leygardagur 28. september 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SAMRØÐA
Heri á Rógvi
Lívið sum fótbóltsspælari kann
vera skiftandi, og landslagið
kann skjótt broytast. Arbeiðs-
plássið hjá einum yrkisleikara
kann meira enn so verða skift út,
og lagnan er oftast langt frá
trygg.
Ein av teimum, sum hevur
sannað hetta, er Nocko Jokovic.
Hann spælir fyri tíðina við
Havnar Bóltfelag, og saman við
liðfeløgunum roynir hann at
tryggja felagnum føroyameist-
araheitið.
Nocko spælir í dag við einum
føroyskum felag, men so seint
sum fyrr í ár spældi hann í teirri
bestu donsku deildini, eins og
hann hevur roynt seg í teirri
bestu skotsku deildini.
Nú er hann so endaður í
Føroyum. Hóast hann ikki heilt
vil avvísa ein longri steðg, so
røkka ambitiónirnar út um
føroysku landoddarnar.
Úr Jugoslavia
Foreldrini hjá Nocko Jokovic eru
úr Jugoslavia, men hann sjálvur
er føddur og hevur altíð búð í
Danmark. Bæði hann sjálvur og
foreldur hansara búgva í Silke-
borg í Jútlandi. Hann heldur
sjálvsagt ikki til í Silkeborg, tá
hann er í fótbóltsørindum
aðrastaðni.
Longu í sínum fyrsta ári sum
tannáringur legði hann leiðina til
AGF og Århus. AGF er víðagitið
fótbóltsfelag í Danmark, og teir
dugdu væl at síggja, hvør dugur
var í tí tá unga Nocko Jokovic.
Seks ár seinni royndi hann seg
fyri fyrstu ferð á besta liðnum
hjá felagnum í Superligaini.
Í 1996 gekk leiðin aftur á
kendar gøtur, tá hann skifti felag
til Silkeborg, ið tørvaði ein
góðan áleypara sum Nocko. Tað
var kanska í Silkeborg, at hann
hevði sína bestu tíð sum fót-
bóltsspælari. Gamli danski
landsliðsvenjarin Sepp Piontek,
sum var venjari hjá Silkeborg,
dugdi at fáa tað besta frá Nocko.
Eisini spældi hann í hálvt triðja
ár saman við vágbinginum Jan
Allan Múller, sum hann kennir
rættiliga væl.
Í februar mánaði skifti hann
aftur til AGF. Hesaferð gjørdist
steðgurin ikki so drúgvur – tvey
ár. Eftir næsti steðgin í AGF
spældi hann í tríggjar mánaðir í
Livingstone. Nocko og Living-
stone samdust um ein trý ára
sáttmála. Báðir partar høvdu tó
ein møguleika (optión) eftir
tríggjar mánaðir, har partarnir
kundu siga sáttmálan upp. Eina
viku áðrenn, at teir tríggir mán-
aðirnir vóru runnir, so fór stóra
sjónvarpsfelagið í Bretlandi ITV
á húsagang, og hetta rakar øll
fótbóltsfelag meint, tí inntøkur-
nar frá sjónvarpsrættindunum
hvørva at kalla.
- Hetta gjørdi, at felagið
(Livingstone, blðm.) bjóðaði
mær eitt heilt annað tilboð enn
tað, ið vit í fyrstu atløgu vóru
samdir um. Eg valdi at siga nei
til tilboðið, tí lønin var munandi
minni enn hana, vit upprunaliga
høvdu avtalað. Eg skilti kanska
ikki heilt, hvat tað var, sum
hendi, og eg roknaði ikki við, at
tað fór at spreiða seg til onnur
6
Sosialurin Nr. 186 - 28. september 2002
Nocko Jokovic:
Vil sleppa undan heksajagstran
Royndi og nógv umtalaði fótbóltspælarin Nocko Jokovic stórtrívist í Føroyum
saman við familju sínari. Hóast honum dámar Føroyar, so vil hann helst á eitt
hægri støði fótbóltsliga. Starvið sum fótbóltsspælari merkir eisini nógv samskifti
við fjølmiðlarnar. Hóast Nocko fegin tosar við fjølmiðlar, so er tað ikki alt, hann
finnur seg í frá fjølmiðlunum, og hann tosar heldur ikki við øll longur
»Eg spyrji heldur ikki um nakað, um eg síggi meg sjálvan í bløðunum. Minni eg
veit, lættari verður tað fyri meg«
- Eg havi tað framvegis soleiðis, at marknaðurin letur upp í desember-januar, og tá satsi eg upp á at finna mær eitt útlendskt felag. Eg vil tó ikki avvísa nakað, tí tað kann lættliga miseydnast
aftur hesaferð, sigur Nocko Jokovic, sum stórtrívist í Føroyum
Mynd: Álvur Haraldsen
lond eisini, so eg valdi at royna
okkurt annað stað, men tað
skuldi so vísa seg, at sjónvarps-
feløgini vóru komin illa fyri í so
at siga øllum londum, og tískil
gjørdist tað ógvuliga trupult at
finna eitt felag. Mann kann siga,
at tað er eitt sindur spell, at
húsagangurin ikki kom eina viku
seinni, tí so hevði eg spælt har
fyri tað upprunaligu lønina, sigur
Nocko Jokovic.
Í dag sigur hann seg ikki iðra
seg um, at hann ikki valdi at
skriva sáttmála við skotska
felagið, hóast føroysk feløg ikki
kunnu fylgja við teimum í
Bretlandi, tá tað viðvíkur lønum.
- Eg tók ein kjans, og tað gekk
ikki sum ætlað, men eg siti ikki
og angri nakað, sigur hann.
Við til søguna hoyrir eisini, at
seinast í august er tann sokallaða
"transfer deadline". Eftir 31.
august ber ikki til at skifta feløg
í Evropa til eftir nýggjár, soleiðis
at teir leikarar uttan sáttmála
mugu spæla saman við áhuga-
leikarum, um teir einki felag
hava áðrenn.
Hetta sama gjørdi eisini, at tað
gekk ógvuliga skjótt hjá Nocko
við at koma til Føroya og gera
sáttmála. Tað gingu tveir dagar
frá tí, at hann fyrstu ferð varð
kontaktaður av HB, til hann var í
Føroyum fyri at royna seg.
Síðsti møguleiki?
Kann mann so siga, at hetta í
Føroyum var tín síðsti
møguleiki?
- Eg veit ikki rættiliga, tí eg
arbeiddi heilt til tað síðsta. Tað
vóru eisini samráðingar við felag
uttanfyri Danmark, sum duttu
niðurfyri til síðst.
- Tað, sum eg ynskti sjálvur,
var at finna eitt í øllum førum
miðalgott lið í Evropa til rími-
ligar pengar, soleiðis at eg kundi
fáa nakað burturúr tí fíggjarliga
eisini. Hetta skuldi so ikki vísa
seg at vera møguligt av fleiri
orsøkum.
- Høvuðsorsøkin er, at feløg í
Evropa hava sera stórar
fíggjarligar trupulleikar í løtuni.
Bara í Skotlandi, tá ITV fór á
húsagang, vóru tað 600 spælarar
í Bretlandi, sum fingu sekkin.
Tað merkir so, at tað eru 600
góðir spælarar, sum gjørdust
arbeiðsleysir.
- Tað endaði so við Føroyum,
tí eg kundi síggja, at nakrar
dagar áðrenn evstamark hevði eg
einki felag funnið, og eg kundi
velja ímillum at koma til Føroya
at spæla ella ikki gera nakað.
Á tann hátt var tað síðsti
møguleiki, sigur Nocko Jokovic.
Hann kendi ikki tað stóra til
Føroyar og føroyskan fótbólt. Frá
Jan Allan og øðrum hevði hann
fingið at vita eitt sindur, og hann
visti, at støðið ikki var so høgt.
Men tað má ein rokna við, sigur
Nocko.
Áhugin í Føroyum kom óvart
á Nocko, men hann dugir eisini
at síggja, at fyri eitt føroyskt
felag, so er hann ein ógvuliga
áhugaverdur leikari.
Tað er væl ikki eitt framstig
fyri teg, nú at vera endaður í
Føroyum?
- Nei, so avgjørt ikki. Eg verði
noyddur at síggja tað positiva í
hesum. Eg eri júst vorðin 29 ár,
og tað er upp á ein máta tann
besti aldurin. So eg vil ikki gera
nakra neyðsemju við meg sjálvan
og siga, at nú er tað liðugt. So
leingi tað er okkurt, so er tað
vón fyri stavn.
Sjálvandi fari niður á eitt lægri
støði, men eg haldi ikki, at tað
fer at ávirka tað stóra, um tað
bert er í nakrir mánaðir sum
hesum førinum. Var talan um
fleiri ár, so vildi mítt støði eisini
lækkað, greiðir Nocko frá.
Vil tað so siga, at tú ikki
ynskir at halda fram í Føroyum?
- Eg havi tað framvegis
soleiðis, at marknaðurin letur
upp í desember-januar, og tá
satsi eg upp á at finna mær eitt
útlendskt felag.
- Eg vil tó ikki avvísa nakað, tí
tað kann lættliga miseydnast
aftur hesaferð. Eg vóni, at tá
marknaðurin aftur letur upp, so
eru feløgini og lønirnar aftur
komnir á eina góða legu, sigur
Nocko Jokovic.
Amatørar
Hóast talan er um Føroya størsta
fótbóltsfelag, sum hann spælir
fyri, so merkir hann væl, at talan
er um amatørar.
- Eg merki væl, at talan er um
eitt øðrvísi lyndi í Føroyum enn
aðrastaðni, har eg havi verið. Tá
tað er sagt, so hava teir persónar,
sum eg havi havt við at gjørt í
sambandi við fótbóltin, virka
rættiliga professjónellir. Tað er
ikki bara soleiðis, at ein kann
koma til Føroya og halda, at
talan er um fólk, sum ikki vita,
hvat tey gera.
Eftir føroyskum mátistokki er
HB eitt ógvuliga stórt felag og
virkar rættiliga professjónelt.
Skal eg samanbera við tey støð,
har eg havi verið, so er tað klárt,
at støðið er nógv lægri. Soleiðis
er tað bara í einum lítlum
samfelag. Tingini henda bara eitt
sindur seinni í Føroyum - og
kanska serliga í fótbóltinum,
sigur Nocko Jokovic.
Tosar ikki við BT
Sum fótbóltsspælari á hægsta
stigi, fæst ein nógv við fjøl-
miðlar. Sjálvur hevur Nocko
verið nógv frammi í donsku
fjølmiðlunum millum ár og dag,
men eisini tann partin av lívinum
hevur hann vant seg við.
- Sum ungur spælari, tá tú
byrjar at koma fram í fjølmiðl-
unum, so skalt tú ansa eftir, hvat
tú sigur, men tað lærir tú eisini
við tíðini.
Tað kunnu vera nakrir
ógrundaðir journalistar, sum
skriva um teg og endurgeva teg
skeivt. Við tíðini lærir tú at fáast
við fjølmiðlafólk, soleiðis at tú
velur, hvørji fólk tú tosar við, og
hvat tú vilt tosa um. Tað er
týdningarmikið, at tú sjálvur
setir tíni mørk, um tú kennir teg
órættvíst viðfarnan, sigur Nocko.
- Tað er ein stórur partur av
arbeiðinum at fáast við fjøl-
miðlar. Sum alment kendur
persónur, og tað er tú sum
fótbóltsspælari í Danmark, tí
stórt sæð øll vita, hvør ein er,
sigur Nocko.
Er tað so onkur fjølmiðil, ið tú
ikki tosar við?
- Ja, eg tosi ikki við BT. Tað
var nýliga, tá eg júst var komin
til Føroya, tá gjørdi eg BT greitt,
at eg ikki vil tosa við blaðið
longur.
Einaferð verður tað nóg mikið.
Líkamikið hvat er hent og ikki
hent sum frá er liðið. Eina
heksajagstran tað tímir tú ikki at
finna teg í. Serliga tá víst verður
til ting, sum ikki eru sonn. Tá
tímir tú bara ikki longur, sigur
Nocko.
- Tá eg kenni, at fólk lúgva
fyri mær og skriva ósannindi
ferð eftir ferð, og nøkur ting
verða tikin fram, sum eg haldi
eru ótíðarhóskandi og farin, har
seti eg markið. Tað er hetta, ið eg
havi sagt við BT. Tað kunnu tey
so nýta ella ei. Eg havi so einki
meira at siga við tey, sigur
Nocko.
- Tað er ikki nakað eg geri av
egnum fríum vilja. Eg havi
ongantíð havt tað soleiðis, at eg
meti tað vera neyðugt at vera
góður vinur við fjølmiðlarnar –
als ikki. Eg eri eisini kendur í
Danmark fyri at vera ein
persónur við egnum hugsanum,
sum sigur, hvat hann meinar.
Hóast hetta kanska gevur meira
rís enn rós viðhvørt, sigur
Nocko.
Síðani Nocko boðaði BT frá
hesum, so hevur blaðið ikki ringt
til hansara, so roknast má við, at
blaðið virðar hansara avgerð.
- Í øðrum samanhangum kann
mann nýta fjølmiðlarnar til at
fremja seg sjálvan. Eg kenni tað
ikki soleiðis sjálvur, at eg havi
gagnnýtt fjølmiðlarnar fyri egnan
vinning. Tað hava altíð verið
miðlarnir, sum hava viljað tosað
við meg um hetta ella hatta,
sigur Nocko.
Ein óskrivað lóg innan
fótbóltin er kanska, at tú skalt
halda teg góðan vinir við
fjølmiðlarnar, tá hugsað verður
um sponsorar og annað, greiðir
Nocko frá. Sjálvur hevur hann tó
ongantíð lagt seg eftir hesum.
Trívist
- Vit taka tað sum eitt upplivilsi,
sigur Nocko, tá spurt verður,
hvussu tað er at koma til Føroya.
Við sær til Føroya hevur hann
konu sína og seytjan mánaðir
gomlu dóttir sína. Fyrrapartar
ansar hann eftir dótturini, meðan
konan er til arbeiðis. Tey lata øll
væl at øllum í Føroyum. Fólkini
eru fitt og vinarlig, veðrið hevur
verið til vildar og alt hevur
riggað, sum tað skal.
- Tíðin í Føroyum hevur verið
positiv, og so er her eisini so sera
vakurt. Uttan iva er hetta eitt
fantastiskt stað hjá børnum at
vaksa upp, sigur Nocko.
At fólk eru hjálpsom í Føroy-
um hava hann og familjan
sannað. Eyðsæð er, at munur er á
at vera í Føroyum og í Silkeborg.
- Tað er ógvuliga lætt at fella
inn í Føroyum, fyrst og fremst tí
øll duga danskt. Øll eru
hjálpsom. Eitt nú hevur ein
granni hjá okkum latið okkum
nýtt hennara frystiboks, tí vit
onga hava í okkara íbúð. Hetta
sigur bara um føroyingar, at tað
er einki hóvasták, sigur Nocko.
- Í allar mátar virka føroyingar
lagaligur, leggur hann afturat.
Nocko hevur við sínum
drúgvu royndum vant seg við
lívsstílin sum fótbóltsspælari, og
tað, sum hartil hoyrir – eisini
sum familjumaður.
Spyr ikki
Hvørja uppfatan heldur tú, at
fólk hava av tær í Føroyum.
Hevur tú lagt til merkis, at fólk
vænta nakað av tær í Føroyum?
- Tað kann eg gott merkja.
Sjálvandi rokna fólk við, at eg
kann vera við til at tryggja
meistaraheitið. Eg eri heldur ikki
í toppformi í løtuni, men eg havi
spælt undir nógv størri trýsti enn
her, so hetta burdi eg klárað,
sigur Nocko.
- Nú kann eg ikki lesa føroysk
bløð, tí eg dugi ikki málið. Og
mann kann siga, at eg spyrji
heldur ikki um nakað, um eg
síggi meg sjálvan í bløðunum.
Minni eg veit, lættari verður tað
fyri meg, sigur Nocko.
Hann fjalir ikki útyvir, at hann
helst vil fara til eitt annað land at
spæla fótbólt, men avvísir ikki
heilt, at steðgurin í Føroyum
kann gerast til meira enn bert
nakrar mánaðir.
Sosialurin Nr. 186 - 28. september 2002
7
FAKTA
Navn:
Nocko Jokovic
Aldur:
29 ár
Yrki:
Fótbóltsspælari
Feløg:
AGF (1986-96),
Silkeborg (1996-2000),
AGF(2000-2002),
Livingstone (3 mánaðir í
2002), HB(2002-
Í Føroyum:
Síðani august og fyribils
sáttmála restina av
kappingarárinum
Nocko Jokovic er fingin til Føroya fyri at skjóta mál og royna at vinna meistaraheitið við HB. Sjálvur metir hann
hugburðin vera øðrvísi í Føroyum í mun til onnur lond, har hann hevur spælt. Tingini henda bara eitt sindur seinni
í Føroyum - og kanska serliga í fótbóltinum, sigur Nocko
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
27
26