Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 112 — 25. september 1984 + Síða 6 Útgevari: p/f i Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Konvention irnar LANDSSTYRISSAMGONGAN lá í úti vid try år oman á sigling- arkonventiónunum, > MARPOL, STCW etc., uttan at rætta hond frá síðu, hóast øll samgongan visti, at tær eru ein fyritreyt fyri, at handilsflotin kann sigla ótarn- aður. JAVNAÐARFLOKKURIN ROYNDI í vetur at fáa gongd á hetta mál við at reisa spurningin um konventiónirnar á tingi. Í fyrsta umfari tyktist hetta lítið at hjápa, tí samgongan sópaði mál- ini av borðinum. Hetta hevði ong- an tydning søgdu umboðini fyri landsstýrissamgonguna. SEINNI VeSTI TAÐ SEG kortini, at røringur var komin í, tí hålvt år seinni kemur ein konventiónin fyri og onnur eftir niðan á ting- borð. Men hvat hendir tá? Jú tað fyrsta, sum sker, er at summir samgongutingmenn nú fara at harmast um, at hesar konvent- iénir ikki langt síðan eru avgreiddar! Somu menn sum fledu konventiónirnar í vár! So lítið skil er í hesari samgongu. MEN HVAT VERRI ER, er, at tann týðandi MARPOL-konventiénin ikki var meira enn hálvklár, tá hon kom niðan. Tað týdningar- miklu havumhvervislóggávu, sum má fylgja við hesari kon- ventión, hevur landsstýrið einki gjørt við. Hetta hóast landsstýrið hevur havt minst trý ár til arbeið- ið. Í STAÐIN FYRI at koma við upp- skoti um havmiljølég fyri okkara 200 fjórðinga búskaparliga mark, kemur landsstýrið við eini konga- ligari fyriskipan um havumhvørv- ið. Síðan fingu vit tað vanliga samgonguklandrið og nidurstødn gjørdist so tann, at bert MARPOL-konventiónin varð samtykt, meðan klg. fyriskipanin fall. AFTANÁ kemur løgmaður fram i Dimmalætting og gevur Javnað- arflokkinum skyldina fyri, at MARPOL ikki kann koma at virka í stundini! Til hetta briksl skuiu vit lata løgmann vita, at tað fyri tað fyrsta er hann, sum hevur høvudsåbyrgdina av lóggávu- starvinum her á landi, at tað er oddagrein ——— hann, sum hevur forsømt at føra tær neyðturviligu samraðingar við danir um havumhvørvid, og tað tí er honum oghansara hurli- vasastýri einsamøllum at takka fyri, um konventiónirnar ikki fara at virka. TAÐ, SUM LØGMAÐUR nevni- liga ætlaði, var, at geva danska ríkinum lóggávuvaldið á einum øki, har vit føroyingar sjálvir hava lóggivið síðan vit fluttu fiski- markið út. Hetta kann javnaðar- flokkurin sjálvsagt ikki góðtaka. At vit ikki góðtaka hendan av- reiðingarpolitikk Paula Ellefsens og Hilmars Kass hevur einki við loysing at gera, sum løgmaður vil vera við. Nei hetta merkir bert, at vit viðurkenna, at einhver lóg- gáva um havumhvørvid sjálvsagt skal fremjast av løgtinginum aftan á samráðingar við danir. HETTA S*ÐSTA ER NEYÐUGT, tí slík lóggáva ikki bert áleggur føroyingum ávísa skyldur, men eisini dønum. Hesar eru skyldur, sum danir okkara vegna skulu røkja mótvegis útheiminum, al tann tíð teir enn hava ein part av okkara uttanríkismálum um hendi. HER ER MUNURIN millum javn- aðarflokkin og sambandið. Meðan sambandið roynir at skava meira og meira vald inn undir Danmark og seta tingini upp á ein hátt, so vit bert hava valið millum at avreiða alt ella loysa, so roynir javnaðarflokkurin at útfylla og nýta heimastýris- lågina. Lóggávan um hav- umhvørvid skal loysast í sam- raðingar við danir. Hetta var stóða javnaðarfloksins og okkara uppskot var í tråd við hesa støðu. Allir flokkar á tingi uttan sam- bandsflokkurin vóru samdir við okkum í hesum. SOSTATT VAR OKKARA uppskot samtykt — eitt uppskot, sum áleggur landsstýrinum sum skjótast og í samráðingum við danir at útvega tað neyð- turviliga lóggrundarlagið fyri hav- umhvervið. Við hesum uppskoti stóðu allir flokkar saman um heimastýrislógina sum ikki eina- ferð — allir uttan sambands- flokkurin! Hugleidingar um loysing At blanda seg upp i poli- tikk og ikki vita, hvørja politiska skipan, ein ynsk- ir, er skomm, ja, vísir bert býttleikan hjá tí, ið ger tað. »Loysing« er ikki nøkur politisk skipan! Tey, sum ikki kunnu vísa á, hvat tey ynskja við loysing, koma sostatt onga politiska áskoðan at umboða — men bert alsk- hug til eitt ávist orð. Grein H.J.Debes'ar — ein av oddafiskum Tjóð- veldisflokksins — >Ideo- logiskur hurlivasi ...« (Oyggjatidindi 08/9-82) snúði seg um hurlivasan í ødrum politiskum flokk- um. Um ideologiskur hurli- vasi ikk! er í Tjóðveldis- flokkinum kann orsekin bert vera ein: at flokkurin onga ideologi hevur!! (Ja, ein er also í stevnu- skránni, men hon er óbrúkt). Til núverandi Tjóðveld- isfólk er bert eitt at við- merkja: — Finnið út av, hverja politiska skipan, tit ynsk- ja. Tað hevði verið tað minsta, ein kundi kravt av einum (sokallaðum) polit- iskum flokki! (Og einum veljara). Tit tosa um feroyskt tjóðveldi, men hvussu hetta tjóðveldi skal síggja út, ana tit ikki. — Bert, at tað skal vera feroyskt. — Feroyskt merkir eins væl kapitalistiskt sum sosialistiskt. — — Feroyskt merkir eins væl tann mest ekstrema isman sum hennara líka so ekstremi mótsetningur. >Tað er bert ein feroysk isma< (citat úr leiðara í Fjúrtanda), og tað er tjóð- veldisisman. Og hon er ikki nøkur isma, tí loysing er ikki nekur isma!! Kovarognini! Í 14. september stóð fyri stuttum lesarabræv frá føroyingi búsitandi i Dan- merk, og greiðir hesin frá prísmuninum á donskum mótvegis føroyskum rogn- um. Brævskrivarin heldur eisini, sum rætt er, at góðskan á føroysku rogn- unum er munandi betur. Tað, ið fekk undirritaða at tríva í pennin, er tað, ið brævskrivarin nevnir um prismunin. Qll duga vit at síggja, at her ruggar ikki alt rætt, og ein má spyrja seg sjálvan, um prísurin er tilvildarligur, ella um tað er tilætlað, at rogn- virkið Kovin ikki skal hava meguleika at bera seg. Mangt týður upp á, at tað seinna er nær veru- leikanum. Og hví tað? Góðskan á feroysku rognunum er framúr góð. Framleiðsluútreiðslurnar lógu væl niðan fyri tað, ið ásett var, áðrenn rættulig gongd kom á. Og viljin at fáa virkið at koyra hevur ongantið skortað. Sostatt skuldu allar fyritreytir verið til staðar fyri, at Kovin kundi borið seg figgjarliga. Men so kemur tað, ið mest líkist einum menustingi: Á danska marknaðinum verða før- oysku rognini seld fyri 3,75 meðan donsk rogn við munandi verri góðsku verða seld fyri 6,95. Kann ikki lata vera við at hugsa um alginatvirkið á Strondum í hesum við- fangi. Teir, ið tá fingu av- gerandi orðið at siga, um virkið skuldi læsast ella ikki, vóru sterstu konkur- entar til nevnda virkið, og sjálvsagt var lykilin snar- aður um — keypararnir vóru til reiðar. Ti kundi verið áhuga- vert at fingið at vita, um tað sama er, í ferð við at henda við Kovanum. Mangt er, ið bendir á, at so er. Prísurin á rognun- um frá Kovanum er látur- ligur og kann á on“an hátt forsvarast, og so ver altíð til at gita, hverjir fingrar- nir eru, ið vilja ognast Kovan. Sigfríður Olsen P.S. Moguliga kundu tit á Sosialinum roynt at fingið greiðu á, hvat veruliga er farið fram í hesum máli. Streymur í 3. deild Nýggja liðið í 3. deild verður STREYMUR. NSÍ vann gentu- deildina Í yngru gentudeild- ini er NSÍ føroya- meistari. Leygar- dagin spældi NSÍ ta seinnu finaluna mót B36. Dysturin varð spældur í Havn og var úrslitið at NSÍ vann við tveimum málum móti ongum. Fyrri dysturin endaði vid javnleiki 0—0 og vunnu NSI-gent- urnar sostatt saman- lagt vid 2—0. Sosialurin tillukku. ynskir Streymur er ítróttar- felag, ið luttekur í hond- og fótbólti, borðtennis og talvi og er heimahoyrandi í sundalagnum. Streymur er rættiliga ungt felag og enn er ikki eydnast felag- num at útvega sær egnan fótbóltsvell. Felagið spælir tí heimadystir sínar á Eiði og spældi liðið leyg- ardagin avgerandi dystin móti Skála á vellinum >Niðri á Møl«. Aðrenn dystin varð roknað við at hann fór at gerast javnur av tí at allir teir seinastu dystirnir millum hesi bæði felog hava verið spennandi og javnir, men leygardagin vildu leikararnir hjá Streymi tað annarleiðis. Streymur vann dystin við fimm málum móti ong- um aftaná at hava verið á odda við trimum málum móti ongum í hálvleiki. Við sigrinum tryggjaði Streymur sær endaliga sigurin í 4. deild og lut- tekur felagið sostatt í 3. deild komandi leikár, so spennandi = verður at síggja hvussu leikur fer, tå grannaliðini bæði Streymur og EB hittast. Orsakað av ymiskum trupulleikum eydnaðist ikki myndamanni okkara at fáa mynd av vinnandi liðinum, men vóna vit at fáa eina til okkurt seinni blað. Teir, ið spældu við Streymi vóru Hanus Brekká, Hans Jákup Ferjá, Magnus Magnussen, Høgni Djurhuus, Albert Dam, Jógvan Páll Joensen, Súni Joensen, André Jacobsen, Jan Jacobsen, Bergur Magnussen, Jeffrei Selvi Joensen, Finnbjern Zachariassen, Jón Láadal, Torbjørn Niclassen og Eyðfinn Magnussen. Venjari hjá Streymi er Schandorff Vang.