Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 112 — 25. september 1984 Frá flogbóltskappingini í fjør. Jan Miiller er uppi á tá. Sosialurin hevur tvey lið í kappingini leygar- dagin, so tað verður bert í tí eina bólkinum, ivi er um fyrsta plássið Fáið ein biligan (ella dýran) látur og stuðlið sluppunum Aftur i ár fara tidinda- fólk, prentarar og onn- ur, sum starvast á fjøl- miðlunum, at spæla flogbólt. Hetta verður leygar- dagin í Gundadalshell- ini. Fyri at almenningur- in skal sleppa at sigg- ja, hvussu henda krev- jandi ítrótt veruliga eigur at íðkast, ber til at keypa seg inn fyri minst 10 kr. Slupp- stuðlar fáa pengarnar til arbeiðið at varðveita sluppirnar. Kappingin byrjar kl. 13.00 og liðini eru í trimum bólkum: Sosi- alurin 2, Dagblaðið og Útvarpið eru saman, Sjónvarpið, 14. sept- ember 1 og Oyggjatið- indi eru í oðrum bólki- num og í tí triðja eru Sosialurin 1, Dimma- lætting og 14. septem- ber 2. Hóast blaðstjórin á Fríu Feroyum í sínari tid gjørdi orðið flog- bóltur, hevur blað hansara ikki meldað seg til kappingina. Fyri at áskoðararnir skulu fáa okkurt burt- urúr eru leikreglurnar gjørdar lagaligari og tað skulu vera bæði kvinnur og menn á hverjum liði. Flogbóltasambandið sigur, at meiningin við tiltakinum er at geva áskoðarunum ein bílig- an látur. 10 kr. er ikki dyrt,« men fólk eru hjartaliga vælkomin at geva meira. tiðindablaðið 20 ára aldursmarkið onki at siga: Annar hvør i framhaldsdeild- ini drekkur — Næstan helvtin av teimum, sum i summar komu ur barnaskúlanum, hava smakkað rúsdrekka, vísir kanning í skúla í Havn Hóast ein skal vera 20 ár fyri at kunna »bestilla«, so tykist tað ikki vera torfert hjá yngri fólki at fáa sær eina kenning. Ein kanning Steðisút- búgvingin hevur gjert í framhaldsdeildini í Eyst- urskúlanum nú í septem- ber, staðfestir hetta. 199 unglingar í aldrinum 13 — 17 ár svaraðu heilt ófyri- reikað og uttan meguleika at tosa saman ella ráðfera seg við onnur nekrum spurningum um drekki- vanar. Urslitid: stivliga helvtin veit, hvussu tað er at vera ávirkaður av rúsdrekka. 45 svaraðu, at tey onkuntíð hava verið so full, at tey ikki vóru gongufer 18 svaraðu, at tey høvdu smakkað tað tvey tey seinastu vikuskiftini. Nógv byrja tíðliga. Av teimum 77 í áttanda flokki hava 31 smakkað tað. Hetta eru fólk, sum beint eru komin úr barnaskúl- anum. Annars vísir kanningin, at næmingarnir í 9. flokki gera mest við tað váta slagið. Har hava næstan 80% av dreingjunum verið ávirkaðir og umleið 70 % av gentunum. Í 10. flokki lækka telini aftur. Nú eru tey stívliga 60% hjá dreingjunum og knappliga 50% hjá gent- unum. Telini fyri 8. flokk vísa, at dreingirnir byrja fyrr. Yvir 55 % av dreingjunum svaraðu játtandi spurninginum: hevur tú nakrantíð verið ávirkaður av rúsdrekka? Hjá gent- unum lá talið beint undir 25%. Drekka brennivin Skúlanæmingarnir blivu eisini spurdir, hvat teir drukku, seinast teir smakkaðu sær á. Her svaraðu 38 (19. 1%) fleiri sleg, 12 (6,0%) mest vín, 32 (16,1 %) mest brennivín og 26 (13,1 %) svaraðu, at tey drukku mest el. Eisini blivu tey spurd, hverjum tey vóru saman við. Í teimum báðum eldru flokkunum vóru eitt sind- ur fleiri saman við vinum frá skúlanum. Í 8. flokki var tað evugt. Har vóru nøkur fleiri saman við vin- um og eðrum uttan fyri skúlan. Kanningin í Eystur- skúlanum bleiv gjerd í sambandi við stevnuna heilsa og samfelag, sum var í Norðurlandahúsinum í síðstu viku. Kanningarúrslitini blivu kunngjerd á stevnuni. Unglingarnir blivu ikki spurdir, hvussu teir fáa fatur í rúsandi legi. Men onkur kanning, sum fyrr er gjørd, segði, at tey oftast fáa tað frá eldri vinum og eldri systkjum hd 100 % Síða 5 100%-——r Í 4 TU | | |] í {|$ 1 FI || % | or | | | | i 0 Á | | | Í | | | i Ar. hr, Í Sin ku, kg, LY 7 | þe i Hava ikki verid åvirkad Hava verid åvirkad Hava onkuntid verid so full, at gongufør tey ikki voru Ein av nidurstødunum av kanningini i framhaldsdeild- ini i Eysturskulanum i Havn. 199 næmingar í aldrinum 13 — 17 år luttóku Skúlalógin fær ikki virkað sum ætlað Fyrst samtykkir Legting ið eina skúlalóg. Men sid- ani vil tað jkki játta teir pengar, sum skulu til, fyri at lógin kann virka sum ætlað. Ein landsmidstød við frálærutilfari er ein treyt fyri, at nýggja skúlalógin kann virka, siga lærarar- nir. Teir samtyktu eina yvirlýsing um landsmið- stødina á aðalfundi leyg- ardagin: „Aðalfundur Føroya Lær- arafelags 1984 harmast um, at Feroya Legting feldi málið um landsmið- stød, ti landsmiðsteðin fer at vera framtiðarmenan i foroyskum skúlaskapi, fer at loysa ein stóran part av spurningunum um frá- lærutilfar á foroyskum. Tað verður gjert vart við, at talan ikki er um ein nýggjan stovn, men um ein harðliga tiltrongda nú- timansgerå av Føroya Skulasavni, sum hevur virkað undir út av lagi ringum umsteðum í 20-25 ár. Eisini skal vísast á, at landsmidstødin er bein- leiðis treyt fyri, at nýggja skúlalógin skal virka sum ætlad.« Málið um landsmidstød var klárt, tå figgjarlógar- uppskotið fyri 1983-84 bleiv gjørt. Men lands stýrið tók tað ikki við tá. Hinvegin kom tað við í uppskotið fyri 1984-85 Landsstýrið setti av 1,9 mill. kr. til endamålid Men hesa jåttan strikadi figgjarnevndin Nyggir nevndarlimir Adalfundurin leygardagin valdi nyggja nevnd. Mari- ta Petersen, sum hevur verið formaður seinastu árini, og Chr. Jensen blivu afturvald Nýggir nevndarlimir eru Hans Trygvi Henrik- sen, Friðfinnur Joensen og Asa Magnussen Føroya Lærarafelag sum hevur umleið 600 ak tivar limir, fer nu at søkja um limaskap i alheims- felagsskapinum WCOTP hd