hósdagur 27. september 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 113 — 27. september 1984
Síða 6
útróðrarmenn
UTTAN AT REYPA ella gera av
kunnu vit við góðari samvitsku
siga, at tey framstig, sum eru
gjørd fyri sjófólkið her á landi, eru
flest øll komin av javnaðarmanna-
ávum.
VIT HUGSA SJÁLVSAGT um tey
framstig, sum eru hend gjøgnum
lóggávuvaldið. Onnur stig hava
fiskimenn og útróðrarmenn tikið
sjálvir saman við sínum fakligu og
demokratiskt valdu leiðarum, men
heldur ikki her hevur lutur javnað-
armanna ligið eftir.
TAÐ ER ÓNEYÐUGT at nevna
dømi, men kortini kunnu vit ikki
lata vera við at minna á, at tað var
eftir uppskoti frá javnaðarflokkin-
um, at seks og seks tíma vaktar-
skifti varð sett í gildi fyri trolara-
flotan, eins og tað var eftir upp-
skoti frá javnaðarflokkinum, at
minstalgnarskipanin á sinni varð
sett á stovn.
TAÐ SKERST TO ikki burtur, at
hóast framtøk, so eru partar av
sjófólki okkara framvegis við
sviðið soð — hava langan og
strevnan arbeiðsdag og oman á alt
onga vissu fyri eini sømiligari inn-
tøku. Ein tann bólkur, ið ringast
hevur verið fyri tey seinastu árini,
er útróðrarmenninir, sviknir sum
teir hava verið av eini samgongu,
ið bert hugsar um tær stóru eind-
irnar.
TAÐ VAR ÚT frá hesum veruleika,
at javnaðarflokkurin í tingsetuni
1982/83 reisti spurningin um inn-
tøkuvidurskifti útróðrarmanna á
tingi og samstundis skeyt upp, at
útróðrarmenn eisini fáa rætt til
minstuløn.
LØGTINGID TOK i prinsippinum
væl undir vid uppskoti okkara,
men long og drúgv var leiðin frá
fyrstu viðgerð og fram til endaligu
samtyktina í var. Men alt endaði
. væl við hesum uppskoti javnaðar-
floksins, og nú Meginfelag útróðr-
armanna leggur síðstu hond á
sáttmálan, skuldi henda nýggja
skipan farið at virka.
MINSTALONARLÓGIN fyri út-
róðrarmenn er skipað soleiðis, at
menn kunnu mynstra vetrarhálv-
árið, um teir ynskja tað. Hetta
merkir, at teir kunnu mynstra í
tíðarskeiðinum frá 1. oktober til
31. mars, og er hetta skeið so býtt
sundur aftur í helvt. Fyrra skeið
byrjar so 1. oktober og endar 31.
december, meðan seinra skeið
byrjar 1. januar og endar 31. mars.
Treytirnar eru, at tað skulu vera
minst tríggir mans við bátinum,
harav kann ein vera í landi. Urtøk-
an í mynstringarskeiðinum verður
mótroknað minstulønarupphædd-
ini fyri skipsfiskimenn, og eru út-
róðrarmenn sostatt tryggjaðir
eina vanliga minstuløn ta slakastu
tíðina av árinum.
VIT YNSKJA útróðrarmonnum til
lukku við framtakinum, og tað
skal vera vón okkara, at hetta
framtak verður teimum at gagni
og fer at gera sítt til at menna
útróðurin aftur. Vit plaga ikki at
taka einstakar javnaðartingmenn
fram um aðrar, men í hesum føri
hava vit hug at bróta henda sið og
nýta høvid til at takka Poul Jakka
Olsen, Vilhelm Johannesen og
Tórolvi Mohr Olsen fyri tað megn-
ararbeiði, teir hava gjørt við hes-
um uppskoti — uttan teirra tek var
einki uppskot komið igjøgnum.
Tá sosialistar
stinga sosial-
istar í ryggin
Til John Dalsgarð og øll vinstravend í
Føroyum
Las vid ringum tannabiti
greinina, tu kallar »Al-
bansk-Sovjettiski 14. sep-
temberbólkurin< i Fjúrt-
anda leygardagin 15. sept.
Men eg taki hana sum
fullgott prógv um tað
hugloysi og ráðaloysi —
fyri at brúka tíni egnu orð
— sum ræður í Tjóðveld-
isflokkinum, og sum hev-
ur rátt har, síðani flokkur-
in við vilja gloymdi sína
sosialistisku stevnuskrå
— fyri betri at tekkjast tí
veljarafjøld, sum íkki
veit, hvussu hon ynskir,
at landið skal skipast, og
sum er so bláoygd, at hon
heldur, at tann »føroyiska
isman< bara kann skapa
grundarlag fyri einum
frælsum Feroyum.
14. septemberhald
Tjóðveldisfloksins
Hvussu kundi Suður-
streymoyar Tjóðveldisfel-
ag júst í ár halda tað vera
»rætt« at hátíðarhalda 14.
september, tá tey ongan-
tíð fyrr hava „hildið tað
vera rætt<?
Tað er valár í ár, kæri
John. — Og tað er eisini
orsekin til, at tú sjálvur
tók penn í hond fyri at
stinga aðrar sosialistar í
ryggin.
Tú heldur, tú kanst
vinna virðing. og ikki
minst atkveður við hesi
skemdargerð. — Tað loyvi
eg mær hervið at ivast i.
Um tu umboðar hugsan
Suðurstreymoyar Tjóð-
felags, kann eg heilsa
tykkum, at tey einastu,
tit kanska kunnu vinna
nakrar atkvødur frá, eru
teir báðir >fólka<flokkar-
nir, bæði ti »kristiliga«,
og ti »Okristiliga«.
Jú, eftir ollum at døma
fiskar Tjóðveldisflokkurin
eftir hegravendum at-
kvødum — flokkurin er
eisini týðiliga við at gerast
høgravendur.
— Men tað er óivað
»rætt« (eftir tykkara defi-
nitión), við tað at tit hava
eina vinstravenda stevnu-
skrá.
»Sjålvrættvisis-
tørvur«
Fyri at tå kanst rættvis-
gera, at tå — sum vinstra-
vendur — roynir at loypa
enn meiri spjading i vins-
travongin, krevst nógv,
sera nógv. Sovorðin álop
kunnu bert hegravend
bera í bøtuflaka fyri.
— Ella metir tú, at tey
vinstravendu hava slíkt
álop fyri neyðini — fyri at
fáa sterri undirtøku —
fyri at skapa sterri sam-
huga teirra millum — fyri
at tey kunnu kenna seg
sum eina eind mótvegis
høgraåganginum?
Metir tú, tað er betri at
gera seg til talsmann fyri
ein flokk, sum onki boð
hevur uppá, hvussu landið
skal skipast — sum krev-
ur loysing, og ikki veit,
hvat hann skal gera við
loysingina, um hann fær
hana? — Er tað meiri vert
enn at vera við til at skapa
meiri solidaritet millum
vinstravend?
Tað skapar ivaleyst
sterri samhuga millum tey
vinstravendu at síggja
hvussu lítið skal til fyri at
selja síni idealir fyri nakr-
ar atkvødur. Royn endi-
liga at skap meiri spjaðing
í vinstravongin.
Tað er framburðsfremj-
andi.
Tað er tjóðskaparligt.
Tað er lika »føroyskt«,
sum tað er niðurbrótandi.
Harvið vísir tú týðilig-
ari, hvenn tú rennir erindi
fyri: Tann hegravenda
partin av Tjóveldisflokki-
num, og annars tey, hvers
kenslur tit — við tjóðs-
skaparrópum — spæla
uppá, og sum tit royna at
billa inn, at alt er gott,
bara tað er føroyskt.
Eisini føroysk Kapital-
isma?
TVÍ FAI TÆR!
Hvat slag
av sosialismu '
Sambært teg hava vit
triggjar møguleikar at vel-
ja í: Ta russisku sosial-
ismuna, ta albansku ella
ta sosialdemokratisku.
Tað slagið, vit velja,
verður ivaleyst tað slagið,
sum tú júst hevur tikið
patent uppá. Tað slagið,
har tað er líkamikið, um
„sólin fer at skina« aftaná.
Tað slagið, har tað er líka-
mikið, um stórkapitalism-
an fær valdið. — Tað er
fyri so vítt eisini líka
mikið, um vit — eins og
pensionistarnir í Danmark
— skulu liva av kettu-
mati, ti vit ikki fáa råd til
annað. Bert kettumaturin
er føroyskur, so er alt í
lagi. — Ella vit kunnu
eisini fara oman í fjøruna
at eta tarablød, sum før-
oyingar gjørdu í gomlum
døgum. Tað er eisini før-
oyskt, serføroyskt.
— Tað slagið, sum
Tjóðveldisflokkurin tekur
undir við. Tað er slagið,
vit onnur rópa húða-
skógvamentan.
Klókt og skilagott
politiskt >stríðs-
mála ”
Sambært teg hevur tín
politiski flokkur gjørt 14.
september til eitt politiskt
»stridsmål«. Eitt strids-
mål, har stríðsfólkini ikki
vita, hvørjum politikki,
tey stridast fyri.
— Tad er ivaleyst eitt 6-
lastandi »politiskt« strids-
mál, men tað kalli eg at
halda fólk fyri gjøldur!
At tú í hesum sambandi
brúkar orðini >klókt og
skilagott«, vísir jú,
hvussu klókur og skila-
góður, tú ert.
Orðabókin
Í tínum rættvísisstríði
tykist tú at hava fyri
neyðini at ganga í fóta-
sporum Dagblaðsins, hvat
journalistikki = vidvikur.
Orðabókin er hin sama;
men tað vísir jú bert,
hverjum, tú roynir at
tekkjast og roynir at fáa
atkveður frá.
Í hvussu er leggur tú nú
»liv og heilsu i« og
„kveikir kyndlar« fyri eini
framhaldandi nýtslu av
hesi lítið mentaðu orðabók
í feroyskum journalist-
ikki.
Og harvið ert tú eisini
við til at gera føroyska
málið ríkari.
Hendan orðabókin er jú
eitt serføroyskt fyribrigdi,
so hatta er ivaleyst eisini
ein av teimum »føroysku
ismunum«, Tjóðveldis-
flokkurin stridist fyri.
— Tad endamålid kann
helst heldur ikki lastast.
Set kross vid
John Dalsgarð!
Spurningurin er so, um tí
manst fara at verða valdur
á hendan serforoyska
hátt.
— Segan hetur prógv-
að, at tað ber til.