hósdagur 4. oktober 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ktober 1984
Nólsoyar kemmuna
Stødd: 10,28 km?
Markatal: 48
Íbúgvar: 324
Húski: 92
Bygdarráðið:
Sverri Kelduberg, form.,
Kristin Holm, næstform.,
Jørgen Poulsen,
Kristian Hansen og
Napoleon Hansen.
kunna geva fólki sum vilja
byggja her í kommununi,
nakað eki at byggja á. Og
skal bygdin mennast, so
er hetta ein lívstreyt.
Uppá fyrispurning um
meguleikar ikki eru fyri at
skaffa nýggj arbeiðspláss
í Nólsoyar kommunu í
framtíðini sigur Sverri
Kelduberg, at útlit er enn
ikki fyri nekrum. Hann
vísir tó á, at har er ein
smiðja í bygdini, sum tó
ongantíð er komin rætti-
liga í gongd. Ætlanin var
at smiðjan skuldi taka sær
av umvælingum og gerð
av ymsum lutum til fiski-
skipini. Rættiliga nógv út-
gerð er keypt til smiðjuna,
so nú er so bert spurn-
ingurin, nær farið verður í
gongd av álvara.
Jerðin
Hvat viðvíkir landbrúkin-
um í kommununi, so er
Nólsoyggin Í somu
syndarligu steðu sum so
nógv onnur pláss í land-
inum. Nógv og gott lendi
er, men lítið og einki verð-
ur gjørt við tað. Hetta
kemst so serliga av teim-
um sersteku ognarviður-
skiftunum, sum eru gald-
andi í Føroyum.
Sverri Kelduberg sigur,
at har eru eini 20 neyt í
oynni, men hetta talið er
minkað nógv, síðani hann
var smádrongur. Tá var
Íbúgvaratalið
síðani 1973
(1.1.)
1973
1974
1975
1976
1977
1978
1979
1980
1981
1982
1983
1984
340
334
351
341
356
360
345
344
340
343
827
324
kúgv í hverjum húsi. Í dag
eru nakrir fáir mans, sum
gera nakað við jarðarbrúk,
eitt nú selja mjólk til
Havnar. Men sjálvur
heldur Sverri, at var jørd-
in ikki so smábýtt men
kundi heldur verið rikin av
fólki, sum veruliga ynskti
at gera nakað við jarðar-
tíðindablaðið
brúk, so hevði verið pláss
fyri kanska trimum stór-
um og góðum gerðum í
kommununi. Í dag liggur
nógv av bønum ósligið.
Góð læknaskipan
Nólsoyingar eru annars
sera fegnir um nýggju
skipanina við kommunu-
lækna í Havn. Fyrr noydd-
ust allir nólsoyingar til
Havnar tá ið teir skuldu
til lækna. Fyri góðum ári
síðani varð avgjert at
brúka eitt heli í skúlanum
til læknaheli, soleiðis, at
kommunulæknin í Havn
kundi hava viðtalu har 14.
hvenn dag. Hetta hevur
so gjørt, at børn og gomul
sleppa frá at fara um fjørd-
in til Havnar, tá okkurt er
áfatt ella kanning skal
gerast. Sverri Keldubert
heldur, at flest allir nóls-
oyingar eru sera fegnir um
hesa nýggju skipanina
Hóast stutt er til Havn-
ar í dans og til onnur ítriv í
frítíðini, so royna nóls-
oyingar sjálvir at skipa
fyri tiltøkum o.l. Teir
hava eitt ófert hús til
slíkt, tað er Royndar-
húsið, sum ungmanna-
felagið eigur. Her er
mangt til bæði gaman og
álvara;: fundir, veitslur,
sjónleikur, dansur o. m. a.
Eisini ítróttafelegini í
bygdini brúka Royndar-
húsið.
Annars hevur sjón-
varpið eisini sett síni sjón-
ligu spor í Nólsoy, har
nærum hvert hús hevur
sjónvarp. Sverri Keldu-
berg heldur, at tað hevur
havt aína ávirkan á
bygdalívið. Fyrr var van-
ligt at hittast á ávísum
plássum í bygdini at lurta
eftir teimum gomlu.
Henda bygdarmyndin er
nærum horvin nú. Og
tað kemst m.a. av sjón-
varpinum.
Bygdarmyndin. Nólsoy í dag
Tvær seguligar myndir úr Nólsoy. Kalmar tók mynd av tí nú víðagitna
»holinum« og í vikuni var hann so aftur i bygdini og stóð á sama stað og
avmyndaði. Her er holið, sum hevur eyðkent manga myndina úr Nólsoynni,
horvið. Hetta hendi mánadagin. Tá rapaði sjálvt loftið á Hergini, teir kalla.
Sverri Kelduberg sigur, at so skjótt hann fær savnað bygdarráðið, fara teir at
viðgera málið, tí okkurt må helst gerast fyri at steðga ti nógva eystan-
briminum. Holið stavar frá 1900.
Borðan
Í dag eru eingi fastbúgv-
andi á Borðini. Tað eru
ikki so nógv ár síðani, at
har búðu fleiri familjur.
Nú eru tær so fluttar til
Havnar ella heim í bygd-
ina. Í dag er skiftivakt á
Borðini. Teir ganga tveir
og tveir og eru har út eina
viku í senn.
Sverri Kelduberg hevur
ikki ringar vónir fyri Nóls-
oyar kommunu. Tverturí-
FT
WS i
móti roknar hann við, at
útbyggingin av havnini,
ein nýggjur trolari og ein
megulig nýggj útstykking
fara at halda lív
kommununi í mong ar
fram í tíðina.