hósdagur 4. oktober 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Hevur tú ein spurning ella onkran trupulleika, sum tú kundi ynskt tær at
fingið vidgjørdan í hesum teiginum,
Spyr Sosialin
Skriva til: Sosialurin, postsmoga 76, 3800 Argir. Merk brævbjálvan >Spyr
Sosialin«.
Eri eg alkoholikari?
Eg eri maður miðskeiðis í
30—árunum, havi gott,
men nakað leiðandi og tí
stressandi arbeiði.
Viðhvert er tað komið
fyri, at eg eri vaknaður
upp á miðjari nátt við
hjartabankan, tað er sum
at hjartað leikar í og vil
ikki sissast aftur, eg má
upp og út at ganga, og so
eftir einum tíma ella so er
aftur í lagi.
Hetta hevur sum vera
man givið »nervar«, og
mangan er ilt at sovna —
kanska steðgar hjartað
næstu nátt!
Eg havi verið hjá
lækna, sum heldur, at
talan er bert um stress og
»nervøst« hjarta. At taka
heilivág hevur ongatíð
verið mín kostur, men tað,
sum eg fari at spyrja
psykologin um:
Eg havi funnið útav, at
um eg einaferð um vikuna
ella so fái mær eina
kenning og slái meg leys-
an, so tykist tað at hjálpa
alvæl. Kenni meg av-
stressaðan, fái nýggj hug-
skot og sovi væl, men
kortini: eri eg í ferð við at
gerast alkoholikari við tað
at eg má hava hetta
»stoff« av og á fyri at
kunna »fungera« í mínum
arbeiði?
Svar
Í fyrstu atløgu kundi dømi
tygara verið enn ein av
teimum óteljandi >góðu<
orsekunum til at smakka
sær á.
Tað er beint, at alkohol
tíðum roynist sum frálíka
góður heilivágur ímóti
ampa, men tianverri royn-
ist tað bert sum letuvinn-
ingur, umframt at tað jú
hevur nógv óheppin hjá-
árin so sum vána meting-
arevni og arbeiðsferi, með-
an tað stendur uppá og
timburmenn og mandolin-
fepur aftan á rúsin.
Umframt at alkohol sum
heilivágur við tíðini lítið
batar, kemur so vandin
fyri likamligari og sålar-
ligari tilvenjing, og at per-
sónurin mangan nýtist
meira leg fyri at kenna
sær gagn av honum.
Tað finnast nógvar lýs-
ingar av heitinum »alko-
holikari«, harimillum tann
eina er so einføld sum i
tygara føri: at ein ikki
kann vera evnið fyriuttan.
Eydun Joensen, sål-
arfrødingur
Sålarfrøding-
urin:
Lækni tygara hevur
óivað kannað tygum gjølla
hjartasjúku viðvíkjandi og
er helst á beinari leið, tá
Marjun Sigurdsdótt-
ir, sosialrådgevi
4
lækni
hann metir sjúkueyðkenni
tygara at hava samband
við »nervøst hjarta«,
hjartaneurosu, angistneu-
rosu, ella hvat ein velur at
kalla slíkar tilburðir, men
í ellum ferum er líkt til, at
ampin stavar frá meira og
minni ótilvitaðum bang-
ilsi, sum aftur væl kann
hava samband við tygara
krevjandi arbeiði, og er
tað sum so neyðugt at við-
gera trupulleikarnar aftur
3 F
Murner j monsen,
Nr. 116 — 4. oktober 1984
Frida Patursson, log-
frødingur
til sjálva rótina fyri at
koma sjálvum ampanum
til lívs og harvið sleppa
tygum undan at hava
brúk fyri at doyva ampan
við alkoholi.
Viðgerðin er psykoter-
api hjá specialisti í tílík-
um, umframt at tygum
kunnu rokna við at muga
finna tygum í at laga ar-
beiðið eftir tygara orku og
veruliga ferimuni.
EyJo
Psykologisk ráðgevingar-
og viðgerðarstova
Ráðgeving og viðgerð vidv. persónlig-
um, uppalingarligum- og hjúnarbands-
trupulleikum.
samtalu- og kropsterapi
hittist eftir avtalu á tlf. 16251
Tlf. tíð månadag —
kl. 12.30— 1300.
hósdag
Jegvan Bæk
psykologur
Hugleiðin
um kost
og
Seinastu dagarnar hevur
hopur av folki leitad sær
niðan i Nordurlandahusid
til stevnuna »Heilsa og
Samfelag«. Hetta vóru so
sanniliga eisini bæði á-
hugaverdir og læruríkir
dagar.
Imillum rødararnar
voru Peder Helms frå Hy-
giejnisk institut i Århus
og Marjun Hanusardóttir
frá Heilsufroðisligu
starvsstovuni, og tey tos-
aðu um ávikavist Heilsu
— kost og feðslu og fiti í
kostinum og heilsufrødis-
lig viðurskifti. Greitt og
týðiliga greiddu tey frá
týdninginum av góðum
kosti og reinferi, sum
grundarlag fyri góða
heilsu.
Størsta orsøkin til smá-
barnadeyða í triðja heimi-
num er vánalig feðsla og
væntandi reinferi. Vána-
heilsu
lig fødsla nýtist ikki at
verða tað sama sum ov
litið av mati, men tað
merkir at maturin ikki
kann nekta tervin til
orkuveitandi- og
foðsluevnini. Hetta saman
við væntandi reinferi ger
at hesi børn verða lítið
motstødufør fyri annars
lýdningarleysum smittu-
sjúkum. Meðan kosturin í
triðja heiminum oftast er
ov orkufátækur, er hetta
ikki tilfellið í okkara parti
av heiminum. Trupulleix-
in her er, at maturin er ov
feitur, ov finur og at vit
eta ov nógv. í staðin fyri
at eta t.d. grov breyð eta
vit fin hveitibreyð — cg
síðani mugu vit eta sáðu-
tablettir, ti tann feiti og
fíni maturin gevur sodn-
ingartrupulleikar.
Eisini varð tosså um at
feitt kann verða við til at
ser-
gar
skunda undir ymiskar
sjúkur t.d. æðrasjúkur og
blóðteppar. Feitt er neyð-
ugt, tí annars kunn vit
ikki fáa tervin nektaðan
til tey feittupploysiligu
vitaminini, men dentur
varð lagdur á, at munur er
á feitti. Sjófiti er tað sunn-
asta og tað fáa vit úr m.a
piki, sild og oðrum feit-
um fiski. Verður so nakað
ítokiligt gjort fyri at
hindra at kosturin skal
ve: ða sjúkufremjandi hel-
dur enn fyribyrjandi ?
I Noregi hevur tað frá
almennari síðu í fleiri ár
verið førdur ein midvisur
kostpolitikkur og i Dan-
mark hevur fólkatingið
viðtikið at gera eina
foðslulóg, men enn er ikki
<. nja um hvussu hon skal
siggja ut.
I Foroyum .c verri statt
á hesum oki. Ikki so mikið
sum eina matverulóg. ið
kann tryggja okkum góð-
ar verur og at vita hvat
vit keypa, kunnu vit vísa
á at hava. Uppskotið til
lóg varð handað
Landsstýrinum í 1981 og
var framlagt í Legtingi-
num í vár, men so hendi
heldur ikki meir. Hví spyr
eingin tingmaður eftir ti?
Tað er kanska onga-
staðni meira neyðugt enn í
Foroyum at gera nakað
munagott á tí kostpolit-
iska okinum. Vit eru í tí
stødu at vit eru noydd til,
um vit ynskja tað ella ei,
at broyta okkara kostvan-
ar. Tað nyttar einki at
blíva við at tvíhalda um
hesa
traditionellan foroyskan
mat, sum tað einasta
rætta, men ístaðin fyri
eigur at verða upplýst um
góðan mat, um at saman-
seta matin rætt og um
Triðjahvenn hósdag fara vit her í
F
Sosialinum at vidgera eitt rættiliga
týdningarmikið
evni:
kostur og
heilsa. Tað er Sigrid Dalsgaard,
økonoma, sum leggur henda nýggja
táttin til rættis. Vit taka eisini fegin
ímóti innsendum tilfari um hetta
áhugaverda og týdningarmikla mál,
og tit kunnu eisini koma fyri spurn-
ingum, sum Sigrid fer at svara eftir
førimuni.
ið kunnu
skeivum
skaðilig árin,
standast av
kosti.
Reglur eiga at verða
settar fyri, hvat ið skal
vera loyvt at koyra í mat,
ið verður seldur her, og
eftirlit eigur at vera við, at
hesar reglur verða fylgd-
ar. Somuleidis skulu vøru-
lýsingar vera kravdar og
skulu tær sjálvandi vera á
einum máli, sum vit skil-
ja.
I pallborðsorðaskiftin-
um aftaná varð nevnt, at
ein fødslulog lætt kundi
koma at stýra ov nógv og
at tað kanska ikki var so
gott.
Tað kann tykjast logið
at vera so ræddur fyri
stýring, tá tað snýr seg
um kost, tí bæði tá talan
er um rúsandi log og um
tubbakk er ein almenn
stýring.
Er nakar munur á at
banna sølu av rúsandi
legi og av t.d. litevnum?
Vit vita, at summi vilja
misbrúka fría selu av rús-
andi logi, men vit vita eis-
ini fyri vist, at summi lit-
evni elva til ovviðkvæmi
og at tey eru undir grund-
aðum mistanka fyri at
elva til hyperaktivitet hjá
børnum. Ella er munur á
at banna selu av rúsandi
logi á matstovum og á
mati, ið er litaður við syn-
tetiskum litevnum. So-
leiðis kundi ein hildið á-
fram
Nú verður val aftur.
Hví ikki taka henda tátt
við á valskránna, íkki
bara ein, men allir flokkar,
tí heilsusteðan hjá fólki er
avgerandi fyri trivnað í
landinum.
Sigrid