leygardagur 6. oktober 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 117 — 6. oktober 1984
tíðindablaðið
Ivan Johannesen, formaður í SEV-stýrinum:
SEV hevur fingið
loyvi og fer ikki at
biðja um eitt aftrat
Ivan Johannesen, formaður í SEV-stýrinum heldur ikki, at tað
er neyðugt hjá SEV at bíða við vatnorkuútbyggingini til
landsstýrið hevur gjørt vart við seg. — Vit hava fingið loyvi frá
landsstýrinum og fara ikki at biðja um loyvi at handla út frá tí
loyvinum, sigur Ivan Johannesen í samreðu við Sosialin.
Vit hava tosað við hann um SEV-útbyggingina í Eysturoynni,
nú SEV-stýrið hevur boðað landsstýrinum frá, at byrjað verður
við Eiði 1 projektinum heilt skjótt.
Vit spurdu fyrst Ivan
Johannesen, hví tað er
so umrådandi at byggja
út við Eiðisvatn nú og
gera eina hega byrging
har. Til tað sigur hann:
— Vit
hava koyringstrupulleikar
í Vestmanna. Tá vit so
tosa um SEV, eiga vit at
taka alt tað samlaða netið
við her í meginekinum.
Koyringstrupulleikarnir
stava frá tí, at hverja ferð
tað regnar, missa vit nogv
vatn. Hetta kemst av ti,
at vit noyðast at hava
brunnarnar rættiliga full
ar. Skuldi tí okkurt 0-
væntað hent á Sundi,
mugu vit hava orkuna í
brunnunum, skal ikki alt
steðga upp.
Vit hava mett, at fáa vit
ein stærri brunn á Eiði, so
kunnu vit brúka brunnar-
nar í Vestmanna longur
niður, soleiðis at takast
kann ímóti vatninum, tá
sterri áarferi er. Sjálvt um
vit koyra turbinurnar fult
frá í Vestmanna, so klára
tær ikki vatnið. Tað renn-
ur rætt og slætt yvir.
Hetta eru beinleiðis krón-
ur, sum renna burt, sum
vit missa.
Motorur aftrat
Vit spurdu Ivan Johanne-
sen, hvussu tað ber til, at
spurningarin um at seta
ein motor upp aftrat á
Sundi ikki hevur verið
nevndur frá SEV-síðu í
seinastuni, nú so nógvir
aðrir persónar hava víst á,
at tað er avgjørt neyðugt
at seta ein motor upp
aftrat, antin vatnið verður
útbygt ella ikki.
Til tað sigur hann, at
SEV hevur havt fund
bæði við Landsstýrið,
Berdal og Orkuráðið og á
hesum fundum hevur tann
spurningurin verið við-
gjørdur.
— Men tad, sum er
veruleiki nu, sigur Ivan
Johannesen víðari. er, at
Orkuráðið mælir til. at ein
motorur skal koma í 1985
Men hann kann bert ikki
koma í 1985. Ti bileggja
vit ein motor nú í novem-
ber, so tekur tað tvey ár,
áðrenn hann koyrir á
Sundi. Og byrja vit við
vatnorkuútbygging nú, so
tekur tað tvey ár, til tann
fyrsta turbinan koyrir.
Tvs. at tað kann gera júst
tað sama, hvat vit byrja
við. Tað tekur undir ellum
umsteðum tvey ár, til vit
hava teka orku
— Men tit høvdu eina
optión (lagaligan keyps-
sáttmála) uppá ein motor
aftrat, tå tit høvdu keypt
hin. Tit sleptu hesi optión,
og tað meinti m.a. fyrr
verandi SEV-stjórin,
Hjallgrim Winther var
heilt skeivt. Hetta segði
hann í samreðu við Sosial-
in. Hví avgjerdu tit í
SEV-stýrinum at sleppa
optiónini kortini, nú tit
sóu hvussu bráneyðugt
tað er at fáa meiri orku?
— Ti vit roknaðu við, at
vatnorkuútbyggingin
skuldi fara í gongd. Tað
var eisini ein spurningur,
um tað yvirhevur lenti seg
at taka ta optiónina, ti
prísurin fyri motorin var
tá hækkaður so mikið
nógv, at tað hevði verið
eins bíligt at fara út á
marknaðin at samráðast
um ein nýggjan motor.
— Tá SEV hevur sæð,
hvussu nógv hava verið
ímóti hesi stóru vatnorku-
útbyggingini, var tað ikki
rættari, at SEV við eini
optión keypti motor nr. 2?
— Nú haldi eg, vit eru
við at koma inn í eitt
orðaskifti, sum ikki tú
sum blaðmaður eigur at
blanda teg uppi. Tú eigur
ikki at blanda teg uppi,
hvat SEV-stýrið ger í
hesum málinum.
— Eg spyrji bert!
Og eg havi roynt at
svara tær.
Motorur kann bíða
til 1992
— Men tað hevur verið
framfert av ymsum per-
sónum, at SEV við at
sleppa optiónini uppá
tann seinna motorin, vildi
trýsta vatnorkuprojektið
hjá H&S igjøgnum. Er
tad rætt?
— Tað er ikki rætt. Vit
eru púra greiðir yvir, at
ein motorur skal koma.
Men vit siga, at tað er ikki
neyðugt, at hann kemur í
dag. Fáa vit loyvi at halda
fram eftir tí útbyggingar-
ætlan, sum er roknað út,
so skal hann koma í 1992
Men er tað ikki ov
seint?
Tað er fullkomiliga for
sv rligt eftir vekstri
num i orkubrúkinum og ti
sum vit ha kalkulerað
við
Men tað verður sagt,
at kemur ikki ein motorur
aftrat nú, so kemur at
standa á. Var tað ikki
betri og rætt, at tit
keyptu handa seinna mo-
torin fyri nekrum árum
síðani, tá hann kundi
fáast munandi biligari?
— Vit hava alla tíðina
sagt, at tað tekur tvey ár
at fáa meira tøka orku. Ti
eru vit komnir til ta stødu,
at ein avgerð má takast nú
um, hvat skal koma um
tvey ár. Tað er tað, sum
alt prátið snýr seg um. Vit
hava alla tíðina sæð fram
til, at motorurin skal
koma. Og hetta kunnu vit
eisini prógva, ti vit hava
á
gjert húsið á Sundi til
tveir motorar.
Ivan Johannesen leggur
aftrat, at ein nýggjur mo-
torur í dag kostar 120
mill. kr.
Hvat ætla tit
á Veðranesi?
Har hevur SEV gjert
kanningar fyrr. Vit komu
til næstan somu niður-
stødu sum Berdal kemur
fram til í sínum útrokn-
ingum nú. Í 1979 mettu
vit, at Veðranes var ikki
lenandi, og tí sleptu vit ti
tá. Til tað, sum menn nu
siga um Veðranes, er at
siga, at vísir tað seg, at
tað er so lenandi, sum
hildið, so vilja vit kanna
tað nærri.
— Men Berdal sigur, at
partur av Veðranesi er
lenandi!
— Ja, men so skal ein
eisini hava nakað annað
aftrat. Ein skal antin hava
regulering á Eiði ella
byggja hana í Vestmanna
ella onkustaðni í tí saml-
aða netinum, og tann
prísurin er ikki við.
— Skal ein nú hava ein
dieselmotor aftrat inn sum
eyka í hesi regulering, so
kemur tann prísurin aftr-
at, og ta er spurningurin
hvussu lønandi Vedranes
verður. Ti meina vit, at
verður Eiði 1 bygt út og so
Eiði r longur
suðuri á vestursíðuni, og
eisini tekur Veðranes
ætlanina við, tá verður
tað so avgjørt neyðugt at
hava
brunni á Eiði
metrar
Síggja tit í SEV heilt
burtur frá alternativu ætl-
anini at lata Eiðisvatn
hava frið og byggja vatn-
goymslu á Veðranesi?
— Ja, ti tað er als ikki
lenandi, og tað sigur
Berdal eisini.
- Men kann útbygging
við brunni ikki vera len-
andi kortini, um tað kem-
ur inn í myndina, at grótið
verður brúkt til havnir o.1.
endamál?
— Tað meti eg als ikki
er nakar meguleiki
regulering
uppa 20
eina
ra
Eg skilji ikki Eilif!
— I åtvarpinum sigur
tú, at SEV kann seta
spakan í longu í morgin,
men hetta vísir Eilif Sam-
uelsen, landsstýrismaður
aftur. Hvussu skal hetta
skiljast?
— Eg skilji ikki, hvat
Eilif meinar við. Vit hava
jú loyvi frá landsstýrinum
og frá yvirfribingarnevnd-
ini liggjandi, og tað eru
teir myndugleikar, vit
skulu hava loyvi frá. Ti
veit eg ikki, hvat talan er
um, tá landsstýrið skal
hava meira at vita. Ég
skilji ikki, hvat hann
meinar við, tá hann sigur,
at vit skulu fáa bið frá
landsstýrinum.
Tá vit hava fingið eitt
loyvi, so fara vit ikki at
spyrja eina ferð aftrat, um
vit skulu handla uppá tað
loyvi, sum vit hava liggj-
andi.
Annars sigur Ivan Jo-
hannesen, at SEV er undir
somu viðurskiftum sum
feroyskar kommunur,
skulu teir út at læna peng-
ar
— Og skulu tit ikki tað?
Tað er tá givið, men
tað er meguliga ikki neyð-
ugt beinanvegin at fara út
eftir pengum. Tá vit
skul S( ugu t hava
ining fra lands
Nær verdur so spak
in settur i?
Tad dugi eg ikki at
siga, men vit eru lidnir at
projektera tað, ið skal
byrja fyrst
20 metra høga
byrging
— Fara tit at halda uppå
eina 20 metra høga byrg-
ing?
Ja, um vit ikki verða
steðgaðir. Men tað stend-
ur so í játtanini frá lands-
stýrinum, at SEV skal
samráðast við landsstýrið
um. hvussu byrgingin
verður at dimensionera
tað spurningurin
ein leggur í hetta
So er
hvat
A
Síða 3
orðið, um tað er hædd,
breidd ella annað hugsað
verður um.
— Men hevur so henda
seinasta kanningin, sum
Orkuráðið, Berdal og El-
sam hava gjert, hjálpt
tykkum nakað, rættað
meguligar skeivleikar?
— Nakrir spurningar
eru umreddir meira, men
soleiðis sæð dugi eg ikki
at síggja, at hon hevur
hjálpt okkum nakaþ. Tí
tað, sum SEV uppruna-
liga byrjaði við, var Eiði
1. Og so tá Eiði 1 varð
kannað, var Eiði 2 kann-
að. Og tað vísti seg, at
tað, sum var mest lenan-
di, var Eiði 1. Men tá
Eiði 1 er liðugt útbygt, so
lønadi tað seg væl at taka
Eiði 2 fyri at fáa meiri
vatn. Og tað sama er gald-
andi viðvíkjandi Eiði 3 og
4. Verða tey inntikin, má
tað vera grundað á, at hitt
er liðugt frammandundan.
— Vit byrja við Eiði 1,
tí hetta er tað projektið, ið
liggur næst ti, sum m.a
Orkuráðið og Berdal eru
samd um
— Men teir siga, at
byrgingin bert skal vera 8
metrar heg og at bert ein
byrging skal gerast!
Í teirra eygum er tað
gelra positivt at gera
byrgingina hægri. Tað er
t svar
an Jot 1eS€ På
A la ry tæi
SI gging
hevur Sé inkað aiir
nógv. Hann kundi ti væ
hugsað sær at fingið at
vita. hvat allar hesar
kanningar hava kostað
Hvussu nógvar mill. kr
t.d. henda seinasta kann
ingin hevur kostað
Tað fái eg nokk at
vita einaferð
Men hevur alt hetta
kjakið um vatnorkuna
givið SEV nakað at hugsa
um?
Tað er sæð
komið fram,
Johannesen
SEV-stýrinum
stort
einki nytt
sigur Ivan
formaður i
at enda.
Jan
Her Ivan Johannesen saman vid ødrum SEV- og orkufólki á tí seinasta umboðsráðsfundi