týsdagur 25. september 1984síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
If vann 2. deild og hevur
sostatt tryggjað sær leik-
rætt í 1. deild komandi
leikár. Leikararnir á lið-
inum hjá IF eru Ove Joen-
sen, Meinhard Dalbúð, Pól
Eldevig, Bogi Lervig, Her-
man Midjord, Sonni Jen-
sen, Kristian Petersen,
Kaj Eli Poulsen, Margar
Hansen, Ólavur Ellings-
gaard, Einar Toftegaard,
Steingjorn í Lambanum,
Eyðun á Lakjuni, Gordon
Martin Midjord, Abraham
Hansen, Birgir Thomsen,
Dan Samuelsen, Kjartan
Hentze og Torkil Hansen.
Venjari er Petur Simonsen
og formaður felagsins er
Bergur Poulsen. Á mynd-
ini vanta Odd Eliasen og
Rúni Abrahamsen, ið
báðir hava spælt við IF í
år, men sum í løtuni eru í
Danmark i lestrarørind-
um
Royn — IF, 2. deild: 1—3 (0—0):
tíðindablaðið
Nr. 112 — 25. september 1984
We are red we are white...
Aftaná at ÍF leygardagin heuði tryggjað sær sigurin í 2. deild og
leikrætt í 1. deild næsta kappingarár — aftaná tvey ár í 2. deild —
var sigurssongur at hoyra.
Tað tykist sum um >slag-
sangurin< hjá danska
landsliðinum., ið luttók í
EM-kappingunum í fót-
bólti í Fraklandi í summ-
ar, hevur fest seg í hugan
hjá mongum føroyingi.
Leygardagin dundi sig-
ursangurin »We are red
we are white, we are IF
dynamite< yvir vøllin í
Hvalba og var hesin sang-
ur eisini at hoyra um borð
á Smyrli tá fuglfirðingar
vóru á veg norður um
fjørd aftur til hetjumót-
tøku, til stóran fagnað
bæði á bryggjuni í Havn
og í Fuglafirði.
Og ÍF hevði eisini uppi-
borið góða mótteku av
bygdafólkinum, tí ÍF
hevði gjørt tað, ið fåur
væntaði áðrenn avgerandi
dystin í Hvalba: Teir
hevdu vunnið á Royn og
tryggjað sær sigurin í 2.
deild.
Undan dystinum vórðu
Royn'ararnir, ið kundu
tryggjað sær uppflyting
við at spæla javnleik,
roknaðir sum »storfavo-
rittar« at vinna deildina
serstakliga ti at fram-
herjurnar vóru byrjaðar at
skjóta nógv mål aftur og
tí at dysturin varð spæld-
ur í Hvalba. Eisini hevði
IF roynst vánaligt trý tey
seinastu leikumferini.
Men ÍF vísti seg at vera
væl- og klóktleikandi.
Leikararnir sóu út til at
hava fingið sjálvsálitið
aftur.
Líkindini at spæla vóru
ikki av teimum bestu
leygardagin. Ikki ti, vøll-
urin var turrur og góður at
spæla á, men nógvur
vindur lá oman eftir velli-
num og órógvaði hetta í
åvisan mu spælið.
Fyrri hálvleikur var
javnur. ÍF hevði kanska
betri byrjanina — serstak-
liga ti at Royn-leikararnir
vóru avbera nervesir og
høvdu trupult við at fáa
veruligan leik í lag móti
nógva vindinum. Men
hvalbingar komu fyri seg.
Teir høvdu, eins og IF
fleiri royndir at málinum,
men hverki teimum ella
fuglfirðingum eydnaðist
at fáa nakað mál í hesum
hálvleiki.
Í seinna hálvleiki tá
Royn spældi undan vindi-
num roknaði ein við at
Torleif Sigurðsson handaði steypið til Sonna Jensen
málseknu Royn-framherj-
arnir vildu lata álopini
skola móti málinum hjá
Ova Joensen, men tá vístu
IF'ararnir seg at vera
mál-sóknari. ÍF hevði
boðsent trimum av leikar-
um sínum, ið lesa í Dan-
mark i løtuni, at vera við í
hesum síðsta avgerandi
dystinum, og vístu allir
triggir seg at vera goldna
ferðakostnaðin verdan. IF
vann nevniliga dystin við
trimum málum móti ein-
um og vóru teir triggir,
Ábraham Hansen, sum
her spældi fyrsta dyst sín
við ÍF í tvey ár, Eyðun
á Lakjuni og Meinhard
Dalbúð, við í ellum mál-
unum. Eyðun skjeyt tað
fyrsta, Meinhard tey tvey
næstu og Ábraham var
við í uppspælinum til øll
trý málini og prógvaði, at
hann var eins nógv verdur
fyri IF sum hann hevur
verið fyri NSI tvey tey
seinastu árini — tað er
ikki uttan orsek, at hann
av mongum verður rokn-
aður at vera ein av bestu
leikarunum í feroyskum
fórbólti.
Stutt var farið av
seinna hálvleiki, tá fugl-
firðingar fingu fyrsta mál
sitt. IF fekk stødga Royn
álopi og varð bólturin
spældur fram eftir velli-
num oman til Meinhard
Dalbúð, ið trekti út í síð-
una við honum. Meinhard
skjeyt inn fyri málið.
Málverjin hjá Royn
royndi at bjarga, men
bólturin endaði hjá Eyðun
av Lakjuni, ið, áðrenn
nakar veruliga varnaðist
tað, skjeyt í netið.
Frein á IF'arum og
nógva IF viðhaldsfólki-
num, ið hevði leitað sær til
Hvalbiar henda dagin var
ófer, meðan Royn — og
vit flest øll — stóðu sum
kánus.
Hvalbingar sóu ikki
sørt skelkadir ut av hesi
byrjan hjå IF, men enn
verri varð tveir minuttir
seinni. Enn einaferð lá
bólturin í netinum hjá
Royn. Málskjútti Mein-
hard Dalbúð.
Bert fýra minuttir farn-
ir av seinna hálvleiki og
IF á odda við tveimum
málum móti ongum.
Hetta var >sjokkbyrj-
an« við lít. Hetta var
byrjan, ið skelkaði Royn-
leikararnar so mikið, at
teir í veruleikanum ongan-
tíð komu fyri seg aftur í
dystinum — ongantíð
fingu rætt lag á álopsleik
sín. Neyðugt var nú hjá
Royn at fáa tvey mál fyri
at varðveita uppflytingar-
sessin, og royndu leikarar-
nir at trýsta spælið oman
móti IF-målinum, men í
staðin fyri at spæla veru-
ligan fótbólt, sum hvalb-
ingar so ofta hava prógv-
að at teir kunna, so spark-
aðu teir bólt í staðin. Tað
sá út sum um leikararnir
vóru »panikkslidnir« —
skotini vóru tilvildarlig og
avleveringarnar uttan
adressu.
Ikki ti, aftaná hålvan
tíma kom aftur spenning-
ur í dystin. Áhaldandi
trýstið á málið hjá Ova
Joensen — skilaleyst ella
ikki — gav úrslit. Vil-
mund Michelsen varð
spældur fríur inni í brots-
teiginum av bróðuri sínum
Dánjal Jacob, ið fekk
»debut« henda dag, og
skjeyt Vilmund trygt í
netið.
Minka til 1-2. Frødi á
áskoðarunum og rópini
vóru aftur at hoyra. Nú
skuldi tað vera. Væntandi
varð, at Royn skuldi fáa
javna orsakað av trýsti-
num, men sum so mangan
tá eitt lið setur alt inn
uppá at fáa mál, so verður
verjan gloymd. Allir leik-
arar trekkja fram i
fremsta rad og gloyma at
dekka mótsteðumenn sin-
ar upp. Og so var eisini
her. Meinhard Dalbúð
fekk langa avlevering frá
Ábraham og rann einsa-
mallur móti málinum.
Komin móti brotsteigi-
num skjeyt Meinhard og
endaði bólturin í netinum
til endaliga úrslitið 3-1.
Hóast Royn hevði bólt-
in í longum letum í seinna
hálvleiki, so kom einki
burturúr. ÍF spældi klók-
ari og vann tí á einum
Royn-liði, ið tóktist at
vera merkt av nervesiteti
fyri ikki at liva upp til ta
tungu uppgávu, ið var
logd á herðar leikaranna.
3-1, ið nú aftur hevur
vunnið sær sess í 1. deild
eftir at hava luttikið í 2.
deild í tvey ár.
Áðrenn dystin varð
nógv gjert burturúr Royn
og væntaðu flest øll eisini,
at teir fóru at vinna
tryggan sigur. At hetta
ávirkaði leikararnar, er
lítið at ivast í, men aftaná
dystin sýndu hvalbingar
seg sum rættir ítróttar-
menn. Teir vóru teir
fyrstu at ynskja fuglfirð-
ingum tillukku, góvu
teimum vakurt blómu-
týssi og har afturat eina
fløsku av »sjampanju«.
Hvalbingar vístu at
danska orðatakið »tab og
vind med samme sind«
kann nytast sjålvt um ein
er dapur i huga yvir tapt-
an dyst.
Sum so mangan áður
glapp uppflytingin år
hondunum å hvalbingum i
sidstu løtu.
Næsta ár verður tað
kanska Royn, men í ár
varð tað so IF og kann 1.
deild gleða seg yvir at eitt
væl leikandi eysturoyarlið
afturat er komið í fremsta
rað.
Koste he