Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 B68—LIF, 1. deild :1—0(0—0): Føroyameistarar 1984 tíðindablaðið Nr. 112 — 25. september 1984 B68 av Toftum er foroyameistari í 1. deild 1984. Hetta hendi, eftir at teir vunnu 1—0 á LIF sunnudagin. Aðrenn dystin lá B68 tvey stig fremst í 1. deild, so teimum nýttist bert javnleik fyri at tryggja sær meistaraheitið. Tað vælleikandi B68-lidid vann á LÍF, og harvið var meistaraheitið tryggjað B68 er føroyameistari í 1 deild 1984 Hetta er greitt, eftir at B68 vann 1—0 å LIF å Toftum sunnudagin Aðrenn dystin lå B68 tvey stig framman fyri TB, so um TB vann sin dyst móti KI vid tveimum målum og B68 tapti sin dyst, hevdi føroyameistarin itið TB. Hetta vistu B68-leikar- arnir, áðrenn teir fóru á vøllin, og teir gjørdu alt sitt til at vinna dystin, ella i hvussu er at fåa javnleik. Likindini at spæla å Svangaskardi sunnudagin vóru ring. Væl av vindi var, emn tó ikki meira enn so, at dysturin so dánt kundi spælast. I seinna hålvleiki versnadu likindini og tad gjørdist glopraregn, so tað bleiv sera ótespiligt bæði hjá spælarunum og áskoð- arunum. Í fyrra hálvleiki spældi LIF undan vindinum. Hendan hálvleikin var bólturin ikki so nógv við málið hjá LÍF, men nekur álop vóru kortini. Okkurt var eisini eitt sindur vandamikid, og tvær ferðir kom bólturin á stongina. Tá umleið 20 trekti Absalon Hansen fram í hegru síðu fram mót hornaflagginum og sendi bóltin innfyri. Tey flestu hildu bóltin fara við síðuna av, men vindurin minuttir vóru leiktir, hevði sína ávirkan og so | Ar. | Jógvan Petersen hjá B68 í hornatokum við verjuna hjá LÍF bólturin rakti á stongina. Umleið 10 mimnuúttir seinni trekt B68 gjøgnum verjuna hjá LÍF, men aftur hesa ferð endaði skotið á stongini. Nærri komu toftamenn ikki málinum í fyrra hálvleiki, og heldur ikki eydnaðist tað LÍF at fáa bóltin í netið, hóast nakrar royndir kundu givið úrslit. Seinni hálvleikur var tó bert umleið 7 minuttir gamal, tá einasta málið í hesum dystinum kom. Tað var enn eina ferð Axel Hejgaard, sum setti bóltin í netið. Eisini hesari mál- royndini tók vindurin helst lut í, tí málmaðurin hjá LÍF sá út til at halda, at bólturin fór at fara við síðina av, og var hann tí alt ov seinur eftir bóltinum. Sum sagt gjørdist hetta einasta málið í dystinum, hóast fleiri álop vóru. Tá 31 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, hevði LÍF eina sera góðan meguleika at javna út. Teir spældu seg igjøgnum verjuna hjá B68. Kjartan fór út ímóti, men LIFleikarin skjeyt eitt hart skot móti mål- inum. Bólturin endaði á yvirleggjaranum og fór út til ein annan LIF-leikara, sum nú stóð fríur framman fyri opnum máli, men hóast tað, lyfti hann bóltin upp um málið. Ein upplagdur málmeguleiki, sum ikki átti at verið mis- nyttur. Annars var tað B68, ið hevði størra partin av å- lopunum i seinna hålvleik- i, men teir høvdu eisini vindin i ryggin hendan hålvleikin. Samanumtikið ein uppi- borin sigur til B68, hóast ikki sást tann stóri mun- urin á spælinum hendan dagin. Bj68 vann feroyameist- araheitið í 1. deild í ár. Men tað kann vera skjótt hvenn vegin. B68 flutti upp í 1. deild í 1980, og í Axel Hojgaard 1982 vóru teir um at flyta niður. Tá skuldu teir vinna tann síðsta dystin móti LIF, um teir skuldu halda fram í 1. deild. Teir vunnu dystin 5—0, so at tað gjørdist ÍF, ið mátti ta Á liðinum hjá B68 leiktu: Kjartan Nesá, Jó Jacobsen, Eyðfinn Olsen, Ingolf Petersen, Absalon Hansen. Petur Hans Ingmar Højgaard og Jens Chr. Hansen. gvan Martin á Regni, Simin Joha” -sen, Asbjørn Hansen, Edmund # Hansen, Axel Højgaard, Jógvan Petersen, Danin John Kramer hevur verið venjari hjá B68 í ár. i t