákið er í øllum førum koppað. Aftur til felagði eru komnir Hans Áki Dahl Christiansen og Jacob Jónsson, og saman við teimum ungu leikar- unum, sum í fjør búnaðust heilt nógv ígjøgnum árið, kann roknast við, at teir fara at lyfta Kyndil hægri enn fjórða plássið, sum liðið endaði á í fjør. Hin- vegin dregur tað niður, at Jónleif Sólsker ikki longur hevur møguleika at nýta frítíðina til hondbóltsspæl- ið, og so er tað eisini spurn- ingurin, hvussu verður við Bárði Johannesen, tá fót- bóltskappingin enar. Uttan hansara eginleikar sum bæði leikari og innpískari, kann í øllum førum gerast trupult hjá Kyndli at røkka so langt fram, sum teir siga sær ætla í ár. Spennandi í Kollafirði Tað verða væntandi hesi trý liðini, sum fara at mynda avgjørda oddin í hond- bóltskappingini, og so er spurningurin, hvussu tað fer at hilnast hjá hinum. Í mangar mátar tykist talan gerast um spennandi kapp- ingarár fyri Neistan, KÍF og H71, meðan Tjaldur enn einaferð má stríðast við at halda seg burtur av botn- sessinum. Skal samanberast við árið í fjør, so stendur ring- ast til hjá Neistanum. Mest sum eitt heilt hondbóltslið er farið úr felagnum, og tað merkir sjálvandi, at stílað verður ikki eftir meistara- heitinum í ár, men hinvegin verður setningurin at menna ungu leikararnar í felagnum, og tað í sjálvum sær er eisini ein spennandi uppgáva hjá venjaranum, Dia Midjord.. Eisini í KÍF tykist Kári Durhuus, at hava eina spennandi uppgávu. Fe- lagið hevur seinnu árini fingið nakrar ungar og evnaríkar leikarar upp í vaksnu røðirnar, og í ár tykist felagið at taka stigið fult út, nú tríggir útlendskir leikarar eru ávegis til felagið. Megnar Kári Dur- huus í nóg stóran mun at fáa hesar spældar inn á liðið, kann væl hugsast, at KÍF fer at kíla seg upp ímillum tey trý stóru. Hoyvíkingar hava nú lok- sins fingið høllina í Hovyík sum heimavøll, og tað er so avgjørt nakað, sum ger, at framtíðin í felagnum tykist væl bjartari, enn hon áður hevur gjørt. Her og nú er tó ikki so nógv, sum bendir á, at felagið fer at blanda seg millum tey stóru. Fleiri av berandi kreftunum frá í fjør eru í ár farnir av liðnum, og hetta fer uttan iva at merkja, at tað í ár verða virði sum felagskensla og stríðsvilji, sum koma at standa ovarlagari á listan- um, men hinvegin nýtist tað ikki vera soleiðis, at úrslitini verða verri av teirri orsøk. Seinasta liðið í deildini er Tjaldur, sum í fjør gjørdist nummar fimm, og hægri enn tí sama skulu teir neyv- an stíla eftir í ár. Partvíst tí tað framvegis er so, at fótbólturin hevur hægsa prioritet í Runavíkini, og partvíst tí hópurin í ár er viknaður í mun til í fjør, og so bøtir tað heldur ikki um, at kanska týdningarmesti leikarin, Mortan Hansen, byrjar árið á skaðalistanum. Teir bestu hava úr at gera Eftir at Kyndil hevði eitt av heldur lakari árunum seinasta vetur, er einki at ivast í, at nógv hondbóltsáhuga gleða seg til fýra spennandi uppgerðir millum risarnar í føroyskum manshondbólti hetta kappingarárið Fyri bæði StÍF og KÍF er galdandi, at um tey kunnu finna rætta hondbóltslagið og neyðuga stabilitetin kann talan gerast um eitt heilt stuttligt kappingarár C M Y K 20 Nr. 186 • leygardagur • 28. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Vil sleppa undan heksajagstran Starvið sum fótbóltsspælari merkir eisini nógv samskifti við fjølmiðlarnar. Hóast Nocko Jokovic fegin tosar við fjølmiðlar, so er tað ikki alt, hann finnur seg í frá fjølmiðlunum. Lesið síðu 6 og 7 REPORTASJA ÚR SUNDALAGNUM Orð og myndir: Jan Müller Fríggjadagurin 13. september man fara í søguna sum ein tann vakrasti og heitasti heystardagur í Føroyum í minniligar tíðir. Sundalagið varð einki undantak í so máta. Eftir at hava verið »offur«, staðið fyri skotum, verið um- røddur, endurgivin, róstur og kritiseraður og hvørt av sínum í Sosialinum sum alari, skelja- og rækjumaður, tingmaður, floks- formaður, løgmaður og loksins tingformaður helt Edmund Joen- sen, at tíðin var komin til at bjóða blaðstjóra og teknara á Sosialinum á ein fyri teir heldur sjáldsaman túr í Sundalagnum. Hesin túrur skuldi eisini vísa seg at vera ikki bert lekidómur fyri sál og sinni men eisini ein ferð inn í ein heldur ókendan og sera áhugaverdan heim – ið vit síggja dagliga, tó at vit ikki geva okk- um far um hann. Hann skuldi vísa seg at geva ikki bert blað- stjóra og teknara men eisini fiskifrøðingum og fornfrøðing- um nakað at hugsa um. - Eg helt, at eg skuldi bjóða blaðstjóra og teknara, sum jú dagliga eru samfelagseygleiðarar at uppliva og eygleiða nakað annað, enn tað teir eru vanir við í sínum arbeiði. Eg vildi sleppa at vísa teimum hetta pinkulítla men sera ríka Sundalagið. Fólk, sum vanliga bara fara spolandi við bili um brúnna, hugsa ikki um, hvat fyri eldorado hetta streymharða sundið í veruleikan- um er, sigur ein brosandi og fryntligur Edmundur mest álíkur einum stoltum høvdinga, sum eygleiðir sítt heimabeiti. Ting- formaðurin dámar sjálvur so avbera væl at vera á sjónum og fiska. Hann er eisini nokkso fólkaalskin maður, sum dámar at vera saman við øðrum eisini. Rætt er tað, at vit koyra oftani um brúnna við Streymin uttan at geva okkum fær um tað lív, sum streymurin har hevur verið upp- runi til og framvegis er tað. Hvør av okkum man hava hugs- að um, at nettupp her búleikað- ust fyrstu "føroyingarnir", írsku niðursetumenninir, fyri skjótt 1500 árum síðani, og at tað varð nettupp friðsæla og lívgevandi náttúran her um leiðir, ið varð grundarlagið undir – hvør veit – kanska tí fyrstu búsetingini í Føroyum yvirhøvur! Lagt varð frá landi í glas- trevjabáti. Í kyrrindunum varð akkerið tveitt út miðskeiðis í sundinum millum Grønhólm streymoyarmegin og Bátshøvda við Bátshøvdavíkina á eystur- oyarlandinum, har teir gomlu helst goymdu bátarnar. Víkin er eisini kend frá Pløyen amtmanni, sum kvøður um hetta eitt tað besta grindaplássið í landinum – mellem Hvalvig og Øre. Roynt var á 4-5 favna dýpi, einar 100 metrar úr landi. Reið- skapurin varð eitt fjarðasnøri og ein heimagjørd hondsnella við tráðu. Landkrabbarnir fingu fitt av landfiski og øðrum uttan- kvotafiski, 12 stórar toskar, (A- fiskur), 30 til 40 bergiltir (reyð- fiskur) og einar 15 skrubbur. Og hartil eisini fýra sjóreyvar, ið sostatt vóru tær einastu, ið fingu ongul í reyv. Tað er einki at taka seg aftur í, at landkrabbarnir, sum staðkendi oyramaðurin hevði boðið við sær á flot henda dagin, gerast ikki sørt kløkkir av at draga inn ein stóran tosk fyri og annan eftir her inni við land. Hetta er jú ikki Norðhavið. Ikki er Edmundur bert hugagóður veiðumaður, hann er eisini góður at siga frá í hesum toskarokinum. Og minnist aftur á, hvat teir gomlu plagdu at siga frá. Tað vóru nøkur ár, at teir fingu stóran og oftast soltnan tosk inni á fjørðinum. Hann kallaðu teir landfisk. Teimum Við Edmundi á floti Við tingformanninum og teknaranum á Sosialinum á floti í Sundalagnum 21