Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. september 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Sosialurin Nr. 186 - 28. september 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Hetta kjakið um skrásett parlag er løgið. Á einari síðu hava vit tey, sum vilja hava, at tey sam- kyntu skulu hava somu rættindi, sum øll onnur. Á hinari síðuni hava vit tey, sum siga: "Hví skulu tey hava hesi rættindi og hvat verður tað næsta tey vilja hava?" Vit liva nú einaferð í einum demokratiskum samfelag. Vit liva í einum samfelag, har mannarætt- indini verða vird. Hendan virðing fyri mannarætt- indum merkir: at um vit síggja lógir ella onnur samfelagslig viðurskifti, sum skerja tey grund- leggjandi mannarætt- indini, so eiga vit at broyta hesi viðurskifti. Sum einstaklingur hevur tú grundleggjandi rættindi. Samfelagið má ongantíð virka ímóti hesum rættindum, ikki uttan so, at tínar gerðir skerja rættindini hjá øðrum. Tá vit tosa um skrásett parlag, so skerjir hetta ikki rættindini hjá øðrum. Hetta er ikki til ampa fyri nakran, og eg havi enn ikki hoyrt eina einastu grundgeving ímóti skrásettum parlagi. Jú, gamaní onkur rópar upp um Mósebøkurnar. Men har er so nógv í Mósebókunum, sum vit velja ikki at liva eftir. T.d. tað, at vit ikki skulu røra blóð ella eta svín, at vit ikki skulu síggja hvønn annan naknan, at kvinnur skulu út um býgarðarnar, tá mánasjúkan herjar, og mangt slíkt. So lat okkum leggja Bíbliuna á hillina. Tað nyttar ikki at tosa um persónligt frælsi, út frá Bíbliuni, vit hava trúarfrælsi í Føroyum. Vit mugu gera okkum greitt, at talan er í hesum førum ikki um, at vit skulu rættvísgera, hví samkynt skulu sleppa at ganga saman í skrásett parlag. Hetta eru eini grundleggjandi rættindi, sum eru skerd, samfelagið hevur ikki rætt at skerja hesi rættindi. "Hví skulu fólk sleppa at ganga saman í skrásett parlag?" Hesin spurningur er at venda øllum á høvd- inum, so leingi, at hetta ikki skerjir rættindini hjá øðrum í samfelagnum, so skulu øll hava somu rætt- indi sum onnur. Spurn- ingurin er heldur: Hví skulu fólk ikki sleppa at ganga saman í skrásett parlag? Higartil hevur eingin klárað at svara hesum spurningi. Minst til, vit hava trúarfrælsi, so at Bíblian sigur okkurt er ikki ein haldgóð orsøk. Um lógin um skrásett parlag ikki verður við- tikin, hava vit valt manna- rættindini frá og móseslóg verður viðtikin. Eg spyrji: hvat verður tað næsta, sum fundamentalistarnir fara at krevja. Verður tað, at svínakjøt skal forbjóð- ast, ella tað, at kvinnurnar skulu út um býgarðarnar, tá tær hava mánasjúku, ella tað at vit ikki mugu fara í brúsu saman í Svimjihøllini. Nei, latið okkum heldur arbeiða fyri einum sam- felag, har eingin verður kúgaður og mannarætt- indini verða vird. Móselóg ella mannarættindi Niels Uni Dam skrivar gomlu plagdu ikki at dáma hetta, tí tað var ikki gott tekin. Tað var heldur tekin um, at føðin minkaði uttan fyri. Fiskurin leitaði inn á fjørðin at leita sær eftir føði: krabba, gággu, brosmukálvum, tarabrosm- um og øðrum livandi á botni. Hetta varð tikið sum eitt ávaringartekin. Teir tóku land Á túrinum varð eisini lagt at landi á oydnari oyggj, Grønhólmur nevnd. Her kundi manningin njóta friðsæluna og órørdu náttúruna. Nærhendis er so eisini Kjøthólmur, har teir gomlu høvdu kjall at goyma kjøtið í. Við tí frálíka útsýninum yvir alt sundið og friðsæl- uni har valdaði, lá ræðið fyri hjá oyramanninum at greiða gestunum frá um bæði søgu og náttúru. Streymurin er lívgevandi fyri alt Sundalagið. Tað var hann helst eisini, tá fyrstu niðursetufólkini komu higar. Tað var tí eisini náttúrligt, at fyrstu niður- setufólkini, írskir munkar, leitaðu sær henda vegin fyri skjótt 1500 árum síðani. Edmundur, sum sjálvur er uppvaksin í hesum so áhugaverda og livandi umhvørvinum, trein sínar barnaskógvar á Oyri og hevur livað síni vaksnamannaár á Oyra- bakka, heldur tað kundi verið áhugavert hjá forn- frøðingum at sett spakan og skeiðina í eitt av teim- um mongu plássunum millum Oyri og Oyra- bakka, sum minna okkum á írska búseting. Har er "Írland", nesið, sum sting- ur seg úr landi. Har er søgan um Kvassa, ein hin fyrst nevndi føroyingurin man veit um, ið varð írskur niðursetumaður og munkur og sum søgnin sigur skal liggja grivin í Kvassheyggi oman fyri vegin. Í dag hevur kappróðrarbáturin á staðnum navn eftir honum. Søgnin sigur, at Kvassi kundi síggja alt ríkið sítt, sum rakk úr Eystnesi fyri sunnan til Kollin á Eiði fyri norðan. Har eru írateigarnir tey rópa, sum liggjan norðan fyri "Írland". Eingin veit, hví teir eru har. Har eru eisini nakrir óvanligir garðar norðan fyri Bátshøvda- víkina, sum heldur eingin skilur. Og soleiðis kundi verið hildið fram at tosa um nøvn og fyribrigdi frá eini farnari tíð, sum vit í dag lítið og einki vita um. Kanska vit ein dag, tá fornfrøðingarnar hava orku og tíð, fáa meira at vita um, hvørji hesi fyrstu niðursetufólkini vóru. At tey hava sett seg nið- ur her heldur Edmundur vera so heilt náttúrligt. Tí her yður við lívi. Økið Írland teir rópa er slætt og sera gróðrarríkt. Her er nógv torv. Og beint við dyrnar er sjókjallurin við seiði, sild, øðu, gággu og kræklingi. Tú kanst næstan ganga út eftir hesum. Her er alt. Og so fuglurin. Her hava verið og eru fleiri fuglasløg, eitt nú æða, havgás, ont, dunnur. Hetta er eisini kovin hjá tjóðfugli okkara. Túsundtals tjøldur vitja Mógvstøðuna norðan fyri brúnna. Tað er tann oyran frá kirkjuni og norð um ánna á Norðskála, har kræklingur heldur til. So nógv var til av honum fyrr, at hon varð mett móti eini hálvari mørk í jørð. Tann góði fiskimaðurin í Sundunum kennir seg sum hagamann, tá hann fer á fjørðin. Hann kann siga, hvat slag henda og handa bergiltan (reyðfiskur) er og hvaðani hon kemur. Hyggur tú at taranum á botninum, so skiftir hann lit og fiskurin við honum alt eftir, hvar man er á botni í Streyminum. Beint undir brúnni, har streym- urin er harður, eru tari og bergiltur myrkareyðar og verða so ljósari tess longur norður og suður um brúnna tú kemur. Jú sanniliga er Sunda- lagið, ið røkkur frá Tanga- firði til Eiðis, nakað fyri seg. Mest álíkt einum eldorado bara tú gevur tær fær um tað. Tey, sum hava ferðast eftir Niloynni í Egyptalandi, fáa júst somu kenslu, tá farið verður við báti gjøgnum Sundalagið. Eins og Niláin er lívgev- andi fyri alt umhvørvið har, er tað streymurin í Sundalagnum, sum skapar lív í sundinum og harvið eisini á báðum áarbøkkun- um. Streymurin í Sunda- lagnum er hin føroyski Nilurin. Henda kenslan var meira galdandi fyrr, tá eingir vegir vóru og tú noyddist við báti gjøgnum Sundalagið. Ella vit leita heilt aftur til fyrstu niðursetufólkini, ið helst mettu hetta sum besta búpláss í landinum. Dagurin líður og teir tríggir, tingformaðurin av Oyrabakka, teknarin og blaðstjórin á Sosialinum, leggja aftur leiðina til lands. Meðan Edfríð bakar vaflur og leggur ein av stóru toskunum í pottin, er Edmund farin at flekja og greipa restina av dagsins fongi til snóratræið. Ein ófør løta er at enda komin. Heimaftur fara gestirnir nógv minni ríkari og við eini heilt nýggjari fatan av einum av Føroya ríkastu blettum. Her úti á Grønhólmi varð høvi til at njóta frælsi og friðsælu Teir fingu fleiri stórar toskar Sosialurin Nr. 186 - 28. september 2002 3 HEYST Edvard Joensen Summarið er liðið, og javndøgur eru farin afturum. Heystið stend- ur fyri durum, hóast enn er lýkka í luftini. Mjørki liggur langt oman í hagan, og tað sirmar stillisliga úr honum. Tað er framvegis gróðrar- veður. Grasvallirnir í urtagørð- unum heima við hús mugu sláast minst einaferð afturat, og eftirgróðurin á bønum bara mennist. Teir flestu flytifuglarnir eru farnir. Fara soleiðis á leið samstundis sum ferðamanna- skipini hvørva, og summar- siglingin heldur uppat. Onkur hendinga sløðist eftir enn. Okkurt einstakt tjaldur er at síggja, hóast tey nú eru sera fá. Mikkjal á Ryggi sigur í Fuglabókini, at um hálvan september eru tey flestu farin, men út móti mikkjalsmessu eru kortini onkrir einstakir ungar at síggja eftir. Og so eru tað nøkur, sum kortini hava valt at verða verandi allan veturin. Onkur heldur, at tey eru slík, sum koma norðaneftir her út á heystið. Men eisini steinstólpan heldur á sum longst, sigur Fuglabókin okkum. Og tær hava enn verið regluliga at sæð í bø og haga hesar seinnu dagarnar. Eisini tær skuldu farið at flutt nú um mikkjalsmessuleitið. Hetta er innløgutíð. Tað, sum sett er í jørðina at vaksa, eplir og røtur, verður nú tikið uppaftur. Hoyggið er fingið undir tak, og nú eru tað ungneytini, sum fáast skulu heimaftur. Okkurt skal setast við, men fleiri skulu takast. Dunnur verða dripnar og reinsaðar, og eisini gæsnar fara so smátt at leita aftur at húsum. Tær kenna ikki sína lagnu, men fáa skjótt at kenna, hvør ætlanin var við at lata tær í hagan at vaksa seg feitar og stórar. Og so er tað seyðurin. Serliga veðrarnir verða settir í samband við mikkjalsmessuna. Gamalt er nógvastaðni at taka veðrar á mikkjalsmessu, og verður tað í stóran mun fram- vegis hildið í hevd, hóast ikki altíð verður farið sjálvan mikkjalsmessudag. Tað eru veður og vindur, lýkka ella kuldi, sum gera tað av. Teir komu inn seinasta heyst, hesir hornaseyðirnir, sum nú veturgamlir koma aftur og hava flettingarborðið at síggja fram ímóti. Onkur er kanska einar tveir-tríggjar vetrar og so mikið stórur, at hann helst skuldi kunna hótt eitthvørt met í vekt. Og í ár er onkur fyritøka farin at lýsa við, at tann, sum fær størsta veðrin, skal fáa ta og ta virðislønina afturfyri. Men einki verður sagt um, hvørt tað er veturgamal hagaveðrur, ella kanska ein træveturseyður, sum hevur gingið á eini trøð og etið røregg og putursukur aftur við breyði og kraftfóðri. Fóðraður um náttina, tá eingin sær, sum summir hava hug at arga aðrar við, at gjørt verður. Teir hava staðið inni í vetur, hesir fýrarnir. Onkur hevur tó verið so heppin, at hann er sloppin út at gera náttúrunnar skyldu soleiðis báðu megin jólini. Er so komin aftur, skríðandi í skræðuni og bert samanhangandi í skinninum. Men skjótt eru holdini drigin á aftur. Fyltur við hoyggi og kraftfóðri, tí tað var vist, at ikki skuldi hann vera ringastur, tá heystið kom aftur. Og várið kom, og teir vórðu aftur latnir út fyri dyr. Nú fóru teir aftur í hagan at leggja seg. Hugsa um at eta. Einki annað í høvdinum enn at eta. Ymiskt er kortini, tí ikki allir sleppa út í grøna hagan, uttan verða sleptir á onkra trøð her og har í bønum saman við ofta nógvum øðrum lagsbrøðrum, sum so skulu býta tað sindrið av vølli og grasi, sum har finst, sínamillum. Úrslitið verður mangan, at um ikki verður fóðrað við kraftfóðri at kalla hvønn dag, verður ov lítið at eta. Og so verður tað gjørt við tí úrsliti, at tá krovið einaferð verður hongt upp, hendir tað viðhvørt, at menn aftur fara at sníkja seg gjøgnum skotini í myrkrinum. Hesaferð við tálga- feitum síðum, sum ikki eru etandi, men verða burturbeindar. So eingin sær. Men so eru teir hepnari, sum í eitthvørt feitilendi sleppa. Ganga har ofta sveimandi millum himmal og hav við fríum útsýni, so langt eygað røkkur. Teir ganga so har í síðum grasi, so mestsum bara ryggurin kemur undan. Eta, eta og eta. Einki annað í einar fýra mán- aðar, til farið verður eftir teimum aftur. Og tá er tað rættiliga, at reyp- að verður. Hesir eru teir ulti- mativu veðrarnir, sum spreingja vektirnar og seta nýggj vektar- met. Ella er tað bara eigarin, sum ikki hugsar heilt klárt eitt sovorðið kvøld, tá bismarin fer í botn og ásurin bognar av hesum vælsignaðu bitum, sum verða hálovaðir frá nú av, til teir liggja ræstir á borðinum á jólum? Hvør veit? Men longu nú eru næstu veðurlombini gjørd upp til at skula í gjøgnum sama umfarið komandi summar. Byrjað verður longu nú við hoyggi og kraftfóðri. Tí fekk eg ikki tann størsta í ár, so er bara at royna aftur næsta ár. Mikkjalsmessa Mikkjalsmessa leiðir hjá flestu føroyingum hugin móti fjallgongu og veðrum. Henda tíðin snýr seg hjá nógvum um fong og vekt, samstundis sum vit ganga og ynskja efir, at lýkkan fer úr luftini, og kuldin syrgir fyri at reka fluguna burtur Eigarin hevur fingið hendur á veðrin, sum nú stendur bundin saman við javnlíkunum. Óvitandi um, hvør lagnan verður Mynd: Edvard Joensen Stutt bil seinni er krovið hongt upp, og tann fyrr so bragdligi og prúði seyðurin verður nú mest mettur eftir, hvussu væl hálsurin væntandi fer at smakka á jólum Mynd: Edvard Joensen C M Y K 23 22