leygardagur 6. oktober 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 117 — 6. oktober 1984
Hitt ljós
4
gotu mini
———
v/ Johs. A. Næs
„„Harri, eru tað få, ið verða frelst ?«
Men hann segði við tey: >Stríðist fyri
at koma inn igjøgnum hinar trongu
dyrnar; tí at mong, sigi eg tykkum,
skulu royna at koma inn, og kunna
Eru tað fá, ið verða frelst ? Hesin spurningur
er sanniliga frammi nú á degnum. Og mong
svara beinanvegin: Øll. Øll verða frelst.
Hættir onkur sær at nevna ta ævigu glatan,
so spyrja tey: Trýrt tú veruliga, at ein ævig
glatan er til. Fá eru tey, ið trúgva hesum
longur, at hin góði og miskunnsami Gud skal
gera slíka miskunnarleysa og hepisleysa
gerð at pína øll, ið eru honum ímót, um allar
ævir.
Eg viðgangi opinberliga, at eingin hugsan
er so svár fyri meg sum hugsanin um ta
ævigu glatan. Eg orki ikki leingi ísenn at
hugsa um hana. Men tann tíðin í lívi mínum,
tá ið hugsan og kenslur tóku avgerð um,
hvat ið var sannleiki, er farin. Jesus er mítt
álit. Eg trúgvi á Jesus Kristus. Eisini tá ið
hann talar um ta ævigu glatan. Men, siga
fólk, hetta hóskar ikki saman við Guds
miskunn.
Tú hugtreysta menniskja, steðga eitt
sindur á, áðrenn tú klagar Jesus fyri mis-
kunnarloysi. Tá ið tú hevur gingið hansara
veg í miskunnsomum kærleika inn í deyðan,
tá kanst tú leggja upp í at tala um miskunn.
Eingin kemur í ta ævigu pínu av tí, at Gud
heldur uppat at vera miskunnsamur. Men av
tí at tey sjálvi seta seg uttan fyri Guds
miskunn, so sjálvt ikki tann miskunnsami
Gud kann bjarga teimum úr tí ævigu pínu.
Vinur mín, ert tú frelstur?
Ella rekur eisini lív títt ímóti ævigari
glatan?
Toppstarv leyst at
søkja
Eitt toppstarv i Noråur-
landa ráðnum er leyst at
sekja.
Hetta er starvið sum
upplýsingarstjóri (inform-
ationschef) å hevuðs-
skrivstovuni i Stock-
holmi.
Umsóknarfreistin er til
19. oktober og nýggi
stjórin skal taka við 1.
januar 1985.
Norðurlanda ráðið vil
hava fólk í starvið, sum
hevur kunnleika til norð-
urlendska samarbeiðið og
hevur fingist við sam-
felagsupplýsing og fyri-
siting.
Starvið hjá upplýsing-
arstjóranum er sjálvandi
fyrst og fremst at standa
fyri upplýsingarvirksemi-
num hjá Norðurlanda ráð-
num á øllum økjum, og
samskipa tað við skriv-
stovurnar hjá ráðharra-
ráðnum.
Stjórin hevur ein skriv-
ara og eitt hjálparfólk
afturat sær og í ár er játt-
anin til upplýsingarvirkið
3,7 mill. sv. kr. Lenin hjá
stjóranum er í letuni
15.430 sv.kr. um mánaðin
umframt persónliga við-
bót og viðbót fyri uttan-
landsferðir.
Tann, sum verður sett-
ur í starvið, fær ein fýra
ára sáttmála og hevur tí
starvið til 1. januar 1989.
Umsóknir skulu send-
ast til Nordisk Ráds præ-
sisium, Box 19506, S-104
32 Stockholm.
Fleiri upplýsingar
kunnu fáast hjá Norður-
landa ráðnum í Danmark,
tlf. (01) 116600.
$osíalurin
hiðindablaðið
Gudstænastur 16. sunnudag eftir
Trinitatis
Havnar kirkja: Hans J. Joensen, konfirmatión
Vesturkirkjan: Kjartan Merkere, konfirmatión
Landssjúkrahúsið (deild 1): Hegni Poulsen kl. 9,30,
altargongd.
Argir: Hegni Poulsen
Kollafjerður: Jákup Magnussen, altargongd
Norðskála: Emil Olsen, altargongd
Saksun: Martin R. Jacobsen kl. 11.00
Fuglafjerður: Torkil Beder, altargongd. Talvan gongur
til frama fyri kirkjuna.
Glyvrar: Jákup Kass kl. 11.00, konfirmatión
Klaksvík: Niels P. Danielsen kl. 11.00, konfirmatión
Sandavágur: David Johannesen kl. 11.00, konfirmatión
Skálavík: Petur M. Rasmussen kl. 16.00
Hvalba: Elsa Funding kl. 12.00, altargongd
Tveroyri: Jónsvein Bech kl. 11.00, konfirmatión
Hov: Elsa Funding kl. 19.00
Leiti: Elsa Funding kl. 17.00
Sumba: Bjarni Bæk kl. 12.00, altargongd
Norea byrjað aftur
Kristna útvarpssteðin Norea Radio Danmark byrjaði
aftur at senda 1. oktober
Stødin sendir månadag, týsdag og mikudag kl
19.30—19.45 okkara tíð á millumbylgju 1467 kHz.
Sent verður frá sendisteðini hjá Trans World Radio í
Monte Carlo. Gávur frá lurtarum fíggja sendingarnar
Norea Radio Danmark gevur út eitt blað, Norea-Nyt,
sum fæst ókeypis. Blaðið kann umbiðjast hjá Norea
Radio, 6100 Haderslev.
Mánadagin 8. okt.: »Hvad er sandhed ?. Temasending
hjá Jens Erik Rasmussen. Inga Jergensen og Poul
Lykke Nielsen luttaka.
MÁLTØGURIN
Fólk siga ofta skeivt, tá ið tey siga at hyggja eftir
og at hyggja at.
Ikki ivaðust menn, hvussu ið teir skuldu mál-
bera seg, tá ið teir talaðu um seyð og annað, ið var
so sjálvsagt hjá flestum monnum.
Menn fóru burtur í hagan. Teir hugdu eftir
seyði. Teir leitaðu eftir seyði. Og so málbóru teir
seg soleiðis, tá ið teir komu aftur: >Ærin var ikki
at finna. Eg sá ikki ærina.« Tá høvdu teir gingið
og hugt eftir ærini, um teir fingu eygað á hana,
ikki leitað so gjølla. Hevdu teir leitað víða, hugt
gjella eftir ærini, so segdu teir: >Ærin var ikki at
líta.“
Hyggur maður at einum seyði, so er hann nær
seyðinum og hyggur gjella at honum. Kann vera,
at hann setur seyðin niður fyri seg, hyggur at
tonnunum, kannar hann aðrar vegir.
Menn stóðu og hugdu at, teir bardust, tá hugdu
teir gjella, hvussu ið leikur fer, sum Heðin Brú
mangan tekur til.
Onkur, ið kom har um vegir, kundi tá siga: >Tit
standa og hyggja at og lata teir berjast.«
Tá ið tey høvdu sitið í ein tíma, sótu tey bara og
hugdu eftir klokkuni, stóð skrivað — fólk ótoln-
aðust. Tey hugdu ikki eftir klokkuni. Tey hugdu
at klokkuni.
Viðhvert ivast fólk, hvussu tey skulu siga, um
tey hyggja eftir sjónvarpi, ella tey hyggja at sjón-
varpi, tá ið sent verður. Tá man vera best at siga,
hyggja í sjónvarp. Mong fólk siga soleiðis.
Hvussu mangan hoyra vit ikki fólk siga: Hann
flenti eftir mær. Soleiðis eru vit ikki von at siga;
men vit siga: Hann flenti at mær.
Sv. Tausen
Læknavaktirnar
Tórshavn: Álvur av
Kák, tlf. 12557, leyg-
ard. og Petur Høj-
gaard, tlf. 13540 —
lok. 405, sunnud.
Eysturoy: Magnus á
Stongunum, tlf
23006, leygard. og
Sverri Lamhauge, tlf.
48016, sunnud.
Norðuroyggjar: Jasp-
ur Petersen, tlf
56400
Vágar: Tlf. 32413
Suðuroy (norður): Tlf
71560
Suðuroy (suður): Tlf
73030
Tannlæknavakt,
Tórshavn
Bráðfeingishjálp
fæst í dag og ímorgin
kl. 13.00-14.00. Tlf
14544
Framhald av sidu 5
feråsluhavn å Husabakka
Hans Jørgensen sigur,
at i 1981 varð samtykt at
fara undir at gera 100
metra atlegu undir Húsa-
bakka.
Landsbyggifelagið bleiv
biðið um at gera detail-
projekt og bjóða út arbeið-
ið fyri kommunurnar. H.
Hoffmann á Senner
hevdu lægsta boðið, 6,6
mill. kr., og fingu arbeiðið.
6,6 mill. kr. var nógv
minni, enn kommunurnar
og ráðgevarar teirra
hevdu roknað við.
Tí bleiv beinanvegin av-
gjørt at gera 50 metrar
afturat fyri 1,8 mill. kr.
Hetta arbeiðið var lið-
ugt og handað Miðvágs-
Sandavágs havn í
summar. Tað og ymisk
eykaarbeiði kostaðu í
1984-prisum 11,55 mill.
kr.
Flakavirkid betri
umstødur
Meðan arbeitt var undir
Húsabakka, komu menn
eftir, at neyðugt var at
beta um atleguviður-
skiftini í gomlu havnini í
Miðvági og eisini gera um-
steðurnar uppi á landi
betri. Snarfrost, flaka-
virkið, hevði ætlanir um
útbygging og sambandið
millum gamla molan og
bryggjuna við virkið var
ov vánaligt. Her er nú
samanbygt við 60 metra
atlegusíðu. Eitt arbeiði
fyri 2,8 mill. kr., sigur
Hans Jergensen.
Á ti ekinum, sum
samstundis fekst á landi,
hevur Snarfrost bygt
frystigoymslu og kelimót-
teku.
hd
Vælkomið
lítla barn
4 - =
20. september fingu
Hansa og Ingvard
Fjallstein, Bergen,
eina dóttur
28. september fingu
Ida Berthelsen og Rói
Hejgaard, Strendur
eina dóttur.
28. september fingu
Jonna Jacobsen og
Jóan Petur Petersen,
Skálafjerður, ein son.
29. september fingu
Hansa Olsen, Tórs-
havn og Johannis Jo-
hannesen, Argir, ein
son.
29. september fingu
Brynhild Olsen og
Niels Hansen,
Tórshavn, ein son.
1. oktober fingu Hal-
gerð og Poul Dauring
Jensen, Hvalvík, ein
son.
2. oktober fingu
Hanna Sigga Magn-
úsdóttir og Eyðun
Simonsen, Sandavag,
ein son.
3. oktober fingu
Helga og Andrias
Magnussen, Saltang-
ará, ein son.
3. oktober fingu
Vinnie og Tórik
Toftegaard, Fugla-
fjørdur, ein son.
3. oktober fingu Kar-
en og Thomas Juul
Thomassen, Mið-
vágur eina dóttur.
4. oktober fingu Sig-
fríða og Ingvard
Lamhauge, Saltang-
ará, eina dóttur.
ÚTSTOYT
Esmar Simonsen
3813 Fuglafjørdur