leygardagur 28. september 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 186 - 28. september 2002
1. partur
Kim Simonsen
"Thorshavn, der ellers kan
bemande 16 Ottemandsfarere, er
i denne Tid ikke istand til at
bemande 1, og man må med dyb
Bekymring see, at den Tid
henrinder, da Tørven skal
tilberedes, uden at man er istand
til at foretage det mindste Skridt
til Tilveiebringelsen af denne saa
høist nødvendige Artikel. (_) En
sørgelig Stilhed hersker overalt,
og de uhyggelige Omgivelser
bringe Enhver til at gyse. Man
seer neppe et Menneske paa
Gaden, og de allevegne
tilsluttede Vinduesskodder vidne
om den Elendighed, der er i
enhver Familie. — Kun 3
Handelsbetjente ere nogenledes
istand til at vedligeholde
Handelen. Alt arbejde hviler.
(_)."
Fædrelandet nr. 141
d. 17 juni 1846.
"Igaar ere tvende dygtige læger.
Dhrr. Manicus og Panum, efter
kgl. Foranstaltning, afreiste til
Færøerne for at være til Hjælp
under den Ulykke, der ved
Mæslinger har ramt dette
fraliggende Sted."
Fædrelandet nr. 146,
d. 23 juni 1846.
Illa stóð til í Føroyum á sumri í
1846, tí meslingar herjaðu sum
umfarssótt. Donsk bløð skrivaðu
nógv um hetta. Av teim 800
fólkunum í Havn, vóru umleið
700 sera sjúk. Um allar Føroyar
doyði fólk, meðan eldri fólk,
sum høvdu havt sjúkuna í 1781,
tá hon herjaði í Føroyum,
gjørdust tó ikki sjúk. Mesling-
arnir, sum komu við útiseta frá
Keypmannahavn, spjaddu seg
um allar Føroyar. Um mánaðar-
lok vóru dugnaligu læknarnir
Panum og Manicus tí sendir til
Føroyar at hjálpa til.
Av hesi ferð stendst nógv
forvitnisligt. Serliga er tað bókin
hjá læknanum Panum:
"Iagttagelser — under
Mæslinge-Epidemien paa
Færøerne i Aaret 1846", sum
vakti miklan ans, og gjørdi hin
blaðunga Panum kendan innan
læknavísindi. Í dag er hetta
arbeiðið og verkið áhugavert,
bæði fyri tess vísindaástøði og
tað pláss henda frágreiðing
skuldi fáa innan danska
vísindasøgu. Í dag eru slíkar
keldur enn áhugaverdar, tí hesar
eru sum søguligar keldur, førar
fyri at siga okkum um Føroyar í
1846 og um viðurskifti millum
partanir í danska Ríkinum, um
Føroyar og Danmark. Henda bók
gevur eina "mynd" av fólki,
mentan og av heilsustøðuni sum
heild í Føroyum. Innan etno-
logiska vísindi er vanligt í dag at
nýlesa slíkar "frásagnir", fyri
teirra máta at umboða serlig
viðurskifti, sum t.d. lyndiseyð-
kenni og siga okkum um polit-
isku hjálanda valdsjavnvágina.
Føroyafrágreiðingar
- Stutt um søguna hjá einum
tekstaslag.
"Færøerne i sig selff ere intet
andet / end som nogle høye
Klipper / som opstige aff det
vilde haff / næsten ofverbetagte
med nogen tynd Jord. . ."
Lucas Debes, 1673.
Søgan hjá tí tekstaslag, kallað
"føroyafrágreiðing", er sera
gomul. Til hetta slag av teksti
hoyra serliga tær stóru frágreið-
ingarnar, men eisini ferða-
mannabøkur og t.d. læknaferðir
hava ymiskt forkunnugt at bjóða.
Longu í árinum 825 í Aix-la-
Chapelle skrivaði hin lærdi írski
munkurin Dicuil eina bók kallað:
"Liber de Mensura Orbis
Terrae", ið merkir at máta jørð-
ina, ella Bókin um at máta
jørðina. Dicuil brúkti mest eldri
keldur, men legði tó okkurt
aftrat, t.d.:
"Der er mange andre øer nord
for de britiske havne. Man kan
komme dertil ved at sejle direkte
fra Nordbritannien i to dage og
to nætter for fulde sejl og med
gunstig vind hele tiden. (_) De
fleste af øerne er små, og i de
fleste tilfælde er der små sunde
imellem dem, og nogle eneboere,
der kom fra vort Scotia (Irland),
har boet på øerne i næsten
hundrede år. (_) Vi har aldrig set
de øer, det drejer sig om, omtalt i
nogen forfatters bog"
(Diucil í C.V.C.Young 1982).
Herfrá til tíðina um trúbótina
finnast ikki nógvar keldur, men
seinni kenna vit líknandi arbeiði,
m.a. eina nú horvna hondskriv-
aða Føroyafrágreiðing av Peder
Jacobsen Spjellerup, ið var
prestur í Norður-Streymoy í
árunum 1665-67. Frá 1592 finst
eitt eldri yvirlit um Føroyar í:
P. L. Panum í Føroyum
– Nøkur orð um føroyafrágreiðingar, serliga um kendu læknaferðina hjá
Panum til Føroya í 1846
Sosialurin Nr. 186 - 28. september 2002
5
"Norriges oc omliggende Øers
sandfærdige Bescriffuelser" af
Peder Claussøn Friis (útgivið í
1632). Í einum broti í hesum
finst tekstur um Føroyar, sum er
skrivaður við føroyinginum
Jacob Oudensøn sum keldu.
Eisini finnast nøkur orð í Jens
Lauritzsøn Wolffs: "Norrigia
Illustrata" frá 1651. Men meiri
um hesar seinni.
Atfinningarsami Panum
Panum var mangan hildin at vera
sera atfinningarsamur. Serliga er
tað reinførið, livihátturin og
almenna heilsustøðan, ið hann
helt vóru út av lagi vánalig.
Henda framseting av viðurskift-
unum skuldi eisini elva til
ósemjur og øði millum meiri
tjóðskaparligar føroyingar.
Seinni skrivaði Erslev í verkin-
um: "Den Danske Stat" frá 1855-
57 um Føroyar, har hann bein-
leiðis tók eftir Panumsa verki.
Peter Ludvig Panum (1820-
1885) varð føddur í Rønne á
Bornholm. Hann var sonur ein
hernaðarlækna. Sum 9 ára gamal
fluttu tey til Eckern-Førde. Hann
gjørdist studentur á Flensborg
Lærde Skole, og tók eftir hetta
upp lestur í Kiel. Í 1841 varð
hann inmatrikuleraður við Lærda
Háskúlan í Keypmannahavn.
Hann skuldi vísa seg sum ein
evnagóður og íðin læknalesandi.
Vegna vánalig peningaviðurskifti
byrjaði Panum longu at læra frá
sær í lestrarárunum. Panum var
beinanvegin ein dugnaligur
medisinari, men serliga áhugin
fyri náttúruvísindini var stórur.
Tá á døgum vóru hugvísindi
nógv tað størsta fakið, meðan
náttúruvísindi ikki høvdu sama
ans sum tey stóru gomlu hug-
vísindafakini. Longu sum lesandi
skrivaði Panum: "Methodisk
Ledetraad til Brug ved Under-
visningen i Naturlærens
Begyndelsesgrunde".
Fyrsti meinbogin
- Føroysku læknarnir
Tað, sum læknarnir, ið eru
útsendir til Føroyar, skriva, er
mangan áhugavert keldutilfar,
sum vanlig søgufrøði ikki tekur
sær av. Tey flestu, ið arbeiða við
føroyskari søgu hava ikki valt at
tikið verk Panumsar við í keldu-
listan. Undantøk eru tó, so sum
Jonathan Wylie, sum í bókini:
"The Faroe Islands — Inter-
pretations og History", tekur
fram Panum og at hesin gjørdi
Føroyar kendar innan lækna-
frøðigreinina epidemologi, eins
og Føroyar eru kendar millum
fólkaminnifrøðingar fyri eina
livandi kvæðamentan, og millum
fuglafrøðingar fyri øgilig fugla-
bjørg. Antropologurin Wylie
brúkar seinni Panum sum keldu,
har hesin lýsir føroysku royk-
stovuna. Í slíkum keldunum er
eisini nógv at finna um metingar
av føroyingum, m.a. tekur
Manicus til í: "Nogle Iagt-
tagelser over de paa Færøerne
og de sammesteds manglende
sygdomme", at: "Færøboeren er
i Amnindelighed af stærk
muskuløs Bygning, lyst Haar,
blaa Øjne, smukke hvide Tænder.
Dentes incisive ere hos de
Voksne, ligesom hos de gamle
Ægyptere, saaledes afstumpede,
at de have en Tyggeflade som
dent. Molar. Caries dentium er
yderst sjælden. Hans Tempra-
ment falder ofte noget i det
phlegmatiske, hvorfor ahn i alle
Livets Tildragelser viser en
sjælden Fatning og skammer sig
at vise nogen som helst
Lidenskabelighed". Her fáa vit
ikki bert at vita, at fólk hava
vakrar hvítar tenn, men hvussu
fólkið var umleið 1842. At
føroyingar skuldu hava fleg-
matiskt lyndiseykenni — ið er
lyndi merkt av líkavekt og hesi
fólk eru seiglig, trek og ikki til at
førka úr stað. Henda læran um
lyndiseykenni gongur aftur til
grikska filosofi, sum t.d.
Empedokles.
Í Føroyum vóru Panum og
Manicus fyri nógvum loyni-
brøgdum, ráðagerðum og
svikaráðum, serliga læknarnir í
Føroyum, føroyingurin Napoleon
Nolsøe og C. Regensburg, ið
allar keldur leggja undir fyri at
vera hálvvánaligar, skuldu vísa
lítið sømiligan atburð. Nolsøe,
sigur Panum, er ikki mætari enn
ein "klók" kona, og er ikki
serliga dugnaligur. Regensburg,
ið var dani, var Landchirurg paa
Færøerne, og serliga honum
dámdi lítið ungu Kanningar-
nevndina senda av Kongi.
Millum privatu pappírini hjá
Panum í savninum hjá Kongaliga
Bókasavninum (4578, 4) stendur
at lesa um møtið hjá Panum við
"R", ið er Regensburg, at hesin
kom umborð á skipið 30. juni
klokkan hálvgum eitt, har hann
vildi leiða teir fram fyri Amt-
mannin. Men hesir løgdu ikki í
at hava hendan "Dr. R" við sær,
ella sum so nakað at gera við
hann. Fimm minuttir eftir, at
Panum og Manicus stóðu
framman fyri Amtmanninum,
kom Regensburg. Hesin skilti
illa støðuna, at Panum og
Manicus ikki høvdu nakað at
gera við hann sum Landchirurg.
Serliga var tað honum umráð-
andi at tryggja sær føroysku
sjúklingarnar, og at hansara
inntøka ikki varð tarnað. Hesin
maður skuldi vísa seg at vera
trásettur av tonkum um pening.
Panum sigur so turrisliga: "Det
første Charakteertræk han viiste
var det at drage nogen pecuniær
Fordeel af os". Hetta merkir á
føroyskum, at Regenburg royndi
at fáa peningaligan vinning av
starvsbrøðrum sínum úr Dan-
mark. Fyrst vildi hann hava
appelsinir frá læknanum
Manicus, sum ikki tímdi at
svara, meðan Panum játtaði
honum nakrar. Síðani royndi
hann at selja eina doktarakistu til
Panum, ið hann ikki brúkti, fyri
4-5 ríkisdálar. Sum Panum helt
fyri, var henda kista ikki verd 4
ella 5 markar. Beinanvegin kom
ilt millum partarnar. Ein maður
úr Miðvági kom til Panum eftir
heilivági. Hesin hevði eisini
biðið Regenburg um tað sama.
Endin var, at maðurin fekk tað
frá Panum, har Regenburg seinni
møtti hjá Panum, og skeldaði
hann illa.
Regensburg meinti ikki, at
Panum hevði rætt at reka praksis
í Føroyum. Panum bjóðaði at
senda tey fólk, hann viðgjørdi, til
hansara, so hann kundi útflýggja
heilivág, tí hann á síni stuttu ferð
í Føroyum ikki vildi skerja
hansara inntøkur og tí hansara
praksis. Men hesin maðurin varð
sum besettur og ikki til at tosa
við. Panum er skelkaður av at
hesin embætisbróðir í Føroyum,
er so lítið at sær komin. Panum
rekur at enda hendan mannin frá
sær, og biðir hann bert klaga til
Amtið, men: "betænk at De ej
faar en Næse af Amtet og naar
De klager over Amtet saa maa
De med det samme klage over
Sundhedscollegiet som har givet
Amtet Myndighed over mig og
sat mig i Uafhængighedsforhold,
og da det ikke vilde kunne
hjælpe at De klagede til Kongen
da han havde givet Collegiet
Ordre til at handle frit". Bæði
Panum og Manicus útflýggjaðu
fátækum sjúkum heilivág
ókeypis, men tá hesi venda sær
til Regenburg blakar hann
hendan vekk, ella hann snýtur
við løginum, og gevur fólki ein
tunnan mikstur, har Panum hevur
givið konsentreraðar
opiumsdropar.
Hesin Regenburg var eisini
bangin fyri at ferðast í Føroyum.
Honum dámdi at binda frið og
bert geva hópin av heilivági, ið
ikki hevði serligt árin, tí hann
var ov tunt skamtaður. Fólkið
hevði tí einki álit á manninum.
Einaferð komu menn úr Hesti til
húsini hjá Regenburg, har Panum
var staddur og róku hann út úr
egnari stovu, tí teir vildu hava
viðgerð frá Panum.
Onkrar keldur:
P.L. Panum: Iagttagelser —
under Mæslinge-Epidemien,
Bibliotek for Læger, januar-april.
1847
Fædrelandet nr. 141-152, 1846.
Ole Jacobsen: P.L. Panum og
Færøerne. Í: Fra Færøerne —
Úr Føroyum VI. Dansk-færøsk
samfund 1972.
Tórshavn frá 1880-unum. Frá Labonne, 1887
C
M
Y
K
25
24