Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. oktober 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Javnaðarflokkurin er fúsur harra Pauli — Hann hevur dirvi og hegni harra Pauli Sambandsflokkurin skulkar sær undan ábyrgd og hann hopar undan neyðugum avgerðum, tí kann Pauli Ellefsen ongi prógv bera, men einans práta. Hetta sigur Atli Dam í viðmerking til endurtekuna um at javnaðarflokkurin er rýmdur undan kreppu í 1980. Tað var Dimmalætting, sum nú um dagarnar tók í orðini hjá kenda blað- manninum Cavling um at »Kendsgerninger distra- herer, jo mere man ved om en sag, desto vanskeligere er den at beskrive«. Tað man vera hetta, sum er orsekin til sera fjákutu og barnsligu skriving Paula Ellefsens um fíggjarligu og búskap- arligu gongdina tidarskeidini 1975-80 og 1981-84 Møsn um, at vit í 1980 stóðu í eini 6loysiligari kreppu, sum javnaðar- flokkurin smoygdi sær burturúr, og at vit ídag eru sera væl fyri hóast uttanlandsskuldin, sum tá var 32% av bruttotjóðar- årtøkem nú er vaksin upp í 60% av hesi — ella 3000 milliónir — er tað sum framhaldandi og upp í saman verður endurtikið uttan próvferslu. Búskaparfreðingar siga, at Pauli sigur ósatt Grundin til, at hendan plátan verður endurtikin so »Oseriøst«, at ein skuldi trúð, at her snúði tað seg um ein politiskan óvita, sum júst hevði lært eitt skjaldur ella eina tilvild- arliga samanseting av orð- um, er helst, at maðurin er »distraheradur« so av veruleikanum og vitan um røttu tølini, so sum tey lysa gongdina, at hann fær ikki borið prógv um ta umvendu búskaparligu verð, hann roksar og mýlir um. Hvussu hann so roynir at siga, at í letuni hava vit so stórt yvirskot, at tað rindar rakstur, rentur, av- dráttir, produktivar og ó- produktivar ílegur, meðan vit í 1980 gingu eftir hæli, so rennur hann ikki undan teim prógvum, sum liggja í gjaldsjavnauppgerå, handilsjavnahalli, realløn- arfalli, figgjarlogar- vøkstri, kurstapi og in- flatión. Alt tel og tabellir, sum frægir búskaparfreðingar vátta, og sum eitt nú >Det rådgivende udvalg« nýtir í ávaring síni ímóti at lata sitandi samgongu koyra okkum út av eggini á luxusklassa. Politisk ósemja og avtalubrot Undanfarna samgonga slitnaði, tí fólkaflokkurin gekk frá skrivaðum orðum og lyftum. Hetta veit Pauli Ellefsen. Ósemjan var grund- leggjandi og Þpolitiskt prinsipiell, tí vit vistu at siglingarmálið vildi verða spilt á privatum hondum Utviklingurin hevur prógvað, at javnaðar- flokkurin hevði rætt Eitt mál, sum kundi loysast fyri 46 mill. kr stendur í dag samfelagn- um í 160 milliónum og projektið hevur lítlan tjans fyri at klára seg, avskrivar hitt almenna ikki einar 50-60 mill. kr. í tapi. Ein loysn í 1979 fyri 46 milliónir hevði ídag borið enn eitt skip uppi, nevni- liga Norrønu. Nei javnaðarflokkurin er ongantíð runnin undan ábyrgd. Hann hevur stað- ið á odda fyri teirri risa- menning, sum hevur verið her á landi síðan 1959. Hendan menning, sum hevur borið sitandi sam- gongu 1500 milliónir í út- tíðindahlaðið 80SÍalurin „utningsvirði í .angið. Hann vil eisini nú taka ábyrgdina av at fáa gondina aftur á beint, so hesi virði ikki framvegis verða burturseplað í vaks- andi uttanlandsskuld og harav fylgjandi rentu- og avdráttarbyrðu, sum kemur at leggja okkum lamin, tí álit til okkara lániverdugheit verður ikki til. Sambandsflokkur- in hevur skulkað og hann skulkar enn Tað eru fleiri ábyrgdar- leysir flokkar í Feroyum, men tann, sum mest hevur skulkað sær undan teim skyldum, ið fylgja við neyðugari stýring av hes- um samfelag, er flokkur legmans. Hann legði seg í 1975 sum bóghvítuhvalur fram undir javnaðarflokkin at nápa nakrar ríkisfelags- skapsatkveður, og stersti eginpeningscharlatan, ið V erið hevur, loy vdi sær at sverta og misteinkiliggera hampafólk fyri at villa enn nakrar veljarar. Síðan 1981 hevur hann so »gloymt« at loysa tey mál, sum skulu viðlíkahalda ríkisfelagsskapin, soleiðis at hesin framvegis kann verða ein livandi skipan í menning. Undir hesum viknandi felagsskapi hevur sambandsflokkurin samstundis framt yvirtek- ur, ið eru uttanfyri allar skipaðar avtalur landanna millum. Broyttar fortreytir Neyvari stýring Júst tí at viðskiftið Dan- markar/Feroya ímillum er so týdningarmikið at við- líkahalda, er neyðugt at javnaðarflokkurin aftur fær styrki til at átaka sær landsins leiðslu, mál sum undirgrundsmálið og studningsveitingarnar krevja loysn, og sambandsflokkurin renn- ur undan slíkari. Fortreytirnar undir komandi politiska virk- inum eru tó heilt eðrvísi enn tær vóru í 1958 og 1966, so amboðini og Nr 117 - 1. oktober 1994 tiltøkini hesaferå mugu verða hvassari. Hesi amboð og tiltøk útvegar ongin annar flokkur, og javnaðarflokk- urin er eisini hin einasti, sum er veruliga fúsur og hevur dirvi til at fremja ta festu stýring, sum nú er neyðug. Her rekka undanhopar- ar sambandsins ikki. Atli P. Dam Pensionistarnir hart kroystir Eilif bakkað fyri ti antisosiala folkaflokkinum Ikki sidani fimmtiårini hava tey eldru havt so ringt vid at fåa endarnar at røkka saman sum undir hesum landsstyrinum, nu meðan Eilif Samuelsen hevur sitið sum landsstýrismaður í al- mannamálum. Í Dimmalætting hósdagin vil landsstýrismaðurin í almannamálum vera við, at pensionistar ongantíð hava fingið slíkar ábetur, sum undir sitandi lands- stýri. Kanska hevur hann rætt, um gjert verður upp í turrum telum, men fara vit at kanna eftir, hvat hann og samgonga hans- ara hava tikið aftur í hin- um endanum, verður myndin ein onnur. Sannleikin er jú tann at landsstýrið seinkaði teimum pensiónshækk- ingum, sum vórð av- talaðar, í meira enn eitt ár. at pensionistarnir harvið vórðu snýttir fyri 18 Einsamallur pensionistur 1979 1981 Pensión 2411 2688 Skattur 0 165: % 0 6,1 mill. i pensiónshækk- ingum tað árið. at landsstýrið á heysti 1981 hækkaði tollin og avgjeldini so nógv at tað kostaði hverjum húsarhaldi í 4-5000 kr. árliga. at landsstýrið og serstak- liga Eilif Samuelsen hava seinkað og for- klutrað rektarheims- málið í Havn. at einki rektarheim verð- ur bygt í bræði av hesi somu orsek. at landsstýrið hækkaði skattin hjá fólkapens- ionistum beint, sum tað kom til ræðið. Hetta kann klárt prógvast av hesari talvu: 1982 1984 I medal september 3263 } 3418 468 10,4 15,0 Tað sær lítið mætari út, um vit tóku demið um steðuna hjá hjúnum. Hvussu tann samlaði skatturin hjá t.d. einum einsamallum fólkapen- sionisti kemur at verða fyri árið 1984, er sjálvsagt ikki meguligt at siga heilt någreiniligt, men eftir skattinum higartil í ár at dema, kemur hann at liggja millum 5 og 6000 kr. Nú kunnu fólk sjálv meta um, og Eilif Sam- uelsen kann hava sína meining, um hver hevur fingið nógv í hesum skeiði. Tann veruleiki, sum pens- ionistarnir liva við sigur, at ongantíð, síðan fimti- árini hava tey eldru havt so ringt við at fáa endarn- ar at rekka saman, sum undir hesum landsstyrin- um. Ongantíð hava pens- ionistar havt tað so smátt tey seinastu 30 árini, sum meðan Eilif Samuelsen var landsstýrismaður í al- mannamálum. At enda kann tað vera óhóskandi at minna Eilif á fyri tað fyrsta, hvussu hann hevur bakkað fyri tí antisosiala fólkaflokkin- um. Hvussu hann tók for- sorgarlógina og barnafor- sorgarlógina av borðinum eftir ordrum frá Óla Breckmann og Áge Ellef- sen. Og tað kann vera hóskandi at minna Eilif Samuelsen og sambands- flokkin á, at tey framstig, sum pensionistarnir hava vunnið í hesum skeiði, eru javnaðarmenn komnir við. Javnaðarflokkurin kom við uposkotinum um bjálvingarstuðulin, = um brennistudningin, um samsýningina fyri at ansa gomlum skyldfólki og javnaðarflokkurin trýsti samgonguna til at taka upp samráðingarnar við danskar myndugleikar um pensiónshækkingarnar. J.D.