hósdagur 27. september 1984síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — tvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
Vit eru til reiðar!
Ein bygd ella ein
Hvar í allari víðu verð
man hetta vera! Ein fer-
oysk bygd ella ein býar-
partur! hvar? í Suður-
oynni! Inni á Skålafjørd-
inum! Ella i Havn! Nei
ikki i Havn men nær-
hendis Havnini. Hetta er
nýggi byarparturin, Norð-
ara Horn við Velbastað-
vegin. Her stykkjaði Tórs-
havnar kommuna umleið
120 grundstykki út fyri
nekrum árum síðani.
Fyrsta húsið kom upp fyri
ikki so langari tíð síðani,
og síðani fylgdu ell hesi
eftir. Foto Kalmar.
Báturin hjá Ova
á handilsstevnuni
Handilsstevnan HS-84
verður sett í Ítróttar-
hellini á Hálsi hósdagin
kl. 13. Tað er Poul Michel-
sen, borgarstjóri, sum set-
ur stevnuna.
Slík handilsstevna sum
henda verður hildin á
hverjum ári. Hesaferð er
innihaldið ikki minni á-
hugavert enn undanfarnu
ár. Tilsamans 36 ymsar
fyritokur luttaka. Hetta
er stersta talið nakrantid.
Allir luttakararnir eru før-
oyskir við undantaki av
einum. Tað er BOSCH-
fyritøkan.
Teir, ið stilad hava fyri
stevnuni, hava lagt stóran
dent á at hava so nógvar
og fjølbroyttar luttakarar
við sum gjørligt. Har
verður mangt at síggja:
skipsútgerð, motorar,
klæði sjónvarpstól, kom-
fyrar, datatól, kekar,
breytir. góðgæti o.m.a.
Sum nakað heilt nýtt og
forkunnugt fer handils-
stevnan at visa føroyska
båtin, DIANA VICTOR-
IA, sum nólsoyingurin,
Ove Joensen róði ur Før-
oyum til Hetlands —
einsamallur í góð fimm
samdegur.
Ove fer eisini at vera
hjástaddur og royna at
greiða frá og svara spurn-
ingum um ferðina. Bátur-
in sum so er rættiliga
áhugaverdur, ti hann er
fyrsti av sínum slag í For-
oyum. Tað er bátabyggj-
arin Hanus Joensen úr
Skúvoynni, sum hevur
gjørt uttan meirkostnad fyri lýsaran.
smíðað hann. Tað, ið eyð-
kennir henda bátin, er, at
hann er meira ella minni
innilokaður framman og
aftan. Hann er sostatt eitt
eindømi i føroyskari báta-
søgu. Fólk, sum fara at
vitja stevnuna, hava
møguleika at síggja, hver-
„jar hentleikar annars Ove
hevði við sær til Hetlands
so sum radio 0.1.
Um ferdina hjå Ova
Joensen er annars at siga,
at ikki gekk heilt sum
hesin nólsoyingurin hevði
ætlað. Hann ætlaði at
rógva beinleiðis til Dan-
markar, men nærhendis
Hetlandi bar báturin við
eitt skip og fekk rættiliga
stóran skaða. Ove róði
kortini umleið 70 fjórðing-
ar við bátinum nærum
opnum framman — til
Hetlands, har hann um-
vældi bátin. Men tíðin
gekk og tá Ove so aftur
legði frá landi, var ov
langt útliðið. Hann gjørdi
ti av at gevast og heldur
endurtaka ferðina í kom-
andi ári.
BJÓÐA IKKI MÆR!
EG KOYRI s.
}
RAÐIÐ FYRI FERDSLUTRYGD
|
|