Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 113 — 27. september 1984 nýggja projektið. Her verður m.a. vist á, at mest fæst burtur úr við at fara upp í 300 metra hædd. Ja til at kanna Veðranes Tað hevur so verið lurtað eftir Veðranesmonnunum, ti landsstýrið avgjerdi at lata Orkuráðið kanna Veðranes. Her kom Berdal í Noregi inn í myndina. Teir roknaðu Veðranes- projektið igjøgnum. Gera fyrst eitt projekt í 220 metra hædd og so eitt í 300 metra hædd. Páll sig- ur, at projektið í 300 metra hædd svarar júst til tað, sum Veðranesmenn- inir hevdu lagt upp til. Ein útbygging av vatn- inum her gevur meiri orku og er bíligari pr. eind. Páll sigur vðari, at út- byggingin her eigur at verða framd soleiðis, at ein tunnil verður gjerdur norðureftir og ein suður- eftir soleiðis at vatnið frá teimum verður savnað í einum hyli, sum verður gjørdur við Breidå. Kraft- verkið verður so lagt niðri við sjóvarmálan sunnan- vert Oyri. — Hetta er ein teknisk rett loysn og sera einføld eisini, leggur Páll Mikk- elsen aftrat. Hann sigur, at hylurin skal taka 4% av årsavfallinum, ti so passar hann væl inn í orkuskipanina og vit fáa ongar trupulleikar. Vit sleppa tá eisini heilt und- an at gera nakað við Eið- isvatn í fyrstu atløgu. Páll sigur víðari, at koyra vit vatnið frá ek- inum norðanfyri Veðranes suðureftir í 300 metra hædd, so fáa vit nógv meira burturúr orkuni enn ætlanin hjá H&S við at taka avfall frá bæði eyst- ur- og vestursíðuni og fera tað norður til Eiðisvatn. Veðranesmodellið gevur 30 prosent meira orku. Veðranes B, sum talan er um, er mett at geva 19 mill. kWt, meðan ekið norðanfyri gevur 10 mill. kwt. aftrat. Hvat viðvíkir útbygg- ingini hjá SEV, so kemur Páll Mikkelsen til hesa nidurstødu: 1. Vit keypa fyrst t.v.s. beinanvegin ein motor aft- rat til verkið á Sundi. Motorurin skal nøkta tann akutta tervin. Skulu vit ikki koyra verandi mot- orar í »senk«, so mugu vit hava atstødur at røkta teir, men tað gerst ikki, uttan vit hava ein motor aftrat. Hetta haldi eg øll eru samd um. 2. Síðani útbyggja vit 60 kW-linjuna av Sundi um Kollafjorð, Veðranes og í Skálabotn. Hetta er bráðneyðugt at gera til tess at syrgja fyri trygg- leika í orkuskipanini. Hetta er eisini sera neyðugt, nú eki sum t.d. Kollafjorð, skulu út- byggja við idnadi. Síðani skulu vit eisini tryggja økini norðanfyri Streym. Veðreneskraftverkið kemur at liggja beint við hesa linjuna. Soleiðis verður Veðranes tað sterkasta elektriska punktið, sum vit fara at hava. . 3. Medan vit fremja 1 tiðindablaðið 4 Í og 2 gera vit detailprojekt yvir Vedranesøkid t.v.s. Veðranes 2 B, sum liggur i 300 metra hædd. Hetta ekið er frá brúnni við Streymin suður um Sela- træð. Hetta arbeiði skal bjóðast út og tað fevnir so um turnlar og byrging. 4. Tá punkt 3 er framt eftir 3—4 árum, kann ein fara undir at taka steðu til næsta byggistigið í Eyst- uroynni, t.v.s. ekið norð- an fyri Veðranes 2 B, sum er munurin millum Eiði D og Eiði C. Avfallið higani kann so førast suður til byrgingina. 5. Sum stødan er nøu, sleppa vit heilt undan at taka stødu til økid kring Eidi tey fyrstu årini. Tad kann so koma seinni. Tå er so spurningurin, um ikki ekið eystarfyri i Ljós- ádali er tað besta, ti tað liggur í 350 metra hædd. Higani eiga vit einaferð at fora vatnið oman til eitt kraftverk sum kann liggja sunnan fyri Funning. Tá varðveita vit eisini vatn- tilrenningina til Funn- ingsfjørå, sum er lívs- neyðug. Páll Mikkelsen sigur víðari at við hesi raðfylgju og útbygging sleppa vit heilt undan at nema við Eiðisvatn. Tað heldur hann heldur ikki, at vit eiga, tí okkum nýtast tað ikki og vit fáa als ikki so nógv burtur úr tí, sum við ti her nevndu útbygging- arætlan. — Tíðin er als íkki búgvin til at byggja út norðara enda av Eystur- oynni leggur Páll aftrat. Vit eiga at bíða í hvussu so er fimm ár aftrat. Og tá venda eyguni móti Ljósá- dali heldur enn Eiðisvatni. Páll vísir annars á, at Berdal als ikki eru spurdir um, hvussu vit í heila tikið loysa allan Eystur- oyarspurningin t.V.s. m.a. hvussu ein fær mest burtur úr norðara part- inum av Eysturoynni. Hetta skuldi verið sjálv- sagt, ti hetta okið eigur eisini at umrødast. Berdal eru bert bidnir um at kanna Veðranes, hvussu ein byggir tað skynsamt og kanna og seta og seta tey telini upp ímóti Eiði 1 og 3, sum er projektið hjá H&S. Tað er bert hetta, teir hava svarað uppá. Síðani er tað spurning- urin um at gera eina byrg- ing í samband við Veðra- nes. Her vísir Berdal á. at tað verður ov dýrt at gera ein hyl. Men hetta er Páll Mikkelsen ikki samd- ur við teimum í. Páll vísir til ætlanina at gera byrging í Villingar- dali. Her hava fleiri før- oysk og donsk felog sam- an gjørt eitt detailprojekt. Samanbera vit eindarpris- irnar hjå Berdal vid teir prisirnar, sum liggja í Villingardalsprojektinum, so er eindarprísurin hjá Berdal í hægra lagi. Men teir hava so lagt seg á ta tryggu síðuna. Eindar- prisurin hjá Berdal er 50% hægri. T.v.s. at gjørdu vit eitt projekt á Veðranesi og bjóðaðu tað út, so kundu vit kanska fingið tað nakað biligari, heldur Páll. Hetta kundi so júst bent á, at vit áttu at gjørt Veðranes 2 pro- jektib lidugt og bodid tad út. Við eðrum orðum at gera tunnil upp á 4,5 km suðureftir og ein upp á 1,5 km norðureftir — og heilt leyst av Eiðisvatni. Vit skulu taka byrgingina við, sum tekur 4% av ársav- fallinum. Nú er tað ikki vist, at byrgingin verður so dýr, sum Berdal hevur skotið upp, men tað kundi væl verið, at hon kundi verið gjerd eftir Villingar- dalsmynstrinum og hevði so verið væl biligari. Páll sigur víðari, at munurin millum báðar byrgingarnar her er talan um, er, at tað í báðum for- um er talan um grótbyrg- ingar, men í Villingardali brúka teir asfalts- membran, og Berdal á Veðranesi betong. Tað er nokk so nógv dýrari at byggja úr betong, men tað gera norðmenn óivað har, ti teir vilja vera heilt tryggir. Samanumtikið rokni eg við, at projektera vit eina byrging á Veðra- nesi og bjóða haaa út, so verður hon nógv biligari enn tað, sum norðmenn her siga. Síðani er tað spurning- urin um at brúka grótið frá hylinum til m.a. út- fylling av havnunum. Hetta heldur Páll kann vera ein frálík loysn og ger, at vit fáa ein ókeypis hyl. Grótið kann so flytast við báti til eitt nú Havnar. Tá slepst undan at leggja á Glyvursnes og Høga- reyn at skaffa grót, og tað verður helst ikki nógv dýrari at flyta grótið hig- ani. Men, sigur Páll, sjálvt um grótið ikki skal brukast til nakað åvist, so verður tað bíligari at gera útbygging við hyli á Síða 5 Veðranesi enn at útbyggja Eiðisvatn. Vit spurdu at enda Páll, um hann heldur tað vera logið, at hann sum starvs- maður hjá SEV vísir á eina aðra loysn enn hana, ráðgevararnir hjá SEV fora fram. Til tað sigur hann: Tað er púra natúr- ligt fyri meg at gera so. Tað ræður um at koma fram við teimum frægastu loysnunum á hesum stóra máli. Eg havi saman við ødrum vist á hesa loysn- ina. Nú er at meta um, hver dugur er í henni og ikki útbyggja Eiðisvatn fyri einhvenn prís. Ég haldi sum sagt, at tað er natúrligt at vit innan SEV eisini siga okkara hugsan um hetta mál, og tað vísir seg, at her hevur verið lurtað, ti nú er so partur av okkara uppskoti (Veðranes) kannaður. Eg havi arbeitt við hesum spurningum fyri at vísa á eina betri tekniska loysn, sum gevur meiri orku. Tað er fyrst og fremst talan um at fáa so nógva orku burturúr sum gjerligt. Og tað hevur víst seg, at við at fara upp í hæddina fáa vit meiri orku, og fyri tað annað sleppa vit tá undan at skaða umhvervið so nógv, sum talan er um við Eiðisvatn. — Men Páll, kann SEV nú ikki kortini koyra sína ætlan við stóra Eiðispro- jektinum igjøgnum? — Tað hava teir fingið loyvi til. Men eg haldi, SEV og H&S eiga at taka hetta tilfarið Berdal og tað eg havi sagt til eftirtektar. jan