týsdagur 25. september 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
á
Nr. 112 — 25. september 1984 tíðindablaðið Sosialurin Síða 9
VB—B71,3. deild: 2—1 (2—0):
Spæl móti
VB — vinnari av 3.
deild 1984.
Teir, sum mannaðu
liðið, Rúni
Brattaberg, Petur
Ludvig, Evald Samuel-
sen, Hans Mikal í Láa-
bo, Tom Silvurdal,
Jákup Augustinussen,
Hjalmar
Mannbjorn Tausen,
Tórur Poulsen, Sørin
Richard, Jóannes Peter-
sen, Heðin Augustinus-
vóru:
Jacobsen,
sen, Alex Vilhelm,
Sofus Olsen. Julius
Vest, Sjúrður Ludvig
og Hans Nielsen. Jon-
hard Vest hevur verið
venjari hjá VB
,
I utlendskum blødum verdur ofta tosad um hesar »småu
marginalarnar«, sum ofta avgera dystirnar. Hetta målbruk kann
lættliga yvirførast til dystin millum VB og B71, har vindurin —
ella rættari: stormurin — hevdi tann avgerandi leiklutin. Spell, at
vit ikki sluppu at síggja rættiligt fótbóltsspæl í hesi toppupp-
gerðini í 3. deild
Tað vóru sera ring líkindi
at spæla fótbólt í Vági
leygardagin. Fyri ikki at
siga als íkki líkindi at
spæla fótbólt.
Tað var rætt og slætt
stormur, so tað sindrið av
spælið, ið hóast alt var,
fór fram á somu helvtini
av vellinum allan dystin.
Fyrr um dagin var ein
dystur í 4. deild leiktur í
Vági, og heldur ikki hesin
dysturin líktist fótbólti.
Áðrenn dysturin í 3. deild
millum VB og B71 skuldi
byrja, spurdi dómarin B71
um teir vildu spæla dystin
ella útseta hann, tí líkindi
vóru ikki at spæla fótbólt.
Men B71 vildi kortini
spæla dystin, ti teir vildu
ikki svikja teir 100-150
åskodararnar, sum henda
dagin vóru komnir av
Sandi suður til Vágs at
hyggja eftir hesum sein-
asta dystinum í hesum
kappingarárinum.
Og tað var við góðum
vónum at sandingar vóru
farnir suður at hyggja
eftir dystinum, tí áðrenn
dystin lá B71 eitt stig
framman fyri VB, so teir
skuldu bert greiða javn-
leik fyri at flyta upp í 2.
deild.
Harafturimoti = skuldi
VB vinna dystin fyri at
flyta upp.
Fyrra hálvleik hevði VB
vindin í ryggin, og teir 45
minuttirnar var so at siga
alt spælið inni í brotsteig-
inum hjá B71 og beint utt-
anfyri.
Tað eydnaðist VB af fáa
eitt mál beint eftir at dyst-
urin var byrjaður, men
síðani gekst illa at fáa
bóltin at nærkast måli-
num.
Men tá fyrri hálvleikur
fór at halla, hevði VB eitt
vandamikið álop. Teir
fingu bóltin eina ferð inn
um málmannin hjá B71,
men ein verjuleikari hjá
B71 fekk bóltin útfráaft-
ur. VB gjørdi eina roynd
afturat, men hesa ferð tók
málmaðurin bóltin. Linju-
verjin segði tó, at bæði
málmaðurin og bólturin
hevdu verið innanfyri, og
dómarin demdi mál til
VB. Nú var stødan so 2-0
til VB, og hetta var eisini
steðan, tá farið var til
hálvleik.
Men sandingar hevdu
ikki mist vónina av hesum
fyrra hálvleikinum. Tvey
mál hildu teir seg saktans
kunna fáa í seinna hálv-
leiki, ti nú høvdu teir
vindin í ryggin.
Men seinni hálvleikur
vísti seg at blíva truplari
fyri sandoyingar, enn teir
høvdu roknað við. Tad var
nevniliga ikki so lætt at
fáa tamarhald á bóltinum í
ti storminum, sum var.
Men eina ferð miðskeið-
is í seinna hálvleiki endaði
bólturin í netinum hjá VB.
B71 hevði hornaspark í
høgru síðu. Meðan ein
leikari er eftir bóltinum
kemur ein áskoðari, sum
var ávirkaður av rús-
drekka, inn um girðingina
tætt við málið. Dómarin
ger tekn til leikararnar um
at steðga við hornaspark-
inum, meðan hann fær
hendan áskoðaran út um
girðingina aftur. Leikarar-
nir hevdu helst ikki varn-
ast, at dómarin hevði
biðið teir steðga við horna-
sparkinum, so teir tóku
hornasparkið, og tað end-
aði í málinum. Dómarin
var júst á veg inn á vellin
aftur, og hann viðurkendi
ikki málið og bað teir taka
hornasparkið umaftur. B-
71-leikararnir mótmæltu
sjálvandi, men har var
einki at gera uttan at taka
hornasparkið umaftur.
Tá 32 minuttir vóru
eftir av seinna hálvleiki
fekk B71 bóltin í netið, so
stødan gjørdist 1-2. Hetta
fekk spælid hjå B71 at
ganga skjotari og betri,
men tað eydnadist teimum
ikki at fåa fleiri mål, og
dysturin endadi sostatt
vid sigri til VB, sum har-
vid flytir upp i 2. deild.
Tad er væl skiljandi, at
B71-leikararnir vóru
harmir um úrslitið av
dystinum, nú teir vóru so
nær við at vinna deildina
og flyta upp. Men stersti
feilurin B71 gjørdi henda
dagin, var at spæla dyst-
in, tí veðrið var ikki til
tað.
Hóast ein sjálvsagt ikki
veit, hvussu leikur hevði
farið fram, um líkindi
hevdu verið at spæla
dystin, so kann ein siga,
at B71-leikararnir ofraðu
1. plássið í 3. deild fyri
áskoðaranna skuld. Útvið
150 sandoyingar hevdu
leitð sær suður til Vágs,
og tað er meira enn tað
plagar at vera sjálvt til
heimadystirnar hjá B71.
Tað var so nógvur
vindur, at bólturin mundi
vera uttanfyri vellin ster-
ra partin av tidini, so tann
»effektiva« leiktiðin av
hesum dystinum var
neyvan 45 minuttir. Sum
dømi um tann nógva
vindin kann nevnast, at
eina ferð eitt málspark
varð skotið út frá tí vest-
ara málinum kom bólturin
væl út um brotsteigin,
men so fekk vindurin fatur
á honum, og bólturin kom
niður á jørdina aftur væl
aftan fyri málið.
Um dystin sum heild
kann tó sigast, at tað
sindri av spæli, ið leikar-
arnir fingu hevi at sýna,
var javnt. Tó legði ein
einum máli
merki til, at VB kláraði
seg væl betur ímóti vindi
num enn B71. Meðan eini
hundrað hornasperk vóru
við vestara málið, so var
bert eitt í hinum endanum
av vellinum, og tað hevði
VB.
Spell, at avgerandi dyst-
urin í 3. deild skuldi gerast
soleiðis. Tí hetta eru tvey
sterk lið, og hendan dagin
fingu tey ikki víst við
spæli, hvert teirra hevði
betur uppborið at flyta
upp. Men dysturin er
spældur, so nú gerst einki
umaftur.
VB er annars eitt gam-
alt lið í 1. deild, men fyri
nekrum árum síðani byrj-
aði at ganga illa hjá teim-
um, og teir fluttu niður í 2
deild.
Í 2. deild vóru teir
bert eitt ár. Tað gekk
teimum nevniliga so il
tað árið eisini, at teir í
beinleiðis niður i 3. de
og har hava teir so ver
nekur ár.
Grundlógardag
juni — næsta ár fyliir Vi
80 ár. Og einki er at ivas:
í, at ætlanin hjá vág-
bingum er at feðingar
dagsgávan til felag teirra
skal vera uppflytan til í
deild.
Men komandi ár fæst so
at síggja, um hendan
ætlan teirra eydnast, tí
tað eru fleiri, ið ætla sær
upp í 1. deild.
sosialurin ynskir VB
tillukku við úrslitinum í
ár.