Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

See Á Nr. 1 12 — 25. september 1984 Tað var eingin ivi um hvat hesir hildu. Sum skeltið sigur: »B68, Foroya besta lid«. tungu leiðina niður í 2. deild. Í ár — tvey ár seinni — gjørdust tað júst hesi bæði liðini, B68 og ÍF, sum vunnu ávíkavist 1. og 2. deild. Harvið verða ikki færri enn fimm lið úr Eystur- oynni í 1. deild komandi kappingarár, meðan einki verður í 2. deild. SOSIALURIN — ynsir B68 tillukku vid føroya- meistaraheitinum 1984. Torleif Sigurðsson, formaður i Fótbóltssambandin- um, handaði steypið bæði í Hvalba og á Toftum. —AT FA tA AAA Framhald av síðu 8 Dysturin í Havn millum Fram og MB var spenn- andi. Skilligt sást at Fram bardist fyri lívinum, men MB, ið jú hevði tryggjað sær leikrættin og tí »einki« hevði at spæla fyri lat einki frá sær. Teir bardust fyri hverjum bólti men stutt áðrenn leiklok fekk Fram mál, tá Páll Poulsen hevdaði bóltin móti MB-málinum. MB- „leikari fekk beint bóltin út aftur, men linjuverjin gjørdi beinanvegin vart við seg og segði, at bólturin hevði verið innan- fyri. Sostatt vann Fram týdningarmikla dystin og varðveitti >lívið<, meðan SÍ tapti sín dyst og misti leikrættin í 2. deild. Í Sandavági hittust SÍF og HB og vann HB henda dyst við einum máli móti ongum. Málið kom tiggju min. undan leikloki og var taðEyðun Dahl-Christian- sen, ið skjeyt uppá lang- skot. tíðindablaðið KÍ—TB, 1. deild: 2—5 (0—0): TB tykist at vera sloppið av við »KI-kompleks« sitt. Í meira enn triati ár hava tverámenn havt trupulleikar við at vinna 1. deildardyst í Klaksvík. Áðrenn dystin sunnudagin hevdu tverámenn bert vunnið ein dyst seinastu 32 árini, í 1981, men sunnudagin prógvaðu TB-leikararnir at teir so sanniliga eru komnir yvir hetta »kom- pleks«. Teir hittu á vøll- inum í Klaksvík KI, í dysti, ið meguliga kundi gerast avgerandi fyri hver skuldi vinna FM'84. Um TB vann og B68 sam- stundis tapti heimadyst sín móti LÍF, so vildu tverámenn ogna sær føroyameistaraheitid. Likindini at spæla vóru kanska ikki av teimum bestu, vit áskoðarar fingu, serstakliga tá hugsað verður um umsteðurnar ein sera góðan og áhuga- verdan fótbóltsleik. Nógvur vindur lá tvertur yvir vellin, men bæði liðini royndu at spæla fótbólt og hevdu bæði góð álop í fyrra hálvleiki uttan at tað tó kom nakað burtur úr. Fyrri hálvleikur var javnur, hóast TB kanska hevði lítla yvirvág í leiki, men einki mál kom tó í hesum hálvleiki. Men í seinna hálvleiki komu málini so sanniliga í staðin. Sjey ferðir endaði bólturin í netinum. Fimm ferðirnar var tað Símun Pauli Sivertsen, KÍ-mál- verji, ið mátti inn í egna net sítt eftir bóltinum, meðan Per Strem í hinum endanum av vellinum mátti somu leið tvær ferð- ir. Stutt tíð gekk í seinna hálvleiki, so skjeyt ein av bestu leikarunum hjá TB, Henrik Thomsen, fyrsta málið í dystinum. Letu seinni ekti TB til 2—0, men KÍ fall tó ikki í fátt. Úrslitið av kappingini í 2. deild gjerdist, at ÍF vann deildina og tryggjaði sær samstundis sess í 1. deild komandi leikár. ÍF fekk 23 stig. Nr. 2 var Royn við 21 stigum, með- an HB á triðja sæti fekk 16 stig. Nr. 4 var Sumba við 14 stigum, fimm SÍF við 12 stigum og nr. seks MB við 11 stigum. Næst- aftast var Fram við 8 stigum, meðan SÍ var aftast við sjey stigum. SÍ flytir sostatt niður í 3. deild komandi leikár. Bert fimm min. aftaná at TB hevði ekt til 2—0 eydnaðist Finn Joensen at minka til 1—2 og fimm min. aftaná hetta hevdar Olgar Danielsen sera vakurt mál aftaná góða avlevering úrvinstru síðu. Men javnleikurin var stokkutur. TB fór beinan- vegin í álop aftur og endar ílopið við at Kári Niclas- sen uppfangar ein ripost aftaná skot frá Henrik Thomsen og økir Kári til 3—2. Stutt undan leikloki ekti Bogi Djurhuus, ið var komin á vøllin í seinna hálvleiki, tá hann,s um so Einki »KI-kom- pleks meira mangan aður, hevdaði í netið til 4—2 aftaná horna- spark ur høgru sidu. Eitt mål, i3 var nærum eins vakurt og tad hjå Olgari. Bert løtu seinni økti Joh Rødgaard til &—2, tá hann skjeyt frispark bein- leidis i netid. Sera gott skot frå stórari fjafsteðu. John hevði annars havt fleiri góðar skotroyndir í hesum dysti m.a. á trí- kantin. 5—2 sigur til TB og ein dystur, ið var besta rekl- ama fyri feroyskan fót- bólt. Vit gleða okkum longu nú til 1985. Síða 11 Fótbólts- kappingin 1984 Lands- og steypa- kappingarnar í fót- bólti hjá eldru deild- unum eru loknar Meistarar, vinnarar og niðurflytaraliðið eru funnin Urslitini í ymsu deildinum vórðu hesi 1. deild: Føroyameistarar B68 Nidurflytarar B36 2. deild: Vinnarar og uppflytarar Nidurflytarar 3. deild: Vinnarar og uppflytarar VB Nidurflytarar Kl 4. deild: Vinnarar og uppflytarar Streymur Ísafjarðarsúlu- kappingin: Vinnarar av feroysku steypakappingini, kappingini um Ísafjarðarsúluna HB Unglingadeildin : Feroyameistarar og steypavinnarar KÍ Kvinnur: Feroyameistarar B36 Gentur: Feroyameistarar NSÍ B36 vann fyrsta meistaraheitid í kvinnufótbóltinum. Tað hendi eftir at B36 spældi javnleik móti KÍ í Klaksvík. Fyrsta dystin vann B36. Dysturin í Klaksvík var ikki væl leiktur, tí ov nógvur vindur var. Ur Klaksvík frætta vit, at dysturin var javnur, og spælið fór fyri tað mesta fram á miðjum velli, við lítlum álposleiki. Á liðinum hjá B36 leiktur: Ingilín Holm, Marjun Christiansen, Sarita Bald- vinsson, Hjordis Samuelsen, Ann Mari Múller, Hildur Rasmussen, Vivi Kuhr, Ann Britt Chilla, Helena á Neystabo, Ásta Thomsen, Maria Hansen, Karin Hansen, Birthe Poulsen og Malan Mohr. Myndir: Jarvin Hansen