hósdagur 4. oktober 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nólsoyar kommuna!
tíðindablaðið
Havnin skal dýpast
so sterri skip kunnu
avreiða til Klivar
Kommununi tervar lendi til byggigrundir.
Umleið 10 umsóknir liggja og bíða. Bygd-
arráðið roynir at finna eina loysn.
Fyri ikki so nógvum árum síðani var einki arbeiðspláss av týdn-
ingi í Nólsoy. Flestu nólsoyingar arbeiddu tá í Havn. Í dag er
nógv broytt til tað betra. Flakavirkið Klivar gevur arbeiði til
30—50 fólk og bátarnir, ið avreiða, arbeiði til nógvar mans
aftrat. Bygarráðið ger alt fyri at betra um arbeiðsumsteðurnar
hjá virkinum og fyrsta dagin verður farið undir dýpa havnina.
Avgerðin miðskeiðis í 70-
unum at byggja eitt flaka-
virki í Nólsoy hevur havt
ómetaliga stóran týdning
fyri Nólsoyar kommunu
og íbúgvar tess. Áðrenn
flakavirkið kom var so
gott sum einki arbeiðs-
pláss í kommununi. Flestu
nólsoyingar máttu tá fara
tíðliga heimanífrá til ar-
beiðis í Havn og vóru tí-
skil eisini seinir aftur við
hús.
Nólsoyingar eru fegnir
um flakavirkið. Hóast
virkið hevur havt ymsar
trupulleikar at dragast við
hesi seinastu árini, so
hevur ynski um at varð-
veita eitt so stórt ar-
beiðspláss í bygdini verið
stórt, og í dag arbeiða
millum 30—50 fólk á virk-
inum.
Ein teirra, sum fegnast
um, at flakavirki er í bygd-
ini, er sjálvur bygdarráðs-
formaðurin, Sverri Keldu-
berg. Hann vónar so
sanniliga eisini, at
virkinum verður lív lagað í
framtíðini.
Betri havn
Ein stórur partur av ar-
beiðinum hjá bygdar-
ráðnum øll hesi seinastu
árini hevur tí snúð seg um
at betra um umsteðurnar
hjá flakavirkinum eitt nú
hvat atleguplássi viðvíkir.
Sverri Kelduberg
heldur, nógvar broytingar
til tað betra eru farnar
fram í kommununi hesi
seinastu fýra árini. M.a.
hevur bygdin fingið mun-
andi meira av atløgusidu.
Bæði framvið sjálvum
virkinum og framvið grót-
kastinum. Hetta eru ar-
beiði, sum eru um at vera
liðug.
Men enn er ikki komið á
mál, hvat útbyggingini av
Nólsoyar havn niðvíkir.
Tað liggja stórar ætlanir
fyri, sum skulu beta um
arbeiðsumsteðurnar hjá
flakavirkinum. Ætlanin er
at dýpa sjálva havnina í
næstum. Eisini skal sjálvt
grótkastið umvælast
aftaná tað nógva brimið
seinasta vetur. Somuleiðis
skal grótkastið leingjast.
Hetta eru arbeiði, sum eru
mett til at kosta einar 10
mill. kr. Tað er byggi-
felagið Pihl & Søn, sum
skal gera hetta arbeiðið.
Sverri Kelduberg sigur,
at arbeiðið longu skuldi
verið byrjað, men er
seinkað nakað, tí tað finst
bert tanneina útgerðin til
dýpinga av havnum.
Henda útgerðin hevur
verið brúkt í Runavík og
verður flutt til Nólsoyar
fyrsta dagin.
Ætlanin var, at hesi um-
reddu arbeiði skuldu vera
liðug einaferð í februar
1985. Síðani er ysnkiligt
at fáa enn eitt grótkast.
Hetta skal gerast suður úr
Kirkjutanga.
Í dag er innsiglingin um-
leið 70 metrar breið, men
við einum nýggjum grót-
kasti verður hon bert 30
m. og tá fæst ein munandi
tryggari og kyrrari havn.
Nýggjur trolari
Sverri Kelduberg sigur, at
umstøurnar hjá bátum at
leggja at og avreiða til
flakavirkið hava ikki verið
tær bestu. T.d. er alt ov
grunt, til at sterri bátar so
sum Cubatrolararnir
kunnu avreiða har. — Tí
vóna vit, at dýpingin av
havnini og aðrar ábetur
fara at betra um umsteð-
urnar hjá flakavirkinum
sigur Sverri Kelduberg.
Hann vísir m. a. á, at nól-
soyingur eru í ferð við at
byggja ein nýggjan trol-
ara av sama slagi sum
Margretha. Hann verður
klárur til komandi ár. Tá
verð so tríggjir trolarar í
Nólsoyingar høvdu verið á fjalli henda dagin Sosialurin vitjadi
A
orð: jan
myndir: kalmar
bygdini og skuldi hetta
havt nógv at siga fyri rá-
verutilgongini hjá
virkinum, sum mangan
hevur verið í minna lagi.
Bygdarráðið roynir eis-
ini á annan hátt at betra
um umsteðurnar í
bygdini. Í løtuni verður ar-
beitt við at seta upp einar
sjey stórar ljóssteyrar á
havnalagnum og kring
flakavirkið. Higartil hevur
bert verið ein ljóssteyri, so
tað hevur ikki altíð verið
so tespiligt. Ætlanin er
eisini at seta upp ein
nýggjan vita úti á sjálvum
grótkastinum til frama
fyri skipaferðsluna.
Umframt flakavirkið so
gevur kommunan nakað
av arbeiði til fólk í bygd-
ini. Hetta seinasta árið
hevur nógv vegarbeiði
verið. Talan er um vegir til
ymsar útstykkingar. Hús
eru longu bygd á hesum
útstykkingum, men
vegirnir eru ongantíð
gjerdir — fyrr enn nú ny-
liga.
Tervur á
grundstykkjum
Sverri Kelduberg heldur
annars fyri, at tað er stórt
spell, at bygdarráðið skal
siga nei við fólk, sum
ynskja at fáa eki at
byggja á.
Øll grundstykkini, sum
eru boðin út i kommununi
tey seinast árini, eru farin
og fólk hava bygt. Kortini
standa eini 10 enn á bíði-
lista til at fáa stykki og
fleiri fara helst at koma
aftrat. — Vit hava onga
jørd sum staðan er í dag,
men vit hava tosað um
hetta í bygdarráðnum og
meta málið sera álvarsligt.
Hetta verður so eitt av
teimum málum, sum kom-
andi bygdarráð má royna
at loysa.
— Vit hava roynt at ar-
beitt við málinum, men
eru enn ikki komnir ásamt
um, hvat skal gerast,
sigur Sverri Kelduberg og
vísir samtíðis á, at jarðar-
HVANNA SUNDS
KLAKSVIKAQ
KUNOVAR
MIKLADALS
HUSA
ELDUVIKAR
OYNDFJAR DAR
4 FUGLFJAR DAR >
LEIR VIKAR
13. GðTU
44 RUNAVI KAR
15 NES .
pE
AT. SJÓVAR
18 SUNDA
19. EIÐIS
20 GJAAR
24. FUNNINGS
22. HALDARSVIKAR
23. SAKSUNAR
24 HVALVIKAR
25. HØSVÍKAR
26.50 FJARDAR:
vidurskiftini eru fløkt og
skapa trupulleikar i hes-
um sambandi.
gerast.
Nr. 116 — 4. oktober 1984
KAR Ko
28 VESTMANNA
34 KIRKJUBSAR í
32 HESTS ,
TTT EN
34 SANDAVAGS *
35. MIDVÅGS
36 SØRVÅGS
37 BÍGGJAR
38 MIKINES
39 SANDS
#0 SKOPUNAR +
#1 SKALAVIKAR >
#2 HÚSANÍKAR. +
43 SKUVOVAR, >
#4 HVALBIAR
45. FRODBIAR. +
A6 FÅMJINS
AL HOS P
= POSKERIS i
VAGS ,
50. SUMBLAR
54 TØRSHAVNAR *
Men okkurt må
Hetta er ju ein
syndarlig støda, ikki at
Flakavirkid Klivar er einasta stora arbeidsplåssid i bygdini