Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 112 — 25. september 1984 tíðindablaðið Viðmerkingar til flakakvinnu á Polarfrost Nú er flakakvinnan á Pol- arfrost aftur upp á spæl í Dimmalætting nr. 107 við síni útspilling og ó- humsku, men ikki torir hon at seta sítt kristna navn undir greinina, so tað fari eg heldur ikki at gera. Ti soleiðis sum staðan nú er í okkara felag, um man sum limur ikki hevur somu áskoðan sum tann klikan, ið hevur oyðilagt okkara felag, verður man mest sum for- fylgdur. Eg kann kortini ikki lata vera við at svara hesu flakakvinnu aftur. Tá hon skrivar, at tær í fjølmidlunum eru skuld- settar fyri at vera svkj- arar, so er hetta púra rætt. Hver annar svíkt alla ta foroysku arbeiðara- rersluna uttan tit við nevndini í Fjallbrúður á odda? Hver stóð á for- síðuni á Dagblaðnum í desember 1983 við stórari yvirskrift og spilti F.A., og skýrdi meginfelagið fyri fakfelagsdiktatur o.m.a. Tað var sjálvur næstformaðurin í Fjall- brúður, Gudrun Kristian- sen. Man hon vera tann rætta til at rópa upp og til at verja flakakvinnurnar, ein arbeiðsgevarafrúa ! Maðurin er, sum jú øll i her í bygdini vita, arbeiðs- gevari, hevur fleiri mans í arbeiði. Ikki hevur verið vanligt, at slíkar frúur hava sitið í fakfelogum og Rektarheim í Sandoynni ! Røktarsjuklingar umboðað arbeidarar. Hvat gott heldur tú, hon ger fyri føroyskar arbeiðs- kvinnur? Tað er ikki fyri tað góða, hon situr har, tað fer tíðin ivaleyst eisini at vísa. Hvi kom ådurnevnda ikki oman á flakavirkið, tå limirnir sendu boð eftir henni? Mær vitandi hevur hon bert arbeitt nakrar kráku- mámaðar á gamla Suður- fisk, so hon kennir ikki nógv til flakaarbeiði. Men dúgliga strondi hon á saman við restini av nevndini í felagnum fyri at fáa merkini burtur. Hygg tú bert í Dimmalætting 30. desember 1983, so sært tú brævið, ið hon skulu hava møguleika at vera í Sandoynni Sandoyingar og skúvoyingar hava bíðað nóg leingi eftir rektarheimi. Komandi landsstýri fer at loysa henda spurning. Eitt av óloystu málunum hjá okkum í Sandoyar val- demi er rektarheims- spurningurin. Einki verður tikið frá nekrum, tá eg nevni Tummas Paula Olsen, sála, í samband við at loysa hendan spurning, men hugstoytt mundi tað kennast T.P.O. ikki at vera styðjaður — enn ikki av sínum egnu partafólk- um á hægsta politiska stiganum. Eftir áheitan frá mær varð aftaná seinasta val sett ein nevnd við einum limi úr hverjum bygdar- ráði í Sandoyar valdømi, sum fekk til uppgávu at finna loysn á hesum máli. Ein kundi hugsað sær, at arbeiðið var komið long- ur nú í 1984, men enn fyri- liggur ikki ítekiligt upp- skot til Sandoyar rektar- heim. Tankar = hava verið frammi um at gera fleiri smærri eindir — tríggjar ella fleiri. Menn hava mett hesa loysn bíligari, og harvið slapst uttan um eitt tjak, hvar heimið skuldi liggja. Men vit vita ikki enn, um hesin tankin kann gerast veruleiki, ti” ivi er um, hvussu smáar eindir, lands- og ríkis- myndugleikin vilja góðtaka. Heldur ikki er prógvað, um hendan loysn veruliga er bíligari. Persónliga haldi eg, at hugsanin við at loysa hetta mál við nevndu smærru eindum er tiltal- andi, tí harvið nektast tørvurin hjá hverjum einstakum at blíva verð- andi í sama umhvervi, sama plássi, sjálvt tá ein skal á rektarheim, og tað er positivt. Men ein hevur loyvi at ivast í, um myndugleik- arnir vilja broyta tað praksis, at eitt heim skal vera fyri hvert eki (rela- tivt sterri eki), tí krevini til slík heim eru sera stór, og harvið eru loysnirnar eisini ógvuliga kostnaðar- miklar. Skal so hver bygd í Feroyum ella hver býur í Danmark hava sítt lítla rektarheim ? Danir gjalda her munandi upphæddir til endamálið. Og verða smærru eindirnar bíligari bæði í iløgum og í rakstri ? Kortini haldi eg, vit eiga at kanna báðar loysnir, áð- renn vit taka endaliga steðu í málinum. Komandi løgting, landsstyri og bygdarråd fåa til uppgåvu at loysa hetta mál skjótt, tí tørvurin er ikki vorðin minni, meðan vit hava bíð- að, og er okkara valdemi skjótt einasta valdømi, sum ikki hevur loyst rekt- arheimsspurningin. Trivnaðurin í einum samfelag verður máldur eftir, hvussu vit lata tey veikastu okkara millum hava tað. Vit hava eina vælútbygda heima- hjálparskipan, og tað er gott, men enn hava vit valla tikið stig til, at okk- ara rektarheimssjúklingar kunnu verða verandi hjá okkum og her fáa ta røkt, sum neyðug er. Men vit vita, at hetta letur seg gera, og vit vita eisini, at vit orka hetta, um vit seta okkum hetta fyri at loysa. Eg haldi, vit eiga at seta okkum sum mál, at fáa loyst rektarheims- spurningin hjá okkum í komandi valskeidi. Javn- aðarflokkurin vil virka aktivt fyri, at Sandoy og Skúvoy fáa loyst tørv á rektarheimi sum skjótast, soleiðis at okkara valdømi ikki skal vera eftirbátur á hesum ekinum longur. Birgir Mohr Sandi sjálv hevur undirskrivað vegna nevndina og sent til F.A. 4. november. Vón- andi fært tú so eyguni upp fyri, hver nevnd umboðar okkum, og hvat hon er verd. Eg havi eisini verið á fundi í Fjallbrúður, tá ó- negdin við merkini kom fram, har allar á fundinum vildu hava merkini burt- ur. Nú nyttar lítið at koma og siga, at tær einki vistu. Nevndin í Fjall- brúður var væl orienterað um tað, ið skuldi fara fram, men gav seg í ar- beiðsgevarans vald og fór í hernað ímóti sínum egna meginfelag. Flakakvinnan skrivar millum annað, at táver- andi formaður í Fjall- brúður, Ingeborg Vinther, hóast fleiri áheitanir ikki kom suður at stuðla teim- um í merkjamálinum, og at tær fingu at vita, at tær skuldu klára seg sjálvar. Hetta er beinleiðis lygn. Eg havi spurt meg fyri og fingið upplýst, at nevndin í felag okkara fekk tey boð, at um teimum terv- aði hjálp, fingu tær stuðul frá F.A. Men eg spyrji einaferð enn: hvar var næstformaðurin í okkara felag, tá ið á stóð, ella restin av nevndini? Men tað nýtist helst íkki at spyrja, ell vita, hverjum kari tær endaðu í. Eitt annað, henda sama skrivar, er, at formaðurin í F.A. fleiri ferðir skal hava sagt fólki frá ym- iskum ólógligum í Fjall- brúður. Tað nýtist ikki at siga frá tí, ið er ellum Feroya fólki kunnugt. Dómur er feldur, ið sigur frá, at eykaaðalfundurin 7. jan- uar 1984, tá formaður fel- agsins bleiv frákoyrdur, er demdur ógildigur. Ikki av Ingeborg Vinther ella F.A. men av sjálvum Fer- oya rætti, ti fundurin var ólógligur. At Ingeborg Vinther saman við fundar- stjóranum kravdi ført i gerðabók felagsins, at fundurin var ólógligur, var púra rætt. Eisini skrivar sama flakakona, at á fundinum millum F.A. og Fjallbrúður, skuldu nakrir av nevndar- limunum í F.A. vera sjón- liga ávirkaðir. Aftur eini ósannindi sum so nógv annað. Annars var mær vitandi eingin frá mynd- ugleikunum á fundinum og tók blóðroyndir fyri at finna fram til, hver var ávirkaður ella ikki. Ann- Síða 7 ars kunnu teir sjálvir svara upp á henda spurn- ing. At Ingeborg Vinther skal hava sagt, at næsti eykaaðalfundur var ólóg- ligur, má standa fyri tína egnu rokning. Tað hava eisini verið so nógvir eykaaðalfundir í felagn- um, at tað er við at verða láturligt. Eg fari at draga nakað fram av tí, ið hent er í felagnum Fjallbrúður, meðan ein ólógliga valdur formaður hevur sitið: 17. mars 1984 bleiv árs- aðalfundur felagsins hild- in, har m. a. lógarbroyting var á skránni. Á hesum fundi kom uppskot fram, sum nevndin segði skuldi vera komið frá limi. Hetta uppskot gekk út uppá at taka atkvødurættin frá ellum teimum limum, sum ikki vóru í arbeiði tá. Tað vil siga frá ellum teimum hvílandi limunum, teirra millum fleiri eldri kvinnur, sum hava verið við og stuðlað felagnum frå ti, tað varð stovnað. Nú hava bert tær, ið arbeiða á Pol- arfrost atkveðurætt í fel- agnum. Tríggir limir royndu at fáa eitt uppskot fram og til atkvødugreidslu, um at Framhald á síðu 14 Sverre Midjord skrivar: Ró nú Snopprikkur — ró nú Eilif!!! Soleiðis skal einaferð verða tikið til og soleiðis vil eg loyva mær at siga til landsstýrismannin í skúlamálum. Ró nú Eilífur! Her hugsi eg um, hvussu avgjørdur hann og landsstýrið vidgjørdu málið um skulabygging í Trongisvågi. Tað eru nú nógv ár síðani, at sami maður til Dagblaðið segði um sama mál: „Ikki eitt oyra til Tver- oyrar Kommunu.« Og tað hava vit heldur ikki fingið. Orsekin skal vera, at vit hava bygt ov stórt. og tað er fyri so vitt rætt, men tað hevur sínar orsekir. Tveroyrar komm- una hevur í fleiri árhýst H.F.skeiðinum Suður- oynni, ikki bara hava vit hýst hesum skeiði, men vit hava eisini goldið ta útgerð, sum var neyðugt til slíkan skúla. Hartil hava vit ikki fingið eitt klovið tveyoyra í leigu. Men vit hava kunnað livað við hesum, og tað var so ein orsek til, at bygt bleiv í sterra lagi í Trongisvági. Ella kanska tað hevur verið ætlanin hjá verandi landsstýri, at skúlin í Trongisvági framvegis skuldi húsast í gomlu kolabarakkunum. Tað er tíverri eingin av- kláran í hesum máli enn og tykist tað her fyri meg, sum at sambandsflokkur- in og fólkaflokkurin eru samdir. Tað, vit mugu hava krav uppá, er eina avgerð. og hana lovaði eisini Bertel Harder okk- um, men enn er hon ikki komin. Og tá teir nú hava so drúgva tid at viðgera okk- ara mál, so er tað eg vil loyva mær at spyrja, hvussu verður við skúlan- um í Getu. Ti tá eg frætti og eisini havi lisið, at Eilif Samuelsen hevur goldið fyri leigu til Gøtu Komm- unu 40 tusund um mån- aðin. So má tað vera eitt krav frá okkum, at vit fáa tað sama, ti vit hava væl sama rætt. Og tá spurningurin er um at byggja, so vil eg loyva mær at spyrja, undir hverjari skipan høll- in í Vágunum er bygd. Sjálvt um vit hava havt umboð bæði í skúlafyri- sitingini og í landsstýri, so hevur sterki maðurin í Landsstýrinum forðað fyri einari avgerð. Sambært Lassa Klein er ikki farið rætt fram í skúlabygging- ini í Eysturoynni. Hvat er galið, er bygt uttan loyvi! er bygt ov nógv! Í samband við okkara bygging hevur Eilif Sam- uelsen sagt, tit hava bygt, gjaldið nú. Tað er greitt, at vit skula gjalda okkara part, men eitt er mær eisini greitt, at vit koma at gjalda fyri skúlabygging- ina í Getu. Við somu leigu, sum goldið verður í Getu og endurgjald fyri amboð, eigur Tveroyrar kommuna nakað væl av peningi tilgóðar hjá lands- stýrinum. Ein lett upp- gáva tá aðrir skula gjalda, segði Eilif Samuelsen til min í aðrum føri, men her må sannast, at lætt er at rista breidar reimar, tå onnur skula gjalda, sjålvt bygging uttan loyvi. Sverre Midjord